Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-08, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. desember 1992síða 23

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Figgjarstødan og møguleikar hjå Argja Kommunu At figgjarstødan hjå Argja Kommunu er eitt syrgiligt kapittul at lesa, må hvør borgari i kommununi vera greiður um. Tó hevur ein, sum borgari ongar ítekiligar upplýsingar fingið frá sitandi meiriluta, ið nú er A-Listin. Nú ein dagin ringdi undir- ritaði niðan á Kommunu- skrivstovuna, og fekk eg í stuttum at vita frá Erland Jacobsen, at tað skuldi liggaj ein vidtøka, ið skuldi verða samd av einum meiriluta av bygdaráðslimunum, um rokniskapurin og figgjarstød- an skuldi sendast í hvort hús á Argjum Norðatali og Syðradali. Tann viðtekan varð ikki framd av sitandi meiriluta, og tí kundi rokni- skapurin og figgjarstødan ikki sendast i hvørt huski i Kommununi. Harafturat fekk ein at vita, at tað kom at verða ov dýrt fyri tann slunk- na kommunukassan at senda hesar upplýsingar, sum jú greiða frá, hvat skattakrón- urnar hjá tær og mær verað nýttar til, út til hvert húski. Prísurin skuldi verða kr. 40.000. Um vit rokna eftir, so eru uml. 560 húski í allari kom- mununi. Rokniskapurin og figgjarstøda fylla 6 síður, ið við at taka avrit báðumegin sama ark, kemur niður í 3 síð- ur. Hver síða kostar kr. 1,00. T.v.s. at hver roknskapur kostar kr. 3,00 + porto á kr. Av hesum sæst, at tad kostar bert kr. 6,75 pr. huski, ella kr. 3.780,- fyri alla kom- mununa. Hvat skada hevdi kr. 3.780,- gjørt afturat teim- um kr. 20.588.000 ið vóru fyri- Jóannes M. Hansen bilsrakstrarútreiðslurnar fyri kommununa í 1991? Við eðr- um orðum vil meirilutin í bygdaráðnum vera við, at hesar 6,75 pr. húski má ein fyri Guðs skyld spara. Eg havi mína meining, men hvat meina tygum. Góðu Erland, Heri og Bjarni, at hver borgari í Kommununi nú er skuldar- bundin fyri góðar kr. 42.000, uttan at kunna síggja nakrar ílegur til virkir ella onnur ar- beidsplss, ið kunnu økja um inntekugrundarlagið hjá borgarunum í Argja Kommu- nu, er ikki bara nakað, ið kann goymast ella lúgvast burtur. Tað er borgarin, sum verður meira og meira knokk- royttur av landsmyndugleik- unum hvenn einasta dag, ið skal gjalda hesa skuld aftur. Í valskránni hjá Lista A verður sagt, at kommunan er so at siga fult útbygd. Tí er skuldarbyrðan so heg. Eg má spyrja, hvat er hetta fyri slut- ur og tvætl Kommunan hev- ur útstykkjað eitt nú uppi á Hamrinum. Spyrt tú, hvat útstykkingarnar kosta verð- ur svarað, at tær kosta onki fyri borgaran á Argjum, tí keypararnir av grundstykkj- unum gjalda allar útreiðslur sjálvir. Hetta hevur annars verið framferðarhátturin í kommununi, tá ið útstykk- ingar eru framdar. Tí er tað ikki so legið, at alt fleiri borg- arar í Argja kommunus pyrja, hvar skuldin, ið nærk- ast teim 70 mill. so er farin til. Kommunan er verri enn so fult útbygd, av tí at borg- aratalið í kommununi veksur. Her mangla arbeiðspláss, so tað forslær, og tað er heilt givið, at vinnulívið skal út- byggjast í komandi tíðum. Fyri teir borgarar, ið hava áhuga í fíggjarligu gongdini hjá Argja kommunu, vil eg vísa til fyribilsrakstrarrokn- skap og fíggjarsteðu fyri Argja kommunu fyri 1991, ið Listi C hevur borið út í hvert húski í kommununi. Um Listi C fær meiriluta, verður hetta ein týðandi táttur í okkara virksemi at upplýsa borgar- an um roknskap, figgjarligu gongdina og annað, id viðvík- ja borgarans skattakrónum. Hetta er samb. grein 11 í okk- ara stevnuskrá. Hvar eru íløgurnar farnar? Meðan aðrar kommunur, sum t.d. Fuglafjørdur, hava nýtt ein hóp av ílegum til at menna ídnað og arbeiðspláss á staðnum, hevur Argja kom- muna rætt og slætt sovið á hesum eki. Hugburðurin hev- ur uttan iva verið ann, at vit eru »sovibygd« hjá Havnini, og at tey flestu av okkara borgarum arbeiða í tí al menna og privata