týsdagur 29. desember 1992síða 11
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið (Sk
Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992 Síða 11
| Atombumban og
| partrolararnir!
Teir gomlu nýttu tríbekkin til smáseiðin.
Hetta eru nakrar viðmerk-
ingar til teir báðar skipar-
arnar á Vestmenningi og
Grønanesi, har teirra
ynski vóru at opna frið-
aðu gkini og at fáa smærri
meskar. At ein slík hugs-
an verður sett fram er
rímuligt, tá vit hugsa um
hvussu nógv pláss par-
trolarunum tørvar við
verandi fiskiskapi. Tit
toga 3sm pr. tima og
trolid er í botni 20 tímar
um døgnid, so er hetta
60sm.
Við øllum teim partrol-
arum, vit í løtuni hava, so
skilja øll, at her er trong
støda. Ødrvisi var tey
fyrstu årini, ti tå var
nógvur fiskur, so bátar
lógu í sama stað túr aftan
á túr og um tað eydnaðist
ikki at sprongja, so var
dekkið fult og hesir 6
menninir høvdu úr at
gera. Nei, nú er broytt,
eigur helst illa at bera til
at skjóta afturumaftur, at
slík ynskir eru frammi um
at sleppa ótarnaðum at
grópa allan grunnin, er
væl skiljandi, men at
ganga hesum ynskjum á
meti er væl eingin loysn
og vildi roynst, sum tá ið
kellingin gjørdi sokkarnar
vátar.
Menn, sum hava ára-
langar royndir við snellu
undir Føroyum, hava
gjørt støduna upp, og eru
komnir til hesa óreingi-
ligu nidurstødu: at ovur-
fisking er atvoldin, at so
lítið er at fáa, har sum
partrolarar lógu og fyltu
seg at byrja við, var júst á
teim leiðum, sum ein til-
tíkin veiðumaður tók til:
hann hevði 8 húkar og fek
9 upsar, nú er hann
grammur, hann tekur í
blýggið, loddið rann niður
kjaftin og út aftur gjøg-
num toknumar, sum í dag
ikki loysir seg at kasta,
hetta er tung og harmulig
landsskadiligur veruleiki.
Her eiga rådandi menn
vid størsta varsemi at
bréta upp um armar og
gera nakad itøkiligt, sum
er gagnligt fyri okkum
oll.
Tað er eingin, sum kann
ivast i, at við hesum fram-
komnu og stásiligu
nýggju skipunum, sum í
ríkiligt mát eru kryddað
við nýggjastu tøknifrødi
og ikki steðga í havn
meira enn nakrar tímar, at
her er talan um trároyning
so tað rungar í.
At hava friðað økir og
avmarkingar ella sum
tikið verður til, kassa-
mentalitet, kann bæði
tykjast fávitskut og ikki
minst argaligt, og er tað í
roynd og veru fyri tann og
teir, sum eru stuttskygdir.
Eitt er ófrávíkiligt og satt,
og tað prógvar søgan, at
har sum fiskastovnar við
mest framkomnum
reiðskapi eru so troyttir,
at einki var at fáa, har
fridadi tað seg sjálvt, og
menn stóðu sum kánus og
hugdu hvør upp á annan.
Nú hevur fiskivinnan
verið í kreppu í eina langa
tíð og summir veiðuháttir
rættuliga sjúkir og hjálp
hevur verið veitt í stóran
mun, tað prógva allar tær
hundraðtals milliónirnar,
Sum tey seinastu árni eru
veittar, bara ikki tey
donsku hugtgkini verða
sonn og ráma okkum, at
»en lang krank er en vis
død« ella, »at operationen
lykkedes, men patienten
døde«.
Í Fimmaranum tosaði
Jens Eli Ellefsen um línu-
deyðan. Vit, sum eru
komin nakað upp í árini,
minnast eisini trolara-
deyða. Hann eftirlýsti
langar leiðir hvar eingir
trolarar vóru, har teir lógu
fyrr, hetta er ikki so løgi0,
um vit ímynda okkum at
hálv Vágoyggin var velt
og lá í svartloysi, so vóru
eingir seyðir og heldur
eingir fjallmenn, so ein-
falt er tað.
Ein annar mælti til at
fiska smáan upsa og at tað
verður loyvt inn at landi,
mangt broytist á mansins
ævi, teir gomlu nýttu trí-
bekkin til smáseiðin.
