mikudagur 30. desember 1992síða 23
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CD Nr. 247 — 30. DESEMBER 1992 Sida 23
-Vit fridadu ikki bøin
fyrr enn vit høvdu fiskad
toskin upp, og tær stongdu
leidirnar eru mest fyri at
frida tann unga upsan. Tå
so upsin kemur út á tað
djúpra vatnið, so verður
hann fiskadur hart og
effektivt.
At tað ti er ov lítið av
fiski til í ár kemst av tí, at
vit fiska so hart, at vit alla
tíðina mugu fáa góðar ár-
gangir inn. Og er tað bara
ein vánaligur árgangur, so
minkar fiskiskapurin sigur
hann.
Upsin
Hjalti í Jákupsstovu sigur
víðari, at hvat upsanum
viðvíkur, so veksur hann
upp inni við land. og tá
hann verður umleið fýra
ára gamal fer hann út og
kemur tá verður hann
fiskaður.
-Taka vit 1000 tílíkar
upsar, sum fara út eitt
árið, so er veiðutrýstið so
høgt, at teir fyrstu 500
verða fiskaðir tað fyrsta
árið. Og harumframt eru
200 deyðir av nátúrávum.
Eftir eru bert 300 til árið
eftir. Og av teimum fiskar
tú so aftur helvtina. So til
tað triðja árið eru ikki
meira enn 100 upsar eftir
av teimum 1000, sum
komu inn í fiskiskapin
tvey ár frammanundan.
Og hetta merkir so aftur,
at tað tá alla tíðina má
vera góð tilgongd. Annars
gongur tað galið. Og tí er
tað einki løgid í, at tað er
lítið av fiski í ár, tí tað er
ein lítil árgangur. So
verður tað møguliga betri
næsta ár, tí nú er so
nógvur seiður framvið
landi.
-Men hann kann eisini
fiskast uppá tvey ár og so
er liðugt, og so mugu vit
vóna, at tá aftur kemur ein
nýggjur góður árgangur.
Hjalti í Jákupstovu vísir
á, at fara vit Ístaðin niður
á eitt veiðutrýst, sum er
30%, so menga vit at
hækka grundstovnin av tí,
sum er til at taka, og tá
fær hvørt skipið eisini
meira.
Hann vísir á, at tað sum
eitt nå umrøddu trolarara-
menn vilja, er at sleppa at
fiska innanfyri stongdu
leiðirnar, tí har stendur
nakað av smærri upsa. Og
fer bert at koma okkum
aftur um brekku.
Høvudstrupulleikin er
tann, at tað samanumtikið
eru ov nógv skip.
-Nú vísa vestmenn-
ingarnir í Sosialinum á, at
båtatalid longu er minkað
alt ov nógv!
-Tað dugi eg ikki at
meta um, men tað sæst so
ikki á avreiðingunum, og
hyggur ein í hagtølini hjá
Óla Jacobsen, so høvdu
partrolararnir 1000 fleiri
dagar í sjónum í fjør enn
Vinna einki við at
minka meskavidd
Hjalti í Jákupsstovu sigur
víðari, at hann als ikki er
samdur vid monnum i ti,
at tað verður tann stóri
vinningurin upp á longri
sikt at fara frå 145 niður
aftur á 135 mm og at lata
allar tær stongdu leiðirnar
upp aftur.
-Vit verandi flota kanst
tú kanska fáa nakrar stert-
ar aftrat letur tú upp, men
tú er eftir eini heilt stuttari
tíð uppaftur verri fyri.
Stjórin á Fiskirannsókn-
arstovuni heldur tað ann-
ars vera fullkomiliga
meiningsleyst hjá fiski-
frødingum at liggja og
trætast við fiskimenn um
hetta.
-Um ikki landið, teir
stýrandi og sum kenna
hesi viðurskifti uppá
kroppin, fjølmiðlarnir 0.0.
ikki fara inn og hyggja
sjálvi, hvat gongur fyri
seg, so er tað heila mein-
ingsleyst.
