mikudagur 30. desember 1992síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24 Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992
Ein prúður trolari liggur á Vestmanna. Kvívíksingar fara at royna seg undir russiskum flaggi. Mynd: kalmar
Føroyingar: Nýggjar leiðir
Tíðindablaðið ENKE
%
--Trolarin vit hava keypt skal skrásetast i Murmansk, helvtin av
manningini verða fóroyingar, hin helvtin russar og vit skulu fáa
tað at ganga, sigur Gulak Madsen, sum saman við óðrum kvívik-
ingum hava keypt trolaran Thor Trawl, báturin fer til fiskiskap
eftir nýggjár
Høvdu føroyingar sett seg
hendur í favn, tá fjarleið-
imar byrjaðu at treingjast í
sjeytiårunum, so høvdu vit
bankað okkum sjálvar
aftur í tíðina við homlu-
bandinum. Men tað gjørdu
vit ikki. I dag er stødan
nógvar ferðir verri á
fjarleiðum, nú er næstan
knívskorið at fáa kvotu,
hóast tað, so gevast før-
oyingar ikki á hondum.
Seinasta dómi er
ótroyttiliga royndin hjá
kvívíkinginum Gulak
Madsen og gðrum
bygdamonnum hansara at
sleppa innum í tí fongríka
Barentshavinum. Nú hava
teir endiliga fingið hendur
á einum góðum bíligum
trolara og eftir nýggjár
skuldu øll loyvir verið
greið til at báturin byrjar
fiskiskap undir russiskum
flaggi.
--Hetta er upprunaliga
ein gamal týskur trolari.
Hann varð bygdur í 1965,
men í 1987 keypti Ole
Basse á Bornholm bátin
og lat hann ymbyggja fyri
54 milliónir. Skipið er ikki
at kenna aftur í dag. Ole
Basse hevði fiskiloyvi í
Kanada og Thor Trawl
hevur roynt eftir rækjum í
Kanada. Men so mistu teir
fiskiloyvi og hesin báturin
kundi ikki standa seg við
bert at fiska við Svalbard
við verandi rækjuprísum.
Báturin fór tí undir ham-
aran, sigur Gulak Madsen.
-Eg keypti trolaran
saman við Arna og
Magnus Joensen úr
Kvívík, vit eiga eisini
saman nótabátin Ruth. Vit
keyptu bátin fyri 6,2
milliónir krónur. Í dag
aftaná umbygging stendur
trolarin okkum í 10 milli-
ónum krónum. Vit hava
ikki fingið nakað veðhald,
vit hefta fyri øllum. Skibs-
kredittfondurin hevur
fíggjað 5,7 milliónir til 14
prosent rentu. Trolarin er
ikki dýrur og tí skuldu vit
fingið tað at borið til,
sigur Gulak Madsen.
Thor Trawl er ein stór-
um trolari. Hann er 87
metrar langur, ella 17
metrar longri enn
Skálaberg, men hann
lastar ikki so nógv. Hann
er 14 metur breiður, tekur
720 tons av saltfiski og
350 tons av flaki, sigur
Gulak Madsen.
42 mann vera við Thor-
trawl.
jústinus
Gulak Madsen, Árni og
Magnus Joensen allir
ættaðir úr Kvívík hava
saman við russum
keypt trolaran Thor
Trawl. Hetta er ein
gamal trolari, men
hann er í góðum
standi. Hann stendur
eigarunum í dag í 10
milliónum krónum.
Sosialurin ynskir
eigarunum góða eydnu
við skipinum. Mynd:
Kalmar
00