Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003 Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003 7 GRANSKING Firous Gaini Kjak um gransking er í føroysk- um fjølmiðlum, og tosað verður dúgliga um granskingarpolitikk og samfelagsgagnliga gransking. Eg fari ikki at tosa um politikk- in, men um gransking í sam- felagsligum og vísindaligum høpi. Fyrst, hvat er í veruleikan- um "samfelagsgagnlig" gransk- ing? Tað er ongin almenn semja um; hvør gransking er gagnlig fyri Føroyar: Er samfelagsgagn- lig gransking, hon ið gevur okk- um størsta búskaparliga av- kastið? Um so er, hvussu verður roknað út? Er talan um vinnuliga gransking? Ella skal hon hjálpa okkum at skilja okkara samfelag og mentan? Ella er øll gransking gagnlig, tí gransking í sjálvum sær er virðismikið fyri Føroyar? Fleiri áhugaverd sjónarmið hava verið frammi, men flest venda sær til reint vinnuliga gransking. Trupult er at gera av hvørjar verkætlanir pengarnir skulu setast í, og ein kann spyrja seg sjálvan: hvussu vita vit, hvat er samfelagsgagnligt tá ið sam- felagið broytist ár undan ári? Gransking ávirkar samfelagið, sum ávirkar granskingina. Uttan framtíðarhugsan er vísindin bara ein rustaður boltur í motorinum, sum heldur samfelagshjólunum ígongd. Koyrt verður spakuliga, viðhvørt skjótt, men altíð í ring. Og um hini koyra fram, so stendur ein sjálvur ikki í stað, men verður eftirbátur. Og at enda steðgar motorurin upp. Vit hava brúk fyri fólki við visiónum, ið hugsa longur fram enn til dag- sins rætt — dagsins tørv. Tað mest gagnliga fyri samfelagið er at vera vísindagagnligt, tí vitan kemur at vera Føroya Gull í framtíðini. Flest lond í vesturheiminum eru samd um, at (lyklaorðið) samstarv millum granskingar- stovnar, vinnulív og politiskar myndugleikar er vegurin fram. Múrarnir millum hesi hava í stóran mun mist sín leiklut. Gransking fer fram á bæði almennum og privatum stovnum; granskingarstovnar eru eisini búskaparligar eindir við tørvi á kapitali; politisku myndugleikarnir brúka granskarar til ráðgevar; og so framvegis. Samfelagið er eyð- kent av netverkum við opnum strukturum — eisini í gransking- arhøpi. Positivisma Endamálið við vísind er, siga tey flestu, at framleiða sanna vitan, ið sigur nakað um "verulig" viðurskifti. Vísindafólk skulu vera "objektiv" og óheft. Vís- indamálið er altjóða og universialisma týðandi regla. Í stórum parti av 20. øld var sokallaða "positivisman" ráðandi í vísindaheimspekini, og leiklutur hennara er als ikki av enn. Auguste Comte og John Stuart Mill skaptu positivistiska vís- indaástøðið fyri hug- og sam- felagsvísind. Positivistar síggja alisfrøðina sum eina fyrimynd fyri allar vísindagreinar. Ein skal skilja ímillum sannroyndir og virðir. Vísind skal vera óheft av øllum virðum. Og endamálið við vísind er, í positivismuni, at "greiða frá" . Nakað er greitt frá (orsøkirnar), tá ið ein hevur víst, at tað kemst av eini almennari lóg. Frágreiðingin ger tað sostatt eisini møguligt at spáa um fram- tíðina. Tú fert við øðrum orðum induktivt frá trupulleika til empiri til ástøði; og tú kanst staðfesta (verifisera) ígjøgnum empirisku sannroyndirnar. Heimspekingurin Karl Popper fanst hvassliga at vanliga positivistiska vísindaástøðinum, og segði, at líkamikið, hvussu nógva empiri tú hevur, so kann hon ongantíð staðfesta eitt ástøði. Harafturímóti kann ein einstøk vísindalig roynd vraka ástøðið. Hetta er tann sokallaði "induktións-trupulleikin", ið er ómetaliga týðandi fyri modern- aða heimspeki og vísind. Popper sigur, at ein skal fara frá trupul- leika til ástøði (hypotesur) til empiri; hetta er tann hypotetisk- deduktiva metodan, ið tey flestu brúka tilvitað ella ótilvitað. Vísindafólk skulu royna at vraka síni egnu ástøði, og tess oftari tað miseydnast, tess sterkari og meira álítandi er teirra ástøði. Um tað eydnast at vraka ástøðið, so skal tað sjálvandi burtur- beinast. Paradigmur Thomas Kuhn, amerikanskur vísinda-søgufrøðingur, vísti seinni á, at Popper ikki hevði tikið hædd fyri, hvussu ástøðið ávirkar tey úrslit ein kemur fram til. Vísindafólk