leygardagur 3. mai 2003síða 16
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003
5
4
Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
JOF.
Soleiðis verður hann kallaður
av fólki, sum kennir hann.
Hann er Jens Ove Fris. Dansk-
ur plátufelagsstjóri við stórum
áhuga fyri føroyskum tónleiki.
Hann hevur havt hálvføroysku
poppduoina Creamy undir sínum
veingjum, hann vísti stóran
áhuga fyri Týr eftir seinasta
Prixið, og hann var í fjør eisini
sinnaður at gera sáttmála við
Brand Enni.
Hann er stjóri fyri plátufelagið
RecArt, sum heldur til í Århus,
og í sambandi við finaluna í Prix
Føroyum vitjaði hann aftur hend-
anvegin. Hann var fyrstu ferð til
Prixið í 1999, og hann hevur
upplivað, hvussu tónleikavinnan
í Danmark hevur verið úti fyri
eini kollvelting.
- Tónleikavinnan er fullkomi-
liga broytt seinastu fýra árini.
Tað tykist næstan sum vit hava
bíbilskar tilstandir, tí eftir sjey
feit ár koma sjey rak ár, sigur
Jens Ove Friis, sum vanliga
verður róptur JOF.
Hann sipar til, at fløgusølan í
Danmark er hálverað eftir tveim-
um árum, og sjálvt tey størstu
nøvnini hava trupulleikar við at
selja nógvar fløgur. Ein kanning,
sum varð gjørd av plátuvinnuni í
Danmark fyri kortum, vísti, at
meginparturin av tónleikinum,
sum stendur á hillunum á kømr-
unum hjá ungfólkum, er ólógliga
kopieraður.
- Ólóglig kopiering av tónleiki
er sera umfatandi, og tað tekur
grundarlagið undir nógvum
útgávum. Sølan er nógv aftur-
farin seinastu árini, og nú skulu
vit náa botnin, áðrenn vit aftur
fara at arbeiða okkum uppaftur.
Eg rokni við, at vit standa á
botninum í løtuni, so vónandi fer
tað at ganga uppeftir aftur, sigur
Jens Ove Friis.
Ov nógvar útgávur
Plátufelagsstjórin heldur, at um-
framt ólógligu kopieringina av
tónleiki, hevur fløgan eisini verið
eitt bakkast fyri tónleikavinnuna.
- Nýggja tøknin hevur havt við
sær, at øll kunnu gera eina fløgu.
Alt hevur verið útgivið - bæði
góður og vánaligur tónleikur.
Fyrr var tað ein verulig hending,
at ein pláta kom út í Danmark,
men soleiðis er tað ikki longur.
Nú leggja fólk valla til merkis, at
ein nýggj fløga er komin út, tí
tað er allatíðina, og so ignorera
tey tað, heldur Jens Ove Friis.
Hann heldur, at plátusølan fer
at broytast næstu árini.
- Fløgan fer at verða seld í
nógv ár afturat, men eg rokni
við, at meira av tónleiki fer at
verða seldur umvegis internetið.
Serliga hittónleikurin kann
seljast á hendan hátt, tí fólk tíma
ikki at keypa eina heila fløgu hjá
nøvnum, sum bara fáa eitt hitt.
- Fólk eru ferð eftir ferð vorðin
skuffað av útgávan, har okkurt
hitt hevur verið á, tí tað hevur
víst seg, at restin av fløguni als
ikki stendur mát við hittið. Tí
verður tað helst soleiðis fram-
yvir, at fólk kunnu keypa ein-
stakar sangir - hittini - umvegis
internetið.
Kampurin verður á
pallinum
Støðan hjá plátuvinnuni í Dan-
mark og aðrastaðni hevur eisini
ávirkan á bólkar, sum vilja fram
við sínum tónleiki. Her eru før-
oyskir bólkar eisini íroknaðir, tí
nógvir teirra leita fyrst til Dan-
markar, tá ið teir vilja fram
uttanlands.
- Tað eru nógv færri nøvn, sum
koma fram nú, enn tað var fyri
tveimum ella trimum árum síð-
ani. Tú skalt veruliga hava nakað
serstakt at bjóða fólki ella hevur
tú ongan kjans. Tað er ikki óvan-
ligt, at tað gongur long tíð frá tí
at fyrsta sambandið er millum
eitt plátufelag og ein tónleika-
bólk, áðrenn nøkur fløga verður
givin út. Tað skal veruliga vera
eitt grundarlag til staðar, áðrenn
eitt plátufelag satsar uppá ein
bólk, sigur Jens Ove Friis.
