mikudagur 9. desember 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
IMF —
fyrsti partur
FYRSTA vikuskiftid í oktober fór for-
oyska peningaskipanin í smildur.
Landsstýrið varð kroyst til beinleiðis
og umvegis at binda eina hálva
milliard í bankan, har rokningin so fer
víðari til meiniga borgaran.
JAVNAÐARFLOKKURIN hevur øll
árini barst fyri at fingið innlit í viður-
skiftini hjá føroysku bankunum, og
hevur virkad fyri at fåa stovnsett ein
landsbanka, sum kann hava tad sum
eitur »hånd i hanke« vid pengaverdini,
ti hon hevur i nógv, nógv Harrans år
koyrt ov tilvildarligt. Eingin ivi um tað.
Í dag eru prógvini á borðinum.
Í valutasamstarvinum við Danmark
hevur tó verið eitt »organ«, sum hevur
havt eftirlit við peningastovnunum, og
tað er danska bankaeftirlitið. Tað er 6-
almindiliga ófatuligt, at danska banka-
eftirlitið hevur arbeitt i so nógv ár í Før-
oyum, og bert hevur frágreitt til
donsku stjórnina. Hetta seinasta, sum
hendi við Sjóvinnubankanum, kom
púra óvæntað á bæði landsins leiðslu
og føroyska embætisverkið. Øll
hevdu varhugan av, at bankarnir
mistu nógvar pengar, men tað skuldi
FRÆLSI-JAVNAÐUR --BROÐRALAG
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith - | Upps
Hilmar Jan Hansen -
Jústinus Eldesgaard
i- Jan Miller
Fyritaksstjóri: Krisjan Dat
Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov
verid rimiligt, at tad danska bankatil-
synid, sum i veruleikanum eisini ar-
beidir vegna føroyskan stjórnarmynd-
ugleika, hevdi orienterad um ikki po-
litiska myndugleikan, so embætis-
verkið um hvat ein kundi vænta, so-
leiðis at stoðan kundi verið fyrireikað
ødrvisi. Vénandi er tað onkur danskur
umboðsmaður, sum noterar sær
hetta sjónarmið Javnaðarfloksins.
BARA bankakrakkið í sær sjálvum
gjørdi tað, at kredittvirdid hjá Foroyum
fall frå at vera > rættiliga vánaligt< nið-
ur í helvt av hesum virði.
TAÐ sum so fylgdi eftir í treytunum frá
donsku stjórnini, var at vit fingu sokall-
aðar IMF serfrødingar at kanna og
ráðgeva um landsins fíggjarviður-
skifti. Tað sindrið av kredittvirdi, sum
var eftir, reyk, soleiðis at kredittvirðið
hjá føroyingum uttanlands í dag i
veruleikanum er NULL. Titad ein hev-
ur hoyrt um IMF ímillum manna — tað
skal ikki her verða sagt, at tað er SO —
er, at hatta eru serfrødingar, ið verða
nýttir til Korruptar suðuramerikanskar
og afrikanskar republikkir og til eystur-
europeisk lond, sum ikki duga at
vendasær í einum modernadum sam-
felagi.
EFTIR hvat skilst, so eru hesir ser-
froðingar, sum nú hava havt sína
fyrstu vitjan í Føroyum, ikki frá teimum
PowerWay D4 15w - 40
Útgevari: P/T Saslalurin
eting: PA Søslalurin
Prent; P/Æ Pressan 1981
deildunum, sum viðgera slík lond. Tað
kann í og fyri seg vera rættiliga posi-
tivt, og vónandi eru hetta skilamenn,
so at teir kunnu geva samfelagnum
góð ráð.
HVAT hesir serfrødingar koma til, tað
er ikki ringt at gita. Teir vilja 6ivad, so-
leiðis sum nakrir av føroysku búskap-
arfrødingunum longu hava tilmælt,
hava hægri moms, hægri skatt og
hægri avgjald. Møguliga vila teir
skerja útreiðslusíðuna enn meira enn
hvat hon er skorin longu nú. Hesi ráð
nýttust vit ikki at fara til Amerka at fáa
okkum, hatta medisinið kenna vit. Um
samfelagið tolir meiri av tíð er ilt at siga
í skrivandi stund, og eftir hvat Skilst
fáa vit meira at vita um nakrar mánað-
ar.
