Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. mai 2003síða 18

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

UMMÆLI Annika Bolton Mortensen Rokningar skulu gjaldast, familja og kenningar skulu røktast, børn- ini skulu hava døgurða, arbeiðið, húsini skulu vaskast og snollast upp og niður og so umaftur. Lívið hjá mongum er ikki annað enn rutina við stress. Ein sann- leiki við lívinum, sum eisini kann elva til stress, er, at vit bert hava nú’ið. Tað er nú tú skalt liva, lívið er løtan - njót hana. Hetta er ein sannleiki sum ofta verður gloymdur, tí vit hava so nógv annað at fáast við. Børn eru frí, óspilt av sam- felag, jantulóg og normum. Tey spæla sær ígjøgnum dagarnar. Vit hava øll verið børn. Allir stjórar, grannskoðarar og juristar hava einaferð verið reinlynt lítil børn, sum hava undrast um heimin. Barnabókin Tann lítli prinsurin, sum Antoine De Saint-Exupéry hevur skrivað, er tilognað tað lítla barnið sum enn býr í vaksna fólkinum. Tann lítli prinsurin er ikki einans ein fitt søga til barnið, men samstundis ein hugkveikjandi og heimspeki- lig bók til tann vaksna. Hendan barnabókin er góð at eiga inni, tá man kennir seg einsamallan ella tunglyntan og tá tilveran sær svørt út. Eins og børn ofta vilja hoyra eina søgu túsund ferðir, so er hetta ein bók sum vaksin kunnu lesa fleiri ferðir. Tann lítli prinsurin er vorðin ein alheims- klassikari og er umsett til mong ymisk mál, teirra millum eisini føroyskt. Antoine De Saint-Exupéry var føddur í Lyon í Frankaríki í 1900. Ungi Saint-Exupéry, sum altíð tráaði eftir ævintýrum, bleiv seinni flogskipari. Hann var mangan við at missa lívið í flog- vanlukkum, men kortini var hugurin til at flúgva tann sami. Einaferð stoytti flúgvarin hjá Saint-Exupéry seg niður mitt í Sahara oyðimørkini og Saint- Exupéry reikaði runt í tríggir dagar, hann hevði lítið og einki at drekka og varð jagstraður av fíggindaligum nomadum. Tann lítli prinsurin varð til sum eitt úrslit av hesi hending. Bókin kom út í 1943. Eitt ár seinni hvarv Saint-Exupéry við flogfari sínum. Hann var á eini ferð yvir Miðjarðarhavslondini, og hildið verður, at hann var skotin niður av týskum flogførum. Ein flogskipari er neyðlendur í Sahara oyðimørkini og har hittir hann ein líttlan ljós- hærdan prins. Tann lítli prinsurin fortelur nógvar gløggar og trøllbindandi søgur frá síni verð. Hann kemur frá eini lítlari gongustjørnu, sum hevur trý gosfjøll og eina blómu. Lítli prinsurin hevur vitjað mangar ymiskar gongustjørnur, áðrenn hann kom til jørðina og har hevur hann hitt ymisk vaksin. Hann hev- ur torført við at skilja vaksnamannalyndið. Bókin er prýdd við fittum myndum, sum rithøvundurin sjálvur hevur teknað og skrivað við vøkrum og hugvekjandi líknilsum, sum hvørki eru staðar- ella tíðarbundin. Ein turkiskur rúmdarfrøðingur, sum var ílatin siðabundin turka- klæði, hevði funnið eina smá- stjørnu, sum hann kallaði B-612, men tá hann vildi presentera tað, hann hevði funnið, fyri umheim- in bleiv hann ignoreraður. Nógv ár seinni presenteraði hann sama uppdagilsið, men hesa ferð var hann í evropeiskum klæðum, og hann varð fagnaður fyri sítt arbeiði. Júst komin til Sahara hittir tann lítli prins- urin eina blómu við trimum krúnubløðum. Hann spyr blómuna hvar øll fólkini eru og blóman svarar, at tað bara eru sjey fólk og at man aldrin kann vita, hvar tey eru, tí tey hava ongar røtur. Hesi brotini úr bókini vísa á vandan við trong- skygni. Trongsýni kann