týsdagur 8. desember 1992síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið ED Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 Síða 13
Stórar avbjóðingar hjá
nýggja byrådnum
Núer so aftur býráðsval fyri
framman, og eg skal sum
valevni hjá Tvøroyrar
Sosialdemokratiska Felag
tríva í nakað av tí, sum fram
er farið á Tvøroyri seinastu
10-15 árini.
Tann meiriluti, sum m.a.
Sverre Midjord var ein
partur av, útbygdi Tvgroyri
ikki so lítið. Eg skal her vísa
á nakað av tí, sum tann
meirilutin skipaði fyri:
Flakavirkið varð bygt,
Suðringur varð bygdur,
Rankin varð bygdur, gerð
av ovara vegi byrjaði, skúl-
in og itréttarhøllin bygd (
var møguliga heldur dyrt),
byrjað varð upp á ferjuleg-
una og ídnaðargkið á Drel-
nesi, og eisini varð báta-
hylurin gjørdur.
Hetta er nakad av ti, sum
tann meiriluti við Sverra
Midjord á odda skipaði fyri.
Tá skulu vit eisini hugsa
um, at skattaskipanin var so
háttað, at bert umleið 80%
av kommunuskattinum
kom inn, so ikki kann sigast
annað enn at nógv kom av
skafti. Tá Sverre Midjord
legði frá sær, var skuldin hjá
Tvøroyrar Kommunu
knappar 70 mill. og nakað
var fingið fyri pengarnar.
Nú er skuldin fleirfaldað og
vit hava ringt vid at siggja,
hvat Dånjal av Rana hevur
gjørt fyri by okkara.
So kom borgarligi meiri-
lutin vid Dånjali av Rana og
Påll Vang til. Teir lovadu at
fåa figgjarvidurskiftini hjå
Tvøroyrar Kommunu frætt-
lag, men hvussu endadi alt
hetta? Tað fyrsta, teir
gjørdu var at keypa
Nautilus fyri 2,5 mill. og
samstundis gjórdu teir eitt
høli til nautilusamboðini
fyri góðar 5 mill. Tilsamans
kostaði hetta ævintýrið okk-
um borgarum góðar 7 mill.,
og ikki kann sigast at henda
fløga hevur givið nógv ar-
beidsplåss á Tvøroyri. At
hetta við nautilus hevði
samband við at onkur hevði
lovað Dánjali eina surimi-
verksmiðju, royndu teir at
siga fólki. Men hvar bleiv
verksmiðjan av?
So koma vit til Pinen og
Plagen. Bátarnir stóðu
kommununi í uml. 4 mill.,
sum kommunan hevði sett í
sum partapening. Nú eru
skipini burtur, og eisini
pengarnir hjá okkum. Væl
arbeitt, Dánjal av Rana og
Co.
Nú skal so sparast, sigur
Dánjal. Arbeidaravinurin
Dánjal blakar fyrst alt ar-
beiðsfólkið heim, men torir
ikki at nerta nakran annan.
Hini arbeiðsfólkini verða
sett niður í løn, og onkur er
noyddur at arbeiða ókeypis
Johan Joensen, valevni hjá
Dánjali, biður um fólksins
álit, soleiðis at teir kunnu
loysa lønarspurningin. Fyri
tað fyrsta haldi eg tað vera
heilt burturvið at brúka tey,
sum ikki í mánaðir hava
fingid sina løn, i einum val-
stríði. Felagið, sum hann
umboðar, situr í meirilut-
anum, so hví hava teir ikki
loyst málið, ístaðin fyri at
útnytta tað nú???
Sokoma vit til sannleikan
í øllum. Tá Sverre Midjord
legði frá sær fyri 8 árum
síðani, skyldaði kommunan
70 mill., men vit høvdu
fingið nakað fyri pengarnar.
Nú Dánjal og Páll vónandi
leggja frá sær, skyldar
kommunan góðar 150 mill.
og vil tað siga, at teir í 8 ár
hava brúkt 80 mill., og vit
síggja onki aftur. Hetta er
væl arbeitt, Dánjal og Páll.
Skulu vit hava vend og
skil í fíggjarviðurskiftini hjá
Tvøroyrar Kommunu, er
einasti vegur at velja umbod
fyri Tvøroyrar Sosialdemo-
kratiska Felag í býráðið. At
umboð fyri F.SJ. ikki
kunnu brúkast til hetta, ber
greinin hjá Óla Johansen,
valevni hjá F.S.J. í Sosial-
inum tann 3. des. 1992 boð
um. H ann leggur ikki fingr-
arnar ímillum, tá hann út í
fingraspíssarnar sigur fólki
frá, hvat Dánjal og Co. hava
kostað okkum borgarum á
Tvøroyri.
Jóan Petur Olgarsson
Valevni hjá
Tvøroyrar
Sosialdemokratiska
Felag
Byrådsvalid i dag gevur
veljarunum høvi til at siga
sina meining, um teir eru
| nøgdir vid førda politikkin,
| ella um teir kundu hugsad
sær nyggjar kreftir.
