týsdagur 8. desember 1992síða 22
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 22
Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992
Ósek verða rakt av kreppuni:
Gamalt politiskt agg má Ikk!
forða fyri skilagóðum loysnum
Hóast onkur heldur tað vera utopi, so mugu politikarar gera sær greitt, at
eitt tað besta amboðið í stríðnum móti herjandi fíggjarkreppuni er eitt býráð
har einki eitur samgonga ella andstøda, men í staðin trettan býráðslinur, ið
samstarva í øllum málum.
Fíggjarliga kreppan í før-
oyska samfelagnum rakar
meint og tilvildarligt.
Fólk, ið ikki hava havt
ávirkan á tær hendingar, ið
hava ført við sær hesa
kreppu, verða kanska rakt
meinari enn onnur.
Tað eru ikki >vanlig< ar-
beiðsfólk, skrivstovufólk,
sjómenn 0.1., ið hava tikid
dýr uttanlandslán ella biðið
um stór almenn vedhøld, ið
nú eru vorðin effektiv. Men
tað eru slík, ið verða rakt
fyrst. Tá sparast skal eru tað
oftast tey >vanligu< fólkini,
ið hava rgkt størv teirra til
fulnar — tey við lágum løn-
unum — ið verða koyrd til
hús.
At verða koyrdur út í ar-
beiðsloysi, uttan at eim
sjálvur á nakran hátt hevur
skyld í støduni, kennist
meint hjá mongum húski,
sálarliga eins væl og fíggj-
arliga. Tað er eins og ongin
glotti hómast fyri framman
— hvørki hjá einum sjálvum
ella hjá samfelagnum sum
heild.
Ikki er tó at geva skarvin
yvir. Hóast tað kennist
tungt, so vil tað áræði og tað
dirvi, ið altíð hevur eyðkent
føroyingin, uttan iva eisini
vinna á hesi kreppu — sjálvt
um tað kanska kann taka
drúgva tíð.
Vit mugu tó gera okkum
greitt, at vit koma ongan
veg, um vit ikki arbeiða í
felag.
Byrðarnar eru tungar; so
tungar, at vit nærum ikki
knógva undir teimum. Jú
fleiri vit eru um at bera,
lættari verður tað.
Tey fólk, ið verða vald at
umboða okkum í Tórshavn-
ar býráði komandi valskeið,
eiga at ásanna, at nýggja
skeiðið má gerast munandi
ødrvisi enn verandi.
Álvarsama stødan krevur
álvarsamt arbeiðandi po-
litikarar. Eingin eigur at
nýta tíð at lata gamalt polit-
iskt agg ella kjak um farin
mál forða fyri skilagóðum
loysnum. Skipast má fyri so
breiðum samstarvi sum til
ber. Ja, frægast hevði verið,
um tað slettis ikki var
nakað, ið nevndist sam-
gonga og andstøda, men í
stadin trettan býráðspo-
litikarar, ið av øllum alvi í
felag royndu at fremja tad
besta fyri allar borgarar i
Térshavnar kommunu.
Utopi, vil onkur kanska
siga, men sjálv trúgvi eg
framvegis, at har ein vilji er,
er eisini ein farbar leið til
góðar loysnir. Loysnir, ið
kanska hava við sær, at
politiskir flokkar mugu
ganga í seg sjálvar og
sleppa onkrum av skjaldra-
málum sínum. Lora nakað í
einum fyri at vinna hetta
aftur í gðrum.
rå
mBenteKjær -
— javnaðarlistanum |
Samfelagið hevur ikki ráð
til at vanahugsan skal eyð-
kenna býráðsarbeiðið.
Hverjir býráðslimirnir
verða, hvgrjar flokkar og
politiskt sjónarmið teir enn
umboða, so mugu teir gera
sær greitt, at teir eru valdir
at syrgja fyri, at tað fram-
vegis verður gott, ja enn
Tíðindablaðið
betri, at vera borgari í Tórs-
havnar kommunu.
Hetta er væl aðalmálið hjá
øllum og við skynsomum
arbeiði á breiðum grundar-
lagi ber hetta eisini til.
Kreppan rakar hart longu
nú og eingin orsøk er at gera
stóðuna enn verri. Í felag
mugu allir býráðslimir finna
fram til tær loysnir, ið tæna
allari fjøldini. Um breitt
samstarv ikki fæst í lag, er
vandi fyri at enn fleiri ósek
vera meint rakt og enn
longri tíð gongur til skila-
góð uiltøk, ið benda kósina á
beint, verða sett í verk.
Og hetta hava vit hvørki
tíð ella ráð til.
Bente Kjær
Gevið bynum ein kjan
— farið á
Valer í dag ,og veljarakann-
ing hevur verið, sum vant,
undan hvørjum avli. Henda
gav listanum ein triðja
mann. Men, góðu havnar-
borgarar, einki er avgjørt.