tænastu- virkseminum í Havnini. Har- afturat má ein nevna Bacalao og Skipasmiðjuna, sum hava verið stór arbeiðspláss fyri íbúgvararnar í Argja kom- munu. Í dag standa vit við einari stórari skuld, ongum aktiv- um (arbeiðspláss elal aðrar ílegur, ið kunnu skapa inn- teku), einum lækkandi inn- tøkugrundarlagi og einari rentu- og avdráttarbyrðu, ið etur inntekugrundarlagið upp, so at onki verður eftir til vanligan rakstur og íkki minst ílegur. T.v.s. at tann sonevndi rentudeyðin er ikki fjarur, um gongdin heldur fram. Spurningurin, sum borgar- in í Argja kommunu eigur at seta sær er, um ikki tíð er at skifta verandi leiðslu út, so at skil aftur fæst á fyrst og fremst ta ovurhonds stóru nýtslu, ið hevur verið, sam- stundis mugu allar góðar kreftir verða við til at veita kommununi aðrar inntekur enn bert inntekuskatt frá borgarunum. Vinnulívssamtakið: Suðurstreym Vísandi til grein 5, 12 og 13 í stevnuskrá okkara, sum vit hava borið út í hvert húski í kommununi, vilja vit arbeiða fram ímóti: 1. Fremja langtíðarfíggjar- ætlanir Skapa vinnufremjandi til- tek í kommununi 3. Samstarvið við granna- kommunurnar skal vera gott. N Um vit taka støduna i dag, so manglar okkara kommunu Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 pening til iløgur, sun kunnu stad sum skapa arbeidsplåss å Argja kommuna ju er ein partur av vinnullvs økinum, Suðurstreym, er hótt við vaksandi arbeiðs loysi og harvið minkanid inn tekugrundarlagi í skatti og vaksandi útreiðsl- um, sum í seinasta enda ra- kar skattaprosentið í kom- mununi. I okkara langtidarfiggjar- ætlan vilja vit á Lista C rek- na Suðurstreym sum eitt vinnulívseki. Hetta ferir við sær, at Argja kommuna, saman við Tórshavnar kom- munu og Kirkjubear Sókn og ikki minst vinnulívinum á staðnum, mugu arbeiða tætt saman um at fáa fleiri ar- beiðspláss til Suðurstreym. Grundað á omanfyristand- andi mugu hesar kommunur- nar beinavegin fara til verka fyri t fáa fatur á útlendskum fyritøkum við kapitali, ið vi- lja gera iløgur í Sudurstreym Tá ið landið hevur dyggi- liga svikið á hesum eki, mugu kommunurnar í Suðurstreym stovna eitt vinnuráð, sum flest allar kommunur ella sýslur í eðrum londum hava. Uppgávan í fyrstu atløgu hjá hesum vinnulívsráðið verður: sosialum 1. At marknaðarfera Suður- streym sum vinnulívseki uttanlands igjøgnum m.a. donsku sendistovurnar. Utvega bilig byggibugv- in grundøki til utlendskan kapital, sum kann seta ar- beidsplåss å stovn. N Hetta er eisini ein åsannan av, at vit eiga ongan risiko- kapital i Føreyum til slik endamål, og ti må ein laga ein framtidarpolitikk til heilt ennur krøv, enn hvat kem- munur vanliga hava tikist við í Føroyum. Við tí nýggja partafelags- lógaruppskotinum, um at fyritøkur við meira enn kr. 300.000 í eginpeningi skulu bert gjald 23% í skatt, hevur Síða 23 1 logtingið tyri einaferð skyld A eitt aðdarratt r avrikað ett dvgdargolt a! beið Tó meti eg, at skatta prosentið er í so hegt, um ein skal kappast ingar, tá ið t.d. Lýðveldi Ir- um kapitalveit land er niðriá 10% partafel- agsskatti til útlendskar fyri- tekur. Við góðum samstarvi við lóggávuvaldið, skuldi á henda hátt ein framtíðar- meguleiki verið at ekt inn- tekugrundarlagið hjá ellum Suðurstreym, og harvið eis- ini Argja kommunu. Eitt er givið, at við bert at nýta skattaprosentið inn- tokugrundarlas, við verandi kommunala vinnukvspoli- tikki, vil skattaprosentið vera so høgt, at tað er ongin livandi møguleiki hjá borgar- sum unum at gjalda slíkar upp- hæddir. Við hesum er tað mín vón, at borgarin í Argja kommunu heldur omanfyristandandi vera eina loysn á núverandi trupulleikum. Fyri at fremja hetta í verki, skal nýtt vín í nýggjar flesk- ur. Tí er tín krossur eisini av- gerandi fyri framtíðina hjá tær og mær. Hugsa teg væl um. Tú kennir avrikið hjá sit- andi samgongu, ið er Listi A ella AB (teir finna jú ikki