-Í einum landi, sum
hevur ein so einfalda
vinnu sum okkara er tað
heilt burturvið, at tað er
ein træta millum trolara-
menn og Fiskirannsóknar-
stovuna og millum snellu-
menn og Fiskirannsókn-
arstovuna. Hetta er ein
træta, sum feløgini sjålvi
skuldu tikið upp sínamill-
um.
Orðaskiftið
-Í løgtinginum er tað so,
og sum eg fyrr havi fingið
nøs fyri, at teir, sum lut-
taka í fiskivinnuorðaskift-
inum eru fiskimenn og
reiðararnir, meðan hinir
halda seg til sítt egna.
Skúlamenn tosa um skúla
ístaðin fyri at tað vóru
skúlamenn, sum tosaðu
um fiskiskap og fiski-
menn, sum tosaðu um
skúlar. Tá høvdu vit
kanska fingið bíligari
skúlar og eina betri
styring av fiskiskapinum.
Hjalti I Jåkupsstovu sig-
ur vidari, at tad er full-
komiliga galid vid orda-
skiftinum f hesum landi. -
Hvat tosa tey t.d. um i
skúlunum! Tosa tey
kanska um fisk har! Nei.
Tosa tey um, hvat vit
skulu liva av í framtíðini
annað enn fisk! Nei. Hetta
átti at verið eit krav, at
okkara hgvuðsvinna var
ein tvungin lærugrein í
samfelagskunnleika og
ikki nakað, sum tey bara
av tilvild kunnu velja sær.
Tá hevði alt samfelags-
orðaskifitið kunnað verið
ødrvisi og uppbyggjandi
og ikki sum nú, har einki
kemur burtur úr.
Toskurin!
Hjalti í Jákupsstovu sigur
víðari, at líta vit eftir hag-
tølunum hesa øldina, so
hevur fiskiskapurin eftir
toski ligið millum 20.000
og 40.000 tons. Hann fór
niður um 10.000 tons
undir krígnum av nátúr-
ligum orsøkum, tí menn
sluppu ikki út. Men sjálvt
undir fyrra heimskríggi
var hann upp ímóti 20.000
tonsunum. Tað vísir, at
hesin landgrunnurin hesa
øldina hevur borið ein
rættiliga javnan stovn
millum 20.000 og 40.000
tons ella eini 27.000 tons í
meðal. Men so kemur tú
fram til 1977. Nú skulu vit
sjálvir stýra, vit eiga
grunnarnar, og vit skulu til
at húsast við teimum.
Tað, sum undan var, tá
bretar fiskaðu tað mesta
av toskinum, var, at tá ið
teir høvdu fiskað stovnin
so langt niður, at tað ikki
lønti seg hjá teimum,
høvdu teir møguleika at
fara onkra aðrastaðni at
fiska. Hetta gav bein-
anvegin eina vernd, eina
friðing. Síðani 1977 hava
vit sjálvir veitt her. Og vit
hava hildið á t.d. at fiska
tosk aftaná, at vit áttu at
verið fluttir av fíggjar-
ligum orsøkum - og hetta
hava vit entå gjørt vid
studningi.
Skotpremia
Og Hjalti i Jåkupsstovu
heldur fram: -Vit hava so i
dag inni í skipanini, eftir
at øll hava fingið at vita -
Ices hevur mælt til at
steðga fiskiskapinum, vit
hava gjørt tað, útróðrar-
menn drepa ikki livandi -
og nú geva vit skotpremiu,
prísískoyti fyri tosk, og
harvið hevur tú gjørt okk-
ara grundarlag - fiski-
mannastættina - útróðrar-
menninar til almanna-
klientar. Teir fara ikki út
at fiska fisk, teir fara út
fyri at fiska ein seðil, so
teir kunnu fara á almanna-
stovuna eftir pengum.
