týsdagur 29. desember 1992síða 4
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992
1 ára gomul!
lá innideyð —
tordi ikki at
ringja til 000
— Systir mín varð funnin innideyð, eftir at hon
heuði fingið eitt av sínum mongu insulin-sjokk-
um, greiðir ein 48 ára gomul kvinna frá. — Hon
tordi eftirhondini ikki at ringja til 000, tí hornið
bleiv smekkað á við orðunum: Tú ert bara full
At trupulleikin við alarm-
sentralinum á tlf. 000 als
ikki er so einfaldur, sum tað
kanska eru fleiri, ið halda,
er hendan søgan eitt klassa-
dómi um
í september 1991 doyði
em 51 ára gomul kona í
Havn, eftir at hon tá hevði
verið ring av sukursjúku í
samfull fýra ár.
Hon varð funnin innideyð
av síni nærmastu familju, ið
kom fram á hana heima hjá
henni sjálvari.
Ferð efur ferð hevði hon
fingið fleiri av hesum so-
kallaðu insulin-sjokkunum,
og ofta fór hetta so illa við
henni, at hon misti viti.
Lukkaðist viðhvert
- Soleiðis var tað tó ikki
altíð, greiðir 48 ára gamla
sysur hennara frá. Hon
ynskir ikki at fáa navn sítt
fram í bløðunum, men
Tíðindablaðið Sosialurin
veit, hvor hon er.
- Ofta lukkaðist systir
mínari at sleppa fram at
telefonini, áðrenn hon púra
misti vitið, og tá kundi tað
vidhvørt eydnast henni at
ringja til alarmsentralin á
tf. 000 fyri at biðja um
hjálp.
Men ikki altíð er hjálpin
nærmast, tá mest er brúk
fyri henni. Tað kundi sjúka
kvinnan sanna meira enn ta
einu ferðina.
— Einaferð var tað ein
dani, ið tók telefonina á
000, tá systir mín ringdi, og
tá hon royndi at siga frá,
hvat henni bagdi, og at hon
var í ferð við at missa viti av
insulin-sjokkinum, svaraði
hann henni bara Ohøviskt
aftur: >Du er bare fuld. Dig
gider jeg ikke tale med.< og
so smekkaði hann hornið á,
greiðir 48 ára gamla systirin
frá.
— Systir min var tó tíbetur
so mikið klár, at hon fang-
aði, at tað var ein dana, hon
hevði tosað við, men hend-
an hendingin tók mótið frá
henni, og hon tordi ikki aft-
ur at ringja ul alarmsentral-
in eftir hetta. Hon var bang-
in fyn at fåa sama svarid
einaferð aftrat, og ti læt hon
vera við at ringja hagar aft-
ur.
Funnin innideyð
Tann 51 ára gamla kvinn-
an, ið var ring av síni sukur-
sjúku, búði fyri seg sjálva,
og hon vildi fegin klára seg
sjálva, men at enda gekk tað
Ikki.
Taeinu ferðina varð tað
ov mikið fyri hana, og hon
varð funnin innideyð, eftir
at hon hevði havt eitt av
hesum insulin-sjokkunum
sigur systirin. — Um hon ta
ferðina hevði roynt at ringt
000, veiteg ikki, og tað fæst
helst ongantíð at vita, men í
hvussu er vistu vit um, at
hon ofta hevði latið verið
við at roynt 000, av tí at hon
var so illa roynd av at ringja
hagar.
Konan sigur, at tey tíbetur
ongantíð síðani eru komin
soleiðis fyri, at tey hava
havt brúk fyri at ringt til
alarmsentralin, men skuldi
okkurt hent, høvdu tey ikki
ringt hagar.
— Hendan hendingin við |
systrini hevur lært okkum
tað, at frægari er at royna |
okkurt annað, enn at ringja
000, so heldur høvdu vit
allarhelst ringt beinleiðis til
Landssjúkrahúsið, skuldi
tað verið átroðkandi at fing-
ið hjálp her og nú av einari
ella aðrari orsøk, sigur hon.
— So kunnu teir verja seg
so galið teir vilja á Politi-
stødini, men hagar tora vit
altso ikki at ringja, tí vit
hava ikki longur nakað sum
helst álit á, at har svarar, tá
brúk er fyri tí.
hj.
Fleiri eru
la roynd
Fyri tveimum vikum síð-
ani skrivaði Tíðinda-
blaðið Sosialurin um, at
fleiri vóru illa roynd av
at ringja til alarmsentral-
in á Ulf. 000.
At alarmsentralurin
ikki svarar, tå standast
kann um liv, er sera ålv-
arsamt, og ikki eru råd
til, at eitt einasta manna-
lív ferst av hesum áðum.
Fyri at nakað verður
gjørt við hetta, eru lesar-
ar vælkomnir at gera vart
við seg hjá okkum, hava
teir líknandi royndir av
at ringja til 000.
Tíðindablaðið SSF
100 ringja
hvønn dag
— Men av teimum umleið 100, ið
ringja til alarmsentralin á 000
hvørt samdógur, eru tað bert
eitt ella tvey, ið veruliga hava
átroðkandi ørindi, sigur Suni
Vinther, politikommiserur
Tað eru ikki so fá, ið hvort
einasta samdøgur um árið
ringja til alarmsentralin á
tif. 000 — sambært politi-
kommiserinum Suna Vini-
her ringja í medal eini 100
hvønn einasta dag.
