týsdagur 29. desember 1992síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Peningastovnar og ábyrgd
SAMFELAGSKREPPAN bara tykist
versna. Nærum hvgnn dag hoyra vit um
fólk, sum missa sítt arbeiði. Daprastu
spádómarnir vilja vera við, at vit í 1993
fara at hava meira enn 5000 arbeiðsleys
í landinum og er hetta meira enn tvífalt
talið á arbeiðsleysum í løtuni. Hvussu
bjartskygd vit enn vilja og royna at
vera, so eru boðini okkara fremstu
vinnlívsmenn hava upp á 1993 sera
døpur. Var 92 eitt ringt år, so verður 93
uppaftur verri siga teir.
MEN eru so eingir glottar í heila tikið
kunnu vit spyrja! Her hava vit so hoyrt
menn nevna innflutta fiskin og meir-
góðsking av fiskinum í Føroyum. Hetta
er tó endurtikid so oftani, at tað munnu
vera mong, sum hava ilt við at trúgva tí,
nú vit síggja, at tað á mongum økjum í
samfelagnum bara gongur niður á
bakka.
GIVIÐ er tað tó, at innflutningurin av
fiski og meirgóðsking eru tvey tey mest
týðandi lyklaorðini í llum kjakinum
um at fáa gongd á aftur - tey eru ljósið
vit síggja í endanum av tunnellini, um
ein kann siga tað so. Men givið er tað
eisini, at júst hetta er nakað, sum tekur
tíð at byggja upp og fáa vit ikki eitt úrlit
her og nú. Tað, sum er umráðandi í
hesum er, at landsstýrið og vinnan sam-
an reka ein politik, sum betrar grund-
arlagið fyri júst hesum báðum, nevni-
liga innflutningi av fiski og meir-
góðsking.
MEN ein avgerandi fyritreyt er tann, at
einstaklingar og virki, sum hava áræði,
dirvi og hugflog at arbeiða við hesum
og somuleiðis ødrum verkætlanum, sum
kunnu skapa arbeiði og økja um
útflutningin, at tey fáa fígging. Fæst
ikki fígging til at fara í gongd við
nakað, sum uppá longri sikt skal geva
eitt íkast av sær til samfelagið, so kann
alt gera tað sama. Tá er eingin bjarging
fyri framman. Tað er tí greitt, at tað
áliggur stór ábyrgd á teimum, sum
Skulu stýra okkara peningaheimi í 1993.
Blaðfólk: Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
— Hilmar Jan Hansen -
Útgevar: P/T Søslalurin
Ugpseting: PÆ Soslalurin
Tað ber íkki til at vera so
snævurskygdur at skera allar umbønir
og umsóknir um fígging yvir ein kamb
og siga, at peningur er ikki tøkur til
hvorki hetta ella hatta - og ístaðin brúka
alla orku og tað, sum eftir er av
pengum, burturav til at tryggja seg og
síni. Við øðrum orðum, brúka alla
orkuna til at varðveita sínar egnu ognir
og virði. Her mugu peningastovnarnir
kenna ábyrgd og hugsa samfelagsliga.
Gera teir ikki tað, so verður tað í síðsta
enda eisini at raka teir.
LAT okkum tí endurtaka tað her. Skila-
góð hugskot og verkætlanir, sum kunnu
hava við sær, at fleiri fólk koma í ar-
beiði (og eisini varðveita sítt arbeiði) og
sum økja um okkara útflutningsvirði,
mugu fáa tær best hugsandi sømdir frá
peningastovnunum. Væl vitandi, at hes-
ir eisini eru noyddir til at venda hvgrjari
krónu, so er tó eisini greitt, at nakað av
peningi má og skal brúkast til eitt nú
nyiløguri umlegging t.d. á nøkrum av
verandi flakavirkjum, soleiðis at hesi
kunnu gerast so effektiv og rationell, at
Prent: P/E Pressan 1981 | Tølston: 11829
tey koma at fáa stóran samfelagsligan
týdning í framtíðini.
