leygardagur 3. mai 2003síða 20
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 84 - 3. mai 2003
39
12
Sosialurin Nr. 84 -3. mai 2003
Tann flógva páskaluftin sitraði
av spenningi, og meðan vísar-
arnir á tí stóru kirkjuklokkuni
nærkaðust midnátt, bleiv
mannamúgvan meira og meira
teskandi og væntandi. Tá tey
tólv sløgini endiliga komu,
slóknaðu øll gøtuljósini í
gamla býarpartinum og tesk-
anin tagnaði. Tað bleiv heilt
kvirt tá ið stóru gomlu kirkju-
hurðarnar fóru upp.
Einasta ljóð, sum hoyrdist,
vóru tey djúpu, dunandi sløg-
ini frá einari trummu innan úr
kirkjuni. Á odda út gjøgnum
teir arabisku durabogarnar,
gingu seks kappaklæddir menn
við andlitsfjalandi hettum, sum
gingu høgt upp í ein spíss eins
og Ku Kluks Klan hetturnar.
Tað einasta sum var bert, vóru
hendurnar, sum hildu longum
stavum við kyndlum í endun-
um, og eyguni, sum hómaðust
gjøgnum holini í hettuni.
Eg kykaði eftir ondini, tá
teir fyrstu av hesum svørtu,
kyndlaberandi Ku Kluks Klan
útgávunum komu til sjóndar.
Ein rættiliga óhugnalig sjón
helt eg, men so við og við sum
fleiri og fleiri av teimum komu
út úr kirkjuni hvarv óhugnin,
og tað hátíðarliga tók yvir.
Eftir teir fyrstu seks kyndla-
berararnar, kom trummuslá-
arin, hareftir 180 kyndlaberar-
ar afturat, ein risastórur, blóð-
ugur Jesus hangandi á krossin-
um, borin av 40 monnum, og
til seinast enn fleiri kyndlaber-
arar, menn við stórum kross-
um á bakinum og aðrir við
tungum leinkjum um øklarnar.
Tað var deyðatøgn meðan
gongan spakuliga sniglaði seg
oman eftir tí smala steinsetta
vegnum. Eldurin frá kyndlun-
um speglaðist í Darro ánni,
sum rann so stillisliga niðan-
fyri vegin. Uppi á høvdini
hinumegin ánna stóð gigant-
iska Alhambra við sínum
túsundtals innskriftum úr
Koranini og hugdi niður á tann
doyggjandi Jesus.
Brádliga skar ein kvinnu-
rødd gjøgnum kvirruna. Tann
svartklædda kvinnan stóð á
eini balkong á einum av teim-
um aldargomlu húsunum fram
við vegnum, og júst tá Jesus
var undir hennara balkong,
sang hon við hásari, gremjandi
rødd eina saeta. Klagusangurin
fór gjøgnum mønu og merg;
hon sang um móður Jesusar,
og eg kendi ferilin av tí pínu
sum Maria mátti líða yvir sín
krossfesta son.
Á fleiri balkongum oman
eftir Paseo de los tristes stóðu
flamencosangarar og sungu, tá
ið hin krossfesti kom framvið.
Í páskavikuni í Granada eru
40 slíkar gongur, hvør einstøk
skipað av ymiskum átrúnaðar-
ligum brøðraløgum. Tey nýta
øll tann eyðkenda, óhugnaliga
kappan, men litirnir eru
ymiskir, og gongurnar hava
ymisk nøvn og evni sum hava
at gera við páskirnar.
Hesi brøðraløgini vóru av
fyrstan tíð stovnað av teimum
ríku í 1600-talinum. Enda-
málið var at fremja hjálpar-
arbeiði fyri tey illa støddu og
at eggja til sterkari trúgv.
Gongurnar plagdu at steðga
framman fyri fongslini,
soleiðis at fangarnir kundu
syngja eina saeta, og á tann
hátt fáa luft fyri sínum skuld-
arkenslum og iðran. Seinni
vóru tað ikki fangar, men
yrkissangarar, saeteros, sum
oftast vóru sigoynarar, sum
sungu hesar kensluligu
klagusangirnar, sum flest allir
snúgva seg um Mariusa sorg
og pínu.
Eingin ivi er um, at
katolisisman er nógv meira
teatralsk og kenslulig enn
protestantisman. Kanska tær
hvør í sínum lag passa væl til
lyndi í Suðureuropa og
Norðureuropa...