Sitið ikki heima og kannið
tykkum valúrslitið áðrenn
tað fyriliggur! Farið tí á val
við tí í huga, at um havnar-
fólk ynskja at borgarin skal
hava ávirkan á gongdina í
býnum, so er møguleikin í
dag, við at seta X við javn-
aðarflokkin.
Skotið verður listanum í
skógvarnar, at hann lovar
veljaranum meiraenn nakar
er førur fyri, at hann blandar
kommunal og landspolitikk
saman, at hann ynskir at
hækka skattaprosentid og at
hann rekur ein politikk, ið
ikki ber til.
Listin lovar eingi gylt
lyfti, men ynskir at veljarin
fær ávirkan á tær avgerðir,
Visti tú
- at frítíðarlógin sigur at eru tit
yvir 12 fólk, sum ynskja at verða
undirvíst í ávísum evni, og kunnu
útvega lærara, skal kommunan
finna egnað høli, og Lands-
skulafyrisitingin skal gjalda
læraralønina.
å val
Annfinn Danielsen -
valeyni á
javnaðarlistanum
ið skulu takast. Landspoli-
tikkur hevur stóra ávirkan á
arbeiðsmarknaðin í løtuni,
og er tí neyðugt at komm-
unan verður eftirspurd um
sosial og arbeiðaramál. Vit
vilja hava ávirkan á okkara
lívskor í Havnini.
Skattaprosentiðer í ltuni
14,4%. Hvat verður tað
aftan á valið? Listin hevur
víst á, at tað lættliga kemur
at hækka við ti førda poli-
tikkinum í landinum. Hetta
eigur veljarin at fáa at vita,
og eigur hetta ikki at dyljast
til valið er farið.
Listin fer tí á val við hes-
um herrópum:
— Vit mugu hava ungdóms-
hús
— Eingin dýr lyfti
— Nýggjan figgjarpolitikk
— Gev bynum ein kjans
— Mugu hava skúlalækna
— Javnvåg i roknskapin
— Stimbrid vinnulivid
— Hjálp teimum arbeiðs-
leysu
— Sjúkrahúsið varðveitast
— Demokrati í býráðið
— Nyggjan figgjarpolitikk
Spyr ikki eftir, hvat land
titt kann gera fyri teg, men
hvat tå kanst gera fyri land
títt. Ynskir tú, at veruleiki
skal verða í hesum orðum,
velja tygum javnaðarlistan.
Annfinn Danielsen
ÞJ FE me
VDGOGATIOKSINS
Valevni hjá Froðbiar sóknar Javnadarfelag,
Johan Joensen, skrivar:
Søguliga bragd
byradsins
Góðu veljarar!
Tað var ein djørv avgerð,
býráðið tók, tá ið tað leigaði
Tvøroyrar Flakavirki út til
eitt føroyskt-franskt felag í
knappliga hálvtannað ár
fyri u.l. 7 milliónir. Nógv
vóru ivasom, ti nú broyttist
alt so grundleggjandi. Tá ið
so hesin sáttmálin varð upp-
sagdur, og driftin skuldi
halda fram, mátti takast ein
álvarsom avgerð enn eina-
ferð: at finna ein egnaðan
stjóra, fáa avtalu í lag við
bankan og afturat tí seta
nýggjan pening í virkið.
Avgerðin visti seg at vera
rótt og eisini søgulig, ti gott
og væl eitt ár aftan á fekk
virkið framúr góð viðmæli
fyri sera gott úrslit; men
sum stjórin sigur í blødun-
um, so vístu fransmenninir
| vegin og okur byggja víðari
á tær royndirnar og ganga
eisini nýggjar leiðir.
Í hesum døgum verða
bankar og flogfeløg bjargað
upp á sama men har
sær skattaborgarin her
staðnum tkki peningin aft-
ur
Hugsið tykkum, hvat ein
húsagangur hevði havt við
sær. Okur hava ræðandi
royndir av teimum júst her á
Tvøroyri í 20-unum og 50-
unum, tá ið landsins størstu
virki fóru á heysin: J. Mort-
ensen og seinni aftur A. T.
Eitt slíkt hóttafall, sum tá
kom, tolir býurin ikki eina
ferð afturat, og tí mugu øll í
dag hin 8. des. fylkjast á val
og verja borg og seta javn-
aðarflokkin fjølmentan i
býráðið og skiilanevndina.
Setið ti krossin við lista E,
Froðbiar Sóknar Javnaðar-
felag ella umboð á listan-
um.
Johan Joensen
Langur
leygardagur
Leygardagin 12. des-
ember fara handlar í
| Havnar at hava leingi
| opið. Hetta kom í lag
| á fundi, har umboð
fyri handlar í Havn
| vóru innboðin.
Í ]
| Á fundinum varð
viðukið at søkja um
loyvi frá Tórshavnar
fn se
Býráð til at hava opið
leygardagin 12. des-
ember til kl. 19.00.
Málið hevur verið
fyri í býráðnum, og
loyvi er givið til allar
handlar í Tórshavn at
hava opið leygardag-
in 12. desember til
kl. 19.00.
|
rd]