FYRST í komandi ári taka nýggir
danskir stjórar við í tveimum av størstu
bankunum her á landi. Vit kenna ikki
hesar menn, men vit kunnu bert vóna, at
teir duga at skyna millum skilagóðar
iløgur og so tær, sum longu hava spælt
fallit ella sum onga framtíð hava. At
teir ikki fara at reka ein ábyrgdarleysan
og kyniskan peningapolitikk, sum bara
hevur til uppgáva at verja um seg og
sítt, men at teir eisini hugsa samfelags-
liga og - sum sagt - duga at virðismeta
tær ætlanir og tey av verandi virkjum,
sum verulig framtíð er í. Tað hevur í
seinastu verið sagt, at tað í 1993 í stóran
mun verða peningastovnarnir, sum
koma at reka politikkin tvs., sum koma
at leggja kósina fyri, hvussu framtíðar
vinnan í landinum skal síggja út. Er tað
SO, SO er eisini greitt, at tað harvið hvílir
enn stórri ábyrgd á teimum enn higartil.
Vónandi duga teir at síggja hetta.
Frá Konsertfelagnum:
Føroyingur heim
úr Brasilia at stæla Vestmannasund
Skráin hjá Konsertfelag-
num fyri fyrru hálvu av
1993 er løgd og byrja vit so
skjótt, sum hugsast kann í tí
nýggja árinum.
Fyrsta konsertin verður
longu sunnudagin 3. januar
í Norðurlandahúsinum.
Vit hava leitað so langt
sum til ber at finna ein før-
oyskan tónleikara og end-
aðu hinu megin knøttin, har
fuglfirðingurin, violinleik-
arin Atli Ellendersen er bú-
settur.
Atli Ellendersen fer at
spæla saman við brasili-
ansku konu síni Bettinu
Jucksch (violin) og danan-
um Sune Vejlby Brogaard
(klaver). Atli og Bettina
hava verið búsett í Brasilia í
nøkur år, har tey virka sum
tónleikarar og musiklær-ar-
ar. Atli og Bettina lærdu
bæði í Bern í Sveits hjá Max
Rostal og vóru liðug har í
1987. Í eitt tvey ára skeið
virkaðu tey sum tónleikarar
í donskum orkestrum, inntil
tey fluttu til Brasilia í 1989.
Har spæla tey við kamaror-
kestrinum »Blumeau«. Or-
kestrið er uppkallað eftir
samnevndum býi í suður
Brasilia, har Atli og F sttina
eisini eru búsett n.rhendis
býnum Curitiba. Í Curitiba
búgva uml. hálvonnur
millión og er býurin uml.
1000 km sunnan fyri Rio de
Janero.
>Blumeau< orkestrið
verður roknað sum eitt tað
besta í Brasilia og ferðast
víða um í landinum í kon-
sertørindum. Tvær ferðir
hevur orkestrið vitjað í
Europa, í Týsklandi, Eyst-
urríki, Sveits og í Tjekko-
slovakínum.
Umframt konsertvirk-
semi undirvísa Atli og
Bettina í violinleiki. Tey
eru nú í ferð við eitt nýtt
pedagogiskt framtak, har
sokallaða >Litstreingja
metodan« skal nýtast. Hetta
er ein nýggj metoda eftir
ungaran Geza Szilvay, har
børn frå 4-5 ára aldri læra
fyrstu tónarnar við ymiskt
litaðum streingjum.
Um Suna er at siga, at
hann hevur bæði diplom og
musikpedagogiskt prógv
frá danska musikkonserva-
toriinum við klaveri sum
høvudslj6dføri. Hann virk-
ar nú eina mest sum klaver-
lærari. Sune Vejlby Bro-
gaard hevur fleiri ferðir áð-
ur spælt í Føroyum, bæði
saman við Atla og Bettinu
og eisini sjálvur.
