Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 munkur uttan eitt kleystur. Sum fráleið bar tað slett ikki til, og so við og við kom rot í javnaðarflokkin. Og tað er ein av orsøkunum til at 1. mai ikki er stórt annað enn eitt kakuball. Berjast móti sínum egnu Mótsetningarnir í føroysk- um politikki, ganga sjálv- andi millum høgru og vinstra. Tað gera teir í øllum kapitalistiskum londum. Men í Føroyum ganga mót- setningarnir eisini suður til Christiansborg. Og tað merkir víðari, at teir før- oysku flokkar, sum vilja varðveita sambandið við Danmark, liggja í einum ævigum stríði við sínar egnu landsmenn, ið vilja annað og meir enn ein tjóð- skap ið bara er til pynt há- tíðsdagar. Tjóðveldisflokk- urin og Javnaðarflokkurin sum í spurninginum høgra/ vinstra eru brøður, eru fígg- indar í spurninginum sam- band/sjálvstýri. Og eg dugi ikki at síggja at henda gongdin kann broytast. Vit eru komin á ein kross veg, og tað finst ongin diplom- atisk loysn á hasum probl- ematikkinum. Tíðin er kom- in at velja. Men tey sum framhaldandi royna at skáka sær undan at velja, kunnu sjálvandi rakka niður á W. U. Hammershaimb, tí hann gav sínum fólki eina mállæru í 1846, og sostatt setti gongd á eina tjóðskap- arliga process sum støðugt hevur ment seg. Tey kunnu líkaleiðis háða Niels Winth- er, tí hann fram um aðrar stríddist fyri endurreisini av Løgtinginum í 1852, og var við til at fáa monopolhand- ilin avtiknan 4 ár seinni. Og hví skuldu forfedrarnir partú stovna Føroyingafelag í 1889? Høvdu føroyingar tað ikki nóg gott uttan hatta felagið. Hví leitaðu sjálv- stýrissinnaðir føroyingar saman í flokk í 1903. Hví skuldi provst Dahl partú prædika á føroyskum í kirkjuni. Var danskt ikki nóg gott? Bar Gud ikki nett- upp serligan alsk til danir? Hvør onnur tjóð í heiminum hevur kanska fingið sítt flagg sendandi av himli, meðan okkara Merkið var tekna av lúsa famjiningi. Og so kom seinni heimsbar- dagi. Í 5 ár var onki sam- band millum Føroyar og Danmark. Og hvat hendir niðri á sálini hjá einum fólk- ið sum í praksis hevur prógvað at tað ber til at liva sum ein sjálvstøðug tjóð? Slík fólk høvdu ikki hug at fáa amtsleinkjuna smoygda um aftur hálsin. Og sum øll vita, valdu føroyingar loys- ing í 1946. Tað sum eg vil siga er, at ein tradisjón er skapt yvir eitt tíðarskeið uppá 150 ár. Og talan er um eina rúmliga tradisjón, og hvørt vit vilja tað ella ikki, so liggur okkara samleiki, tað at vera føroyingur, inni í hesi tradisjón. Tvær indiánaranøsir Tað var gamli formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag Andrew Ísheim, sum á sinni tók stig til at hátíðarhalda 1. mai dagin her í høv- uðsstaðnum. Nú eru tað nøkur ár síðani hann doyði. Men Ísheim hevði eina so- vorðna flotta indianaranøs og allarhelst var tað av til- vild at forkvinnan í Havnar Arbeiðskvinnufelag um sama mundi, frú Andrea Árting, eisini hevði eina sovorðna indianaranøs. Tey vóru tveir fakfelagsindian- arir, ið vistu móti hvørjum man skuldi brúka sína tom- hauk. Tá Ísheim plagdi at enda sína 1. mai talu her á sama palli sum eg standi í dag, plagdi hann at rópa »Livið Føroyar« og hevði knýttnevan á lofti. Sovorðin hugburður er nærum óhugsandi í dag. Í dag kappast fakfelagsfólk um at siga »Upp í reyvina við Føroyum og við full- veldinum«. Og tað er ikki bara tí at fíggjarmálaráð- harrin Karsten Hansen ofta gloymir at hann er sonur streiki-Fredrik og móti fak- felagsfólki ber seg at, sum vóru tey drukkbilistar og hálvkriminell. Nú Føroyar standa á gáttini til at seta í verk tað tradisjón sum hev- ur útviklað seg til fullveldis ætlanina, uppliva vit sum natúrligt er at tjóðskaparliga afturhaldið fer í mótálop. Men hví fleiri fakfelagsleið- arir eru so virknir í tí kór- inum, tað skilji eg ikki rætti- liga. Verður fullveldi borið uppá mál, so vanskeplast teirra andlit, hatri beinleiðis seyrar úr munnklovanum. Tey hava degraderað full- veldisfólkini til skaðadjór, og allastaðni har høvið býðst, leggja tey sítt eitur út. Tjóðskapar