týsdagur 29. desember 1992síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992 Sida9
koma til Australia, fara
eystanfyri, har stóru og
kendu býirnir sum Mel-
bourne, Sydney og
høvudsstadurin Canberra
eru. Men eg valdi at royna
vestan fyri fyrst.
-Perth er stóri byurin
vestanfyri, og har búði eg i
åtta månadir. Hetta var
meira ella minni av tilvild.
Eg búði fyrst hjá einari
danskari familju, sum
hevði verið har í 12 ár.
Maðurin var blikksmiður,
og vit arbeiddu saman í
einar tríggjar vikur. Men tá
var ikki so nógv brúk fyri
snikkarum. Haraftrat vildu
australiarar helst hava
egnu landsmenn sínar í
arbeiði, so eg royndi at
finna mær okkurt annað.
-Danska familjan greiddi
mær frá, at skandinaviskt
felag var har á leiðini sum
skipaði fyri ymiskum
tiltøkum. Har hitti eg ein
annan dani, sum arbeiddi
við at seta stálgaragur upp.
Saman við honum kom eg
at arbeiða í einar sjey
mánaðir. Vit høvdu úr at
gera. Ikki bert við
garagurnar, men vit góvu
eisini tilboð til alt millum
himmal og jør sum vit
hildu okkum til at fara
undir. Kappingin var hørd,
og vit vóru nógvir um
boði, men eitt sindur fekk
eg kortini burtur úr tí. Nú
var arbeiði fari at minka
nakað, men tað legði eg
minni í. Eg var jú ikki bert
komin til Australia at seta
køkar og garagur upp.
Okkurt annað skuldi eg
eisini uppliva, og tað kom
eg so sanniliga eisini til.
Lætt at klára seg
Jan heldur ikki, at sjálv
lónin var hin stóra i
Australiu, men hinvegin
fekst meira fyri pengarnar.
Tímalgnin svarar til einar
50 krónur, men íkki eitt
oyra skal gjaldast av
teimum fyrstu 40.000
krónunum. Ikki fyrr enn
inntgkan er væl hægri
merkist skatturin. Maturin
er bíligur, og eina góða
íbúð kanst tú fáa mitt í
býnum fyri einar 1500
krónur. Í Perth er heldur
eingin trupulleiki at fáa
eina íbúð. Jan sigur, at
hann hevði ongar trupul-
leikar at klára seg við
teimum pengum hann for-
vann har.
12.000 km. í ein
mánað
Eitt hitt mest spannandi
Jan upplivdi á ferðini í
Australia heldur hann vera
hin ein mánaða drúgva og
12000 kilometrar langa
busstúrin. Leiðin gekk úr
Perth og norður eftir.
Landslagið var ógvuliga
ymiskt longur norð tey
komu. Har var oydimørk,
longri norðuri var meira
fruktagott, vátari og heit-
ari. Eitt er at hitin er 40
stig, men tá luftin er vát,
kennist tað enn heitari,
men ikki bilti kortini.
Í vestara partinum av
Australia búgva ikki nógv
fólk. Hálvonnur millión.
Av teimum ein millión í
Perth. Restin av fólkinum
býr í smærri býnum,
nakrar heilt smáar bygdir,
men allastaðni vóru fólk
sera blíð og prátingarsom.
Bert ein hoyrt um
Føroyar
Australiarar vita, sum
vera man, ikki nógv um
Føroyar. Tey vóru idin at
spyrja, men eingin hevði
hoyrt um hetta landið áður.
Væl at merkja uttan ein.
Hetta var ung kvinna, sum
hevði hoyrt um Føropyar
gjøgnum sitt virkna arbeiði
innan Green Peace.
-Jú hetta var ein spenn-
andi túrur. Vit búðu í tjaldi
á túrinum, men so heitt
var, at ikki var hugsandi at
fara í soviposan. Bert eitt
net yvir seg, fyri at sleppa
undan flogkyknum og
tílíkum. Eitt sindur bangin
var eg, tå eg einaferð
vaknaði, og sá beint inn í
trýnið á einum eiturkoppi,
sum var so stórur sum ein
hampiligur nevi, men tey
søgdu, at hann var ikki
vandamikil.
Vitjaðu upprunafólkið
Leiðin við bussinum
gekk stórt sæð fram við
strondini til Darwin i
Norður Australiu. Síðani
varð koyrt beint suður-
eftir,- gjøgnum oydimørk,
til komið varð til økid, har
upprunafólkið heldur til.
-Hetta økid er miðskeiðis
Einsamallur kendi eg
meg ongantíð. Steðgaði
eg á, vóru altíð fólk, sum
vildu práta
í landinum, har uppruna-
fólk hava hildið til í fleiri
túsund ár. Tey hava ikki
nógv samband við útheim-
in. Hetta øki rokna tey sum
sítt egna. Tey liva frá
hondini í munnin, og eru
ógvuliga stygg. Ikki sort
hatsk mótvegis teimum,
tey kalla, innflytarunum.