ávirka hvønn annan og tað er við til at ávirka royndarúrslit teirra. Kuhn sigur, at sannroyndir (data) eru løddar við ástøði, og at sundurbýtið millum "veruleika" og vitan kann vera ilt at síggja. Kuhn er kendur fyri paradigmu-ástøði sítt. Ein paradigma í vísindini er heims- mynd, sum vísindafólk arbeiða innanfyri. Sambært Kuhn ganga vísindalig ástøði út frá einari paradigmu, t.v.s. einum serligum vísindaligum verki, sum er fyri- mynd og frymil fyri fleiri ættar- lið av granskarum innanfyri vísindagrein. Paradigman sigur, implisitt, hvussu fyribrigdið sum granskað verður skal skiljast; hvørji ástøði og metodur, sum eru umráðandi og røtt; umframt eisini hvørji eyðkenni "góð" vísind hevur. Paradigmur hava sínar egnu reglur og kunnu ikki saman- berast; tær koma fram, blóma, og doyggja. Tá ið ein paradigma fær harða mótstøðu á fleiri frontum, so viknar hon og ein vísindalig kollvelting fer fram, har ið nýggj paradigma tekur yvir. Í sam- felagsvísindini hava til dømis Marx, Durkheim og Weber skapt paradigmur. Í alisfrøðini hava til dømis Newton og Einstein skapt kendar paradigmur. Lakatos og Feyerabend halda, at paradigmu-hugtakið er áhuga- vert, men at Kuhn er ov relativistiskur, tí at hann ikki samanber paradigmurnar, og harvið ikki sigur nakað um, hvussu menningin í vísindini er: eru vit ikki komin longur ídag enn fyri 200 árum síðani? Er ongin framgongd í vísindini? Feyerabend ivast eisini í, at tað eru formligar rationellar metodur, sum standa aftanfyri góða vísind. Hann talar fyri eini anarkismu í vísindini, har tað óvæntaða, kanska eitt sindur ørliga, er tað áhugaverda og góða vísindaarbeiðið. Í dag eru ástøði um vísind ofta knýtt at pragmatiskum og kon- struktivistiskum sjónarmiðum, har sagt verður, at vísindaarbeiði ikki er serliga øðrvísi enn so nógv annað arbeiði. Tað er grundað á álit og reglur. Nøkur fara so langt sum at siga, at vísindalig vitan er beinleiðis ávirkað av sosialum viðurskift- um. Hvør er veruleikin? Sosialkonstruktivisma er ein sera radikal tulking av Kuhn, har ein sær heilt burtur frá rationalism- uni, og einans góðtekur relativ- ismuna. Sosialkonstruktivistar tøma, kann ein næstan siga, vísindina fyri innihald. Tað er ongin "røtt" ella "verulig" vitan, tí sosial og søgulig viðurskifti ávirka altíð tað úrslit ein kemur fram til. Onki er "natúrligt", onki er "sjálvsagt", øll vitan er knýtt at samfelagnum og tíðini ein livir í. Vísindalig vitan verður bara til vitan. Og vitan verður til mein- ingar og hugsjónir. Og harvið verður samanbering eitt mein- ingsleyst arbeiði, og ei heldur er gjørligt at geva vitan alment gildi. Sambært hesum relativist- iska sjónarmiði, so kann sosial- konstruktivisman heldur ikki nýtast uttanfyri sín kontekst, tí hon er sjálv eitt úrslit av serlig- um søguligum, sosialum og mentanarligum viðurskiftum. Ein kann tó siga, at ein altíð má taka hædd fyri ávirkanini frá samfelagnum, tí vitan verður ikki skapt í nøkrum vakuum uppi í himlinum. Einastaðni ímillum gomlu positivismuna og sosial- konstruktivismuna standa tey flestu vísindafólkini ídag. Øll vitan kemur ikki sendandi inn í okkara heila við eini ljósstrálu úr universinum. Ei heldur kemur øll vitan úr okkara umhvørvi. Bæði sjónarmiðini eru víðgongd og vandamikil. Tað er ikki nóg mikið at geva einum persóni teir røttu karmarnar og so halda tað, at hann kann gerast ein nýggjur Einstein. Men tað er eisini iva- samt um relativitetsástøðið hevði sæð dagsins ljós um Einstein var føddur sum heimleysur í Kuala Lumpur. Hví gransking? Vísindalig vitan verður ikki roknað sum nakað gudsgivið, sum gongur inn í ævinleikan, longur. Tað hava verið ov nógvar "vísindaligar" sannroyndir, ið knappliga ikki vóru sannar hóast alt. Tað sær út sum um vitanin broytist alla tíðina. Hvør hevur rætt? Og hvussu leingi er tað sum er rætt rætt? Nú tosar ein mangan um álit (trust) heldur enn veruleika (truth) í samband við gransking. Tann brennandi spurningurin verður harvið ofta: hvat skal vitanin brúkast til? Ein er farin at hyggja at samfelags- liga leiklutinum hjá