Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 14

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið { sesíalurin ) Bygdaráðsvalið á Argjum Valið er í hond. Nøkunlunda somu menn hava stýrt komm ununi í 8 ár. Spurningurin er, um teir eiga at sleppa at halda fram? Sum nú øllum i komm ununi kunnugt er samlaða skuldin hesi 8 árini vaksin við minst 55 mió. Eg sigi minst, ti enn kenna vit ikki tølini fyri 1992 til fulnar. Einki nyttar at spyrja á kommunuskrivstov uni. Har fæst snøgt sagteinki at vita. Har eru øll múlabundin av meimlutanum. Hvat er so komið burturúr Verter at leggja sær í geyma, at farið varð í nýggja skúlan longu í 1979. Har er so pening urin ikki farin Sagt verdur, at kommunan er væl útbygd, neyðugt við nýggjum iløgum tey næstu árini. Rætt skal vera rætt. Býling- amir eru flestir snotuligir á Argjum. Men hevur kommun- an goldið nakað av hesum ella hvussu nógv hevur hon gold- ið? Nevna vit Miillers-trød, har varð alt gjørt, áðrenn komm- unan yvirtók viðlíkahaldið av vegum og kloakkum. Við ødr- um orðum eru tað í veruleik- anum tey, sum í dag eiga hús har, ið hava goldið alt, sum varð gjørt. Soleiðis er eisini í ødrum nýggjum býlingum á Argjum. So har kann pening- urin ikki vera farin. Takavit bátahylin á Argjum, so veit ein og hvør, at landið hevur goldið størsta partin av ti, sum gjørt er har. Hylurin hevur nú staðið í gerð í eini 20 ár. Enn er hann ikki liðugur og verður tað neyvan tey fyrstu árini, um sami meiriluti situr við valdinum. Tí eingin pen- ingur verður tekur, ti húsas verður ikki við honum, sum ráðiligast er. Fyri seinasta val bjóðaði kommunan arbeiðið út at byggja upp í skúlan. Táið valið var farið aftur um bak, hoyrdist ikki nógv um nakra útbygging. Hvussu nógv kostaði fyrireik ingin til útbjóðingina? Mær er sagt, at hetta arbeiðið kostaði 600.000 krónur. Um hetta er rætt ella skeivt er ringt at dóma um. Men at spyrja á komm- unuskrivstovuni nyttar sum ) so ikki verdur sagt einki. Til hetta valið verður lovað, at nú skal skundast undir at sambindaringvegin um Sandá. Vegurin skal tó gerast fyrst. Eftir roknskapariglunum at dóma, verður ikki nógvur pen- ingur tekur til hetta arbeiðið tey næstu árini. Hetta verður helsteins og við skúlabygging- ini. Táið valið er farið aftur um bak, hoyrist ikki meira um ringvegin. Eisini verdur sagt, at sam starvid við grannakommunur framhaldandi skal verda væl røkt Ein treyt fyri einum góðum, mennandi samarbeiði er, at tú rindar tín part av felagsút- reiðslunum. Fleiri ferðir er komið fram í bløðunum, at Argja Kommuna skyldar pen- ing til Havnar Kommunu. Tað er ikki til nakran sóma fyri kommununa, at hetta kemur fram í tíð og ótíð. Ikki tí, nógv - ur peningur er ikki í penga- kassanum. Alt kundi tí bent á, at skuldin var goldin. Men stødan er heilt greið. Eingin peningur er at gjalda við. Viðhvert verður neyðugt at ognartaka jørð ella annað í sambandi við menning av kommununi. Ein treyt fyri ognartøku er, at eigarin fær pening fyri tad, sum er ognar- tikið. Heldur leysliga verður farið um hetta á Argjum. Summi fáa í dýrum dómum og onnur minni. Ein endi eigur at fáast á hesum ongantíð ov skjótt. Øll í kommununi skulu hava sama rætt og somu skyld- ur. Umráðandi er fyri bygdina, at verandi meinluti ikki fær undirtøku vid hetta valið. Hesin meiriluti hevur sitið ov leingi og hevur eitt arbeiðslag, sum einki gott spyrst burturúr. Andstødan fær ikki verið við í arbeiðinum og upplýsingar verða hildnar aftur. Hetta skuldi ikki verið neyðugt í ein- ari kommunu sum Argja kommunu. Borgararnir í kommununi verða ikki nógv virdir. Umsitingin skal eisini effektiviserast. Eingin miðvísur arbeiðs- háttur er heldur at hóma. Tí eru vit eisii har, sum vit eru. Bygdaráðið hevur sjálvt skapt sínar trupulleikar. Var væl atborið og farið fram við sóma, hevði lánibyrðan ikki verið so tyngjandi, sum hon verður í, framtíðini. Nógvir møguleikar eru á Argjum og í Suðurstreymoy. Her er gott at búgva. Umráð- andi er at hesir møguleikar verða troyttir. Hetta gerst best í