mikudagur 9. desember 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
i
+
z
H
4
E x
=
%
Tíðindablaðið { sostalurin ) Nr. 235 —9. DESEMBER 1992 Síða 11
tann eina oljukeldan BP
hevur funnið er. Vit
spurdu Stefan Hultberg,
hvat hann heldur um tøl
uppá billiónir av tunnum
og milliardir av krónum.
Eru tey tikin út úr leysari
luft?
-Eg trúgvi ikki, at hatta
eru tøl, sum eru tíkin úr
leysari luft. Men eg vil
bíða við at taka stóðu til
tølini fyrr enn eg havi
fingið hetta váttað frá BP.
Vónandi innan nakrar
mánaðir.
Fegin um at vera við
Stefan Hultberg er sera
spentur um, hvussu lands-
stýrið ætlar sær at fara
fram í hesum øllum und-
irgrundar- og óljumálinum
- hvat reint strategiskt skal
henda viðvíkjandi spurn-
inginum um at leita eftir
olju og gassi.
-Eg havi frætt, at eg
sjálvur skal vera við ein-
um arbeiðsbólki, sum skal
arbeiða við hesum málum.
Tá eg havi fingið hesi boð
fari eg alt fyri eitt at seta
meg í samband við út-
lendsk oljufeløg, eitt nú
BP fyri at fáa nakað meira
at vita, hvat teir hava
funnið við føroyska
markið.
Stefan Hultberg heldur
annars ikki, at henda sein-
asta uppdagingin er so
kollveltandi, tí tær mongu
boringarnar, sum gjørdar
eru seinastu årini visa, at
tad finst olja millum Het-
land og Føroyar og hetta
sigur sær so mikið sum, at
góðir møguleikar skuldu
verið at funnið olju í før-
oyska gkinum eisini. Tí er
henda seinasta boringin
hjá "Ocean Alliance" bert
ein staðfesting av nøkrum,
sum vit hava vitað.
Stefan Hultberg sigur
annars, at tað ganga einir
tríggir mánaðir frá tú hev-
ur rakt við eina oljukeldu
til tú hevur roknað út, hvat
tú hevur funnið.
Hann heldur, at hann
hevur møguleika at fáa
hesar upplýsingarnar tá, tí
hann hevur arbeitt hjá BP
í so nógv ár, men ivasamt
er, um hann tá hevur loyvi
at lata almenningin fáa
hesar upplýsingar.
Royndir hjá BP
týdning fyri okkum
Stefan Hultberg heldur tað
hevur stóran týdning fyri
føroyingar at fylgja við,
hvat hendir á bretska øk-
inum, tí hetta er tað sum
ger, at oljufelggini hava
áhuga fyri føroyska øki-
num eisini.
-Eg eri eisini serliga
glaður fyri, at eg havi
arbeitt júst í hesum gki-
num í fleiri ár fyri BP og
vóni, at mínar royndir
kunnu koma føroyingum
til góðar. Hetta er eitt sera
áhugavert gki. Næstan alla
staðni, har borað er, eru
tekin um olju og gass, og
tá talan er um eitt so stórt
øki, sum als ikki er
kannað nágreiniliga, so
ivist eg onga løtu í, at her
liggja nógvir møguleikar.
Stefan Hultberg, sum
sjálvur hevur arbeitt um-
borð á oljupallinum "Oce-
an Alliance"sigur, at hesin
er heilt einastandandi.
Hetta er ein gamal olju-
boripallur, sum er um-
bygdur til kanningarpall,
sum serliga skal bora å
stórum dýpi.
Uppá fyrispurning um
møguleiki ikki er hjá hes-
um palli at bora horison-
talt eins og gjørt hevur
verið í Clairrgkinum, og
harvið møguliga koma inn
á føroyska øki sigur
Stefan Hultberg, at hesin
borihátturin verður bert
brúktur, tá ein veit, hvat
ein borar eftir. Í verandi
løtu vita vit als einki um,
hvussu jarðfréðin sær út
undir basaltinum á før-
oyskum øki. Tvs. at tað
finst einki oljufelag í verð-
ini, sum hevði viljað
borað horisontalt inn á
føroyskt øki í núverandi
stóðu.
Kanna avleiðingar
Stefan Hultberg, sum utt-
an iva kemur at fáa ein
sera týðandi leiklut í kom-
andi kanningum eftir olju
við Føroya, skilir væl, at
føroyingar við verandi
kreppu tosa so nógv um
oljuna.
-Men lat meg undir-
strika her, sigur hann víð-
ari, at tað er týdningar-
mikið ikki at skapa ov
nógva sensatión um hetta
málið og ikki taka sínar
avgerðir út frá hesum
sensatiónunum. Tað, sum
málið snýr seg um í
løtuni, er at vita, um tað
finst olja og gass í
undirgrundini. Og finst
olja so má berast so at, at
hon verður troytt soleiðis,
at hon fyrst og fremst
gagnar Føroyum og
føroyingum.
-Vit mugu fara undir
vidari kanningar og ut frå
teimum fáa at vita nakað
um, hvat finst í undir-
grundini.
Hvussu fyriheldur Stef -
an Hultberg seg til út-
talilsini hjá bretska konsli-
num í Føroyum um, at
føroyingar og bretar eiga
at fara undir eitt sam-
arbeiði á oljugkinum.
Tað veldst sjálvandi um,
hvat hann meinar við
samarbeidi.
