Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-08, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. januar 1993síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Sida 6 Nr. 4—8. JANUAR 1993 Kjølbro 150-200 fólk missa arbeiðið So komu døpru bodini á middegi i gjår i utvarp- inum. Fastognin hjá stór- fyritðkuni Kjølbro er lýst á tvingsilssølu. Tað eru donsku kredittfeløgini BRF og Nykredit sum hava kravt ognirnar á tvingsilsølun Hetta merkir, at millum 150-200 fólk hjá fyrr tøkunm gerast arbeiðsleys Talan er serliga um tey sum arbeiða á Kósavirk inum. BRF hevur fyrsta veðrætt í maskinunum á Kósavirkinum og Nykre ditt i bygningunum. Men Føroya Banki hevur eisini stóran kapital bundnan í Kjølbro-konsernini Stjørin í Kjølbro Svend Thulesen sigur, at minni fólk arbeiða á Kósavirk- inum nú enn fyrr. Í fjør vórðu 6000 tons av saltfiski hagreidd meðan onnur ár eru uppí 15.000 tons av saltfiski arbeidd á Kósavirkinum. Tó hevur verið støðugt arbeiði til jóla Talan er bert um fast- ognirnar hjá Kjølbro, sum eru lýstar á tvang. Teir stóru verksmidju-trolarar- nir eru tiknir burtur úr K jølbro-konsernini og nú er tað ert nýtt felag sum eigur hesar Skálaberg og Sundaberg fóru avstað eystur í Bar entshavið seint miku- kveldið. Við báðum bát- unum vóru 76 manns Hesir trolarar skuldu havt góðar møgulerkar at staðið seg í ár, teir hava fingið munandi størri kvotu, 3500 tons í part. jústinus Fastognirnar hjá Kjølbro eru lýsta á tvagn og millum 150-200 fólk missa arbeiðið Storm ávaring Flogferðslan tarnað og heitt verður á fólk um at taka leysar lutur úr túnunum Stormávaringarnar yvir Føroyar eru eftirhondini eins vanligar og bingolýsingarnar í útvarpinum. Og tá tú situr og lesur hetta blaðið skuldi aftur ein ódn havt spælt okkum eitt puss. Í gjár boðaði veðurstovan í Keypmannahavn frá stormávaring fyri havið um Føroyar. Fyrst útsynn- ingur 18-23 metrar um sekundið og seinni um kveldið støkk hann vesturum við vindmegi frá 25 metrum um sekundið og heilt uppí 30 metur um sekundið. Út á náttina skuldi hann maka veðrið. Bjargingarfeløg kring landið heittu á fólk um at taka órúm úr túnunum, tað eru ofta hetta leysa, sum liggur og slødist, sum ger teir stóru skaðarnar. Flogfarið hjá Maersk vendi aftur og fór til Bergen at bíða eftir veðri og í gjårkvøldid var siglingin hjá strandfaraskipunum helst óreglulig. Men tað var aftaná at blaðið var farið til prentingar so tað hava vit ikki fingið sannspurt. jústinus ær fb ; Ar er Jil . á 6 , ' Her liggur íslendski sleipibåturin við tí eina skipinum á Havnini. Mynd Jan Muller Tíðindablaðið (ST; Misti gamlan trolara Íslendskur sleipibátur misti ein gamlan trolara, sum skuldi til Bretlands til upphøggingar Herfyri lá ein íslendskur sleipibåtur á Havnini og uttaná honum lá ein gamal línubátur. Teir vóru kom- nir til Føroyar at kroka og lógu nakrar dagar og bíðaðu eftir betri líkind- um. Trolarin var á veg av Akureyri til Bretlands við tveimum gomlum skipum, sum skuldu uppheggast. Odnarvedur brast á vestan fyri Føroyar og knappliga fór trolarin at leka. Hetta gekk skjótt fyri seg og løtu seinni sakk hann. Tíbetur slitnaði sleipiveirurin soleiðis at onki hendi hinum bátum skipunum. Undirritaði var seinasta heyst á Akureyri og har kom er fram á fleiri skip, sum sóu rættuliga misrøkt út. Eg helt at tey lógu til umvælingar. Men skjótt sást at skipini vóru av- riggaði, talan var um seks skip. Eg tók eina mynd av hesum skipum, og nú visir tað seg, at tað er trolarin miðskeiðis í myndini sum sakk vestanfyri Føroyar. Islendingar hava lagt nógv skip fyri at minka um veidutrysud. Talan er um gomul skip, línubát- arnir fremst á myndini eru bygdir í sekstiárunum. Myndir sýnir løgd skip á Akureyri, tað er trolarin miðskeiðis í myndini sum sakk Mynd: Jústinus Eidesgaard Aðalfundurin hjá Skála Arbeiðsmannafelag verður fríggjadagin 22.1.1993, kl. 20 í LOSJUNI á SKÁLA 1. Skrá samb. lógum felagsins 2. Stødutakan til ísetan av parta- peningi. Báðir trolararnir aftanfyri eru gamlir bretskir trol- arar, sum fiskadu frítt í íslendskum sjógvi áðrenn nakað fiskimark varð flutt út frá tólv, fyrst út á 50 og síðan á 200 fjórðingar. jústinus Nevndin