leygardagur 9. januar 1993síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
FRÆLSI — JAVNADUR -— BROÐRALAG
Blaðfóis. Randi Jacobsen - Dagny
Joensen - Tórfinn Smith -
Hilmar Jan Hansen -
jon Jan Miller
Fyritaksstjóri Krisjan Dahí
Ljósmyndari Kalmar Lindenskov
Utgevar: PA Søstaturin
Uppsetng PA Soslalurin
Prant P/t Pressan 1981
Jústinus Eidesgaard
66. ÁRGANGUR
Bústaður. Argjavegi 28 | Postadr : Postsmoga 78
Argjum 110 Tórshavn
Tølgton: 11820 Tøletax 14720
Gevið loyvi til seis-
miskar kanningar!
Høvudsfortreytin fyri at kunna
taka støðu til eina komandi olju
vinnu í Føroyum eru seismiskar
kanningar. Uttan hesar er alt prát,
um vit skulu hava eina vinnu ella
ikki og um grundarlag er fyri eini
slíkari burturvið. Tað er tí sera
avgerandi, nú vit sjálvi hava
yvirtikið undirgrundina, at
okkara myndugleikar geva loyvi
til seismiskar kanningar.
Í blaðnum í dag verður greitt frá
samvinnu millum eitt føroyskt og
eitt norsk felag. Hesi hava søkt
landsstýrið um loyvi at byrja
seismiskar kanningur við Før-
oyar. Norsku serfrødingarnir,
sum eru millum teir mest royndu
í heiminum, eru tilreiðar at fara í
gongd sum skótast, fær føroyski
samstarvsfelagi teirra loyvi til
hesar kanningariar.
NU kenna vit ikki hinar um-
sóknirnar, sum landsstýrið hevur
fingið í sambandi við at fara
undir seismiskar kanningar, men
uttan mun til hvor skal gera tær,
so eigur landsstýrið nú ikki at
drála longur. Tað eigur at geva
loyvi til hesar kanningar, soleiðis
at tær kunnu byrja longu í vár.
AT geva slíkt loyvi nú merkir tó
ikki, at tú harvið hevur sett enda
ligu kósina í øllum oljumálinum.
Tverturímóti er hetta sjálvt
grundarlagið fyri í heila tikið at
kunna seta út í kortið á áseta eina
ella aðra kós. Ikki fyrr enn vit
hava úrslitið frá seismiskum
kanningum ber til at tosa um,
hvussu vit skulu byggja upp eina
møguliga oljuvinnu. Tástaðni er
møguligt at fáa útlendsk olju-
feløg at vísa okkara øki ans, og
tástaðni er grundarlag fyri at fara
undir eina neyva og gjølliga til
rættalegging, sum skal forða fyri
teimum óhepnu avleiðingunum
av eini komandi vinnu.
NETTUP tí er tað gleðligt at
frætta, at ein royndur oljurådgevi
eisini hevur tosað vid landsstýrið
og bjóðað sína hjálp til at byggja
upp eina oljuvinnu frá føroysku
síðu, sum tekur hædd fyri hesum
samfelagnum og soleiðis at nega
tivu árinini av eini slíkari nýggj-
ari vinnu verða eingi ella so fá
sum gjøriigt. Vónandi fer lands
styrid nu at kanna møguleikan at
"kobla" ein slíkar ráðgeva aftrat
tí nevndini, sum er sett at arbeiða
við oljumálinum. Sjálvandi skulu
vit ikki leypa á leistum fyri
einum og hvørjum útlendingi,
sum kemur higar fyri at vinna
sær pening, men har møguleiki
er at fáa góða ráðgeving eiga vit
so avgjørt ikki at venda bakið til.
Tí júst umrødda ráðgeving hevur
so ómetaliga nógv at siga fyri
framtíðar gongdina.
LANDSSTÝRIÐ eigur tí alt fyri
eitt at boða "oljunevndini" til
fundar at umrøda hesar spurn-
ingar við tí fyri eygað: at geva
loyvi til seismiskar kanningar, ið
kunnu byrja longu til vårs, og
síðani at finna fram til, um um-
røddi ráðgevi kann knýtast at
nevndini og arbeiðinum at fyri-
reika okkum upp á eina komandi
oljuvinnu. Í tann mun vit hava
okkara egnu fólk eiga vit sjálv-
andi at brúka tey, men kunnu vit
fáa hendur á størstu kapasitetum
á hesum so týðandi økinum, eiga
vit ikki at venda oyruni, men
taka av tilboði um ráðgeving sum
skjótast.
Tíðindi...? — So er tað her!
Haldið Tiðindablaðið SOSIALIN
og fáið bestu & feskastu tidindini
HEILAR 5 FERÐIR UM VIKUNA
fyri bert HELVTAR BLADSØLUPRIS
Altíð okkurt spennandi
at lesa i Sosialinum
Gerið tað av Í DAG. |
Sendið lepan ella ringið
tlf. 11820 og fáið
blaðið BEINANVEGIN.
Eg gerist haldari av Tidindabl.
Sosialinum og fái blaðið
8 5 ferðir um vikuna
fyri 225 kr Jårsfjørdingin (haldarar í Føroyum)
fyri 260 kr. (haldarar i Skandinavia)
Okeypis
Sosialurin
rindar
postgjaldid
Haldarar, id hava goldid, Now
men ikki rættstundis Bústaður:
staður. Tíðindablaðið
fyri okkum, sum so síggja ti Bygd / byur: Fostalar:s,
y Lt 2 ggja til, Postboks 76,
at teir fáa oll blødini. FR-110
Tórshavn
A mm —
|
|
|
|
|
|
|
(28. des.), kunnu vátta tað |
|
|
|
|
|
|