hósdagur 10. desember 1992síða 3
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið { sostalurin ] Nr. 236 — 10. DESEMBER 1992 Síða 3
Try nýggj í
Hóast summir flokkar høvdu stóra framgong og aðrir afturgongd,
verða broytingarnar í Tórshavnar býráð ikki so stórar, sum nógv
væntaðu
Farið varvæl um midnáttina, tá Jens Marius Poulsen, formaður í valstýrinum, kundi lesa upp endaliga valúrslitið frá
valinum. Tað gjørdist so drúgvt, tí sjálvt um atkvødurnar i Kaldbak vóru taldar upp, var tað úrslitið ikki
almannakunngjørt og lagt aftrat atkvødunum í Havn, fyrr enn skúlaráðsvalið var uppgjørt
Upp undir kommunuvalið
søgdu fleiri fólk, at nú ráddi
um at fáa nýtt folk til. Út við
teimum gomlu og nýtt fólk
inn at stýra.
Men tá samanum kom,
vildu veljararnir tað so í
fægstu kommunum.
Heldur ikki í Havn, har
bara tríggir býráðslimir
ganga út, og av teimum still-
aðu tveir ikki uppaftur. Bara
ein í sitandi býráð fekk ov
fáar atkvødur til at verða aft-
urvaldur. Av teimum trim-
um nývaldu eru Schumann
Hjaltalin á sambandslista-
num og Elin Lindenskov
einastu nýggju andlitini, tí
Ronald Poulsen á sjálvstýr-
islistanum er gamal býráðs-
limur, men fall við seinasta
val.
Størsta broytingin við
Tórshavnar byråd verður, at
Poul Michelsen leggur frå
sær á nýggjárinum. Hann
hevur verið býráðsformað-
ur í Havn í 12 ár, og hann
myndaði í flestu fórum bý-
ráðið úteftir einsamallur.
Men nú helt hann stundina
vera komna til at leggja frá
sær.
Krónprinsurin Jan
Fólkaflokkurin hevði stóra
afturgongd. Samlaða at-
kvødutalid hjá flokkinum
var 1940. Við seinasta val
fekk flokkurin fimm fólk í
býráðið, men í valskeið-
inum skifti Ingi Mohr flokk
og fór upp í fólkaflokkin.
Nú fekk fólkaflokkurin fýra
fólk inn, og misti tí í grund-
ini tveir sessir.
Jan Christiansen, sum
fólk leingi hava vitað, var
krónprinsurin hjá Poul
Michelsen, fekk nógv tær
flestu atkvødurnar á listan-
Starvsfólk í býráðnum taldu upp undir leiðslu av valnevndini
um, 547. Ingi Mohr fekk
464. Katrin Dahl, sum kom
inn í býráðið fyri fýra árum
síðan, fekk 179, og Páll Pet-
ersen, sum eisini varð aftur-
valdur, fekk 174 atkvødur.
Arnstein Niclasen, sum
hevur vrið býráðslimur fyri
fólkaflokkin í fleiri ár, fekk
132 atkvødur, og tað var ov
lítið til at verða valdur.
Sambandsflokkurin stóð
seg sera væl. Hann hevði
frammanundan tvey fólk í
býráðnum og fekk nú ein
mann inn aftrar.
Nógv tær flestu atkvød-
urnar av gllum fekk Lisbeth
L. Petersen, sum við 790
persónligum atkvødum fer
undir sina triðju setu i bý-
ráðnum. Heðin Mortensen
var eisini afturvaldur og
fekk 245 atkvødur. Nýggi
sambandsmaðurin í býráð-
num, Schumann Hjaltalin
fekk 93 atkvødur.
Sambandsflokkurin fekk
tilsamans 1542 atkvødur.
Ein kvinna aftrat
Javnaðarflokkurin í býráð-
num hevði afturgongd, men
hann megnaði kortini at
varðveita tveir sessir við
sínum 781 atkvødum. Tór-
finn Smith varð afturvaldur
og fekk 190 atkvødur. Fyri
fyrstu ferð í nógv år fekk
flokkurin eina kvinnu valda
í býráðið. Hon eitur Elin
Lindenskov og fekk 167
formannin
Bygdarráðsformaðurin í
Kvívík, Kristian Magnus-
sen, varð ikki afturvaldur
Av teimum fimm, sum
sita í bygdarráðnum í
Kvivik, stilladu triggir
uppaftur. | Formaðurin
og tveir aðrir.
Jens Mikkelsen og
Joen Hendrik Isaksen
vórðu báðir afturvaldur
við ávikavist 33 og 23
atkvødum.
Men formadurin
Kristian Magnussen
fekk bara 16 atkvødur,
og noyðist ti at víkja úr
sessinum.
ANýggir bygdarráðs-
limir verða Guðny Ja-
cobsen við 36 atkvød-
um, Petur Miller, sum
áður hevur verið bygd-
arráðsformaður, fekk
somuleiðis 36, og Græk-
aris Johansen fekk 28
atkvødur.
Valluttøkan var
72,4%.
randi
Jan Christiansen fekk ikki færri enn 547 persónligar
atkvødur. Um sama samgonga verður, kann hugsast, at
hann verður nýggjur býráðsformaður. Undanmaðurin
hevur í hvussu er einki ímóti tí
atkvødur.
Ni Elin kemur i byrådid,
verða tær fýra kvinnur.
Ronald afturkomin
Sjálvstýrisflokkurin hevur
einki umboð havt í bý-
ráðnum seinastu fýra árini,
men nú var Ronald Poulsen
sum áður umboðaði flokkin
í byrådnum valdur aftur við
225 persónligum atkvød-
um. Nevnast kann, at næst á
listanum er Ása Poulsen,
sum fekk 96 atkvødur.
Sjálvstýrisflokkurin fekk
tilsamans 707 atkvødur.
Tjóðveldisflokkurin, sum
fekk 1113 atkvødur og
hevdi framgongd, fekk bædi
síni fólk i býráðnum aft-
urvald. Kristianna Rein
Myndir: Kalmar
fekk 172 atkvødur, og Leiv-
ur Hansen 161.
Nógv er ikki eftir av
uttanflokkalistanum hjá
Peturi í Gong. Tað var ein
smeitur fyri hann, at Ingi
Mohr leyp yvir í fólka-
flokkin. Einaferð í tíðini var
flokkurin væl umboðaður í
býr danum. Nú er Petur
einsamallur eftir. Hann hev-
ur verið býráðslimur í meira
enn ein mansaldur og varð
nú afturvaldur við 164 at-
kvødum. Listi hansara fekk
tilsamans 463 atkvødur
Valluttøkan í Tórshavnar
kommunu var ikki meira
enn 63,1%.
randi