týsdagur 5. januar 1993síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 10
Nr. 1 — 5. JANUAR 1993
1. dagur hjå Lisbeth L. Petersen, borgarstjóra:
Skrivstovan
er har hon sat
á skúlabonki
- Nýggi borgarstjórin í Havn kennir seg
ikki fremmandan á skrivstovuni í bý-
ráðnum, har hon fyri nógvum árum
síðani sat á skúlabonki. Har skal hon
fýra tey komandi árini standa á odda
fyri størstu kommununi í Føroyum
Skrivarin sigur "hjá býráðs
formanninum" tá hon tekur
telefonina. Tað er Bjørg av
Reyni, og hon hevur verið
skrivari hjá Poul Michel-
sen, fyrrverandi borgarstjó-
ra, í mong ár
Nú hevur hon fingið
nýggjan arbeiðsgevara, og
annarser eisini nógv broytt.
Tríggjar kvinnur eru í for-
mansskapinum, og tað hev-
ur tað heldur ikki verið áð-
ur, við Lisbeth L. Petersen á
odda, Kristionnu Rein,
næstformanni og Elin Lind-
enskov.
Mamman vitjaði
Tá Sosialurin ringdi, hevdi
borgarstjórin vitjan av 80
ára gomlu mamma síni.
Dóttirin vísu mammuni
skrivstovuna, har hon fýra
ár frameftir skal arbeiða.
- Eg gekk í skúla her, og
skrivstovan hjá mær er í
høli, har eg sat á skúlabein-
ki. Hetta var stovan hjá
Zacharias Sørensen, lærara,
Lisbeth L. Petersen er 53
åra gomul og gift vid Jåkup
Petersen. Tey eiga tvey
børn og tvey ommubøm.
Hon gekk - eins og so
nógvar kvinnur í hennara
ættarliði heima hjá
børnunum, tá tey vóru små.
Seinni hevði hon avloysara-
starv á advokatskrivstovu,
og hevur í sjeyti- og átta-
tíárunum arbeitt á Forn-
minnissavninum, har hon
var við til at kanna føroyska
byggisøgu. Seinastu try
árini hevur hon eisini arbeitt
á Fomminnissavninum við
somu kanningum, men nú
1. januar er peningunn ul
hetta endamál uppi.
- Tað var tí heldur eingin
forðing fyri, at eg gavst just
nú, sigur Lisbeth L.Peter-
sen.
- Tú ert fyrsta kvinna,
sum verður borgarstjóri í
Havn. Fert tú at taka ødr-
vísi avgerðir enn t.d und
angongumenn tínir?
- Eg fari frameftir at vera
sum eg altíð havi verið. Eg
eri heldur ikki einsamøll. 13
byrådslimir eru og sjey lim-
ir í samgonguni. Tad fer at
ganga væl, haldi eg.
Eg eri ikki Poul
Umframt arbeiðið sum
býráðformaður, so skal eg
eisini vera leiðari í um-
sitingini, og tað er júst tað,
sum eg nú skal seta meg inn
í.
- Sjálvandi eri eg ikki
nakar Poul Michelsen, um-
framt at eg eisini eri kvinna.
- Eg fari at arbeiða fyri
monnum og kvinnum í
kommununi, og av tí at tað
ikki bert eru kvinnur her, so
fari eg at taka støðu út frá
egnum sjónarmiðum - hóast
tú neyvan veit, nær tað er
kvinnan í tær, sum traðkar
framum. Eg fari at arbeiða
út frá mínum fortreytum og
upp á mín máta.
- Tú hevur verið næstfor-
maður í býráðnum seina-
stu árini. Er tað haldgou
grundarlag fyri at taka av-
bjóðingina í formanssess-
inum?
- Eg havi verið næst-
formaður í átta ár, so eg veit
ið hvussu so er, hvat hetta
arbeiði inniber. Tað hoyrir
við til starvið at arbeiða um
kvøldamar og í vikuskifu-
num. Nú skal eg eisini ar-
beiða í dagtímunum í um-
sitingini. Tað er nýtt fyri
mær - og spennandi.
- Hverjar ætlanir hevur
tú fyri framman?
- Sum figgjarstødan er í
landinum, eru tað ikki tær
stóru ætlaninar. Vit eru sjey
limir í samgonguni, og vit
hava lagt eina fíggjarlóg til
rættis, sum vit eru samd um.