- Í framtíðini verður tað á pall-
inum, at tann stóri kampurin
verður spældur. Tað er har, at
bólkarnir skulu gera vart við seg
og vinna sær undirtøku. Plátu-
bransjan hevur í nógv ár gjørt
arbeiðið fyri bólkarnar, men
plátusølan er hálverað eftir
tveimum árum, og tí skal nógv
meira til fyri at selja eina fløgu.
Nú skulu bólkarnir út at spæla
fyri at koma fram og vinna fólk,
áðrenn plátufeløgini geva
teimum ein kjans.
Hava stríðst í nógv ár
Jens Ove Friis nevnir tveir
danskar bólkar, sum eru komnir
fram við at spæla og stríðast í
nógv ár. Fólk skríggjaðu at enda
eftir eini fløgu frá teimum, og tá
ið útgávurnar komu, so seldu tær
væl beinanvegin.
Talan er um rockbólkarnar
Saybia og Carpark North, sum
teljast millum stóru nøvnini í
donskum tónleiki í løtuni.
- Hetta eru bólkar, sum hava
stríðst í nógv ár fyri at vinna
fram. Teir hava ongantíð givið
upp, og teir hava støðugt vunnið
hjørtuni á alt fleiri fólkum. Teir
skaptu sær eitt grundarlag, sum
plátufeløgini at enda ikki kundu
síggja burtur frá. Og soleiðis
verður vegurin hjá alt fleiri bólk-
um framyvir.
- Tí eru bestu ráðini, sum eg
kann geva tónleikabólkum, sum
vilja sláa ígjøgnum, at teir fara
út at spæla allastaðni, har teir
kunnu. Um einasti kjansurin at
spæla á einum festivali er á pall-
inum uttan fyri vesið, so skulu
bólkar taka kjansin. Og hóast tað
bara møta fimm fólk upp fyrstu
ferðina, so skal tað nokk frættast,
um bólkurin er góður, og so
koma fleiri fólk næstu ferð. Fyrr
ella seinni so koma plátufeløgini
eisini at lurta.
Jens Ove Friis heldur, at hevur
ein tónleikabólkur nakað serstakt
at bjóða, so skal hann nokk
koma fram fyrr ella seinni.
- Tað er ógjørligt at rokna út,
hvussu tú skalt koma fram. Vit
royna allatíðina at gera tað, men
tað er í grundini ógjørligt.
Øgilig krøv til tónleikarar
Nýggju tíðirnar í tónleikavinnuni
gera, at tað verður kravt nógv
meira av teimum tónleikarunum,
sum ætla sær nakað innan
tónleikin.
- Fólk skulu veruliga brenna
fyri tónleikinum, tað skal vera
eitt kall fyri tey. Tað nyttar ikki
at koma við einum innstillingi
um, at tú vilt gerast kendur sum
skjótast. So skalt tú bara gloyma
tað og finna tær eitt annað starv.
- Tað hava ongantíð verið so
nógvir góðir tónleikarar, sum tað
eru nú, men tað hava hinvegin
ongantíð verið so fáir nýggir
tónleikarar og bólkar, sum koma
fram, sum tað er nú. Tí er støðan
sera trupult, og tað skal eitt hart
arbeiðið í nógv ár til, áðrenn tú
kanst rokna við at fáa eitt
gjøgnumbrot.
Jens Ove Friis leggur dent á, at
ein bólkur skal hava nakað ser-
ligt at bjóða.
- Nóg gott er bara ikki nóg
gott. Og tað ringasta, tú kanst
siga um tónleikin hjá einum
bólki er, at hann er sera góður.
Tað merkir, at hann er main-
stream og líkagyldugur. Nú
krevur vinnan, at bólkarnar hava
nakað so serstakt at bjóða, at
fólk antin fullkomiliga falla fyri
teimum ella kveistra teir frá sær.
Fólk skulu verða noydd at taka
støðu til ein bólk, heldur stjórin
á RecArt.
Føroyskir bólkar í somu
støðu
Jens Ove Friis heldur, at eisini
føroyskir bólkar skulu veruliga
stríðast fyri sakini, um teir vilja
hava gjøgnumbrot uttanlands.