Hetta var sum at koma í
ein annan heim, og ikki
bøn fyri at fáa eina mynd
av teimum, men spennandi
var hetta at uppliva.
Í hesum gkinum liggur
Ayers Rock, sum er
heimsins størsti steinur, og
sum eisini er ein stór
ferðamannainntgkukelda
hjá upprunafólkinum.
-Frá gkinum hjá upp-
runafólkinum varð so
koyrt vestureftir - aftur
móti Perth. Hin 12000
kilometrar langi og ein
mánaða drúgvi busstúrurin
var at enda komin, og vit
vóru eina stóra uppliving
ríkari.
Seinri parturin av
samrøduni vid Jan
Dam kemur í morgin
Orð: Tórfinn
Best dámdi Jan í
Australiu. Myndin er úr
Perth
Føroysk lesandi
slept uppá fjall
Nú er fíggjarlógin komin á ting aftur, aftaná at
landsstýrið, av eðrum, bleiv noytt til at gera eina
realistiska fíggjarlóg.
Fyri fólk undir útbúgving, er vert at leggja til
merkis, at ískoytið nú aftur skal skerjast, hesa-
ferð heili 30%. Við hesum vísir landsstýrið fólki
undir útbúgving, enn einaferð, at tað onga
virðing hevur fyri teimum. Verður hugt eftir eðr-
um veitingum á fíggjarlógini; so síggja vit eitt nú,
uttan at siga at hesi fáa ov nógv, at tey alment
lentu »møguliga« skulu 15% niður í løn, t.v.s 5-
8% aftaná skatt. Hesi somu alment lentu høvdu
frá 1988 til 1992 ein lenarvekstur uppá 15%. So-
statt er ætlanin at tey alment lentu skulu niður á
sama steði sum tey vóru á í 1988.
Frá 1988 til 1992 varð ískoytið til lesandi
minkað við 20%; og í 1993 aftur 30%. Tað vil siga
tað sama, sum at tey lesandi í mun til 1988, í 1993
fáa 40% minni í ískoyti.
Her síggja vit enn einaferð, at legtingið og
landsstýrið einans tonkja uppá nútíðina og at-
kveður. Ístaðin skuldi meira verðið hugsað um at
útbúgvið fólkið, og harvið ekt um meguleikarnar
at komið úr aftur kreppuni, sum politikararnir
hava fert okkum út í.
Okkara uppskot skal tí vera, at ískoytið verður
óbroytt kr. 4.000,00. Í eðrum lagi at vit fáa somu
breyting sum aðrir partar av føroyska samfelag-
num, t.v.s. hægst 10% niðurskurð, sigur Megin-
felag Føroyskra Studenta i tíðindaskrivi.
Ískoytið skert
Dátt komu boðini um, at ferðaískoytið skuldi
skerjast. Fyri trimum árum síðani var grundupp-
hæddin kr. 5.000,-, síðani hevur hon verið 4.000,-,
men nú skal hon skerjast niður á 3.000,-. Vit
kunnu gita, hvat tað næsta verður.
Tað eru tey, ið halda, at tað er nakað svass, at
vit fáa ferðaískoyti. Vit fáa jú longu SU, og tá tað
rekkur hjá denum, hví skuldi tað so ikki rokkið
hjá okkum?
Svarið er einfalt. Danir skulu ikki gjalda trýtús-
und krónur fyri at fara heim at vitja foreldrini, og
tey fáa ikki dýra telefonrokning fyri at frætta
heiman. Ískoytið er okkara endurgjald fyri at vit
verða noydd av landinum at nema útbúgving. Tó
at peningurin ikki er oyramerktur, so eigur upp-
hæddin at samsvara teimum útreiðslum, vit hava
eyka.
Um vit nú halda fast við hetta, so merkir niður-
skurðurin, at tað bert verður ráð til flogferðina.
Telefgnsamreðurnar, hýruvognurin til og frá flog-
vellinum, føroysk dagbleð og annað sovorðið må
sparast burtur.
Hetta er kanska í so fýrakantað sett upp, og tað
kann vera nakað um tað. Men havið í geyma, at
tíðirnar eru broyttar. Túsund krónur muna meir í
dag enn fyrr. Landið er í kreppu, og mamma og
babba hava ikki longur ráð at forera tær flog-
ferðaseðlar. Arbeiði í summarfrítíðini til sjálv/ur
at gjalda fæst heldur ikki.
Beinleiðis orsekin til skerjingina av ískoytinum
er eisini kreppan. Sparast skal á fíggjarlógini, og
eitt uppskot frá landsstýrinum hevur verið at
seta almennu lenirnar niður við 10 prosentum.
UM so var, at hetta var gjøgnumført, so kundi
tað meguliga verið rímuligt, at ískoytið varð
skert. Men hví skulu vit skerjast við 25 prosent-
um, og hví skulu vit skerjast áðrenn øll hini?
Ólavur Ellefsen, nevndarformaður
Meginfelag Feroyskra Studenta
Greinin er endurprentað úr oddagrein í Fjølnir nr.
:)