føra til, at eins hugburður verður merktur av eini vandamiklari eintáttari sundurbýting og fordómum. Tann lítli prinsurin og børn umboða tað fordomsleysa og opna, sum er nakað vaksin kunnu læra av. Áðrenn tann lítli prinsurin endaði í Sahara hevði hann hitt ymisk vaksin fólk, sum søgdu honum frá teirra lívi. Hann hitti ein brennivínsmann, sum drakk brennivín fyri at gloyma, at hann var forskamm- aður. Brennivínsmaðurin var forskammaður yvir at drekka brennivín. Á eini gongustjørnu búði ein handilsmaður, sum ikki hugdi upp frá útrokningunum, tá tann lítli drongurin kom. Hann var ein álvarsamur maður, sum ikki hevði tíð at práta, hann roknaði út, hvussu nógvar stjørnur hann átti. Prinsurin spyr, hvørja gleði maðurin hevur av stjørnunum, og handilsmaðurin svarar, at stjørnurnar geva honum ríkidømi. Sjálvur átti tann lítli prinsurin eitt turriklæði, sum gav honum hita, og hesin maðurin, sum segði seg vera so álvarsaman, átti nakað, sum hann onga gleði hevði av. Tað einasta hann nýtti stjørn- urnar til var at telja tær. Tann lítli prinsurin dugdi ikki at síggja tað álvarsama í hesum. Lítli prinsurin hitti eisini ein sera fáfongdan mann. Hesin svaraði ikki spurningunum frá dreinginum, men spurdi, um prinsurin ikki var hugtikin av honum. Prinsurin visti ikki hvat hugtikin merkti. Stórlátni maðurin segði, at tað merkti, um prinsurin ikki helt mannin vera tann vakrasta, ríkasta, mest væl klædda og mest vituga. Prinsurin skilir ikki, hví tað er so týdning- armikið fyri mannin, at prinsurin sær upp til hann. Nógv fólk sita inni við tjúkk- um bankabókum, men gloyma at njóta gott av tí. Lívið er ferðin, ikki ættarstað- urin. Tað er ikki týdningar- mikið, hvussu onnur fólk síggja teg, men hvussu tú sær ±heimin. Tvey gullkorn afturat úr klassisku barnabókini. Kærleiki er eisini eitt av evninum í frásøgnini. Tann lítli prins- urin fór frá síni gongustjørnu vegna eini blómu, sum hann hevði ansað og veitt gróðrarlíkindi, og tað er seinni hendan blóman, sum er orsøk til, at prinsurin vil sleppa heimaftur. Hann kennir ábyrgd fyri blóm- uni. Á jørðini hittir prinsurin ein rev sum lærir prinsin, at um man leggur nakað í eitt annað menn- iskja, so verður hetta menniskja og alt sum minnir ein um hetta menniskja meira serstakt. Tað, sum man gevur einum øðrum, er týdningamiklari enn tað, sum man fær aftur. Revurin, sum verður vinmaður hjá prinsinum, sigur, at tað alt- týðandi er ósjónligt. Hetta er kjarnin í søguni. Sum menniskja má man leita eftir týdninginum við lívinum. Bæði frásøgumað- urin og tann lítli prinsurin eru á ferð, og við at hitta prinsin fer frásøgumaðurin á eina ferð inn í seg sjálvan - hann finnur nøkur gloymd virði og blakar trongskygni burtur. Ein vaksin hyggur yvir Sahara oyðimørkina og sær einans sand. Tá prinsurin eygleiðir Sahara oyðimørkina hugsar hann, at oyðimørkin goymir ein brunn. Børn kunnu læra vaksin at verða bjartskygd. Allir normar, allar lógir og øll virði eru menniskjaskapt. Tað eru fólk sum tú og eg, sum gjøgnum tíðinar hava bygt allar tær rammur sum eru. Menniskja er ikki feilfrít, tí hava vit rætt til at seta spurningar. Sum barn er man ikki vorðin blindur av "hvussu verðin eigur at vera" og man dugir at njóta lívið á ein annan og reinari hátt enn tað skipaða menniskjað. Tey, sum hava tilknýti til barnið í sær sjálvum, eru ofta listafólk. Sum vaksin hava vit sjálvsagt meiri ábyrgd enn eitt barn, men um vit hava tilknýti til barnið í okkum kann lívið verða meira leikaleyst. 