—Og tá bert eitt ella tvey í
meðal fyri hvort samdøgur
hava veruliga átroðkandi
ørindi, fer nógv tíð á stødini
til óneyðugt arbeiði, sigur
politikommiserurin. — Tær
flestu uppringingarnar eru
bert fyri at gera fortreð. Tað
kann vera annaðhvgrt bein-
leiðis og við vilja, ella børn,
ið blíva við at spæla við
telefonina, og soleiðis fleiri
ferðir trýsta á O-kngttin.
Suni Vinther sigur við
Tíðindablaðið Sosialin, at
teir á stødini hvørja ferð
taka stig til tekniskar kann-
ingar, tá teir fáa at vita, at
okkurt skal hava verið gal-
ið, og at telefonin eitt nú
ikki er tíkin, tá fólk hava
ringt 000.
Størri kapasitetur
— At fólk skulu ringja upp
til tvær ferðir higar, uttan at
000 svarar, er ov leingi,
men tað kann onkuntíð
skyldast, at allar linjurnar
eru upptiknar í sambandi
við eitt nú eina vanlukku,
sigur Suni Vinther.
Somuleiðis upplýsir poli-
tikommiserurin, at á Politi-
stødini í Havn er 30% stórri
kapasitetur á 000, enn á ein-
ari tilsvarandi stød í Dan-
mark, ið er til 250.000 fólk.
Og kapasiteturin at ringja
inn á 000 er tvær ferðir so
stórur.
— Í hesum dóminum, tú
nevnir um sukursjúku kon-
una, so kann eg viðmerkja,
at tað hevði verið sera snilt
um sovorðin fólk beinanveg
søgdu frá, at tey vóru sukur-
sjúk, tí tá er mikið lættari
hjá tí, ið tekur telefonina, at
skilja, hvør trupulleikin er,
sigur Suni Vinther.
Stødugur trupulleiki
— Vit hava eitt nú eisini
dómi um, at fólk frá okkum
er komið fram á bil, ið
slingrar eftir vegnum, og
har roknað er við, at talan er
um spirituskoyring, men so
skjótt politisturin hevur lat-
ið hurðina upp, er hann
vorðin greiður yvir, at her er
talan um insulinsjokk. Ti er
helst eingin vandi fyri, at
okkara fólk ikki skilja trup-
ulleikan, um tað eru sukur-
sjúk, ið ringja inn.
Men sum sagt, so er tann
afturvendandi trupulleikin,
at so nógv verður spælt við
000, og at so nógv gera for-
treð á linjuni, og at tað ti
kann henda, at politiid held-
ur uppringingina vera enn
eina slíka.
Tí má áheitanin enn eina-
ferð berast víðari um, at tað
kann kosta lív, tá fólk gera
fortreð á 000. hj.
Framhald av síðu 2
bjálkabrúgv, ein >skrá-tags
brigv« og ein heingibrúgv,
og síðani er tann best nýti-
liga funnin. Valið av brúgv
er gjørt út frá prismetingum
og eini meting av, um
brúgvin er nýtilig til føroysk
viðurskifti. At enda eru
gjøllari útrokningar gjørdu
fyri ta best nytiligu brúnna.
Í samband við hesa upp-
gávu er ikki tíkin skaða til
landsins búskaparligu stóðu
ella á tørvin á føstum mill-
um Vágoy og Streymoy,
men skal brúgvin heldur
síggjast sum eitt alternativ
til undirsjóvartunnilin.
Tá ætlanin um fast sam-
band um Vestmannasund
var frammi i sjeytiårunum,
tosadu Landsverkfrøding-
urin og N. J. Gimsing um
møguleikan fyri eini brúgv,
men tá hevði N. J. Gimsing
fingið ta fatan, at sundið var
so djúpt, at ein møgulig
brúgv skuldi spenna um alt
sundið, og at tað neyvan fór
at vera ein skilagóð loysn.
Tað vísir seg tó ikki at vera
so djúpt í sundinum, og at
tað ber til at byggja eina
brúgv á súlum um sundið.
Tá tað skal metast um ein
brúgv er ein skilagóð loysn,
hevur — byggikostnadurin
helst størsta åhugan. Tó
kann nevnast annad, sum
kann hava tydning. Til døm-
is, at uml. 40% av byggi-
kostnadinum er lønir, og at
tad ikki eru beinleidis rakst-
rarútreiðslur av eini brúgv.
VARÐ
Bind 59
1992
Varðin
59. bindið av Varðanum er
útkomið.
Varðin er 304 síður og
fjølltáttaður í innihaldi við
sidsøguligum tilfari, um-
mæli, stuttsøgum og yrk-
ingum. Hetta er upprunatil-
far, tydingar 0.3.
Ritstjóri er Poul Andreasen
og Einars Offsett hevur
prentað.
Permumyndin er foto-
mynd av gjógvarábátinum.
Lø
Føroya Koyriskúli
v/ Jåkup Andrias Mohr
Suduroyarvegur 11
FR-100 Tórshavn
Tif. 13300-86303
Nýtt skeið byrjar 6/1-93
kl. 19, avmarkaé næm-
ingatal.
Hava tygum fyrispurningar
um koyrifrålæru, nær byrjast
skal, onnur skeið, tíðarætlan
0.s.v. fáa tygum neyvar upp-
lysingar
Jåkup Andrias Mohr
i