Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-29, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1992síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ søsialurin ] Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992 Síða 3 Dramatikkur á Sandi á SOM Skipini hjå Vaktar og Bjargingartænastuni hava onki havt at gera um jólini og tað sama hevur verið hjá Færger- nes Kommando. Skipini liggja altíð tilbúgvin um jólini, manningarnar eru umborð. Av vaktartæn- astuni verður sagt, at onki føroyskt skip fisk- aði undir Føroyum um jólini. jústinus Tyrlan nógv á flogi Tyrlan hjá donsku sjó- verjuni hevur verið at hoyrt av og á seinastu dagarnar. Men hon hev- ur ikki flogið neyðsynj- arørindi. Vakthavandi á Færgernes Kommando sigur, at hon hevur flogið "intern flyv- ning". Hon hevur flutt stavrsfólk sum skuldi heim á flogvøllin og so hevur hon eisini verið á venjingarferð. jústinus Bardagi Í dansi Men gjørdust heitir annað jólakvgld, eisini í Eysturoynni. Politiið varð tilkallað í dansin í bygdarhúsinum, tí menn vóru farnir at berjast. Politiið kláraði at skilja sundur og so hendi ikki meir. Sama lagið var í Ólavstovu í Saltangará, har var eisini neyðugt hjá politinum at leggja uppí, men ongin gisti í geglinum á politistødini í Runavík um jólini. jústinus Innbrot í Fuglafirði Annan jóladag gjørdist ein kioskeigari við Gjógvará í Fuglafirði varugur við, at brotið var inn í kioskina. Politiið hevur verið á staðnum, men enn er ongin tikin í samband við innbrotið. jústinus --Neyðugt var at leggja tann 31 ára gamla mannin sum stakk í hondjórn og flyta hann av oynni, sigur Kári Thorsteinsson, virk- andi sýslumaður í Sandoynni Annað jólakvgld kundi enda sum eitt feigdarkvøld fyri sandoyingar, eitt kvold sum lættliga kundi endað við manndrápi. Annað jólakveld var, sum gamal siður er, dans-- ur Heima á Sandi og hesin 31 ára gamli maðurin, sum er dani, men fyri stuttum er fluttur til Sands at búgva, var eisini í dansi. --Hann var eitt sindur 6- ríggjaligur inni í dans- inum, hevði hug at berjast og durdavørarnir avgjørdu at koyra hann ut. Hetta gekkst væl. Tann eini durðavaktarin fer útum við honum og teir práta saman til hann er sissaður, sigur Kári Thorsteinsson, sýslumaður í Sandoy. Kári avloysir Jógvan Ósá, sum er í sjúkrafarloyvi í løtuni. Tað gongur ein løta, durðavaktarin er farin innaftur, nú knappliga er tann 31 ára gamli aftur í hurðini. Hann vil sleppa inn, men hann fær greitt at vita, at hann sleppur ikki aftur í dansin. So merkir tann eini durðavaktarin, ein 43 ára gamal maður, nevan í búk- in. Hann heldur í fyrstuni, at hann er sligin, men so merkir hann, at hann blød- ir og teir síggja, at tann 31 ára gamli hevur knív í hondini. Knívurin er farin so djúpt at maðurin hevur merkt nevan. Teir fáa í armin á tí 31 ára gamla, fáa knívin av honum og taka mannin. Boð verða beinanvegin send eftir politinum. Til Havnar --Vit vóru høvdu júst verið í Skopun og vóru á veg heim á Sand tá vit fingu bodini. Vit løgdu mannin beinanvegin í hondjørn. Tann særdi durðavaktarin varð fluttur Ungmannafelagshúsið á Sandi var karmurin um óhugnaligu hendingina annað jólakveld á læknamidstødina til kanningar. --Læknin kannaði mann- in og tók síðan avgerð um at fáa hann á sjúkrahús. Tróndur lá í Skopun og so skjótt maðurin var komin umborð fór hann avstað yvir á Gomlurætt. —Vit avgjørdu síðan at madurin sum stungid hevdi eisini skuldi til Havnar beinanvegin og hann fór í sama farti sum tann stungni. Endaði á B 8 Maðurin varð fluttur á Landsjúkrahúsið og tveir og ein hálvan tíman aftaná at hann varð stungin lá hann til kanningar á B 8. Maðurin er stungin við einum vanligum felliknívi av merkinum Solingen. Knívurin hevði eitt blað sum er 7,2 sentimetrar langt og knívurin fór undir hólkin. Tað vil siga, at alt blaðið er endað inni í búk- inum á manninum. Maðurin hevur tað betri nú, hann er fluttur á B 5 og hevur verið heppin hó- ast alt. CE Tann 31 ára gamli varð Rætti fongslaður i fýra undir einum grundlógar- vikur, hann er skuldsettur forhoyri klokkan 19:00 fyri manndrápsroynd. triðja jóladag i Føroya jústinus Íslandskvotan Minkaði við 500 tonsum Landsstýrið fekk beint undan jólum bræv frá íslend- sku stjórnini um, at nú var avgjørt hvussu stór føroy- ska kvotan skuldi vera í íslendskum sjógvi komandi ár. Vit fáa 6000 tons, hetta er 500 tons minni enn í ár. Men íslendingar minka ikki bert hjá føroyingum, teir hava skert sína egnu kvotu niður í eina helvt av toski. Íslendsku fiskastovnarnir eru eins illa fyri sum teir føroysku. Útvarpið hevði tosað við føroyskar línumenn, teir eru sum heild nøgdir við nýggju kvotuna. Í ár sleppa bert 12 línubátar at verða í íslendskum sjógvi í senn. Býtið millum føroysku skipini er ikki gjørt enn, men snellu og kalvabátarnir fingu í ár 2500 tons av kvotuni. jústinus Fullir bil- førarar Nakrir eysturoyingar settu seg i bilin og royndu seg sum sprutt- bilistar um jólini. Ein varð tikin«i Sydrugøtu. hetta hendi i samband við eitt minni ferðslu- óhapp. Eisini var ein tíkin í Sundalagnum. jústinus Herverk Nakað av herverki varð framt í Eysturoynni um jólini. Onkur hevði gjørt seg inná ein lastbil á Norðskála. Eisini varð brotið inn í eini se- thús, onki er stolið, so politiið bókar møguliga hetta innbrotið undir herverk. jústinus Koyrdi útav Beint aftaná at politiið hevði avgreitt mannin sum stakk í Ungmanna- felagshúsinum á sandi vóru aftur boð. Tað var ein drukkin bilførari, sum hevði koyrt bilin útav við bakaríið á Sandi. Hann var farin úr bilinum og ringdi sjálvur til politiið. Tá var hann staddur við hús. jústinus Beinir avstað Beinir I á siglingarklárur á Havnini í gjár. Teir fara eystur í Barentshavið at royna. Beinir hevur júst lagt veiðuna upp frá seinasta túri í Barentshavinum, 600 tons. Aftaná komandi túr her Beinir eftir æt- lanini í Irmingarhavi á kongafiskaveiðu. jústinus