8 Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003 Tann lítli prinsurin Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003 9 MINNI Hanus Kamban 4. partur TESTAMENTIÐ EFTIR AT Lenin var deyður, kom eitt tíðarskeið í Sovjets politisku søgu, sum vardi í fimm ár, og har landsins odda- menn, t.e. teir fáu limirnir í Politbýronum — saman við búskaparfrøðingum — skiftu orð um, hvør búskaparlig hugsan átti at vera grund undir landsins framtíðar búnaðarpolitikki. Á øðrum bógnum var vinstraleiðin, t.e. ein kós, sum minti um ta krígskommun- ismu, sum Lenin setti í verk tíðliga á sumri í 1918, men seinni mátti fara burtur frá. Á hinum bógnum var høgravegurin, hvørs talsmenn vístu til tann nýggja, meira frílynta búskaparpolitikkin — NEP — sum Lenin, tvingaður av m.a. Kron- stadtuppreistrinum, fór undir í 1921. Høvuðsevnið í hesum orðaskifti var land- búnaðurin. Hvussu skuldi hann skipast? Skuldu russiskir bøndur halda fram at eiga sína jørð? Ella skuldi jørðin verða ognartikin? Og um henda seinasta kósin varð vald, skuldi ognartøkan fara fram brádliga ella varliga og í stigum? Men undir hesum orðaskifti búði ein annar tvídráttur, tann loynda toganin um maktina. Sum nevnt fyrr fekk Lenin longu í 1921 samtykt eitt loyniligt forboð ímóti "faktionalismu", t.e. at minnilutar í flokk- inum fylktust um frávíkjandi sjónarmið um mál av prinsipiellum týdningi. Fyri tann lim, ið vildi varðveita nevndarsessir ella størv, kundi tað tí vera hættisligt at halda seg til minnilutar. Tað er ikki vist, at limirnir í fyrstuni vóru medvitnir um vansar og fyrimunir í hesi støðu, og eisini Stalin kann í fyrstuni hava trilvað seg fram. Sum frá leið bleiv kortini skilligt, at hann lærdi henda kunst- in skjótari enn hinir, og at hann dugdi betur enn hinir at fáa hugmyndafrøðilig sjónarmið og leikin um valdið at sam- rógva. Hendingarnar í sambandi við Lenins Testamenti geva okkum eina frálíka mynd av, hvussu øðrumegin Stalin og hinumeg- in hansara framtíðar kappingarneytar spældu síni kort. Í Testamentinum skeyt Lenin upp, at Stalin misti sítt starv sum aðalskrivari og á henda hátt sítt vald í flokkinum. Lenin hevði dikterað konu síni tað, og Krupskaja kravdi, at tað, samsvar- andi meistarans ynski, bleiv lisið upp á tí 13. Flokstinginum tann 22. mai 1924. Testamentið varð tí fyrst lisið upp í Aðal- nevndini. Boris Bazjanov, sum var hjá- staddur, greiðir soleiðis frá: Stalin sat uttast á tí lága pallinum, har fundurin varð hildin. Hann hugdi út ígjøgnum vindeygað og lætst at vera róligur á ein hátt, sum vísti, at fjáltur var á honum. Tað sást á øllum brøgdum, at hann visti, at hansara framtíð var í vanda. Eftir lesturin tók Kamenjev (summi siga Zinovjev) orðið og minti á, at Lenin var sjúkur, tá hann dikteraði Testamentið, og at hansara ótti fyri, at Stalin fór at misnýta sína makt, var grundleysur. Semja var tí um, at Stalin skuldi halda fram sum aðalskrivari, og at Testamentið ikki skuldi lesast upp á flokstinginum. Men enn var hesin merkiligi — og groteski — skemtileikur ikki av. Á floks- tinginum tók Stalin sjálvur orðið, segði seg virða Lenins orð og beyð sær sjálv- boðin at fara frá sum aðalskrivari. Tað gekk, sum hann hevði roknað við. Allir — teirra millum Kamenjev, Zinovjev og Trotskij — atkvøddu fyri, at hann helt fram at hava tað mest týðandi starvið í flokkinum. Hann kundi tí seinni, tá hinir funnust at hansara framferð, vísa á, sum rætt var, at teir høvdu