mikudagur 30. desember 1992síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14 Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Tíðindablaðið { sesíaturin )
Mary Steenburgen
Mikudagin kl. 19.35:
Dead of Winther
Am. filmur frå 1987. Hjå einari ungari
sjónleikarkvinnu sum Katie McGovern, er
tað hennara stóri møguleiki, tá ið hon skal
royndarspæla við í einum filmi. Aðrenn
hon veit av, er hon langt heimanífrá og er
gestur í húsunum hjá dr. Joseph, einum fitt-
um manni, sum situr í rullistóli og skal
filma hana upp á video. So við og við broyt-
ist Kate, so hon meira og meira líkist tí
sjónleikarakvinnuni, hon skal líkjast. Tað
kavar alla tíðina, og skjótt er telefonin deyð,
og bilurin vil ikki fara í gongd. Og har situr
Katie, umgyrd av kulda, bæði úti og inni, tí
nú eru tey ikki so blíð longur...
Married with Children
Al fyrireikar seg at vera við sum dómari í
einari vakurleikakapping, og Mary vaknar í
sofuni við síðuna av Bud, sum hevur
varrastift allastaðni...
Mikudagin kl. 22.00:
Marilyn —
seinasti filmurin
.
Am. dokumentarfilmur frå Twentieth Cen-
tury Fox um stjørnuna Marilyn Monroe,
sum varð heimskend. Hon doyði í 1962.
Barnafilmur: Napoleon
og Samantha
Disneyfilmur frá 1972. Napoleon og Sa-
mantha eru vinir, og tey eru ovurfegin at
hava ábyrgdina av einari fittari, gamlari
leyvu. Men tá ið myndugleikarnir hótta við
attaka leyvuna frá teimum, biðja tey Danny
hjálpa sær. Hann er vallari og hann leitir
eftir stóðum, har tey kunnu krógva seg...
Nýggjár n kl. 20.00:
Move over, Darling
Doris Day og James Garner
Am. filmur frå 1963 vid Doris Day i høv-
udsleiklutinum. Ellen Arden, ein kvinna,
sum øll halda doyði av ferðsluvanlukku,
kemur afturiaftur fimm år seinni, og tå upp-
dagar hon, at madur hennara hevur gift seg
uppaftur. Ellen fer til húsini, har hon bådi,
men børnini kenna hana ikki aftur. Ver-
mamma hennara, Grace Arden, verður
skelkað, men sigur henni, at Nicholas er á
brúdleypsferð á sama hotelli, har hann var
við Ellen. Ellen flýgur síðani til Monterey
Hotell og kemur áðrenn brúðarparið.
Nýggjársaftan kl. 23.00:
The Night of
The Generals
Tom Courtnay
Amerikanskur actionfilmur frá 1967 við
Peter O'Toole og Omar Sharif í høvudsleik-
lutunum. Líkið av einari skjøkju verður
uppdagað í einum rúmi í tí nazitikna War-
zawa og ein stór leiting eftir einum psykot-
iskum seksualbrotsmanni byrjar...
Hjálp, dinosaururin
hjá mær er stolin
Disneyfi'mur frá 1976 við Peter Ustinov í
einum av leiklutunum. Bretski lordurin
Sovtumere hevur júst stolið ein loyniligan
:ormil, Lotus X, sum hevur verið í einum
mikrofilmi hjá einum kinesiskum krígs-
ovasta. Southmere fer ókendur gjøgnum
Alaska og til London, fer inn i ein bil, sum
bidar, og uppdagar síðani, at hann er rændur
av kinesiskum agentum. Men tå id bilurin
steðgar, rymir hann inn í eitt forminnissavn
fyri frumtíðardýr og krógvar seg í
dinosaurushøllini…
Nýggjársdag kl. 14.00:
Babes in Toyland
Litrikur filmur frå 1961 bygdur å operahjå
Victor Herbert.
Nýggjár:
Return to Oz
Am. ævintýrfilmur frá 1985, upprunaliga
frá Walt Disney, men í nýggjari útgávu.
Dorothy, sum hevur verið á sanatorium eina
tíð, kemur aftur til heimbý sín, sum hon er
sera góð við, men sær at býurin hevur fingið
eina aðra leiðslu, sum henni ikki dámar.
kl. 19.
Nýggjársdag kl. 21.05:
Rebel without a Ca
þú
se
Natalie Wood og James Dean
Am. filmur frá 1955. Í hesum filminum
gjørdist James Dean rættiliga kendur og
gjørdist eitt »ideal« sum Jim. Hann heldur
ikki tað sama sum foreldrini halda. Mamm-
an er sterk og tekur fullkomiliga ræðið av
pápanum. Í skúlanum roynir Jim at sleppa
sær uppí ein banda, har Buzz er leiðari, og
tað endar við at Buzz doyr. Bandin fer eftir
Jim at hevna seg, og søgan endar í einum
húsum, har Jim, genta hansar, Judy og hin
psykotiski Plato hava goymt seg.
Leygardagin kl. 19.05:
Giant
Am. filmur frá 1956 bygdur á skaldsøgu hjá
Ednu Ferber. Texasmillióningurin Bick
Benedict verður á eini handilsferð skotin í
hini vøkru Leslie, og tá ið ein dagur er farin,
biður hann hana giftast við sær. Eftir stutta
brúdleypsferð tekur hann brúður sína heim
við sær á garðin í Texas, har hon í fyrstani
hevur ilt við at trívast. Hon er heldur ikki
væl við systir Bick, Luz, men nakað seinni
doyr Luz av einari vanlukku...
Elizabeth Taylor og James Dean
A-Team
A-Team og Hulk Hogan eru vorðnir væl við
Jeffrey, ein ungling, sum teir hava hitt í ein-
um ungdómshúsi. Pápi Jeffrey, Harry,
hevur trupulleikar og A-Team og Hogan
lova at royna at hjálpa honum, men teir vita
ikki, hvat teir lova. Tað kemur fram, at
Harry er fyrrverandi nevaleikari, og hevur
dripið ein annan mann, tó óviljað. Beiggi
tann deyða ætlar sær at hevna seg...
Sunnudagin kl. 19.00:
The Secret of
my Success
Am. filmur frå 1987. Brantley Foster er
drongurin av bygd, sum er komin til New
York at leita eftir eydnuni. Hann fer til
familju sina, Howard påpabeiggjan og bid-
ur hann hjálpa sær. Howard er stjóri í einari
multinationalari fyritøku og gevur Brantley
arbeiði í postrúminum. Men Brantley vil
sleppa longur...
Sunnudagin kl. 21.00:
In The Heat of the Ni
ght
Bubba er i fødingardegi hjá soni systkina-
barni sínum, Matthew. Bubba heldur, at
Kevin, pápi Matthew, er so løgin. So fær
Kevin telefonboð um, at myllan, har hann
arbeiðir, hevur trupulleikar, og Bubba
heldur, at okkurt er áfatt...