Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 12

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 233—8. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið { sosíalurin | ( Lesarabrøv ) Rættleidingar til greinina >Ungdómslív á Argjum« eftir Jóannes M. Hansen, og viðmerkingar til lista C Jóannes M. Hansen hevur í Sosialinum og í Dimmalætting grein um ungdómslív á Argj- um, har mong fáa sparkið. Tað persónliga vil persónurin iva- leyst svara ul sjálvur, tað skuldi verið sera lætt, men við víkjandi tí kommunala fara vit undirritadu at gera nakrar við merkingar 1. Viðvíkjandi Argja Róðraríelag Argja kommuna legði lunnar undir róðrarneystið í síni tíð við at planera grundstykkið og gera tað byggibúgvið. Alt fyri reikingararbeiðið var gjørt av kommununi, og luttikid var eftir møguleikum vid arbeids- maskinunum hjå kommununi. Harafturat hevur kommunan øll árini stuðlað tí virksemi, ið er í róðrameystinum, umframt at kommunan veðheldur fyri lánum hjá neystinum. 2. Andallga ungdómsarbeiðið Kommunan leggur stóran dent á alt arbeiðið fyri ung eins væl og onnur, ið verður gjørt við sjálvbodnari hjálp, og hetta er gjørt í mong ár. Skótarnir fáa stuðul á hvgrjum ári, eins væl og ungdómsarbeiðið, ið gjørt verður í kirkju- og missións- húsinum. Har afturat hevur kommunan latið borðtennis- leikarar nýtt skúlahellina í mong ár. Tað, sum tú í hesum sambandi skrivar um ein av okkara borgarum, er so lágt, at leggur hann í, so kemur tú at vera tan, ið má standa til svars fyri tað, tú hevur skrivað. Men hann er førur fyri at svara fyri seg, og ti vilja vit ikki taka tað upp her. Men hatta var ljótt. Tað skal vera máti við, sum ein kann vera atfinningarsamur og negativur. Vit skilja væl, at sinnini verða heldur heit upp HØVUDSVINNINGUR: Nýgerð ella umvæling av undir eitt val. Men at vera so dapurskygd og illfýsin yvir alt tað, ið gjørt er, tað skal valdast. Lat okkum eisini greiða stødu kommununar við AB. AB hevur alla tíðina verið stuðlað av kommununi. Fyrst gjørdi kommunan vøllin, har Kristjan Arge var fyrislóðarin, so tað stóð eftir. Kanska hevur tú gloymt at nevna hann við vilja. Tá tú nevndi nakrar, sum høvdu gjørt eitt stórt arbeiði, so lá hann ikki aftastur. Hann var ein av grundstuðlunum hjá AB. Kommunan stuðlar fram vegis. Jóannes, tú veitst alt ov lítið um tað, tú skrivar. Tú mátti kunnað fylgt so mikið við í tí, sum hendir rundan um teg. Tú kundi eisini spurt teg fyri bæði hjá kommununi og hjá feløg- unum, og tú hevði fingið sama svar, at kommunan stuðlaði vælgllum góðum fyritakssemi í bygdunum. 4. Graslíki Upplýsastskal, at tað er bygda- ráðið, sum kom við uppskoti til projekt og fígging av graslíkis- velli, eftir at formaðurin hevði havt fund við umboð fyri stovnar í Danmark. Síðani setti bygdaráðið seg í samband við AB at vita, um áhugi var fyri hesum. Eftir at AB hevði kann- að málið, kom tað til bygda- ráðið til fundar, har talað varð saman um projektið, og vístu partarnir stóran áhuga. Hetta kann gerast biligasti vøllur í landinum. Avtalað er at ar- beiða víðari við hesum. Nevndin í AB og arbeiðs- nevndin eiga stóra tøkk fyri tað, sum higartil er gjørt í hes- um máli. Tað er harmiligt, at tú, Jóannes, er við til at oyðileggja tílíkt mál sum hetta við ósann- indum. Málið um landsstuðul til vøllin er til viðgerðar í løgting- sins figgjarnevnd, og vónandi verður tað avgreitt við einum positivum úrsliti, men tey tel, tú sleingir út um skuld og rentubyrðu, kunnu bara skaða viðgerina i figgjarnevndini, men vit vóna, at teir ikki taka eftir teimum, ti tey eru so burt- urvið. Besta dømid um hetta er lesarabrævið frá Jórun Joen- sen, bygdaráðslimi, í Dimma lætting leygardagin 5. des., har hon sum limur í figgjarnevnd- ini og sum tað reiðiliga fólk hon er, vísir á, hat veruliga skuldin hjá kommununi er. Hetta kemur helst ikki so væl við hjá tær, Jóannes, tað er altíð best at vera sannorðaður, tað stendur tú teg best við í longd- ini. Tað er ikki neyðugt hjá tær at greina út, hvussu AB kann bera seg at við at fíggja graslíki á vøllin. Hetta hava teir langt síðani gjørt. 