Sosialurinarkiv
Sosialurin 1992-12-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. desember 1992síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

í skilnaði Tíðindablaðið (SK. Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Síða 13 Bette Midler og Lily Tomlin Mikudagin kl. 21.35: Øll hesi konufólkini Einaferð í 40-unum eiga tvær kvinnur tví- burðar í einum lítlum amerikonskum býi. Tvíburðarnir verða umbyttir av onkrari or- søk. Annað tvíburðaparið veksur upp úti á landinum, meðan hitt parið veksur upp í New York. Ein dagin hittast allar fýra í sambandi við handilsgrindi. Filmurin er frá 1988. Mikudagin kl. 23.10: Kostnaðurin av Kostnaðurin av skilnaði Talið av hjúnaskilnaðar-býrnum veksur fyri hvørt ár við uml. 25.000. Skjótt kann annar hvør dani líta aftur um bak og minn- ast, hvussu sárt tað var, tá ið foreldrini vórðu skild. Henda sendingin snýr seg um stríðið millum foreldrini um børnini — eitt stríð, har børnini eru áhoyrarar. Petra í Foroyum 5. oktober var kendi amerikanski rockbólk- urin Petra í Føroyum. Teir høvdu konsert í ftréttarhøllini í Runavík fyri uml. 1.500 fólkum. Sjónvarpið var við til konsertina og kom í prát við teir. Vit fara í sendingini at síggja Forsangarin John Schlitt nøkur av teirra ny ggjastu sjønbandaløgum, brot úr konsertini og hoyra hvat teir meina um kristiligan rocktónleik og teirra persón- liga lív. AÐGJÓLSAÍRAN OM: Syngið við Eftir midnátt nýggjársaftan kemur send- ingin >Syngið við<, sum í ár verður send úr Ólastovu í Saltangará. Á skránni er frálíkur vertsskps- og veitslusangur. Jónsvein Knudsen í Saltang- ará syngur fyri. Ung og eldri eru savnað í Ólastovu at syngja fyri nýggja árinum. Nýgglársdag kl. 1440; Richard Todd og Glynis Jones Enskur filmur frá 1952. Prinsessa Mary, systir Henrik VII, er vorðin forelskað í Charles, sum ikki hoyrir til aðalin. Men kongur vil ikki góðtaka sambandið teirra millum, men vil hava systir sína gifta við konginum í Fraklandi. Søgan fer fram í 1500-talinum í Onglandi. Føroyingur í Fremmandaherinum Fyri 9 árm síðani fór havnardrongurin Kristian Hentze til Fraklands. Endamálið hjá honum var at gerast professionellur her- maðurí Fremmandaherinum. Har hevur Kristian trivist væl. Hann hevur einaferð síðani hann fór, vitjað aftur í Føroyum, og táhitti sjónvarpið hann. Fremmandaherurin verður mettur sum Kristian Hentze heimsins harðasti herur, og krøvini til hvønn einstakan eru stór. Kristian hevur hesi árini ferðast víða um heimin. Nýggjársdag kl. 21.05: Njósnarar sum vit Tveir frá amerikonsku fregnartænastuni, Dan Aykroyd og Chevy Chase, verða send- ir til Afghanistan og tað eru teir fegnir um. Nýggjársdag kl. 22.45: Nyggj sendirød um amerikonsku fregnar- lænastuna og søguna aftanfyri. Henda sendingin snyr seg serliga um arbeidid hjå CIA í Berlin eftir kriggid og politiska leikin til Berlin-múrurin varð bygdur… Leygardagin kl. 21.40: Kamar við útsýni Ein ungensk genta, Lucy Honeychurch, er um aldarskiftið á ferð í Italiu. Har metir hon einum fínum manni, George, sum hon verð- ur skotin i. Men hann er einki »fyri hana«, og heimafturkomin til Onglands verður hon trúlovað einum >gentlemanni<, Cecil. Men tá ið George brádliga kemur til Onglands, gerst alt fløkt… Sunnudagin kl. 17.35: Tá Alaska var russiskt Pætur Mikli hevði í 1700 talinum stórar ætl- anir um at útvega Ruslandi hjáland. Og tað fekk hann takkað verið dananum Vitus Ber- ing, sum var í russiska flotanum og upp- dagaði Alaska í 1741. Diana Quick sum Susan Tysdagin kl. 21.10: Wroom Jake (Clive Owen) er ein vakur unglingi, sum droymir um ævintýr og frælsi. Hann gongur saman við Susan, sum er eitt sindur eldri, og tey koyra í einum »dollargrini«. Filmurin er enskur og er frá 1988. Týsdagin kl. 22.35: Tey heimleysu Henda sendingin er um heimleys børn í New York. Tey hittast í gøtunum, í skúrum og herbergum og aðrastaðni. Nøkur av teimum siga frá, hví tey eru heimleys, og hvussu tey fáa matskaffað sær. # Mikudagin kl. 20.0 Tjóðini ein fyrimynd Ein frásøgn um Viktoriu drotnng av Bret- landi og mann hennara Albert prins. Bergur Jacobsen leggur til rættis.