Hvat er hetta fyri eitt land
vit hava skapt! Og so kann
ein klandrast um tað skulu
vera 135 mm ella stongdar
leiðir ella annað, tað er jú
fullkomiliga volapykk
sigur hann og heldur fram:
-Hava vit ikki nakrar
politikarar, sum vilja stýra
fyri hesum fólkinum og
húsast vid tí råvøru, sum
vit eiga, í fullum álvara og
út frá tí sannroynd, at
tilfeingið er avmarkað, so
hjálpir íkki.
Vit mugu tí finna ein
annan politikk, og tað
royna menn nú. Men vit
sita við "páholden" pen.
IMF-ararnir koma higar
og siga okkum , hvat vit
Skulu gera. Vit hava ann-
ars havt meira enn fimtan
ár at funnið út av tí.
John Petersen ger eitt
gott arbeiði
Hjálti í Jákupsstovu
heldur annars, at tær
atfinningarnar, sum hava
verið í fjølmidlunum móti
fiskimálaráðharranum, eru
fullkomiliga órættvísar.
-John Petersen er ein
tann besti fiskimálaráð-
harrin vit hava havt í
mong ár. Tað grundi eg
m.a. á, at maðurin hevur
sett sær fyri at koma við
nøkrum loysnum til frama
fyri stovnarnar. Hann hev-
ur innsæð, at rávgru-
tilfeingið er avmarkað, og
at tað má byggjast upp
aftur. Hann er førur fyri at
taka ópopulerar avgerðir,
og hann argumentar fyri
teimum.
Uppá fyrispurning
hvussu framtíðar flotin
skal síggja út sigur Hjalti í
Jákupsstovu, at tað er júst
har tað politiska orðaskift-
ið skal fara fram.
-Vit mugu fáa eitt pol-
itiskt orðaskifti um,
hvussu vit stýra fiski-
skapinum í síni heild. Vit
mugu taka hædd fyri sam-
felagnum øllum, at tað er
eitt avmarkað tilfeingi.
Góðan fisk og ikki
dýr og stór skip
Vit vita, at í Føroyum eru
tað ikki meira enn 10 til
12 tímar at sigla frá ytstu
leið í havn og tað eru 12
tímar at sigla úr havn til til
næsta land. Tí eri eg ikki
upptikin av, at skipini
skulu vera tey bestu, tey
dýrastu og tey størstu.
Tað, sum er avgerandi,
er,at tey føra ein góðan
fiska upp á land, sum
kann viðgerast og sum ein
kann fáa góðan prís.
Manglar ásannan
Hvat boð hevur so stjórin
á Fiskirannsóknarstovuni
upp á 1993?
-Eg haldi tað manglar
ein ásannan víða um í
hesum landi, hvussu vána-
lig stødan er. Eg vænti
ikki, at stóðan verður nak-
að munandi betri komandi
ár, tí vit framvegis bara
koma at hava upsan at líta
á. Og útheiminum hava vit
eina drepressión. Tvs. at
tað vit skulu selja tað fer
bíliga komandi ár.
Men vit mugu benda alt
yvir á at viðgera fiskin so
langt sum gjørligt i Før-
oyum.
So mugu vit taka i egn-
an barm og royna at finna
fram til, hvat vit vilja.
Hjalti i Jákusstovu held-
ur fyri, at stødan i land-
inum er sera álvarssom
orsakað av niðurfisking-
ingini. - Vit mugu so bara
vóna, at nakað kemur und-
an av toski, men vit skulu
ikki í einum roknistykki -
fyri tað at tað hevur verið
eitt sindur av gróðri í
sjónum eitt ár - halda, at
toskurin kemur svimjandi
inn aftur á grunnarnar.
Tað er sera vandamikil
politikkur. Vit kunnu
sjálvandi vóna tað, men
vit skulu ikki brúka tað í
roknistykkinum.
jan
FYRITØKUR
& EINSTAKLINGAR
Nú kunnu tit aftur leiga Høllina nakrar
tímar til bóltsspæl.
Ítróttarhollin á Hálsi
Tlf. 11475 (millum kl. 14-18)
Kamar til leigu
v/ Landavegin við atgongd til kok, bað
og vaskikjallara.
Tlf. 17595