Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. desember 1992síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 Havnar- drongur kring knøttin í 371 dagar Jan Dam vísir á Perth, har hann fyrst arbeiddi og fór síðani at ferðast nærum alt Australia Mynd: Kalmar Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992 Havnardrongur kring knøttin í 371 dagar Vit hugsa ov Tíðindablaðið (ISK eisini hjá honum, men hetta heldur hann vera ógrundaðan ótta. -Hevur tú fyri ferða- seðilin heimaftur og nakrar krónur við tær umframt, og dugir eitt sindur av enskum, er eingin neyð. Eg kendi ikki eitt einasta menniskja har yviri, men einsamallan kendi eg meg ongantíð. Verðin er ikki so stór sum fólk halda. -Leðin gekk um Dan- mark, síðani Singapore og so til Perth, og fyri tað ikki skal vera lygn, var eitt tað fyrsta fólki eg hitti í Australiu, ein sumbingur, sum saman við familjuni, búði fast í Australiu. Búði hjá danskari familju Flestu útlendingar, sum heimfødisligt -Hevur tú fyri ferðaseðilin heimaftur, nakrar krónur á bókini, og dugir tú eitt sindur av enskum, so er einki at óttast fyri. Úr Føroyum til Danmarkar, síðani Singapore, Perth, Fiji, Hawaii, | g Los Angeles, Sweitz og so aftur i Føroyum. Hetta var spennandi $ farðleiðin hjá Jan Dam úr Havn, sum nú er farin av stað aftur, og mælir óðrum til at gera tað sama Jan Dam er havnardrongur. 28 ára gamal og útlærdur snikkari. Hann hevur sein- astu árini arbeitt sum snikkari og timburmadur. Hann hevur verð ein av teimum hepnu, sum hevur havt arbeiði alla tíðina, men tá byggiarbeiði í Føroyum av álvara fór at minka, fyri einum ári síðani, óttaðist hann fyri, at eisini hann fór at gerast arbeiðsleysur. -Ég vil ikki siga, at eg flýddi undan arbeiðsloys- inum. Otryggleikin hevur helst gjørt sitt, men eg hava leingi gingið í tonkum um at síggja meg um í víðu verð. Eg hevði spart mær nakrar krónur saman, so eg hevði fyri ferðaseðilin. Bæði út og heimaftur, og nakrar krón- ur átti eg á bókini eisini, so nú var møguleikin, og eg angri tað ikki, greiðir Jan Sosialinum frá, beint sum hann var komin heimaftur av longu ferð síni, og beint áðrenn hann fór av stað aftur. Dámdi best í Australiu -Eg hevdi hoyrt eitt sindur um Australiu. Hendan heimspartin, sum liggur so fjarskotin, at tú neyvan kann koma longur burtur frá Føroyum. Eg gjørdi av at søkja um imegratión, og væl bar til. Eg fekk arbeiðs- og uppi- haldsloyvi, og kann koma til Australiu til november mánað 1994, uttan at søkja av nýggjum. -Tå eg søkti, var nógv brúk fyri snikkarum har yviri, og ikki var neyðugt at eg kundi vísa á, at eg hevði fingið arbeiði áðrenn eg fór. Ongantíð einsamallur Jan heldur fyri, at mong #4 munnu ivaleyst óttast fyri at kenna seg einsamallan í stóru verð. Soleiðis var Býirnir vóru vakrir og reinir, og mangan sást tú gamalt og nýtt hvort um annað