týsdagur 29. desember 1992síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
j
Tidindabladid
Nr. 246 — 29. DESEMBER 1992
Sida 7
Jélasølan minni enn áður, men Rúsan setti met:
Seldi fyri fýra
- Fólk stóðu
Jólasglan hevur ikki verið
so góð sum undanfarnu ári-
ni, er tað vit frætta frá
starvsfólkum í handlum av
ymsum slag. Fólk fóru
seinni til handils, og tá
keyptu tey minni nøgdir og
bíligari vørur, enn áður.
Soleiðis var tó ikki við-
víkjandi brennivinssøluni,
sum setti met, við at selja
fyri fýra mió. krónur í
jólavikuni, sum var frá 14.
til og við 23. desember, á
deildunum í Klaksvík og
Tórshavn. Táer tann partur-
in av søluni, sum er um bi-
legging á posthúsinum ikki
íroknaður.
Fólk bíleggja ikki
Dagmar Joensen, leiðari á
Einkarsøluni, sigur vid Sos-
ialin, at tað hevur gingið
væl, hóast tey hava havt
ógvuliga nógv at gera.
Í Rúsuni í Havn hava tey
havt fýra fólk í eykaarbeiði,
og tá vóru tey 13 fólk í ar-
beiði.
- Nú eru bíðirgðirnar bur-
tur, sum fólk hava tosað so
nógv um í seinastuni, sigur
Dagmar Joensen og heldur
mio. krónur
í tímar í bidirød í ódnarveðri, men tå
avtornaði heuði einkarsølan gjørt kvetti
fram:
- Tá gll fólk skulu keypa
inn um somu tíð, og vit
skulu avgreiða somu nøgd,
sum fólk kanska biløgdu
allan desember mánaða áð-
ur, so sleppa vit ikki undan
bíðirgðum.
Handilin er ikki ætlaður
til bíðirgðir. Hóast tað er
gott pláss inni, er hann
innrættaður soleiðis, at fólk
skulu kunna ganga aftur og
fram uttan fyri skivuna og
kannað vøruirvalid. Tað
kunnu tey ikki, um fólk
standa í trunka innandura.
Tí hava vit havt hesar longu
bíðirgðirnar.
Tólið ónýtiligt
Ein roynd at fáa fólk at nýta
taltólið, kundi ikki gjøg-
numførast, og tí hava vit
valt ikki at nýta hetta tólið,
fyrr enn vit hav fingið fleiri
deildir um landið.
Fólk hava verið ónógd
við, at tit hava latið aftur,
áðrenn bibirødin var av-
greidd?
- Tann persónur hevur
fjalt seg væl. Talan er helst
um seinasta fríggjadag fyri
jól, tá bidirødin var so long,
at vit ikki høvdu avgreitt øll
fyrr enn klokkan 19.30. Vit
vita einki um, at ikki øll
sluppu at keypa, sum bíð-
aðu, hóast farið varð langt
út um afturlatingartíð.
- Stórsti trupulleikin er, at
fólk koma til Havnar úr
øllum landinum at keypa,
Dagmar Joensen, leiðari
á einkarsøluni: - Tá øll
fólk skulu fara til handils
um somu tíð, og vit skulu
avgreiða somu nøgd, sum
fólk kanska bílógdu allan
desember mánaða áður,
so slepst ikki undan
bíðiróðum
TEXTEE SE EES
hóast tey eins væl kundu
bilagt sær vøruna ókeypis
at senda um Postverkið.
Tað hava fólk ikki gjørt í
nóg stóran mun, og tað
seinkar arbeiðinum hjá okk-
um, sum standa aftan fyri
skivuna. Tollaksmessudag
seldu vit fyri 1,6 mió. krón-
ur um skivuna í - bert í
Havn.
Deildir stovnaðar
1. ársfjóðring
Atendasigur Dagmar Joen-
sen, at vidurskiftini nå
skjótt fara at koma í rættlag,
og at fólk ikki fara at standa í
bíðirgð frameftir.
- Høvdu tit verið inni á
gólvinum í morgun (í gjár
månadag) so høvdu tit verið
einastu viðskiftafólk stóran
part av fyrrapartinum.
Framtíðarvónirnar fyri
einkarsgluna eru, at deild-
irnar kring oyggjarnar skulu
verða stovnaðar fyrsta árs-
fjóðring 1993.
Deildir verða í Suðuroy,
Vágunum, Sandoy og Eyst-
uroy. Enn er ikki gjørt av, í
hvørjum bygdum deildir-
nar vera.