Hendan vitjanin hevur
staðið á skránni í eini tvey
ár, í sambandi við at sym-
foniorkestrið hevur verið á
konsertferðum í Europa. Av
ymsum orsøkum fullu tær
vitjanimar burtur, men nú
verður so aftur møguleiki at
hoyra Atla og Bettinu spæla
saman. Seinast vit hoyrdu
tey spæla í Føroyum var á
páskum í 1989.
Skráin hjá Atla, Bettinu
og Suna er sera fjølbroytt,
bæði við trio, duo og solo-
leiki. Verkini fevna um eitt
tvey ára skeið við Leclair frá
umbótatíðini, Brahms og
Reger frá romantisku tíðini
og Skrjabin og Martinu frá
seinromantisku og nýklass-
isku tíðini.
Fyrsta konsertin verður í
Norðurlandahúsinum
sunnudagin 3. januar kl.
16.00, næsta í Waagsteins-
stovu í Klaksvík týsdagin
kl. 18.30 og konsertrødin
endar i skúlanum i Fugla-
firði hósdagin kl. 19.30.
Tað er Konsertfelagið og
Niels Midjord saman við
Norðurlandahúsinum, sum
skipa fyri konsertferðini.
Stuðul er harafturat fingin
frå Mentanargrunni Føroya
Løgtings, Føroya Spari-
kassa og Fuglafjarðar
kommunu.
MFS skipar fyri framløgu:
Brúgv um
Leingi hevur verið tosað um fast sam-
band um Vestmannasund, men seinastu
árint hevur bert verið tosað um undir-
sjóvartunnil. Tá uppskotið um brúgu í
sinart tíð varð forkastad, var forkastað,
var tað av tí at sundið var hildið at vera
ov djúpt. Nú er spurningurin, um Vest-
mannasund veruliga er ov djúpt til eina
brúgv. Í kvøld halda Oyvindur Brimnes
og Heini Eysturoy fyrilestur um hetta.
MFS, Meginfelag Før-
oyskra Studenta, fer í vár at
skipa fyri eini rød av fram-
løgum, har lesandi fara at
leggja fram tað, sum tey
hava fingist vid í høvuds-
uppgávu síni. Alt eftir um-
støðunum verður talan um
fyrilestrar, framsýningar
ella framførslur.
Hugsanin er at knyta før-
oysk lesandi og føroyska
samfelagið tættari av hvørj-
um ødrum. Nógv føroysk
lesandi skriva um aktuel
føroysk vidurskifti i høv-
uðs- og ødrum uppgåvum,
men lítið kemur út til før-
oyska almenningin. Vón-
andi kunnu framløgurnar
bóta um hetta.
Fyrsta framløgan er ein
fyrilestur, og niðanfyri er
greitt frá honum. Fyrilest-
urin verður í kvøld 29. des.
kl. 19.00 í hølum Fróðskap-
arsetursins í Nóatúni (aftan
fyri Sjómansskúlan). Øll
eru vælkomin, kaffi verður
bjóðað og kjak verður aft-
aná.
Uppgávan ber heitið
>Brúgv um Vestmanna-
sund«. Uppgávan er gjørd í
sambandi við endaliga
prévtøku á >Danmarks
Tekniske Højskole«, av
Heina Eysturoy og Oyvindi
Brimnes, N. J. Gimsing,
professari, og adjunkt H
Stang hava verid vegleid-
arar. I ti sambandi kann
nevnast, at N. J. Gimsing
hevur verid rådgevi fyri
brúgvabyggingar í fleiri
londum, og er nú ráðgevi
hjá felagnum, sum byggir
brúnna um Stórabelt.
Endamálið við uppgáv-
uni hevur verið at kanna,
um ein brúgv um Vest-
mannasund er ein skynsom
loysn, tá talan er um fast
samband millum Vágoy og
Streymoy.
Uppgávan er bygd upp
soleiðis, at fleiri brúgvaslóg
eru samanborin, ein stál
Framhald á síðu 4