Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-11, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. desember 1992síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ESHL Airways offur Viðmerking til ósakligu framferð Svend Áge Ellefsens í samband við trup Í sambandi við eykaaðal- fundin hjá P/f Atlantsflog tann 9. desember, fari eg vegna frákoyrda nevndar- formannin í felagnum, Óla Svenn Nolsøe, sum er í grindum í Danmark i løtuni, og meg sjálvan at takka fyri tað álit, sum landsstýrið og nevndin í P/f Flogleiðum valdu okkum í nevndina í Atlantsflog. Vit vita, at nakrir limir í landsstýrinum enn hava álit á okkum, men neyvan meirilutin, tá tað nú varð hildið neyðugt at offra nevndina í náðileysa og 6- sakliga spælinum hjá lands- stýrismanninum í samskift- ismálum. Fólk á gøtuni siga vid okkum, at tey halda tað vera seraåhugavert, at júst hasin maðurin skuldi vága sær at kenna aðrar sekar í ivasom- um handlingum. Hetta minnir okkum um hin mannin í Bíbliuni, sum fór til harrasín atbiðja um at fáa skuldina eftirgivna, ti hann sá seg ikki føran at gjalda. Tá harri hansara var so náðigur at eftirgeva hon- um alt, fór hann alt fyri eitt til ein annan stakkals mann, sum skyldaði honum smá- ting. Hesin harrin vildi á ongan hátt geva nakað eftir, men setti hann í fangahús, seldi konu og børn og alt fæ hansara og slepti honum ikki leysum, fyrr enn hann hevði goldið alt. Jú, tað kann væl vera, at TRÍGGIR HOVUÐSVINNI Snotulig klassisk keramiklampa henda fråsøgn minnir um ta viðferð, sum tað hevur eydnast landsstýrismannin- um at geva okkum. Tó tykir mær hananakað væl verri, tí sannleikin er tann, at nevndin, sum nú er frá- NGAR: deilur og = troyggja rá handlinum koyrd á eykaaðalfundinum, hevur verið sera góð. Hon sá beinanvegin álvarsemið í tí, at felagið fór ikki at kunna svara hvørjum sítt, tå lánini skuldi gjaldast aftur í september 1994. Regluliga varð landsstýr- ismadurin kunnaður um støðuna. Fyri at bøta um raksturin, tók nevndin einmælt tung- ar, men neyðugar avgerðir fyri at fáa útreiðslurnar nið- ur og inntøkurnar upp. M.a. yvirtók felagið handlingina á flogvgllinum. Vit høvdu samband við Mærsk fyri at royna okkurt samstarv har, og hevði landsstýrið tá hild- ið fingrarnar burtur og latið uppgåvuna ul nevnd og leidslu einsamalla, so var møguliga okkurt komið burturúr. Vit hava eisini havt samráðingar við SAS um samstarv fyri at fáa meira at gera hjá maskinu okkara. Møguleikarnir har vóru ikki avskrivaðir. . Tvørturim6ti var SAS av- gjørt áhugað í framtíðar samstarvi. Vit søktu um loyvi at flúgva upp á nýggju flog- havina í Mið-London, og latið er upp fyri veruligum samstarvi við íslendingar, nú vit fáa loyvi at flúgva rutuflúgving tann vegin. Vælvirkandi umsiting í AA Nevndin hevur havt sera góðar umstødur at virka undir, við tað at umsitingin í ulleikarnar hjá Atlantsflog felagnum, hvgnn mánað let- ur nevndarlimunum detaili- eraðan roknskap, sum eisini er tøkur hjá landsstyri og lángevarum. Hetta er annað lagið, enn tå td. eg var vanur við sum nevndarfor- maður í P/f Giljanes og sum nevndarlimur í P/f Snar- frost, tå Svend Åge Ellefsen var stjóri í teimum báðum feløgunum. Tiknir út i lands- stýrið at bukast Tað var tí nógv fyri at upp- liva, at vit í nevndini — alt trøllvaksnir menn — skuldu uppliva at verða boðsendir út í landsstýrið av einum slíkum gorlakki, har hann læt óroyndar embætismenn »forklåra« okkum og minna okkum á »at vit áttu at kenna okkum ábyrgd sum nevnd- arlimir í AA<, sum um vit vóru nakrir 6argaligir skúla- dreingir. Vóru í góðari trúgv Tað stutta av tí langa er, at vit, sum í góðari trúgv lótu okkum velja av Føroya Landsstýri og P/f Flogleið- um ti at reka P/f Atlantsflog, núeru skyrdir í mildasta føri dugnaloysingar, í ødrum lagi hevur landsstýrið góð- kent pástandin hjá ávísum persónum, at nevndin hevur viljað dult sannleikan fyri myndugleikunum. Lands- stýrismaðurin vildi íkki reinsa nevndina á eykaaðal- fundinum. Hann segði seg enntá, meðan eini fimtan vaksin fólk vóru hjá, ikki kenna til, at nakað slíkt hevði verið frammi. Hann hevði gloymt, at hann las orðini frá landskassagrann- skoðaranum upp fyri nevndini á »fleingingar- fundinum< í Tinganesi og heldur ikki mintist hann, at hann hevði borið skrivið niðan í løgtingid saman við lógaruppskotinum um nýggjan partapening í P/f Atlantsflog. . Vistu vit tå, at hetta fór at verða endin, so høvdu vit ongantíð játtað at fara í nevndina. Vit høvdu so eis- ini sloppið undan at noyðst at kvetta vinabond fyri at tæna felagnum. Eg fari at takka frákoyrdu nevnd og Hera Mortensen og gllum starvsfólkunum í P/f Atlantic Airways fyri gott samstarv og fyrimynd- arligt avrik hesa tíðina, vit fingu loyvi at virka saman. Heri Mortensen er ein fram- úr góður og nærlagdur stjóri, og hann skal hava eina serstaka tøkk fyri av- bera gott og læruríkt sam- HOVUÐSVINNINGUR: Harris Quadro 24 - tað nýggjasta nýggja dartid við møguleika fyri at fáa 4 ferðir rákta talið — um ein vil, frá starv. Ferð nýggjan nevndin at taka uppgávuna í sama álv- ara, Sum vit, ið nú eru frá- koyrdir, so veit eg, at hon saman við Hera Mortensen og hansara medarbeiðarum hevur góðar møguleikar at varðveita felagið sunt og sterkt. — Men hetta er tó treytað av, at landsstýrið í framtíðini letur nevnd og leiðslu hava frið at virka eftir partafelagslógini. Eg ynski nýggju nevndini hjartaliga tillukku og vóni, at Atlantsflog fer at hava góðan byr. Var nakar álvari í Svend Áge Ellefsen landsstýris- manni, so legði hann lands- stýrisstarvið frá sær nú og ásannaði, at hann dugdi ikki vanligan fólkaskikk, sum eigur at fylgja við vanligari vesturlendskari moralupp- fatan. Hans Jørgensen