Nú er stødan sera álvar-
som, heitt verður á land-
sins kosnu menn um at
leggja rygg til at fáa
úrslit, sum geva framtíð-
ini góðar vónir, hetta
gerst einans við at herða
stríðið, at fara væl um til-
feingið, sum okkum er
givið frá skaparans hond.
Slagorðið effektivt
sodnaði væl, og ikki hiss-
ini orka varð løgd í at
fylgja hesum upp, og væl
svaraði aftur, skriðan
leyp, partrolarar vuksu
sum hundaland og ør-
grynna av upsa, toski og
hýsu komu upp á land.
Tøkk fái hann í erva, sum
øll góð råd koma frá, men
nú stóð sum í berginum,
tað gekk ikki undan, aftur
varð leitað til effektivitet,
og farið varð til verka.
Flakavirkir vórðu útbygd
og komu á hvgan tanga,
okkurt so niðarlaga at tað
næstan fór út av brimi og
innanveggja fekst tú ikki
vent tær, tí øll fóru fylt av
orkusdýrum maskinum.
Jú, sanniliga væl dúkaðu
seglini á framleiðsluskút-
uni Føroyar og hyrurin
var góður sum vera man,
men sum ikki einaferð,
hann stóð ikki við ættina.
Tað gjørdist greitt, at vit
fingu ættarskifti, og
donsku veðurmenninir
hava dúgliga spáað, at vit
fingu mótvind, og nú í
seinastuni spáddu teir
harðveður, og nú eru
menn greiðir yvir, at nú
má haldast skipsráð og tá
so var, lurtaði skiparin
gjølla eftir hvørjari hugs-
an, og so tók hann stýðu
at taka triðja reb og Sím-
un á gronina, tað er neyð-
ugt og at tað vera Ogvus-
ligir skvampar, so at tað
sum stendur illa fyri,
skolar oman av. Tað er
væl ongin sum ivast í,
men tað sum umræður er
at halda lens og vóna at
teir, sum rokna bestikkið,
ikki verða so langt av leið
og at vit øll, sum eru inn-
anborða, eru væl hýrd og
hugagóð, tí tað blíðkar
altíð fyri hugagóðum
monnum. Donsku veður-
forsøgnirnar verða betri
um ikki so langa tíð, og
vit fáa aftur, aftan fyri
tvørs so kemur ferð á og
skúmið fer aftur við borð-
inum.
Til seinast er vón mín
til tykkara, sum hava á-
byrgd, landsstýrismenn
og løgtingsmenn, standið
nú øksl móti øksl, og latið
allan tvørleika fara til
viks, nú meðan skútan
enn flýtur.
Partrolingin er helst líka
hóttandi fyri okkara fiski-
grunnar sum atombumban
fyri heimin. Latið okkum
sum frá líður minka
henda veiðihátt, so kunnu
vit síggja framtíðina ann í
góðum treysti, áræði og
dirvi og trúðvirði setist
aftur í hásætið, og allur
tvørleiki, dapurskygni og
máttloys verður jarðlagt
Happadrúgt nýttár
Leivur Eidesgaard
Tvangsauktion
På Dommerkontoret, C. Pløyensgøta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 21. jan. 1993 kl. 09.10
tvangsauktion (AS nr. 428/92) over
matr. nr. 159 h, Kirkjubøur, beliggende
Argjavegur 41 A, 160 Argir.
Auktionen er begæret af advokat Frida
Patursson, Advokatskrivstovan, Fr.
Petersensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf.
1.1145, (j. nr. 921012) på vegne en
pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 276 kvm. stor grund. Det bebygg-
ede areal udgør 73 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 21.12.92
Mette S. Nielsen
dím.
Tvangsauktion
Pá Dommerkontoret, C. Ployensgeta
1, 100 Tórshavn, afholdes
torsdag den 21. jan. 1993 kl. 09.50
tvangsauktion (AS nr. 434/92) over
matr. nr. 1464 c, lejlighed nr. 59, Tórs-
havn, beliggende Berjabrekka 193.
Auktionen er begæret af advokat Fríða
Patursson, Advokatskrivstovan, Fr.
Petersensgøta 9, 100 Tórshavn, tlf.
1.1145, (j. nr. 920690) på vegne en
pant- og udlægshaver
Ejendommen er et beboelseshus på
en 40 kvm. stor grund. Det bebyggede
areal udgør 35 kvm. i 1 etage.
Ejendommen kan beses efter aftale
med ovennævnte advokat.
Auktionsdokumenterne ligger til genn-
emsyn på Dommerkontoret.
Færøernes fogedret,
den 21.12.92
Mette S. Nielsen
dfm.