Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CD Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 Síða 15 Frank Davidsen, framsøgumadur javnaðarfloksins: Latið okkum standa saman um Atlantsflog Norrøna varð bjargað og við henni øll tey arbeidsplåss hon hevur lagt til tað fóroyska samfelagið. Eingin sum helst ivi er um, at var ikki meiriluti á løgtingi fyri at bjarga henni, so heyði eitt útlendskt ferðamannaskip siglt millum Fóroyar og meginlandið í dag segði Frank Davidsen, framsógumaður javnadarfloksins í málinum at tekna partapening í Atlantic Airways, tá málið varð til 1. viðgerð á tingi í farnu viku. Við hesi samanbering vísti hann á, hvussu stóran týdning tað hevur fyri okkum nú at varðveita Atlantic Airways. Hann segði: Tað er legtingsmál nr. 55, legtingslóg um nýteknan av partapeningi í P/F Atlantic Airways sum fær 1. viðgerð júst nú. Nú hevur tað verið eitt sera ógvusligt kjak um hvussu lít- ið føroyingar lata aftur til Danmark í samvinnuni land- anna millum. Eg skal í hseum sambandi- num ikki koma inn á hvar milliardirnar í kredittfeløgini pumpaðu inn i samfelagið eru farnar, ella hver hevur fingið ágóðan av milliardsam- handlinum landanna millum. Hinvegin so eru tey viður- skifti sum verða viðgjerd í samband við hetta málið, ein sera beinrakin mynd av ein- um felag, sum uttan nakað hóvasták hevur havt ein milliarda umsetning, sum all- ur er farin til tað danska sam- felagið. . Tá Kirsten Jacobsen, sam- an við eini fyrrverandi flog- ternu hjá Maersk-Air sum geit, var í føroyum herfyri og lat seg avmynda við einum Maersk-posa í hondini, so kundi tað verið hóskandi, at hon upplýsti fyri fjølmidlun- um, eisini teimum donsku, hvussu nógvar feroyskar skattakrónur vóru farnar niður til Danmarkar til eitt ávíst felag, nevniliga Maersk - Air. Við sínum umsetningi bara frá Feroyarutuni uppá 150- 200 mill. kr. um árið, hevði tað ikki verið av leið, um hon nevndi hesi viðurskifti, eins og hon gav føroyingum eitt lítið herðaklapp fyri tann stuðul teir hava veitt Maersk og tí danska samfelagnum seinastu 22 árini. Men hetta gloymdi hon sjálvandi, tí hennara sjónarmið eru jú, at eingin króna kemur til tað danska samfelagið frá Feroy- um. Sum vit flest eru vitandi um, so vóru tað okkara grannar fyri norðan, sum í samvinnu við monnum úr Vágum ið settu á stovn regluligt flogsamband við Ís- land og meginlandið. Hetta hendi fyrst í trýss- unum. Og samstundis sum okkara góðu vinir í Íslandi upparbeiddu hesa rutu til at gerast ein lenandi vinna, fekk hend ruta ein ómeta- ligan týdning fyri okkara samfelag. Serliga fyri okkara fiski- og tænastuvinnu var hetta ein sonn kollvelting. Alt sá sera gott út og framtíðarvánirnar vóru bara góðar, men mang- an brestir ætlan og so var eis- ini í Hesum feri. Eftir at hava rekt hesa rutu í átta ár, kom Danair upp í leikin og íslendingar fingu gráan tekk fyri sítt pionerarbeiði. Við loyvi frá donsku luft- fartsmyndugleikunum fekk Danair hesa rutu serveraða á einum silvurfati. Og at henda ruta kom at vera Danair og Maersk ein sonn gullgruba er als eingin ivi um heldur. Einki er at ivast í, at høvdu okkara grannar fyri norðan ikki verið settir til viks, so hevdu feroyingar sum tíðin fráleið komið meira og meira við, soleiðis at vit fingu tað ávirkan sum er nátúrlig imill- um tveir partar í vilja sam- starva. So var ikki, men sum fyrr sagt bleiv henda ruta eitt satt gullnám fyri Maersk-Air sum við tíðini yvirtók rutu- na. Frá 10-12.000 fór ferða- fólkatalið upp í 150.000 tá tað var í hæddini. Hinvegin so minkaði virðingin fyri teimum ferðandi so hvert sum ferðafólkatalið vaks. Áheitanirnar á myndug- leikarnar um at hækka ferða- seðlakostnaðin vaks eisini í sama mun sum ferðafólkatal- ið ektist. Tað kom hartil at belegn- ingurin var omanfyri 100%. Omaná alt so varð áhaldan- di fert fram ár um ár, at flúgvingin uppá Feroyar gav stórt hall. Hvert mannsbarn visti, at hetta var ósatt og tí var ein ikki bilsin tá tað kom fram, at bert tað eina árið var av- lopið aftaná avskrivingar heilar 30 mill. kr. Hesi tel komu alment fram, tá Danair var noytt at leggja roknskap fram í samband við, at teir høvdu lagt sak ímóti Cimber- air, sum hevði stuðlað Atlan- tic Airways tá felagið varð stovnað. Nú var vent í holuni, tí nú skuldi teir ístaðin fyri hallið hava prógv fyri hvussu nógv teir komu at missa, orsakað av at Atlantic fór at kappast