samarbeiði við hinar komm- unumar í økinum. Tað, sum er gott fyri Havnar kommunu er eisini gott fyri Argja kommunu og øvugt. Teir, sum nå sita, hava ikki evnað at leitt hetta arbeiðið inn á eina leið, sum gagnar øllum í Suðurstreymoy. Eitt slíkt sam- arbeiði krevur rásarúm. Hetta rásarúm hevur kommunan nú skjótt mist. Tí kann kommunan skjótt ikki fara í holt við eitt tílíkt samarbeiði uttan fyrst at spyrja lángevararnar. Ikki er vist, at teir hava somu áhuga- mál. Teir ynskja fyrst og fremst at fáa pening sín aftur. Størri og stórri partur av skattainntøk- unum sær kommunan ikki longur, tí lángevararnir hava transport í inntøkunum. Samlaða skuldin hjá komm- unun! er í løtuni millum 65 og 70 mi6. Hugsa vit okkum, at afturgjaldstíðin er 15 år í meðal, so verða avdráttirnir tey næstu 15 árini um 4,5 mió. Er rentan um 10% p.a., so verður rentukostnadurin tey fyrstu árini um 6,5 - 7,0 mió. Saman- lagt fara vit ti at gjalda um 11 til 12 mió. um árið í rentum og avdráttum, og hetta verður veruleiki, sjálvt um inntgku- grundarlagið minkar orsakað av arbeiðsloysi og lógásettum lønarniðurskurði. Øllduga ti at fata, at stødan er sera, sera ålvarslig. Farid ti å val og veljid lista C. Heilsan Ragnar Magnussen, valevni å lista C HØVUBSVINNINGUR: Olympus „ (ml) : Tann litla kempan (63x117 mm), sum kann alt — eisini taka myndir/A4 stødd so nær sum 35 cm, frå Tif 19820 Postsmoga 1058 FR-110 Torshavn frå Tit 1115/15999 HØVUDSVINNINGUR: Piano 1. elektronisk skrivimaskina v/ ellum hugsandi snildum Partafelagid Petersen & Guttesen Stdiagøta 11 Box 1078 - FR-110 Tórshavn Telefax 17115 Vinningar frá Barnabata Av teimum, ið hava sent Barnabata svar uppá spurningarnar í jólaka- lendaranum, hava hesi trý vunnið eitt gávukort á kr. 300,- frá BR-leikutoy: Gudrun Biskopste og Hegni Mortensen, Trónd- argeta 21, 100 Tórshavn, Sóley Poulsen, 470 Eiði. Tór-Eilif Skorastein, Reynstún 9, 160 Argir. Hepnu vinnararnir fáa gávukortini við postinum fyrsta dagin. Enn ber til at senda Barnabata svar uppá spurningarnar í jóla kalendaranum og soleiðis verða við til næsta drátt sum verður kunngjerdur Sosialinum leygardagir 12. des. Bygdaráðsvalið 1992 Góðu argjafólk! Nú stendur aftur eitt val fyri durum, skjótt gongur tíðin, vit skulu aftur til at velja menn og kvinnur til at umsita okkara kommunu. Tað er av stórum týdningi, attað verða fólk, sum veruliga taka hetta í ramasta álvara, og ikki trúgva at tað er sum at fara til ein fjálgan bindi - klubba. Ein listi er í bygdini, sum nevnir seg listi C. Hvussu hev - ur hesin listi hilnast hesi síðstu árini? Listin kom inn síðsta val við tveimum limum og skuldu hesi fólk syrgja fyri at fáa sópað upp í øllum tí rotna, sum skuldi fyriganga í bygdaráð- num. Nú fýra ár eru gingin og valskeiðið er runnið, er einki funnið. Hetta má kennast nokkso súrt fyri hesi fólk og teirra bakmenn, ti í sínum negativa anda hava hesi somu fólk gloymt at gera nakað sum helst fyri tey fólk, sum stuðl- aðu teimum, og hendir tað sama aftur nú við nýggjum kreftum, eins líka lítið vitandi um bygdaráðsarbeiði, sum tey, ið hava verið inni. Alt hetta gevur tann skitna skrivingin, sum hesi fólk hava lagt fram til hetta val, prógv um. Argjafólk! Latið tykkum ikki lokka við slíkari skriving, sum púra einki hald er í. Argja kommuna er ein væl rikin kommuna, og koma teir menn, Citroen CX hálvautom. leðursetur, el-rútar og el-spegl Árg, 78, bert koyrt 86.400 km. Kr. 65.000 Tlf. 84700 sum í hesi síðstu fýra árini hava myndað ein meiriluta aftur at virka, hava vit ein møguleika at fáa tað síðsta upp á pláss, so tað verður gott at búgva á Argjum. Ongin kann lova nakað í dag, men við einum positivum anda vilja vit vera við til at fáa allar teir síðstu snøklarnar, sum eftir eru at gera liðnar og annars fjálgaum bygdina sum best. Eg fari at biðja argjafólk um at studla lista A, sum vil nakað, og sum hevur eina positiva hugsan. Gott val. Bjarni Dalsgarð Gevið bornunum HJÁLM! Born duga ikki so væl at taka hendurnar fyri seg, detta tey á súklu. VERJIÐ HOVDIÐ!