og sjálvstýris hugsjónin ið var tann fyrsta sum kveikti føroyingar og fekk teir at turka armóðina og miðaldardustið úr eyg- unum, móti hesi hugsjón, ið er størri og eldri enn hvør einstakur okkara, reka fleiri fakfelagsfólk eina regulera klappjakt. Men tað heilt av- gerandi sum tey ikki tykjast at geva sær far um, er at tann vanligi danin yvirhøvur ikki brýggjar seg um at lata eina milliard í blokkstuðli til Føroyar árliga. Og hví skulu teir eisini tað? Hvat serstakt er við okkum, tá vit meina at vit eru verd eina milliard til gávis um árið? Er tað hitt æviga smílandi andlitið hjá Óla Jacobsen, sum er vert milliardina? Ella er tað mín skaldskapur? Ella er tað tann árliga svarta hárlitingin hjá Edmundi Joensen, ið kostar eina milliard? Ella hví skulu danskar vaskikonur fíggja hasi fiktivu kraddaraskipini hjá Svend Åga Ellefsen? Danir skíra okkum nassarar. Og hvussu skulu vit verja okkum móti tí vanærandi ákæruni. Er tað ikki júst tað sum vit eru, og í veruleik- anum eitt heilt serligt slag av nassarum, ið m.a. meina seg hava rætt at kalkulera um politisku framtíðina í Føroyum við donskum pengum, ja brúka danska statskassan í eini hatursat- sókn móti fullveldinum. Danir eru æviga troyttir av okkum, teir tíma ikki at keglast við okkum longur. Og hondina á hjarta, tað hevði eg heldur ikki tíma, var eg danskari. Trekkja vekslar upp á deyðar hetjur Eg eri fullvæl greiður yvir at verkfallsmennirnir sum myndaðu Tjóðveldisflokkin í fimtiárunum, ikki eru til longur. Og partvís tað sama kann man siga um tey, ið stríddust fyri fiskimarksút- flytingunum. Og at trekkja vekslar uppá deyðar hetjur, tað er ósømiligt. Tjóðveld- isflokkurin í dag er í stóran mun ein miðalstættaflokkur. Ella v.ø.o., flokkurin líkist Javnaðarflokkinum. Eg eri eisini greiður yvir muruna í Fólkaflokkinum. Hon er útimóti tann sama sum tann í Sambandsflokkinum. Tað sum eg meiri enn nakað annað ræðist við teimum flokkunum, er teirra hatur til almennar stovnar og fyri- tøkur. Tvey tokrán Tað munnu vera fleiri, ið kennast við Navnið Ronald Biggs. Tað var maðurin, sum í 1963 stóð fyri tí stóra tokráninum í Bretlandi og sum kostaði statinum um- leið 150 mill. krónur. Góð 30 ár seinni, í 1994, var eitt annað, men fleiri ferðirnar so umfatandi tokrán fram tí Bretlandi. Tað sum eg sipi til, er privatiseringin av British Rail sum John Major trýsti ígjøgnum í 1994. Sambært tí konser- vativa tíðarritinum The Eco- nimist, er savnaði profitt- urin hjá øllum teimum privatu jarnbreytarfeløgun- um frá 94 til 1998, umleið 14 milliardir krónur. Spurn- ingurin sum eg seti mær, er hvør er munurin á ráninum hjá Ronald Biggs og hinu- megna privatiseringini hjá John Major? Munurin er ongin. Slett ongin. Meðan tað eina ránið verður kallað tað sum tað er, kriminalit- etur, eitur hitt ránið privatis- ering. Men úrslitið er neyft tað sama. Meðan tað eina ránið var framt við maskin- byrsum, bleiv hitt framt við eini undirskrift inni á skriv- stovuni hjá John Major í Downing Street nummar 10. Í báðum førum blivu pengar stolnir úr lummun- um hjá tí vanliga bretanum. Stykkja út til traðir 200 fjóðringa fiskimarkið sum hevur havt so ómeta- ligan stóran týdning fyri Føroyar, eru teir nú við at stykkja út til stórar traðir, har reiðararnir hava síni før á biti. Pensjónirnar vera eis- ini latnar upp í hendi hjá Tryggingarsambandinum og øðrum snúltaraverum at umsita. Og leygardagurin bleiv høgdur av Postverk- inum. Og nú tosa teir eisini um at privatisera Strand- ferðsluna og Atlantic Air- ways. Tað er handan útvikl- ingin eg ræðist, og ikki før- oyskt fullveldi. Við hesum sigi eg ikki at vit fáa eitt javnari býti, ella meiri rætt- vísi, um statsrættarligu við- urskiftini millum Føroyar og Danmark broytast. Teir norsku sjómennirnir sum í 1905 atkvøddu fyri loysing, fingu valla nakað betri lív aftaná loysingina. Tann, sum lesur skaldsøgurnar hjá Halldór Lexness frá seinast í 20‘unum og 30‘unum, kemur til somu niðurstøðu. Men kortini valdu arbeið- arastættirnar í Noregi og í Íslandi loysing. Og hví? Eitt sovorði luftigt hugtak sum stoltleiki, ið ikki ber til at viga og máta, men sum fær fólk at rætta ryggin og gev- ur teimum sjálválit, man vera ein grundin til at eisini slítararnir valdu loysing. 