Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 10. desember 1992síða 2

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI-JAVNAÐUR --BROÐRALAG í; Jan Miller Blaðfólk. Randi Jacobsen - Dagny Fyritaksstjóri: Krísjan Dat Jøensen - Térfinn Smith - Bústaður: Argjavegi 26 ! Postac:- Postsmoga 75 Argjum 110Térshavn Útgevari: PT Soslaturin Uppseting: PÆ Søslalurin + Kommunuval/løgtingsval ÚRSLITIÐ av bý- og bygdaráðsval- inum er nú greitt. Flestu staðni eru hesi val ikki partapolitisk og tí er ringt at gera nakra samanbering við eitt komandi løgtingsval t.d. Men áhugavert er kortini at hyggja nærri at tølunum i teimum plássum, har valt verður politiskt. Ein skuldi trúð, at teir flokkarnir, sum sita í landsstýrinum, høvdu størstu afturgongdina. Hetta bæði út frá tí, at flokkar, sum sita við ábyrgd oftani missa veljarar til eitt komandi val og út frá tí sera torføru stóðu land okkara er í. Taka vit javnaðarflokkin, so varðveitti hann støðuna bæði í Havn, Klaksvík og á Tvøroyri. Taka vit fólkaflokkin, so misti hann nakað í Havn, men fekk kortini sera nógvar atkvødur. Í Klaksvík hevði hann stóra framgongd, men á Tvøroyri hevdi hann afturgongd. SPURNINGURIN er so, um ein kann lesa nakað burtur úr hesum tølunum hugsa vit okkum, at tað stundaði móti einum løgtingsvali! Nú eru býráðsval Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov sum orðið eisini sigur sera lokal og tí verður har oftani atkvøtt meira eftir, hvør persónurin er. Kortini geva nøkur av úrslitunum okkum eina ávísa á- bending um, hvussu eitt komandi løg- tingsval hevði sæð út. TAÐ nógva tosið um at skifta út gomlu politikarnar fellur til jarðar hyggja vit eftir nøkrum av býráðsúrslitunum. Taka vit Klaksvíkina, so síggja vit, at Jógvan við Keldu kemur inn aftur í býráðið sum smurt. Var løgtingsval - hevði hann tá kunnað endurtikið succeina soleiðis at flokkurin fekk tveir mans ístaðin fyri sum nú bert ein - skulu vit ganga eftir framgongdini hjá flokkinum. Og taka vit javnaðarháborgina Tvgroyri, so síggja vit, at álitið har á verandi politikararnar hjá javnaðarflokkinum er ikki minkað. Har fingu Sverre Midjord og Jóannes Eidesgaard, sum eru ávikavist løgtingmadur og landsstýrismaður, flestar atkvødur. TAÐ verður sagt, at tað er ringt at spáa um framtíðina, men tá talan er um val, Klimar Jan Hansen - Jústinus Ehlesgaard Prent: PA Pressan 1981 so er neyvan tað sama galdandi. Tað vísir seg nevnliga, at hóast stór mót- stóða er millum manna móti nógvum av tí sum eitt nú samgongan í Tinganesi ger, so fara somu veljarar kortini og velja somu menn aftur og aftur. Og her er Jógvan við Keldu eitt gott dómi. Ikki tí - vit ynskja honum tillukku við valúrslitnum. so er tað sagt. Taka vit t sama Jógvan við Keldu, so er nettup hann ein av upphavsmonnum til tann øra figgjarpolitikkin, sum rikin varð í Klaksvík, áðrenn javnaðarflokkurin tók við. Hetta veit hvørt mansbarn i Klaksvík - glastakið yvir Klaksvíkina og undirsjóvartunnilin um Lorviksfjørd eru bert tvey dómi um nakað, sum hann ikki slapp í gongd við - kortini verður sami maður nú borin í gullstóli inn aftur í býráðið - væl frammanfyri Óla Heinesen, ið sum borgarstjóri hevur víst seg sum ábyrgdarmann við at leggja kortini á borðið og einki krógva og reka ein skynsaman og ærligan fíggjarpol- itikk. Ein kundi so sagt, at klaksvíkingar hava sjálvir valt, teir hava valt Jógvan við Keldu, og fasttakið teir. Hvat er poltikkur fyri nakað spyr ein Tølsfon; 13828 Telelax: 14720 seg sjålvan! HÓAST javnaðarflokkurin í Havn og í Klaksvík ikki eru størstu flokkar, so vóna vit, at hesir báðir flokkar sleppa at fáa