- Men tað ber til, um tú hevur
nakað originalt og serstakt at
bjóða. Tá ið ein føroyskur bólkur
hevur tað, so verður tað ein
fyrimunur fyri hann, at hann
kemur úr Føroyum, tí tað er ein
góð søga at kunna siga. Og
støðan í løtuni ger tað ikki verri
fyri slíkar bólkar.
- Nú hevur Guðrun Jacobsen
gjørt um seg í Danmark, og øll
vita, at hon er føroyingur. Men
fyri tað verður tað framvegis eitt
sindur eksotiskt at koma úr Før-
oyum. Í hvussu er til eini fimm
ella seks bólkar hava sligið
ígjøgnum, so verður tað líka-
mikið aftaná tað.
Aftaná seinastu Prix Føroyar
tónleikakappingina, sum varð
hildin í 2001, var Týr ein av
bólkunum, sum útlendsku gest-
irnir til finaluna fingu eyga á.
- Týr hevði júst nakað av tí,
sum vit altíð leita eftir. Teir
blandaðu nakað av tí gamla
føroyska saman við nýggjari
rocktónleik - í øllum førum í
einum sangi. Eg tók teir í PUK
Studio fyri at spæla okkurt inn,
men tað vísti seg, at restin av
tónleikinum hjá teimum var ov
gammeldags, og so heldur tað
ikki, sigur Jens Ove Friis.
Segði nei til Saybia
Tað finnast nógvar góðar søgur
um, hvussu tónleikarar ella
bólkar eru komnir fram, og sum
oftast hava teir skula yvirlivað
nógvar avvísingar frá plátufeløg-
um, áðrenn tað so at enda hevur
borið til.
Soleiðis er støðan framvegis,
og bólkar skulu nú meira enn
áður hava tol og vilja til at halda
fram.
- Tað eru nógv ár síðani, at eg
fekk eina demofløgu frá Saybia.
Eg helt ikki, at tað var nakað
serligt, og hóast eg hevði fingið
ein fløgu frá teimum í dag, so
rokni eg ikki við, at eg hevði
reagerað øðrvísi. Men teir eru
eitt gott dømi um ein bólk, sum
hevur vunnið sær undirtøku
millum fólk við at spæla alla-
staðni, har teir eru slopnir
framat. Og so bilti tað heldur
ikki, at teir høvdu eitt veruligt
hitt á síni fyrstu útgávu.
Men hvussu kennist tað, tá ið
tú hevur sagt nei takk til ein
bólk, sum síðani fær gjøgnum-
brot hjá einum øðrum plátu-
felag?
- Tað eri eg sjálvsagt keddur
av, men soleiðis gongur tað í
tónleikavinnuni. Nógvir av
teimum bólkunum, sum eg havi
gjørt sáttmála við, hava fingið
nei frá øðrum feløgum. Tað er
einki óvanligt í tí. Vit royna at
rokna alt út, men vit klára tað
ikki, og nakað av tí besta kemur
fram, tá ið vit ikki klára at rokna
tað út.
Jens Ove Friis heldur, at før-
oyskir bólkar skulu fyrst og
fremst hugsa um at sleppa at
spæla til konsertir uttanlands.
- Hevði eg verið tónleikari í
Føroyum í dag, so hevði eg brúkt
meira tíð upp á fólkini frá festi-
valum og spælistøðum, enn uppá
fólk frá plátufeløgunum. Hava
bólkar nakað at bjóða, og fólk
taka væl ímóti teimum, so møta
vit eisini upp fyrr ella seinni,
sigur hann.
Langur vegur til stjørnurnar
Tað hevur ongantíð verið so trupult at vinna
fram innan tónleikavinnuna, sum tað er nú.
Plátufelagsstjórin Jens Ove Friis heldur, at
tónleikarar verða noyddir at stríðast í nógv ár,
áðrenn teir kunnu gera sær vónir um ein
plátusáttmála
- Tað hava ongantíð verið so nógvir
góðir tónleikarar, sum tað eru nú,
men tað hava hinvegin ongantíð
verið so fáir nýggir tónleikarar og
bólkar, sum koma fram, sum tað er
nú. Tí er støðan sera trupult, og tað
skal eitt hart arbeiði í nógv ár til,
áðrenn tú kanst rokna við at fáa eitt
gjøgnumbrot, sigur Jens Ove Friis,
stjóri fyri danska plátufelagið
RecArt
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
31
30