týsdagur 8. desember 1992síða 25
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 233 — 8. DESEMBER 1992 Sida 25
Carl Johansen - Kari hjá
Talis - er 57 ára gamal.
Hann hevur verið formað-
ur í Havnar Arbeiðsmann-
afelag síðan 1976 og
koyrir bil hjá Balslevs
Timburhandli. Hann býr í
Vørdsluni í Havn.
Andreas Poulsen er 56 åra
gamal og formaður i
Tórshavnar Kommunala
Starvs- og
Tænastumannafelag. Hann
er brandmaður og býr á
Mýrusnípuvegi 8 í Havn.
-
Aslak Tausen er 37 åra
gamal og er næstformadur
i Postfelagnum. Hann byr f
Fútalág 19 í Havn.
Á “ 0.
Bente Kjær er 39 ára
gomul. Hon starvast sum
køksleidari á Føroya Barn-
aheimi og er nevndarlimur
i Økonomafelag Føroya og
næstformaður í Suður-
streymoyar Javnaðarfelag.
Hon býr á Sivarsvegi 11 í
Hoyvík.
Annfinn Danielsen er 33
ára gamal. Hann er leiðari
á Miðstovninum í
Gundadali og er eisini
kendur sum fótbótlsvenjari
hjá B 36. Hann býr í
Skúlaggtu 4 í Havn.
Torgerð Hjelm er 38 ára
gomul og útbúgvin lækna-
skrivari. Hon starvast á
Landssjúkrahúsinum. Hon
býr á Marknagilsvegi 43 í
Elin Lindenskov er 30 ára
gomul. Hon er lærari á
Føroya Fólkaháskúla og
skrivari í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag. Hon býr á
Frúutrgð 14 í Havn.
Tórfinn Smith er 46 ára
gamal. Hann er
býráðslimur í Havn og
starvast sum blaðmaður á
Sosialinum. Hann býr á
Suðurrás 10 í Havn.
ára gamal. Hann er
útbúgvin arkitektur og
starvast hjá P/F Arksam-
arkitektavirkinum. Hann
býr í Smærugøtu 27 í
Havn.
Magni E. Dalsgaard er 40
Torkil Mohr er 44 ára
gamal og útbúgvin málari
og arbeiðir sum málari í
Havn. Hann býr á
Suðuroyavegi í Havn.
Irena Tausen er 27 ára
gomul. Hon er útbúgvin
advokatskrivari og arbeiðir
á Advokatskrivstovuni.
Hon býr í Tvørgøtu 27 í
Havn.
Bergur P. Dam er 41 ára
gamal og hevur lisið
samfelagsfrødi á RUC í
Danmark. Hann arbeiðir á
Hagstovuni og býr í
Vardagøtu 53 í Havn
Jógvan Martin Mørk er
42 åra gamal og er lærari
vid Eysturskúlan i Havn.
Hann er eisini kendur sum
ungdómsvenjari hjá
Neistanum og B 36, og
hann býr í Turidargøtu í
Havn.
Valevnini til
skúlaráðið
Álvur Danielsen er 30 ára
gamal og er postboð. Hann
er formaður í ítrottarfelag-
num Fram og býr í Tórs-
byrgi 34 í Havn.
Johan Samuelsen er 46
ára gamal. Hann situr í
Skúlaráðnum í Havn og er
lærari í
Kommunuskúlanum. Hann
býr í Torfinsgøtu 38 í
Havn
Dagmar Jacobsen er 50
ára gomul og er útbúgvin
bókbindari. Hon undirvísir
í bókbinding í
kvøldskulanum og býr í
Essalág 5 í Havn.
Eirikur Lindenskov er 26
ára gamal og er formaður í
SU í Føroyum. Hann er
útbúgvin lærari og starvast
við Felagsskúlan á
Oyrarbakka. Hann býr í
Gongini 8 í Havn.
Elsba Olsen er 41 ára
gomul. Hon er útbúgvin
sosialrågevi og arbeiðir á
Almannastovuni. Elsba er
í foreldraráðnum í
Hoyvíkar Skúla og býr á
Berjabrekku 35.
Beinta Nattestad er 42 ára
gomul og hon er
útbúgving pedagogur. Hon
starvast sum leiðari fyri
pedagogútbúgvingina á
Føroya Læraraskúla og
býr í Flamagerði 12 í
Havn
Ditlev Dam er 63 ára
gamal. Hann arbeiðir sum
tollari, er næstformaður í
eystara kirkjuráðnum í
Havn og býr í Fútalág 10.
Katrin Thomasen er 52
ára gomul. Hon er cand.
scient. í geografi og søgu
og starvast sum lærari við
Studenta- og HF-skeiðið í
Hoydglum. Hon býr í
Mannbrekku 2 í Hoyvík.