Vit spurdu Stefan Hult-
berg, hvat honum dåmar
at vera vid i leitingini eftir
olju vid Føroyar?
-Hetta er ótrúliga fasi-
nerandi og spennandi. Og
eg vóni, at eg sleppi at
arbeiða við hesum spurn-
ingum. Eg haldi eisini
sjálvur, at eg havi nakað
av vitan, sum kann koma
føroyingum til góðar.
Frá fundinum í Tinganesi við bretar um markið. Fv. Halgir W. Poulsen, Dánjal Nolsøe, Martin Heinesen og
Morten Sparre Andersen, sum allir eru við í arbeiðsbólkinum. Mynd jan
-Men heldur tú, at olja -
í hesum sváru fíggjarligu
tíðum - kann koma at vera
ein bjarging fyri Fóroyar?
-Møguliga uppá longri
sikt. Og tað vóni eg fyri
tykkara skyld.
-Men hvat hevur tú so
at siga til teirra, sum siga,
at kemur oljan, so fer hon
at forkoma okkum sum
tjóð og fólk?
-Eg haldi at vit nú skulu
lata arbeiðsbólkarnar
sleppa í gongd og vita,
hvgrjar avleiðingar ein
komandi oljuvinna kann
fáa. Nettup spurningurin
um avleiðingar fyri bæði
umhvørvi og fyri føroyska
samfelagið sum so er nak-
að av tí, sum arbeiðsbólk-
arnir skulu arbeiða við.
Stefan Hultberg við-
gongur, at tað finnast
dómi um samfeløg, sum
hava fingið trupulleikar
nettup orsakað av eini
olju- og gassvinnu.
-Tað er greitt, at alt
hevur trupulleikar við sær
so ella so, men Føroyar
mugu hugsa um, hvat al-
ternativið so skal vera. Vit
mugu eisini ansa eftir ikki
at blíva bangin av
spøkilsum, áðrenn vit í
heila tikid hava tosað um
avleiðingarnar.
Seismiskar kanningar
Stefan Hultberg heldur
fyri, at tað nú er rætt at
fara í gongd við seism-
iskum kanningum. Hesar
eru sjálvt grundarlagið
undir gass- og oljujarð-
frødini í øllum tí føroyska
økinum. Hetta arbeiði
tekur eini 2-3 ár og her
stendur ein heilt óbundin
aftaná.
-Finst olja, so metir tú
at hon skal takast upp?
-Sum ein gamal olju-
jardfrødingurin, so haldi
eg avgjørt, at olja, sum er
i undirgrundini eigur at
verða troytt. Men tað má
sjálvandi vera ein avgerð,
sum føroyingar sjálvir
taka.
-Og finst olja, er tað so
neyðugt at flyta hann i
land í Føroyum?
-Tað er tað ikki, men
tað veldst sjálvandi um,
hvat til ta tíð lønar seg
best. Tað kann vera at tað
er ein betri forrætning at
selja hana til framleiðslu-
pallarnar i bretska
økinum.
Tað, sum nú fer at
henda á gkinum, er, at ar-
beiðsbólkarnir fara í
gongd. Hesir skulu m.a. til
at finna út av , hverja
lóggávu vit skulu hava á
økinum, hvussu lisensir
skulu fyrisitast osfr.
-Tað mest týðandi er tí
at fáa tað løgfrødiliga upp-
á pláss og síðani at byggja
upp eina fyrisiting í Før-
oyum, sum kann taka sær
av gilum hesun nýggja
sigur Stefan Hultberg við
Sosialin
jan
Nú kemur gongd á
Landsstýrið setti herfyri
ein arbeiðsbólk, sum skal
arbeiða við spurningum í
sambandi við yvirtøkuna
av undirgrundini. Her
kemur spurningurin um
komandi kanningar eftir
olju og gassi inn í mynd-
ina. Samtykt varð at velja
hesar limir í arbeiðs-
bólkin:
Setan av arbeiðsbólki at
viðgera spurningar í sam-
band vid yvirtøkuna av
undirgrundini:
Samtykt at velja fylgjan-
di limir í arbeiðsbólkin:
Koordination: = Halgir
Winther Poulsen og Árni
Olafsson.
Konklusión: Halgir
Winther Poulsen og Árni
Olafsson.
Geologi: Martin Heine-
sen og Morten Sparre
Andersen.
Umhvervi: Arne Nørre-
vang.
Kanningar: Stefan Hult-
berg.
Økonomi: Árni Olafsson
og Kári Petersen.
Marknaseting: Dánjal
Nolsøe, Halgir Winther
Poulsen og Årni Olafsson.
Fyrisiting: Årni Olafs-
son, Halgir Winther Poul-
sen og Susanna Daniel-
sen.
| VIRKISSKRAIN 1993. |
Menningarstovan arbeidir i løtuni vid at
dagføra tilfar til Virkisskrånna fyri 1993.
|| Umframt framleidslu-, handverks- og tænastu-
NR
}}
virkir verða m.a. eisini skip yvir 20 Brt. og
heilsølur vid í nýggju bókini; men ikki
detailhandlar og kioskir.
frá hesum.
Postboks 1287
Tlf. 13028
% så
Menningarstovan skal vid hesum heita å øll,
sum hava fingið skråsetingartilfar, at senda
hetta aftur skjótast gjørligt, og um onkur einki
tilfar hevur fingið, at boða Menningarstovuni
MENNINGARSTOVAN
110 Tórshavn
Fax. 10459