Teatralskar páskir
TELDUBRÆVIÐ
Frá:Durita Holm, Granada, Spania, durita75@hotmail.com
Til: turid@sosialurin.fo
Evni: Vikuskifti
Jákup Magnussen,
útvarpsmaður
Kemur tú úr einum heimi við
ljóðføri?
– Nei! Men eg var hugtikin av, at
ein næstringur meistraði klaverið
væl.
Spælir tú nakað ljóðføri?
– Gittar til húsbrúk. Havi eisini
fingið eitt lag útgivið.
Syngur tú undir brúsuni?
– Onkuntíð trívi eg í ein sang -
helst vakran. Tað veldst um,
hvussu góða tíð eg havi.
Hevur tú nakrantíð droymt um at
gerast tónleikari?
– Ja - og eg var eisini í orkestri,
tá eg var 15. Men eg valdi tann
dreymin frá, tá eg fór at leggja
plátur á sum 16 ára gamal. DJ-
lívið var nógv stuttligari. Og
nógv minni bundið.
Hvat hevur tónleikur at siga fyri
teg?
– Rættiliga nógv, men ikki alt.
Tað týdningarmesta í lívinum er
at elska og at njóta vakurleikan í
lívnum. Eg eri takksamur fyri
hvønn dag, sum eg fái til gávus.
Hvussu nógvar fløgur/plátur/
bond eigur tú?
– Eg veit tað ikki. Men eg eigi
tær flestu fløgurnar, sum føroy-
ingar hava givið út. Og plátur
liggja eftir frá fyrr. So lat okkum
bara siga 600.
Hvat er tín yndisfløga?
– On Stage hjá Rainbow
(Dupultpláta). Hon hevur eins
nógv uppá hjarta sum Made in
Japan hjá Deep Purple og The
Wall hjá Pink Floyd.
Hvørja fløgu hevði tú ikki viljað
átt, um tú so fekst pengar
afturfyri?
– Dansktoppen 1968.
Hvør sangur skuldi ongantíð
verið skrivaður?
– Is This The World We Created
eftir Queen. Hann hevur onki álit
á eitt vald, hægri enn ein sjálvur.
Bara vónloysi. Og ein negativan
grundtóna.
Hvat er tann pínligasta plátan,
sum tú eigur?
– Pínligt er eitt pínligt orð. Eg
vil heldur siga tað soleiðis, at
fleiri av countryplátunum á før-
oyskum máli við amerikonskum
aksangi áttu at verið spældar inn
av nýggjum.
Hvønn sang hevði tú valt, um tú
skuldi sungið karaoke?
– Nikita hjá Elton John. Ein
ótrúliga inniligur sangur, ið
umboðar langtan.
Hvat er tann besti tónleikurin til
eitt hugnaligt kvøld?
– Fjølbroytt løg eftir Kára P, Nat
Kink Cole, Pink Floyd,
Madonnu, Mark Knopfler,
Frændur, Barbra Streisand, The
Beatles Stones, og nógvar
ymiskar blues tónleikarar, t.d.
Stevie Ray Vaughn.
Hvønn tónleik vilt tú helst hoyra
sunnumorgun?
– Sgt. Peppers Lonely Hearts
Club Band, The Beatles 1967.
Hon er ein tann besta plátan, ið
gjørd er.
Hvør tónleikur fær teg í ringt
lag?
– Nýggjur harður rokkur, ið
tónleikararnir ikki megna at
spæla. Presisjónin vantar, og
úrslitið er sera rótut.
Hvør sangur kann fáa teg út á
dansigólvið?
– Paradise City hjá Guns n'
Roses.
Hvat er tann fyrsti sangurin, sum
tú minnist teg dáma?
– Gott nokk var eg júst komin úr
vøgguni, men av einari ella
aðrari orsøk minnist eg Hey Jude
hjá The Beatles. Og lagið hevði
við sær, at filmútgávan av Yellow
Submarine gjørdist mín fyrsta
pláta.
Hvønn sang ert tú fegnast um at
hava verið við til at gjørt ella
spælt inn?
– Eg havi bara gjørt ein lidnan,
Hesi Snýð á Vælskapt Brek
fløguni, sum Aria-sangarin
Jógvan Hansen syngur. Frá mær
fær hann eitt 13 tal fyri sín
dugnaskap. Lagið var eisini eitt
tað mest spælda av hesi fløgu.
So eg eri væl nøgdur.
Hvør sangur skal spælast til tína
jarðarferð?
– Tað leggi eg púrt onki í. Tey
mugu gjarna spæla Silvur-
brúðarvalsin, um tey hava hug til
tað.
Hvat er tann besta konsertin,
sum tú hevur verið til?