Dagny
Dagny Joensen,
blaðkvinna,
skrivar:
SO FORU JOLINI framvið í øllum góðum, og fólk
kunnu aftur fara til arbeiðis - tey sum hava nakað - við vón
um, at samfelagið aftur fæst at virka. Higartil hevur bert
gingið afturá hetta árið, og vónirnar fyri framtíðina eru ikki
so bjartar sum hini árini, tá vit bert skrivaðu nýtt árstal, og
alt gekk av sær sjálvum.
HVØRKI ÚTI ELLA heima gongur alt av sær
sjálvum longur. Nýggj bein skulu í bótasúpanina, men
eingin veit, hvadani tey skulu koma. Bert tað, at føroyingar
ikki fara at ráða í Føroyum, og tað hava vit okkum sjálvum
fyri at takka.
Tað kann sigast nógv um bankaverðina og oyðsl millum
fólk, men onkusvegna hava okkara fólkavaldu spælt gykl-
arar, og tað hava vit hjálpt teimum við. Nú skulu øll gjalda
ein part av gildinum, sum ikki øll fingu ágóðan av.
TAÐ VAR EITT sindur legið at hoyra fíggjarmála-
ráðharran við gråturødd í Utvarpinum greiða øllum Føroya
fólki frå, atnú fór hann at halda jól við familjuni. Hann var
brádliga eisini familjumaður, varð staðfest, vikuna fyri at
vanlig fólk fóru í jólafrí.
Enn løgnari kendist hesin vitnisburður, tá hugsað verður
um, at maðurin hevur latið seg valt til landsstýrismann í
fíggjarmálum fyri fýra ár, og at tað júst fyri framman var ein
av týdningarmestu fíggjarlógunum nakrantíð, ið skuldi
leggjast fyri tingið, meðan hann nýtti høvi at vitja familjuna
í Danmark ella hvar hann nú ætlaði sær at ferðast.
Hugsandi var annars, at henda góða familja hevur góð-
tíkið, at maðurin fór í landsstýrið, og helst hava tey vitað,
hverjar avleiðingar slíkur sessur beyð honum og familjuni,
fýra ár frameftir.
Upp aftur løgnari var tað, at landsstýrismaðurin í fíggjar-
málum var at hoyra átingi dagin eftir, og at hann stóð fremst
og tók móti Schliither mánadagin. Fór hann kortini ikki av
landinum?
JÓLAHÁTÍÐIN GEVUR OKKUM stundir og
høvi at hittast við familju og kenningum. Vit sessast um
jólaborðið, dansa um jólatræið og frøast við teimum smáu
og við at síggja ljósini speglast aftur í eygum teirra. Jólini
eru barnahátíðin mikla, og vit gerast øll børn aftur eina
stokkuta løtu í tryggum umhvørvi, saman við okkara kæru.
SOLEIÐIS ER TIVERRI ikki úti í heimi - ið hvussu
so er ikki, um tú tendrar sjónvarpið, har t.d. BBC hevur havt
framúr góðar, men eisini óhugnaligar sendingar um
viðurskiftini ymsa staðni á klótuni í árinum, sum nú brátt er
at enda komið.
Tú sært fólk liva sum dýr undir jørð og í skímaskotum, ið
ereinasta verja móti krígnum, harðskapi og óndskapi. Hetta
hendir ikki bert langt burtur frå okkum. Tað er enn meira
skelkandi, tað ið fer fram í fyrrverandi Jugoslavia, sum á
menningarstødi likist okkara heimsparti - og liggur
miðskeiðis í "okkara verð". Annar sorgarleikur er hung-
ursneyðin í Somalia og aðrastaðni, har fólk doyggja í hund-
raðtali hvønn dag.
EIN MYNDBERING ER til hesar rædumyndir:
Guðs blinda eyga. So nógv neyð og armóð kann ikki sigast
frá, men tú hugsar innantanna, at her vendir Guðs blinda
eyga til. Fyri tann skyld kann einki eyga fata slíkaneyð, enn
minni okkara eyga, sum seinastu mánaðirnar hevur verið
fylt við tíðindum um, at Føroyar er á húsagangi. Hvar er
logikkurin, og hvussu ringt halda vit okkum hava tað, sett
saman við ræðsluni úr umheiminum?
ER GUÐS BLINDA eyga vent burtur frá teimum
SINUM
eyðs tøddu, so er sjónvarpið hitt eygað, sum skræðir
ok urtur úr okkara nyføddu armóð og krevur av okk
ur Vit ikki venda blinda eygað tann vegin, at vit ei
ggja og einki góðtaka.
Neyðog harðskapur úti í heimi og okkara trupulleikar her
á landi, hvørva ikki av sær sjálvum.