Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1992síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Hvussu verður 1993? siga Nógv er framveg- IS Ovist , heldur handils- maðurin Alvur Klakk Vit noyðast at vænta niðurgongd, men hvussu árið verður, er it at meta um, sigur Alvur Klakk, handils- maður í Klaksvík. Aðrir handilsmenn kæra seg um lítla sølu í Klaksvík, tí so lítið av fiski er komið uppá land. Árið í ár royndist betri enn undanfarna hjá Alvi Klakk, og enn hevur hann lítla broyt- ing merkt Hann veit eisini, at jólasglan hjá fleiri í ár var góð. Tað hevur ótvað samabnd við, at bæði lønir, pen- sjónir og veitingarnar vórðu útgoldnar teir iriggjar dagarnar upp undir jólini. Alvur Klakk selur mest matvørur, og hann væntar, tað fer at ganga hjá sær, tí hvussu víkir og vendir, skulu fólk undir øllum umstødum hava mat Hann ásannar tó, at útliuni fyri samfelagið ikki eru ov góð. Tað er eisini alt tað Óvissa við MVG-skip- anini. Torført er at meta um, hvørja åvirkan hon fær, serliga fyri teir smáu handlarnar, tí teir fáa so lítið at vita, held- ur Alvur Klakk. randi Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Oddfridur Gregersen, arbeidsgevari: Tað sær ljótt út - Tú skalt næstan vera spámaður fyri at kunna siga, hvussu 1993 fer at roynast, men vit gevast ikki soleiðis á hendur, sigur Oddfríður Gregersen - Eg havi so mikið álit á okkum sjálvum, at vit plaga at kára okkum burtur úr trupulleikunum, men útlit ini fyri 1993 eru ikki góð Tad sær ljótt út, heldur Odd fríður Gregersen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafel- ag. Ongantíð áður hevur hann upplivað fingið eyga á so møguleikar. - Vit mugu finna upp å onkrar måtar at yvirliva, og Vit gevast ikki so á hendur sigur hann. - Høvdu vit bara fingið meira fisk upp á land aftur, og fiskaprisirnir fóru upp aftur, sá væl út, heldur Oddfríður Gregersen. Tað er tó ikki bara í Føroyum, at slík kreppa er. Kreppan er allastaðni - Eg havi onga resept uppá, hvat gerast kann, og fyri at kunna siga, hvussu 1993 fer at roynast, skalt tú næstan vera spámaður. Nú ræður mest um ikki atmissa vónirnar, sigur Oddfríður Gregersen. við ársenda at fáar randi Johanna Johannesen, pensionistur: Verst hjá ungum | - So leingi vit hava mat í munnin, nýtist okkum ikki at stúra, og í teimum komandi trongu tíðunum fara fólk at læra at leggja dent á onnur virði - Viteru øll greið yvir, at vit fáa verri tíðir, men vit kunnu nýta hetta hvgið til at hugsa eitt sindur meira um hvønn annan, gera nakað fyri hvønn annan, sigur Jo- hanna Johannesen, nevnd- arlimur í Landsfelag Pen- sionistanna. Tí leggur hon so stóran dent á, at Vitjan artænastan hjá pensionist- unum fer at virka, og at tæn- astan eisini verður fyri yngri fólk, sum tørvar prát og vegleiðing av ytmsum slag. Johanna Johannesen stúr- ir ikki so nógv fyri, hvussu eldri fólk fara at klára seg, nú tað fer at tátta meira í allastaðni. Hon heldur tey yngru, sum eru uppald vid at keypa og tveita burtur, verða nógv verri fyri. Tey eldri hava upplivað ringar tíðir fyrr, meðan hini eru von við at hava so rívan. Nú Mugu tey ungu til at læra seg t.d. at seyma burturúr goml- um og ikki vraka alt fyri at keypa nýtt. - So leingin fólk eiga matin í munnin og tað neyðugasta, nýtist ongum at falla í fáu, tí tað ber til at liva, sjálvt um pengarnir ikki eru líka nógvir, sum teir higartil hava verið sigur Jo- hanna Johannesen, sum býr í Vestmanna. randi - Útlitini? Tey eru 6gvu- liga vánalig, óhugnaliga Tíðindablaðið ESF Karl Johansen, fakfelagsformaður: Verður ringt - Ég vænti 1993 verður eitt ringt ár, og eg dugi ongan glotta at hóma vánalig. Alt sær bara svart út, sigur Karl Jo- hansen, formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag. - Nógv teiri fólk verða arbeiðsleys, og eg hómi ongan glotta. Eg havi einki boð uppá, hvat kann gerast. Tað er nú heldur ikki mín uppgáva atkoma við slíkum, tí eg eri ikki settur at stýra og ráða, sigur Karl Johan- sen. randi Vit mugu liva í vOnini - sigur Heri Joensen, prestur í Vági Útlitini eru rættiliga døpur hjá okkum, serliga í Suður- oy, her arbeidsloysid er vorðið stórt í seinastuni. - Tú kundi ynkst tær, at umstødurnar vóru gðrvísi og ikki so ólík árunum frammanundan. - Vit plaga at siga, at tann kristni hevur loyvi at liva í vónini um nakað betri. Hinvegin so er menniskja- lívið soleiðis, at vit íkki vita nakað miðvíst um framtíð- ina. Vit eiga bert løtuna. Her suðuri hava hópupp- sagnirnar rakað meint, og lokalpolitikarar royna at skava til seg og síni. Ti eru útlitini serliga døp- ur, hvat ti materiella viðvík- ur, og tí vit hava hildið, at alt bara skuldi vaksa år eftir år. Henda tidin kann kortini gera, at fólk á ødvisi hátt fara at koma nærri hvørjum øðrum. - Vitkristnu liva tó í vóni- ni um betri tíðir, henda dreymin um veruleikan hesu megin. - Vit eru stødd í eini broytingartíð, og tí er tað torførari í år at siga nakað um framtíðina. - Lat okkum kortini ikki lita alt svart. Lat okkum lita vid bjørtum eygum å fram- tidarv6nimar, sigur Heri Joensen, prestur i Vågi. Dagny