við teir. Hervið avdúkaðu teir, at tað stóra hallið var hinvegin, eitt metstórt yvirskot á Fer- oyarutuni. So ístaðin fyri at bjóða før- oyingum samstarv, royndu teir av ellum alvi at kippa At- lantsflog í feðingini. Tá hetta ikki eydnaðist, var einasti meguleiki at lata tíðina arbeiða fyri seg. Til at byrja við legði Maersk út við at geva teim- um ferðandi betri tænastu. Men tá tað ikki gekk, varð lagt á heilt annan bógv. Nú vóru bráddliga bíligar ferðir til oll, eftir steðugt hækkandi prísir ár um ár. Endamálið var heilt greitt at skaða tað nýstovnaða feroyska flogfel- agið. Hesir sum ongantíð høvdu unt føroyingum at ferðast bíliga, fingu nú ókeypis reklamu í ellum fer- oyskum fjelmiðlum. Frá byrjan av fingu fólk tokka til Atlantsflog, fyrst og fremst tí at flogfari vísti seg at vera sera vælegnað til okkara viðurskifti. Hetta sást eina best í ferðafólka- talinum, sum so líðandi ekt- ist soleiðis at meiri enn 60% í dag flúgva við Atlantsflog. Men að sum helst hevur er- kymlað okkara kappingar- neytar mest, er tað miðvísa arbeiði sum er gjert við at gera felagið ført fyri at hava eian tekniska umsiting ið er føroysk, føroyskar flogskip- arar eins og føroyskar flog- ternur. Tann málsetningur er náddur samstundis sum fel- agið hevur fingið yvir 60% av ferðafólkatalinum. Hinvegin so stendur í viðmerkingunum at neyðugt er við 7-9.000 ferðafólkum afturat fyri at felagið skal kunna bera hegu kapitalbyrðuna. Meðan hetat er ein ásann- an av veruleikanum, so kann ein ikki siga, at okkara kapp- ingarneytar halda seg til veruleikan. Tí meðan teir við 100.000 ferðandi segdu seg hava eitt hall á feroyarutuni, so siga teir í dag, at teir einki hall hava av somu rutu. Hetta sjálvt um talið á ferðandi fyri teirra viðkomandi er farið úr 100.000 niður í 30.000. Meðan Boeing-200 sum var tað fyrsta jetflogfarið í fleyg upp á feroyarutuna var væl- egnað at flúgva upp á Feroy- ar og kundi taka 130 ferða- fólk báðar vegir, so er steðan ein heilt onnur við nýggja flogfarinum sum eitur -500. Hetta flogfarið hevur 150 setur og skuldi tískil tikið 150 ferðafólk, men so er bara ikki. Tá flogið verður uppá Fer- oyar standa triðingurin av setrunum tóm. Hetta einfalt tí at luftfartsmyndugleikar- nir ikki loyva teimum at hava meira enn 2/3 av kapasiteti- num til taks, tá flogið verður uppá Feroyar. Tí ljóðar tað ikki sert legið, tá tað verður sagt, at hetta flogfarið er so økonomiskt í drift. Fyritreytin fyri at koyra so ekonomiskt sum gjerligt, er at tú kann nýta tann kapasi- tet tú hevur 100%. Hetta er galdandi fyri alt virksemi. Um tú tildømis bert kundi nýtt 2/3 av eini skipslast, so HØVUDSVINNINGUR: 1.000 litrar av olju kundi tað bent á, at tað var okkurt galið við stabiliteti- num á skipinum, ella at lastin var alt ov stór í mun til steddina á skipinum. Sostatt komst tú orsakað av hesum, at brúka nógv meiri orku enn neyðugt var í mun til tað negd tú kundi veiða. Fyri 8-10 árum síðani var Norrena í somu steðu sum Atlantsflog er í dag. Um landið ikki tá vedhelt fyri ein- um láni sum, minnist meg rætt, var upp á 12 mill. kr. hevði hetta stásiliga far verið strikað í tí feroyska flota- num. Neyðugt var tá at part- ar av andsteðuni vóru noydd- ir at atkveða fyri, tí tað ikki fanst meiriluti í samgonguni fyri at bjarga Norrenu. Norrena varð bjargað og við henni øll tey arbeiðspláss hon hevur lagt til tað føroy- ska samfelagið. Eingin sum helst ivi er um, at var ikki meiriluti tá í legtinginum, hevði eitt útlendskt ferða- mannaskip siglt ímillum Fer oyar og meginlandið í dag Tað málið vit hava til 1 viðger er kanska álvarsligari enn Norrenamálið, og eg meti tað vera sera umráðandi tað fær so breiða undirteku sum yvirhevur gjerligt frá bæði andsteðu og samgongu Ikki bert tí at Atlantsflog er eitt felag sum allir feroy ingar hava tikið til sín, men eisini fyri at vísa úteftir, at vit hóast politiskt ósamdir so kunna vit standa saman tá harðast leikar á Tí vil eg heita á allar flokk ar og tingmenn um at geva hesum uppskoti eina positiva viðgerð Frank Davidsen Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði | N X Inn- = fluttir bein- leiðis úr Japan ADC Heilsølan | Láarvegi 14 . Tórshavn | 15828 . Fax. 15:90 | TVEIR HØVUDSVINNINGAR: Olympus AF - 1 Super fototól við ellum hugsandi »finessum« og sum tolir bæði regn, kava, dust og sand, frá Tlf. 19820 Postsmoga 1058 - FR-110 Torshavn