valt hann í hetta starvið. Við hesi avgerð settu teir innsigli á sín egna deyðadóm. VINSTRA - HØGRA - VINSTRA Í TÍ LEIKI, sum fór fram ta komandi tíð- ina, skifti Josef Stalin tvær ferðir hug- myndafrøðiliga stúku. Ta fyrstu tíðina hevði hann saman við Zinovjev og Kamenjev yvirvágina í flokkinum. Teir tríggir umboðaðu vinstravongin, og við tað at hinir limirnir í Politbýronum ikki kundu semjast, myndaðu teir hesa tíðina eitt slag av trímannaveldi. Men longu í 1924 fór Stalin yvir til høgravongin og myndaði nú, saman við Bukharin, Tomskij og Rykov, ein nýggjan meiriluta í Politbýronum og flokkinum. Forboðið móti faktionalismu fekk nú týdning, og spakuliga og stig fyri stig mistu Trotskij, Zinovjev og Kamenjev vald, ávirkan og umdømi. Zinovjev varð í 1926 koyrdur úr Politbýronum og í 1927 úr flokkinum. Kamenjev misti sín sess í Politbýronum í 1926 og í Aðalnevndini í 1927. Nikolaj Bukharin, tann einasti polit- býrolimurin, sum hevði ástøðiliga vitan um búskap, fegnaðist um sína nýggju valdsstøðu. Hansara kós var fyribils at halda fast um NEP-búskapin, men seinni at ognartaka jørðina stig fyri stig. Hann trúði veruliga, at hansara búskaparliga gradualisma hevði sigrað, og at hann saman við Stalin fór at skipa fyri í framtíðini. Men í 1928 hálsaði Stalin um eina ferð aftrat. Hann var nú aftur á vinstrabógnum og myndaði, saman við nøkrum nýggjum politbýrolimum, eitt nú Vorosjilov, Kalinin og Ordsjonikidze, ein nýggjan meiriluta. Bukharin mátti sostatt, illa skølsettur, leggja kongin, men varð fyribils ikki koyrdur úr flokkinum. Lev Trotskij, sum í mongum lutum, t.d. sum fyriskipari og røðari, skaraði framúr, men var sørur fyri taktiskt hegni, var um hetta mundið púra avbyrgdur. Við tað at hann var gamal mensevikkur, og jødi, høvdu menn altíð havt illtanka til hansara. Mangir hataðu hann, tí hann var gávaður, mentaður og týðiliga vísti, at hann var teirra yvirmaður. Trotskij gjørdi seg meira enn eina ferð, og væl og virðiliga, inn á forboðið ímóti faktionalismu, og tað var tí lætt at kasta hann upp um garðar. Hann varð koyrdur úr Politbýronum í 1926 og úr flokkinum í 1927. Í 1928 var hann burtursagdur til tann fjarskotna býin Alma Ata í Kazakh- stan, og í 1929 bleiv hann rikin av landin- um. TAÐ STÓRA TAKIÐ STRÍÐIÐ UM maktina var av í 1928. Stalin stóð nú — at kalla - sum tann veruligi, men óformligi, einaræðisharrin í USSR. Rundan um seg hevði hann eitt lið av flokslimum, ið sum heild tóku undir við honum, men samstundis enn megnaðu at hugsa sjálvstøðugt um ávís prinsipiell mál. Tann stóri spurningurin — um, hvussu landbúnaðurin skuldi skipast — var ikki loystur enn. Fyri at skilja tað, sum nú hendi, eiga vit at minnast, at Stalin var ikki nakar van- ligur ráksnúningur, men heldur ein politikari við stirvnum hugmyndafrøði- ligum sjónarmiðum, sum samstundis var óvanliga snúin taktikari. Líkasum aðrir radikalir kollveltarar, t.d. Tkatjov og Lenin, bóru bæði Stalin og hansara nýggju lagbrøður sum heild djúpt agg — hatur næstan - til tann russiska bóndan. Radikal tiltøk um at ognartaka jørðina høvdu verið roynd fyrr, í krígskommun- ismunnar døgum, men bøndurnir høvdu tá sett hart ímóti hørðum. Bóndastættin var, hildu mangir, sum eitt dýpi av myrkum afturhaldi, ein kleppur um hálsin á bráð- JOSEF STALIN — EITT FIMTI ÁRA MINNI KRÍGGIÐ MÓTI BÓNDUNUM Framhald á næstu síðu Nikolaj Bukharin umboðaði ta búskaparligu gradualismuna, men mátti lúta í leikinum um valdið C M Y K 35 34