Ikki kann sigast annad
enn at avbj6dingarnar hjå
nýggja býráðnum verða
serastórar, tá hugsað verður
um figgjarligu støðuna.
Skattaprosentið
Tað kann tykjas mongum
løgid, at skattaprosentið
fyri 1993 enn ikki er ásett,
og borgararnir hava tí alla
) orsøk at stúra fyri, at ætlan-
| in er at hækka tað komandi
ár.
Nú skattainntøkan hjá
Tórshavnar býráð alsamt er
minkandi, kann ikki sigast
annað enn at trupult er hjá tí
einstaka borgaranum at
finna út av, hvussu ætlanin
er at koma burtur úr teimum
fíggjarligu trupulleikunum
— sum byrådid tó sjålvt
hevur skapt okkum — av øll-
um teimum óproduktivu
iløgunum, sum gjørdar eru
sidstu årini.
| Arbeiðsloysi
Arbeiðsloysi er ein vaks-
Í fyrstani var myrkrið, sum
skrivað stendur, og tá eldur-
in seinri kveiktist, segðist at
hann var ringur harri, men
góður tænari.
So kom elstreymurin endi-
liga, og hann er heldur ikki at
spæla við.
Tað kemur mær mangan til
hugs, tá eg hyggi eftir Sjón-
varpi Feroya. Tí har man
sansurin fyri tí passaliga
ljósinum vera sera ymiskur
— fyri ikki at siga avlagaður
til hetta eina: nógv ljós er
gott ljós.
Fyri einum amateri sum
mær at síggja, heldur Sjón-
varp Feroya hánt um ljós og
ljóð, motivið er alt.
Tað sæst, tá samreður fara
fram uttandura, meðan ein
gravkúgv (sum einki hevur
við sendingina at gera) stend-
ur og arbeiðir beint undir lið-
ini á luttakarunum.
Herfyri var ein minnilig
sending úr gongini á Ting-
húsinum við spurningum til
fleiri av okkara politikkarum.
Teir vóru allir grenir í andliti-
num (óivað móti teirra vilja)
bara tí at ljósið var so undar-
ligt.
Tíbetur hendir tað av og á,
at eitt harmoniskt ljós valdar
bæði í Degi og Viku og eðrum
sendingum við, og tað er at
fegnast um og átti at verið so
altíð. Viðhvert hevur hyggj-
arin tó varhugan av, at ljósið
bara er smekkað upp tilvilc-
í Havn '92
valevni á
javnaðarlístanum
andi trupulleiki í Tórshavn-
ar kommunu. Hesum skulu
vit finna útvegir fyri. Vit
skuldu eitt nú havt útbúgv-
ingarmøguleikar at bjóða
teimum, sum í styttri ella
longri tíð ganga arbeiðs-
leys, og ikki hava nakað at
fara upp til um morgunin.
———iiidwe
arliga. Tak t.d. gudstænast-
urnar.
Tær verða viðhvert so illa
viðfarnar listarliga, at tað er
sjónvarpinum til lítlan heið-
ur: óinstillaðar linsur, snjalt
ljóð og so eitt blankt frost-
ljós, sum ger prestar og dekn-
ar til bláfrystar ókunnumenn
og andaktina hjá kirkjugang-
aranum órógvaða.
Tað hevur verið melmað
um, at í tí almenna Sjónvarpi
Feroya verður bara flent at
kritikki.
Eg royni kortini, við von
Vit kunnu ikki bert sita og
hyggja at, at familjur við
børnum syndrast og flyta av
landinum, tí eingin vón er
fyri framman.
Eisini eigur Tórshavnar
kommuna at hjálpa við til,
og ella beinleiðis stuðla
teimum, ið hava áræði til at
fara undir vinnufremjandi
tiltgk.
Barnaansing
Síðstu árini hevur nógv ver-
ið tosað um barnaansingina
í Tórshavnar kommunu.
Fleiri neyðloysnir vórðu
gjørdar síðst í 80unum, eitt
nú vid at byggja eina rød av
býlingshúsum, sum tó als
ikki nøkta tørvin úti í teim-
um nýggju býlingunum, har
so at siga bert ungar familj-
ur við børnum hava búsett
seg. Ikki kann sigast, at
Tórshavnar kommuna við
hesum neyðloysnum hevur
hugsað um tær familjur, ið
hava børn vid åvisum tørvi,
sum hóast alt eisini skuldu
havt krav uppá — eins og
aðrar familjur — at kunna ar-
beiða vanliga tíð.
Irena Tausen
Til sjónvarp Føroya
um, at hesin miðil ikki i lika-
sælu undirmetir tað listarliga
sjónarhornið í sínum annars
ótroyttiliga arbeiði.
Oddver Johansen
Fiat Uno 1,1
Årg, 90, bert koyrt 23.400 km.
Tlf. 84700