ein- gang út av, hvat listin skal eita), og tú veitst, at valevn- ini á Lista C hava lengu nú kósina út í kortið, ið kann bjarga borgarunum í Argja kommunu úr núveran- di »figgjarliga sodoma«. Vel Lista C, og tygum verða ikki svikin. Gott val! sett Jóannes M. Hansen, valeyni hjá Lista C Til Jóannes Hansen, bygdaráðs- valevni á Argjum Eg havi altíð hildið, at fyrsta treytin hjá honum, sum gev- ur set út til at agitera upp- undir val, skal vera, at við- komandi talar nekulunda satt. Til fúlu útspillingar tínar av teimum, sum her á Argj- um legdu lunnar undir at fáa bátahavnina við teimum hentleikum, har í dag eru og Róðrarneystið til fagra ung- dóm okkara, finst helst einki svar, ið tolir at koma á prent bert at tú skuldi skammað teg og fyri so vítt eisini allur listi C, um hetta er nakað av tí, hann vil leggja navn til. Ikki haldi eg, at okkara góði róðrarungdómur hevur verið stersta byrðan hjá kommununi. Heldur átti tú at takka teimum livandi og nú farnu, t.d. Eynuni Mourit- sen fyri hansara slóðbrótani arbeiði fyri Argja Róðrarfel- ag, og eðrum fyri, hvussu væl teir síðan hava umsitið hetta fyri bygdina so týðandi arbeiði. Er hann so áhugaður sum hann letst, kann eg vísa Jóa- nnesi Hansen á mangt og hvat, sum er gjert fyri at út- vega bátahavnini innteku. Bátaeigarar gjalda fyri teym og skúrar umframt fyri at taka bátar upp — og sum tað seinasta í so máta stovnsettu vit nú sunnudagin Argja Marina- klubban, sum eisini kann verða við til at útvega pening til deksbåtahavnina og róðrarneystið. Settar verða upp eljupumpur og aðrar tænastuveitingar, alt samalt fyri at útvega báta- havnini inntekur — eg hetta skal ikki kosta kommununi eitt klovið oyra. Hetta skal hinvegin í fyrstu syftu gjalda viðlíka- hald og arðrar åbøtur i havn- ini og sum frá líður eisini geva inntekur til at gjalda aftur tað, kommunan higartil hevur lagt út til okkara góðu havn. Men greitt er, at vit ongan veg koma í so máta við monn- um sum tær, monnum, sum við so grovum útspillingum av navngivnum persónum, sum víst hava bólti-, báti-, róðrarneysti og trivnaðar- grundarlagi okkara annars stersta áhuga og stuðul, all- ari bygdini at frama. Ilt eyga kann einki gott sjá, men í tínari hatursfram- ferð móti ellum, sum hevur við sjósíðuna á Argjum at gera, spillir tú ikki bert fyri okkum, sum vilja gera nakað, men eisini tyri tínum egnu bátamonnum á lista C, sum mær vitandi allir taka undir við teimum neyðugu framtíð- arætlanum, vit hava fyri havnina og sum eins nógv og vit, eru sinnaðir til at útvega havnini fleiri inntekur og har- við meguleika fyri at skapa argjafólki eitt virkið og hug- naligt båta- og havnaum- hvervi. Eg skal halda mær og ikki koma við nøkrum øgiligum »gysara«, sum tú kanska eft- irlýsir, men vilt tú partú hava ein slíkan »privat«, kanst tú bert ringja til mín og fáa allar teir upplýsingar, sum tú vilt hava — umframt teir, eg veit tú ikki vilt hava. Men eingir teirra tæna tín- um endamáli — at knúsa alt tað góða arbeiði, ið hóast alt er gjørt á Argjum seinastu árini. Mortan í Geil Edith Dahl stillari: Javnaðarflokkurin hevur víst sína ávirkan fyrr í býráð- num. Vit høvdu borgarstjóran, Palla Henriksen, í mong år. Tad var ikki i gulltidini, men kortini megnadi Javnadar- flokkurin at husast vid ti sum var, so borgarin kendi seg ikki sleptan uppå fjall. Í hesum góðu tíðum, verið hava, áttu øll at kent seg tryggan. Gamaní, hava barnafamiljur fingið barnastyrk (ein táta), men samstundis verður skorið niður á t.d. barnatannarekt. Skúlalæknin er farin í seguna, við tí úrsliti, at næmingar í dag koma úr 10. fl. við álvarsligum brekum, sum ein skúla- lækni yvaleyst hevði varnast fyrr. Nú verður tosað um at byggja fleiri skúlar. ERU pengar at byggja fyri, so var bet- ur at brúkt teir at fylla teir rúmu karmar vit longu hava. Eg veljl JAVNADARFLOKKIN, TÍ EG ERI GÓÐ VIÐ HAVNINA.