5. Bátahavnin Tað er nokkso nógv fyri, at menn, hvar av summir teirra eru komnir upp í árini, og hava fingið sær ein bát, nú verða lagdir undir at bátahylurin er eitt spælapláss fyri teir. Tær umstødurnar, sum nú er í báta- hylinum, eru gllum bátaeigar- um væl untar. Hvussu munnu teir menn, ið nýta havnina til vinnuligt endamál, kenna seg eftir tína skuldseting. Heldur tú teir arbeiða svart? Fíggjarligi >gýsarin<, sum tú vartar upp við í hesum máli, er beinleiðis láturligur. Fyri at taka tað rætta, so byrjaði út- byggingin av bátahavnini í 1977 og er um at vera liðug nú. Samanlagt hevur Argjakomm- una goldið í sín part 7 mió. kr. — skrivað sjey milliónir krónur —, og svarar tað í miðal til kr. 437.500 um árið. So kanst tú sjálvur meta um, um hetta er so »gysiligt«. Fyri hesa upphædd hava vit fingið eina vetrar- HØVUDSVINNINGUR: Olympus Trip AF S-2 Hent, lítið og lætt v/ sjálv- stillandi focus og oðrum hentleikum frá Tif 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Tórshavn trygga havn. 5. Faldarin hjá C listanum Tað, sum C listin hevur borið út í hvert hús á Argjum um fíggj- arligu støðuna hjá kommununi saman við gðrum meira og minni seriøsum pástandum, er rættiliga ódámligt. Fyrst er at siga, at tann rokn- skapur, borgararnir fingu inn um hurðina frá lista C, er ikki liðugt vidgjørdur, tí trupul- leikar hava verið at fingið hann rættstundis, sum er 1. des. So hvussu lógligt tað er, ið gjørt er her, er ein spurningur. Rokn- skapurin er ikki almennur, fyrr enn hann er samtyktur og undirskrivaður. Vit vilja gera vart við, at í hallinum, ið er 5,1 mill. kr. er roknað tvey ára gjøld (1990 og 91) fyri tænast- ur í Tórshavnar kommunu, hetta valdu vit fyri alla tíðina at vera ajour við gjaldingum. Samanburðurin við skuldina hjá TK er burtur úr vón og viti. Tá tit samanbera, mugu tit vita, hvat innihaldið er í teimum málum tit bera saman. Í tølun- um, sum C listin tekur yvir skuld hjá TK, er Tórshavnar Havn ikki við, ei heldur nýggja grótkastið við Skansan, tíans- heldur Havnarlagi á Sundi og Brennistødin. So taka tit tað seriøst, er talan um eina skuld fyri hvønn i- búgva í TK upp å kr. 58.000 og ikki kr. 23.000, sum C listin sigur. Tøl eru so takksom, tey mótmæla ikki, um tú spælir við teimum, tí er tað altíð sera um- ráðandi at geva okkara borg- arum rættar upplýsingar og ikki tveita út ógvuslig tøl við lítið sigandi stabbamyndum. Pástandur úr leysari luft er eisini, at skattaprosentið verð- ur 16,5 næsta ár. Hetta eru rein- ar gitingar, tí fíggjarætlanin er ikki samtykt, hon hevur fingið eina viðgerð, og á henni verður spart tað, ið metast kann for- HØVUDSVINNINGUR: Vikuskifti fyri tvey å ståsiliga og hugnaliga Hotel Eiði 470 Eiði - Tlf. 23456 svarligt. Samanumtikid hevur hetta seinasta fýra ára skeiðið lagt figgjarvidurskifti okkara í fasta legu. Vit niðurgjalda skuldina = regluliga hvenn mánað, og tað vilja vit eisini gera alt fyri at megna framyvir. Av tí at hon er alt ov høg, må sparast á øllum økjum. Hetta skal verða okkara borgarum púra greitt. Men hetta kunnu vit eisini, tí kommunan er so væl útbygd nú, at hon tolir ein stødg, uttan at tað skuldi gingið út yvir trivnaðin hjá borgarun- um. Erland Jacobsen, bygdaráðsformaður Bjarni Dalsgarð, bygdaráðslimur Heri Tróndheim, bygdaráðslimur Almennur fyrilestur á Fróðskaparsetrinum: Á gáttini til EF-innliman Mikukveldið 9. des. 1992 kl. 20 heldur Jógvan Mørkøre, cand. mag., ad- junktur á Søgu- og sam- felagsdeildini, fyrilestur á Fiskirannsóknarstovuni í Nóatúni undir heitinum: >Á gåttini til EF-innlim- an«. Nú eru brátt 20 ár liðin síðani Danmark fór upp í Europeiska Felagsskapin, meðan Feroyar vórðu standandi uttanfyri. Eitt sameint ting og eitt mest sum samsint fólk stóðu aftan fyri hesa stóðutakan. Høvudsmeinbogin, ið gjørdi tað óhugsandi at fara uppí, var fiskivinnu- politikkurin hjá EF. Tær vónir um eitt víðkað fiski- mark og eina menning av fiskaídnaðinum á landi, sum birtust um hetta mundið, áttu ikki nógvar meguleikar og als onga trygd við teimum sømd- um, sum buðust. Avgerðin var løtt at taka tá. Kortini hevur orða- skiftið um at leita seg upp í Ef aftur stungið seg upp aftan á tøgn í 20 ár. Tað reisir fleiri spurn- ingar: Hví er tað vorðið á- troðkandi at viðgera henda spurning av nýggjum? Hverji eru tey, sum troðka á? Er spumingurin hin sami í dag: Er EF hitt sama, eru Føroyar tær somu, eru treytirnar við innliman tær somu? Eru búskaparligu útlitini við innliman bjart- ari? — Hvørji eru politisku útlitini fyri demokratiska ávirkan og sjálvræði? Hetta eru spurningar, ið fyrilesturin fer at viðgera. Fyrilesturin er almenn- ur. — er altíð á staðnum HØVUDSVINNINGUR: Bay Jacobsen heilsuhótar- madrassa og - -koddi, he mskendar { fy Skjótt og væl i at veita linna bæði BAY JACOBSEN v/ Jógvan Páll Joensen Skúlavegur - 700 Klaksvík - Tlf. 55057