ávirkan á politikkin, sum skal rekast komandi árini. Klaksvíkingar vinna einki, tvórturímóti, um har nú verður skipað býráð uttan um javnaðarflokkin, sum við sínum borgarstjóra hevur víst seg sum sannan ábyrgdarflokk. Í Havnini hevur flokkurin higartil verið hildin uttanfyri ávirkan. Vónandi verður hetta eisini broytt nú fólkaflokkurin misti ein (2) mans. Hann "hapsaði" jú annan av monnunum frá uttanflokka- listanum undan valinum. Tórfinn Smith, afturvaldur býráðslimur í Havn: Peikar á Lisheth sum horgarstjóra -Í eini samgongu millum sambandsflokkin, tjóðveldisflokkin og javnaðarflokkin. Sjálv- stýrisflokkurin er eisini vælkomin at vera við. Javnaðarflokkurin fór til val uppá ein nýggjan fíggjarpolitik, og hann fáa vit treyðugt við fólkaflokkinum, sum hevur staðið á odda fyri figgjarpolitikkinum øll hesi seinastu árini Býráðsvalið Í Havn er av, og nú skal skipast við borgarstjóra. Møguleikarnir fyri at skipa eina samgongu eru nógvir. Tað hevur tó verið gitt, at verandi samgonga millum fólkaflokk og samband fer at halda fram møguliga við sjálvstýri- sflokkinum aftrat. Javnaðarflokkurin, sum aftur hesaferð fekk tvey umboð í býráðið, hevur ikki hug til at skula sita í andstøðu í enn eitt skeið. Flokkurin vil tí lata allar møguleikar standa opnar, men men fyrstvaldi býr- áðslimurin hjá flokkinum Tórfinn Smith heldur, at tað hevði verið áhugavert samgonga nýggjum og ein endurnýggjan í bý- ráðspolitikkinum í Havn, um ein samgonga varð skipað millum samband- ið, tjóðveldið og javnað- arflokk og møguliga eisini við sjálvstýrisflokkinum. Og í hesum uppskoti ligg- ur so eisini, at Lisbeth Petersen úr sambands- flokkinum verður nýggjur borgarstjóri. Fólkaflokkurin uttanfyri Tórfinn Smith heldur tað ikki vera rætt, at fólka- flokkurin aftur sleppur at stýra kommununi, tá hugs- að verður um, hvussu illa flokkurin hevur megnað at stýrt eitt nú í fíggjarpoli- tikkinum og ikki minst á Þ - —— vinnugkinum. Hvat víð- víkur eini samgongu mill- um verandi samgongu- flokkar og sjálvstýris- flokkin, so heldur Tór- finn Smith, at hetta er ein sera óheppin samanseting. -Hana hava vit jú roynt, og tað vit fóru til val uppá var at reka ein nýggjan fíggjarpolitikk, og tað verður ringt at reka ein nýggjan fíggjarpolitik við eini samgongu sum hesari. -Eg haldi vit mugu lýta frameftir og lata tær posi- tivu kreftirnar í nýggja býráðnum sleppa at stinga út eina nýggja kós. Hann sigur annars, at fyri javnadarflokkin standa allir samgongu- møguleikar opnir, men heldur hann tað vera rætt at royna eina heilt nýggja samgongu, sum hevur eitt breiðari grundarlag enn verandi samgonga. -Eg vil í hvussu er gera alt til, at javnaðarflokkurin fær eina avgjørda ávirkan á býráðsarbeiðið. Takkar fyri stuðulin Tórfinn Smith sigur ann- ars um valúrslitið, at tað er at fegnast um, at javnaðarflokkurin fekk tvey umboð. Hóast afturgongd í atkvødum, so má sigast, at veljararnir hava staðið saman. -Ein kundi borið ótta fyri, at tey 6populeru ting- ini, sum javnaðarflokkurin er noyddur at taka sum landsstýrisflokkur, fóru at vísa seg á býráðsvalinum. Tað eydnaðist okkum tó at varðveita umboðini og tað eri eg sera fegin um. Tórfinn Smith vísir ann- ars á, at tað sjálvandi hev- ur havt ávirkan á úrslitið, at tey bæði umboðini, sum flokkurin fekk við síðsta val, ikki vóru uppstillað hesaferð. Hann sigur víðari, at tað var stórt spell, at Leivur Johannesen ikki stillaði upp hesaferð. -Men hann hevur sum býráðslimur í 20 ár so sanniliga gjørt sína borgaraskyldu og eg skilji væl, at hann nú vildi hava eina pausu. Hann hevur jú møguleika at koma við aftur um fýra ár. jan