mikudagur 30. desember 1992síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12 Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið { sosialurin |
Havnardrongur kring knøttin í 371 dagar:
Á Fiji vi
ildu tey "
fegin frætta
I Australia og
m Feroyar
á Fiji dámdi mær sera væl. Har
høvdu fólk álit á hvørjum ýðrum, og tey høvdu
tíð at liva. Í Los Angeles var ødrvisi. Fólk
hvørjum ødrum, og stættar-
munurin var ógvusligur, sigur Jan Dam, sum
hevur ferðast kring knøttin, og mælir øGrum til
at gera tað sama
høvdu ikki álit á
Í fyrru greinini um havnar-
drongin Jan Dam, sum
hevur ferðast kring knøtt-
in, sleptu vit honum tá
hann av drúgvum og
spennandi busstúri, var
komin aftur til Perth í
vestur Australiu.
-Eg arbeiddi so aftur har
í býnum í einar tveir
mánaðir, men so vildi eg
eisini síggja aðrar partar av
hesum stóra landi. Saman
við ødrum koyrdi eg teir
32 tímarnar tað tók at
koma til Adelaide í Suður
Australiu. Dvøldi eina tíð
har, og helt so leiðina fram
saman við nøkrum ung-
fólkum úr Sveits, sum eg
hitti har í býnum.
Jan heldur fyri, at kendu
býirnir sum Sydney og
høvudsstadurin Canberra
vóru sera snotisligir byir,
men nógv merktir av ti
stóra tali av ferðafólki og
útlendskum íbúgvarum.
Flestu lýsingarskeltini
vóru á japanskum.
Hinvegin heimaftur
Ert tú komin úr Føroyum
og er staddur í Australiu,
sleppur tú ikki longur
heimanífrá. Og tá so er, er
eisini líka mikið, hvønn
veg tú kemur heim aftur
hvat fjarstødu viðvíkur.
Soleiðis hevur Jan helst
eisini hugsað. Eingin orsøk
at fara sama veg heimaftur,
tá nógv annað og spenn-
andi er at uppliva, har ein
ikki áður hevur verið.
Leiðin gekk fyrst til Fiji-
oyggjarnar. Har var so
mikið gott at vera, at
tríggjar vikur gingu til Jan
fór av oyggjunum aftur.
-Har var gott at vera, og
eg ferðaðist nógv út á tær
mongu smáu oyggjarnar.
Allastaðni vóru fólk ó-
metaliga blíð og prátingar-
som.
-Lá eg á strondini, komu
fólk at spyrja, um eg ikki
vildi hava kokusnøtir.
Játtaði eg, fóru tey upp í
trødini eftir nótum, og so
fingu tey nøkur oyru
afturfyri. Tey spurdu eisini
dúgliga um hvaðani eg
kom, og tá eg segði Før-
oyar,- og at hetta var eitt
lítið oyggjaland, vildu tey
fegin hava meir at vita.
-Fyri onkuntíð at slappa
lættari undan øllum spur-
ningunum segði eg, at eg
kom úr Danmark, men
hetta hevði ongan áhuga.
Fiji er oyggjaland sum
Føroyar, og tað man helst
vera orsøkin til, at åhugin
var stérur at frætta um
hesar småu oyggjar i
Atlandshavi.
Tey spurdu um alt
millum himmal og jørð.
Serliga um hvussu veðri
var í Føroyum.
Mannaátarar
-Einaferð kom eg í
hóslag við eina meinigheit.
Tey skuldu júst tá fara í
kirkju á grannaoynni, og
vildu fegin hava, at eg
kom við. Tað hevði eg
einki ímóti. Presturin legði
mær eina við hvussu týd-
ningarmikið tað var at
ganga í kirkju. Hann
greiddi frå, at tað voru ikki
meira enn hálvtannað-
hundrað ár síðani, at
mannaátarar búðu á oynni.
Presturin segði eisini frá
einum dómi um hvussu tað
kundi gangast um ein ikki
gekk í kirkju. Tað var ein
maður, sum vildi liggja
undir einum træi, heldur
enn at fara í kirkju, men tá
sendi Várharra eina kokus-
nøt í høvdi á honum,-
afturfyri.
-Verðsliga góðsið var
ikki stórt hjá fólkinum á
Fiji, men tey dugdu at liva
lívið. Fýra vánaligir veggir
og tak var hús teirra. Tað
var alt. Einki innbúgv. Vit
sótu á gólvinum og ótu.
-Matgerðin var eisini
ødrvisi enn eg var vanur
við. Tað, sum skuldi hitast,
var pakkað inn, og síðani
grivið niður saman við
glødandi gróti. Hetta hevur
so ligið har ein tíma ella
so, og varð so grivid upp-
afytur,- men líka mikið,-
væl smakkaði.
Her hava vit prestin
saman við einum parti
av meinigheitini. Frá
teimum fekk Jan at vita
hvussu týdningarmikið
tað er at ganga í kirkju
Á Fiji spæla øll guitar,
og har duga tey at liva
lívið. Sjálvur hevði Jan
eisini guitara sín við
sær
Limosinar og
biddarar
Eftir trimum góðum
vikum á Fiji gekk leiðin til
USA. Vit millumlendu á
Hawaii, og komu síðani til
Los Angeles. Men har
dámdi mær einki. At koma
av Fiji til Los Angeles var
sum at koma á eina heilt
aðra planet. Her hevði fólk
ikki álit á hvørjum ðrum,
og stættarmunurin var
ógvusligur. Skínandi limo-
sinar og biddarar hvør um
annan. Hetta sást tú ikki í
eitt nú Melbourne.
-Men hetta var sjálvandi
áhugavert at uppliva.
Náttúrugkið Grand Kan-
jon, neonskeltini í Las
Vegas, har alt snúði seg
um spæl og pengar. Har
uddi í spælihúsum.
Mangir býarpartar í Los
Angeles vóru annars synd-
arligir á at líta, og bóru
enn sjónlig tekin um
gøtu6fridin í samband við
hendingina, tá politistarnir
vóru fríkendir fyri at fara
Á | |
SP
ER
| +
H
eg
illa við einum svørtum teir
handtóku.
Hollywood var eisini
nakað fyri seg. Har var
eingin kreppa at síggja.
Arbeiddi fyri uppihald
Ur Los Angeles gekk so
leiðin heimaftur til Europa.
-Á ferðini var eg millum
annað komin í samband
við nøkur ungfólk úr
Sveits, og tey høvdu boðið
mær at koma at vitja. Eg
tók tey upp á orðið. Í
Sveits búði eg í ein góðan
mánað. Fast arbeiði hevði
eg ikki, men eg gekk
teimum til handa við
ymiskum. Umvældi okkurt
smávegis, og kundi sostatt
fáa fyri uppihaldið. Soleið-
is gekk seinasti mánaðurin
av hesi longu og spennandi
ferðini.
Best í Australlu
Um midan september
kom Jan heimaftur til Før-
Framhald á síðu 17