Tungan á vágskálini
Fyri átta árum síðani
kundi tú fingið býráðsfor-
mannssessin, men tú lÓk
ikki av. Hvat var tað sum
fekk teg at taka av hesa-
ferð? Tordi tú ikki áður?
- Fyri átta árum síðani var
eg tungan á vágskálini, men
fekk bert 125 atkvødur.
Hóast stórt trýst varð lagt á
meg at taka við sum býráðs-
formaður, valdi eg at siga
frá.
Hetta var fyrstu ferð eg
var vald, og eg hevði áður
bert arbeitt landspolitiskt,
helt meg ú ikki vita nóg
mikið um kommunalpoli-
tik
Góð barlast
- Tí valdi eg at fara í sam-
gongu ístaðin, út frå ti
sjónarmiði, at eg heldur vil-
di vera ein góður næst-
formaður enn ein vánaligur
formaður.
- Ert tú betur før fyri at
taka við í dag, enn áður?
-Umeg ikki eru betur fyri
at røkja hetta starvið í dag
enn fyri átta árum síðan, so
veit eg ikki.
- Eg havi verið við í fýra
år, tá vit høvdu ovmikid av
peningi at arbeida vid, og i
onnur fyra år, vid ongum
peningi, so tað skuldi verið
góð barlast.
- Hevur tú góðar vónir
um samstarv í samgong-
uni?
- Eg havi sett mær fyri at
hetta samstarvid skal verda
gott. Eg vænti ikki, at tað
verður ringt at finna stevið.
Vit eru samd um høvuds-
punktini, so eg eri sannførd
um at vit fara at gera muna-
gott arbeiði, undir teimum
umstødur, sum vit nú fáa at
virka í.
- Hvat sigur familjan til
at tú gjørdi av at verða bý-
rådsformadur?
- Bømini eru ulkomin.
Madur min hevur studlad
meg væl, og góðtekur hetta.
Tá hann var sjómaður og
kom heim,var hann vanur
við at eg var heima, men nú
hevur hann eisini vant seg
við at eg ikki altíð eri har.
Hann hevur verið heima
seinastu fýra árini.
Er tað ein fyrimunur í
framtíðar arbeiði tínum, at
tú hevur verið bæði heima
og útiarbeiðandi. Skilir tú
umstødurnar hjá familjuni
í kommununi í dag?
- Tá eg var ung, var tað
ikki óvanligt at vera heima
hjá børnunum, tá tey vóru
smá. Umstødurnar hjá ung-
um foreldrum í dag eru ødr-
vísi, Ld. at kvinnur eru í
útiarbeiði og forvinna egn-
an pening.
Ein fyrimunur
Tað er ein fyrimunur, at eg
kenni til báðar hættir, men
eg skilji væl, at tey ungu fáa
sær eina útbúgving. Tað
stuðlaði eg eisini dóttrini í at
fáa sær.
Mítt ættarlið var ikki so
væl fyri, hvat útbúgving
vidviku, og kvinnumar
vóru illa fyn, um tær giørd-
ust einsamallar.
Lisbeth L. Petersen gekk
á studentaskúla í Danmark,
tá hon hitti mann sín á eini
ferð til Føroya í summarfrí.
Hon gekk tå í 3. flokki.
Tey gingu saman í fýra ár,
áðrenn tey giftust og fingu
bømini.
- Eg hugsaði ikki so nógv
um tað. Tá skuldi tú giftast
og fáa børn. Tað gjørdu tær
Tíðindablaðið CH
flestu kvinnurnar í mínum
ættarliði, sigur Lisbeth L.
Petersen í telefonini, sam-
stundis sum hon tekur móti
boðum frá skrivaranum, um
næsta punkt á skránni hjá
býráðsformanninum henda
fyrsta dagin í fyrrverandi
skúlastovuni, sum nú er
skrivstovan hjá býráðsfor-
manninum.
Dagny
+
Lisbeth L. Petersen,
borgarstjóri, hevur ikki
bert yvirtikid
skrivaraborðið eftir Poul
Michelsen, fyrrverandi
borgarstjóra, men eisini
jóladekoratiónina, ið enn
prýðir um í hugnaligu
skrivstovuni, har Lisbeth
L. Petersen sat á
skúlabonki í síni tíð
Til BLADSØLURNAR
SOSIALURIN aftur
ÚTSELDUR?
Boðið so beinanvegin frá á
tlf. 11820.
Uttanfyri vani. arbeidstid upplýsir
telefonsvararin hvar ringjast skal fyri
at fáa fleiri blød.
Tíðindablaðið SOSIALURIN