EFTIR stendur tó, at hetta stemplið —
IMF — sum føroyska fólkið hevur
standandi ímillum herðarnar teir
næstu mánaðarnar, ger tað óvanliga
ringt at skaffa arbeiðskapital til fram-
tíðina. Kredittvirðið er nul, vinnulívið
hevur ongan arbeiðskapital at virka
við. Allar politiskar ætlanir um góðsk-
ing, id krevur kapitalbinding í goymsl-
ur, innkeyp av fiski, id krevur kapital-
binding, aling, ið krevur kapitalbinding
í smolt — alt hetta er í vanda fyri at
steðga. Hetta er tað mest akutta pro-
blemið, sum er í løtuni, og har treingja
Feroyar veruliga hjálp.
Framur premium motorolja til dieselmotorar,
-eisini turboløddar
Ger so væl... !
Vit hava orku til alt
Serment dygd til turbo diesel
og aðrar dieselmotorar.
Ein universe! motorolja, ið lýkur elt krøv frå
dieselmotorframleiðarum og meira afturat
Sera væl egnað til allar dieselmotorar,
nýggjar sum gamlar, -og so minkar tú um
brennievnisnýtsluna
Spesifikatiónir
SAE 15W-40 API Service: CE-SF
CCMC PD2, D4 og Gá MILL-2104D, MIL-L-461528
VW 505 00
Fæst i 1, 4 og 10 litra dunkum
Eisini eru 55 og 205 litra trumlur á goymslu
E Schneider
Bústaður: Arglavegi 28 | Postadr: Postsmoga 78
Argjum 110 Tórshavn
Tøiston: 1IB29 Telefax: 14729
KANN ikki haldast fram å hesi leidini,
verða Føroyartad, sum vit hava virkað
ímóti tey síðstu 30 árini, ein rá-
vøruframleidandi tjóð, har øll okkara
råvøra verður send niður á meginland-
ið til aðrar at virka burturúr, og Mmøgu-
leikar innan aling og annað, ið vit
kundu bygt okkara tilveru á, verða
skerdir.
DANSKA ríkið hevur fyrr selt råvøru-
framleiðandi oyggjabólkar. Teir
gjørdu tað við Orkneyoyggjarnar og
Hetlandsoyggjarnar í 14. øld, og teir
gjørdu tað við Vestindisku oyggjarnar
í hesi old. Um teir nú ikki hugsa um ta
ótrúligu stoðuna, teir hava sett okkum
i; millum annað við at hefta IMF-
stemplið á okkum, so kann tað henda,
at hesin altjóða stovnur, um eini 5-6 ár
kemur at senda somu fólk henda veg-
in, sum hann vanliga sendur til veru-
liga tilafturskomin lond. Um so danska
ríkið hevur sett okkum á sølulista til ta
tid, fer so tidin at visa.
MEN fyrsta vikuskiftid i oktober var eitt
søguligt vikuskifti. Loysnirnar, sum
komu hetta vikuskifti, vóru óalmindi-
liga lítið gjagnumtonktar og klossutar.
Vónin er tó, at stjórnin er púra greið
yvir, hvørja óneyðuga eykbyrdu hon
legði á føroyingar við sínum loysnum,
sum kunnu senda okkum 50 ár aftur í
tíðina og út av bólkinum av framkomn-
um londum.
Meira
fyri minni
486 telda
+
RANK XEROX geislaprentara
einans kr.
i
Telda:
Schneider 80486SX-20 Mhz
4 Mb RAM(kann víðkast
7.464,-
Prentari:
Xerox 4010 geislaprentari
4 síður/min.
42 Mb harddisk(kann vidkast) HP LP HI líkheit
SVGA litkort 512 Kb RAM(kann vidkast)
Knappaborð/MS-DOS 5.0
14" SVGA litskermur
1024 x 768 linjur
Bíleggið hetta frálíka tilboðið hjá
Ál
; Spógvavegur 11
J ICrO Postrúm 198
(0)
FR-110 Tórshavn -
TI: mn I
Fax: 10415
rm