vísinda- arbeiðinum. Danskir granskarar á Handelshøjskolen í Keyp- mannahavn siga: "Science is under change. The classic understanding of the purpose of science as production of knowledge for its own sake is still very dominant, but a new understanding focusing on the application of science is under rapid development". (Frederik- sen, Hansson og Wenneberg 2001) Álítandi vitan, ikki "verulig" vitan, er tað, sum nógvir gransk- arar siga seg framleiða í dag. Granskarar gera eitt praktiskt arbeiði, har fólk, tilfeingi, stovn- ar og so víðari, hava ein virknan leiklut. Granskarar mugu sam- starva og hava eitt grunnleggj- andi álit á hvønn annan. Nógv verður eisini tosað um "research management": hvussu skal sam- starvið millum granskarar, politikarar og vinnulívsmenn skipast? Hvussu skulu granskarar verja sítt frælsi og samstundis fáa granskingarstuðul? Universi- tetini, vinnulívið og tað almenna verða meira bundin at hvørjum øðrum sum tíðin gongur. Upp- gávubýtið teirra millum broytist grundleggjandi og netverk, sum fara um øll mørk, gerast fleiri og sjónligari. Ein kann gera myndina eitt sindur einfaldari við at seta hana upp sum tveir mótsetningar: Klassiskt akademiskt sjónar- mið um vísind: - Endamálið er at savna saman vísindaliga vitan sum eitt mál í sjálvum sær. - Granskingin hjá granskaran- um eigur at vera óheft og sjálv- støðug. - Aðrir viðurkendir granskarar eftirmeta arbeiðið. - Gransking er nakað sum onki kann sigast um frammanundan, og tí kann hon ikki fyrisitast. Granskarin kann lýsast sum eitt slag av listarmanni. - Individualistiskt sjónarmið: Granskarin er "sjálvsettur" per- sónur, ið stimbrar seg sjálvan. Granskarin má vera sjálvstýrandi og frælsur at seta sína egnu granskingar-dagsskrá: frí hugsan er grundarteinurin undir skapanarevnum og originaliteti. Granskarar eru individualistar og einfarar. Samfelagsligt sjónarmið um vísind: - Endamálið er at framleiða vitan, sum skal brúkast til prakt- isk endamál. Granskingin hjá granskaranum skal fyrisitast út frá samfelags- ligum málum. - Professionella fyrisitingin hjá arbeiðsgevaranum (sum stendur fyri verkætlanini) skal eftirmeta arbeiðið. - Granskingin er gagnlig og ætlað. Fyrisiting er møgulig eftirsum teir flestu granskararnir gera standard gransking og arbeiða við standard metodum ("puzzle solving") - Granskarin er ein arbeiðs- takari, sum viðhvørt hevur brúk fyri at verða eggjaður. Gransk- arin má knýta sína granskingar- dagsskrá til ynskini hjá teimum, ið hava sett pengar í verkætlan- ina: fría og institutionella hugs- an. Granskarar eru individual- istar og liðspælarar. Sjálvandi er tvíbýtið ikki so klárt og einfalt í veruleikanum. Tó eru tað ofta júst hesi tingini, ið kjakast verður um, tá ið granskarar og granskingarstovnar halda verjurøður fyri sínum verkætlanum. Fyri ikki at enda úti í kuldanum, uttan pengar ella vinir, mugu granskingarstovnar- nir blíva meira sjónligir í sam- felagnum, og eisini samskifta við politikarar og vinnulív, fyri at finna útav, hvat tað er sum er samfelagsgagnligt og gransk- ingargagnligt í Føroyum. * Tann frælsi granskarin, sum situr uppi í fílabeinstorninum og hugsar djúpt, hann má onkuntíð koma niður úr torninum at eta, drekka og frætta tíðindir. Uppi í torninum sæst langt og lands- lagið tykist ongantíð at broytast, men undir torninum kann tað saktans vera, at onkur er í ferð við at grava moldina upp, so at tornið fer at koppa. Fríu fílabeinstornini Samfelagsgagnlig gransking og granskingargagnlig samfeløg Øll tosa um samstarv í okkara døgum. Samstarv er tann gylti lykilin, sum opnar dyrnar inn til eina stóra glæsiliga stovu, har fólkini við lyklunum til pengaskrínini sita og bíða eftir tær. Jú sanniliga er samstarv týdningarmikið; tá ið tosað verður um vísind, men tað persónliga avriksførið er fyritreyt fyri; at samstarv millum vísindafólk skal geva úrslit. Tað slepst ikki undan, at einsemis-stundir uppi í fílabeinstorninum eru neyðugar viðhvørt. Samstarv er gott, men tað tunga einsliga hugsanararbeiðið er eisini gott. Samstarv í sjálvum sær gevur onki. C M Y K 33 32