týsdagur 29. desember 1992síða 10
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10 Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992
Tíðindablaðið (SIN
Bjarti Mohr, Fiskasólustjóri:
Steðgið neninga-
streyminum
av landinum!
Bara í ár eru hundraðtals milliónir krónur tiknar út úr før-
oyska samfelagnum og fluttar til útlandið. Har er hann m.a.
settur í danskar statsoblikgatiónir. Hetta er ein sera álvarslig
gongd, tí tá verður eingin peningurin eftir i Føroyum at
byggja samfelagið uppaftur við.
M.a. hetta sigur stjórin á Føroya Fiskasølu í samrødu við
Tíðindablaðið Sosialin.
Bjarti Mohr hevur var-
hugan av, at nógvur pen-
ingur verður fluttur av
landinum í hesum kreppu-
tíðum. Og hetta ger, at
tað er sera torført at fáa
fígging til nakað sum
helst. At tað eisini er sera
trupult at fáa fígging úr
útlandinum ger bara
støðuna so mikið verri.
Fiskasølustjørin heldur
fyri, at tann dag vit ikki
fáa fígging úr útlandinum
longur, tá steðgar alt upp.
Men enn fær eitt nú Fiska-
sølan fígging úr útlandin-
um, hóast krøvini til hesa
fígging gerast alsamt
strangari.
„ Men tað er so sanniliga
eisini sera umráðandi,
umframt at fáa fígging til
vega í útlandinum, at vit
royna at varðveita verandi
líkviditet í landinum.
Heitir á myndugleikar
Bjarti Mohr sigur, at talan
er um hundraðtals milli-
ónir, sum eru farnar av
landinum bara í ár og
hann heitir inniliga á
myndugleikarnar um
onkursvegna at forða fyri,
at henda gongdin sleppur
at halda fram.
-Sjálvandi er tað trygg-
ari at hava pengarnar
standandi í eitt nú donsk-
um statsobligatiónum,
men vit hava brúk fyri
hesum pengum í Føroyum
fyri at venda skeivu
gongdini. Og fyri at venda
hesi gongd er ein eisini
noyddir at taka nakrar
risikoir.
Bjarti Mohr leggur ser-
liga áherðslu á, at tað bara
eru vit sjálvi og eingin
annar, sum kann loysa
kreppuna í Føroyum. -Ein
kann ikki rokna við, at
aðrir gera hetta fyri okk-
um.
Hann viðgongur, at
1993 fer at verða sera
tungt fyri føroyingar, og
fara tær nógvu nýggju
meirútreiðslurnar at gera
stóðuna hjá tí einstaka
húsarhaldinum munandi
tyngri enn í 1992.
-Men hvat fer so Føroya
Fiskasøla, sum landsins
stórsti útflytari at gera
fyri at fáa vend í?
-Vit fara í fyrstu atløgu
at royna at fáa neyðugu
fíggingina til vega. Har-
næst fara vit at leggja stór-
an dent á at keypa frystan
fisk úr útlandinum og at
skunda undir góðskingina.
Ikki av knóranum
Fiskasglustjórin vil ikki
úttala seg um úrslitið í
1992 fyrr enn árið er av.
Hann kann tó siga so mik-
ið sum, at útflutningurin
er tó ikki minkaður so
nógv sum fiskiskapurin.
Virkið í Grimsby fer at
hava javnvág. Sjálv Fiska-
sølan hevur høvdid oman-
fyri vatnskorpuna. Hann
vil einki siga, um teir fara
at siga fólki upp í 93, men
fer virksemið í landinum
at minka enn meira, so má
Fiskasglan eisini laga seg
eftir tí.
Sosialurin hevur frætt,
at Føroya Banki skal hava
Ge, 6
Bjarti Mohr, Fiskagslustjóri
På
: -Vit eiga at kanna um tað
ikki hevdi loyst seg best, um innflutti fiskurin varð skorin
við hond
gjørt pantið Kjølbro hevur
í Fiskasgluni galdandi,
men hesum vísir Fiska-
sølustjørin aftur.
Hvat viðvíkur rækju-
rokningini kann Bjarti
Mohr bert upplýsa, at
hetta málið er sera fløkt.
-Bretsku myndugleikar-
nir eru komnir uppí, og
teir hava givið okkum ta
vónina, at vit hava eina
sak.
-Fiskasglan fer annars
ikki av knóranum í 1993,
soleiðis sum hevur verið
spátt í bløðunum sigur
Bjarti Mohr, sum tó
sóknast eftir stórri álvara
millum politikararnar, nú
teir leggja síðstu hond á
fíggjarlógina.
-Tað sigur ikki so lítið
um tørvandi álvara, tá teir
bara ditta sær til at tosa
um undirsjóvartunnil legg-
ur hann aftrat.
Tvungna uppboðs-
sølan!
Hvat vidvikur støduni og
gongdini i samfelagnum i
årinum sigur Bjarti Mohr,
at tað hevur víst seg, at tey
virkini, sum eru stongd,
eru júst tey, sum íkki
hava havt skip. -Tað
søgdu eisini teir, sum
hava innlit í fiskivinnuna
fór at henda fingu vit eina
tvungna uppbodssølu.
Bjarti Mohr visir annars
á, at stødan nógva aðra-
staðni er eins ring og verri
enn í Føroyum.
Bert helvtin av flaka-
virkjunum í Føroyum er í
gongd í løtuni. Men tað
mynstrið, sum sæst í
Føroyum, finnur tú sum
sagt eisini aðrastaðni.
Bjarti Mohr hevur júst
verið í New Foundlandi
og har eru eini 180 til 200
virki stongd og trolarar í
hópatali liggja bundnir við
kei. Tað er bannað at fiska
tosk í einum stórum parti
av økjunum komandi 3
árini. Teir hava bert loyvi
at fiska eini 200.000 tons
um árið.
Bjarti Mohr roknar
annars við, at 1993 verður
eitt ringt ár sum heild fyri
alt samfelagið. Vit hava
fíggingar-, tilfeingis og
marknaðarkreppu. Men
arbeiðsloysið er og verður
tann størsti trupulleikin.
Fiskasølustjørin heldur, at
tad eru møguleikar at
royna nyggjar leidir og
harvid fåa fleiri hendur i
arbeiði. -Hevði ein
kunnað gjørt nakað við
frysta fiskin so fólk komu
aftur í arbeiði so var
nakað at heinta har heldur
hann fyri.
-Vit áttu at kannað, um
vit ikki kunnu skera fyrsta
fiskin við hond. Hetta
hava teir roynt aðrastaðni
og hava fingið tað at bera
til.
jan