– Sum tannáringur upplivdi eg
Ritchie Blackmore's Rainbow
live á Wembley Arena í London.
Tað var fantastiskt – ótrúligt.
Síðani havi eg verið til nógvar
konsertir, men Londonuppliv-
ingin stendur enn týðiligast í
minninum.
Hvønn tónleikara hevði tú viljað
hitt?
– Sheryl Crow. "Hun er bara for
lekkur".
Lastbilaførari og farmastøðsfólk
Lastbilaførari og farmastøðsfólk
www.ssl.fo
Setanartreytir:
Løn- og setanartreytir verða sambært
sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið
og avvarandi yrkisfelag.
Umsóknir:
Umsókn við avriti av prógvum,
ummælum, CV og tilvísingum skulu
sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi innan 8.
mai 2003.
Um tú ynskir nærri upplýsingar,
kanst tú ringja til Heina á Borg,
farmaflutningsleiðara, á Tel 343060
ella t-post: hab@ssl.fo.
Strandfaraskip Landsins lýsa við hesum
eftir avloysararum, sum lastbilførari/
farmastøðsfólk til Farmastøðirnar
kring landið, summari 2003.
Starvið fevnir um:
• Farmaflutning og farmaavgreiðslu
• Fylgja uppgávum, málsetningum
o.ø. fyri farmastøðina
• Tryggja gott samstarv við kundar,
myndugleikar og aðrar
samstarvsfelagar
Førleikakrøv:
• Koyrikort til lastbil/trailara
• Trukkprógv
• Arbeiða sjálvstøðugt
• Góðan røkjuskap
r e p r o z
Avloysari
Størv á Føroya Læraraskúla
frá 1. august 2003
Hevur tú hug at royna teg í einum mennandi námsfrøðiligum starvi í støðugari
broyting, hava vit eina spennandi avbjóðing til tín á Føroya Læraraskúla.
Føroya Læraraskúli hevur til uppgávu at útbúgva lærarar og pedagogar. Útbúgv-
ingin er skipað við fastari tímatalvu, sum við jøvnum millumbilum verður niður-
løgd til frama fyri evnis- og verkætlanararbeiði.
Fyri rætta umsøkjaran, sum hevur formligan førleika í lýstu lærugreinunum, kann
talan verða um fasta setan. Annars er talan um tímalærarastørv galdandi frá 1.
august og alt skúlaárið.Tímarnir,sum leysir eru at søkja,eru í hesum lærugreinum:
Námsfrøði/undirvísingarlæra, námsfrøðilig sergrein: almenn námsfrøði/-
undirvísingarlæra og námsfrøðiligur serlestur á læraraútbúgvingini, umleið 20
undirvísingartímar um vikuna.
Námsfrøði, stovns- og starvslæra: almenn og starvslig náms-/sernámsfrøði,
stovnslæra, starvslæra og starvslæruleiðsla á pedagogútbúgvingini. Samlaða
tímatalið (undirvísingartímar og starvsleiðslutímar) er umleið 20 um vikuna.
Støddfrøði: grundlærugreinin í 1. flokki á læraraútbúgvingini. 5 undirvísingar-
tímar um vikuna.
Tey, ið sett verða í størvini, skulu hava útbúgving frá hægri góðkendum læru-
stovni.
Viðkomandi skulu vera fús at samskipa útbúgvingarvirksemið í teirra lærugrein/-
um við aðrar lærugreinar, m.a. í sambandi við evnisarbeiði og verkevni, og hava
skyldu at luttaka í arbeiðsbólkum útbúgvingunum at frama og sum heild í øllum
tiltøkum, sum sett verða í verk at menna útbúgvingarnar.
Eisini kunnu tey, ið sett verða, fáa møguleika at undirvísa á teimum eftirútbúgv-
ingum, sum Læraraskúlin setur í verk.
Føst størv verða sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Magistara-
felag Føroya, annars sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
yrkisfelag .
Umsóknir skulu stílast til Mentamálaráðið, men sendast til Føroya Læraraskúla,
Postsmoga 348, FO-110 Tórshavn, og vera skúlanum i hendi innan 15.mai 2003.
Setanin er galdandi frá 1. august 2003 og skúlaárið.
Tey, sum ynskja fleiri upplýsingar um størvini, eru væl komin at seta seg í
samband við rektaran, ið er at hitta á tlf.313501 ella á tlf.225328 ella á telduposti
paulini@flsk.fo og flsk@flsk.fo
Føroya Læraraskúli
C
M
Y
K
39
38