1000 ára gamalt kegl á fornminnissavnið Fullveldi merkir, at 100 ára gamla keglið um samband øðrumegin og hinumegin sjálvstýrið, verður flutt út á fornminnissavnið undir lið- ina á sjóstúkuni og rokkin- um. Sum einstaklingur hevur man í evstu syftu bara seg sjálvan at detta afturá. Og hatta bílætið kann eisini brúkast um tjóðir. Kvetta vit við Danmark, so eru vit knappliga stødd einsamøll á klótuni og sum flestu aðr- ar tjóðir, mugu vit dúva uppá styrkina, ella tann sál- arliga førning sum vit bera innan í okkum. Men nettup hetta einsemið er lopfjølin ella løgarsteinurin út í tað stóru verð. Tá eru tað ikki onnur sum umboða okkum, tá eru tað vit sjálvi. Líka- mikið um tað snýr seg um handilsviðurskifti, mentun- arligt samstarv, sjúkravið- gerð ella aðra serfrøðinga- hjálp í øðrum londum. Og tey, sum hava hug at koma í samband við Føroyar, ja, tey venda sær eisini beinleiðis til okkum. Hvat er føðilandskærleiki fyri nakað? Hvat er tað, sum bindur okkum til eitt land? Tey flestu av okkum hava roynt at verið góð, ella fyri at siga akkurát sum er, hava roynt at fingið eitt lítið í einum góðum lenistóli. Men tað hendir nakað við tí stólinum aftaná. Talan er ikki longur um bara ein van- ligan stól. Stólurin hevur so at siga luttikið í eins lukku, hevur fingið eitt mótvirði, er knappliga menniskjans- liggjørdur, ja stólurin er næstan blivin heilagur. Og tað er neyft tað sama við okkara fjøllum. Tey, sum hava elskað úti í náttúruni, soleiðis sum øll fólkasløg til allar tíðir hava gjørt, tey hava samstundis menniskj- ansliggjørt tann blettin, og eru knýtt at honum við kær- leika og við vøkrum minn- um. Og soleiðis er eisini við tragediuni. Tey, sum hava mist ein mann í bakkanum, ella ein son úti á havinum, tey eru bundin til bergið og havið við tragiskum, men djúpt menniskjansligum bondum. Og soleiðis eru vit eisini bundin at Føroyum. Vit eru bundin við kærleika, vit eru bundin við smakk- inum av vanlukku og vit eru eisini bundin gjøgnum tradisjónina. Líkaleiðis eru vit bundin við eini kenslu sum eitur hatur. Órætturin bindur teg eisini til eitt stað ella eitt land. Tað ber sjálv- andi til at stinga í sekkin og rýma, hevur tú verið úti fyri eini eyðmýking ella eini uppsøgn á einum arbeiðs- plássi. Men man kann eisini taka kampin upp. Og vinnur man sigurin, ja so knýtir sigurin ein til landið. Og so eru Føroyar eisini so ótrúliga vakrar. Men sær beinanvegin tá eitt havnar- fólk kemur til himmiríkið. Tí innast í sálini liggur eitt frumbílæt, og tað bíliætið er Nólsoyggin haðani sólin rísur upp hvønn morgun. Oyggin sær út sum ein kvinna, ið liggur á liðini og svevur. Og onnur støð hava onnur frumbíløt ið binda ein gjøgnum alt lívið, og for- telja einum, hvar tað inni- ligasta og vakrasta plássið í heiminum er. Tað verður ein fjølbroyttur skari, ið við skipi, bili, til gongu ella við tyrlu, setur kós inn í full- veldi. Men fara vit við trúgv uppá, at vit klára at lofta øllum avbjóðingum, so megna vit tað. Gott 1. mai. 1. maidagshald í Havn: Gott fundarfólk Vit hava álvarsligar trupul- leikar við altjóða arbeið- aradegnum her í Føroyum. Tað tykist sum ongin at- dráttarmegi er í hesum há- tíðsdegi sum byrjaði fyri 111 árum síðani og sum tvørturum landamørk og religiónir, hevur savna fleiri fólk enn nakar annar hátíðs- dagur á jørð. Og ikki bara tað. Hesin dagur hevur eis- ini, sum tikið verður til í »Internasjonala« givið kúg- aðum kring allan heim, tað solidaritetskenslu og tað styrki, sum er líka so neyð- ug sum luftin vit anda, og sum vatnið vit drekka. Men soleiðis er ikki rættiliga í Føroyum. Tá 1. mai haldið er av um eina løtu, býður nevndin fyri Havnar Ar- beiðsmannafelag okkum røðarum oman á Hotel Haf- nia, til ein kopp av kaffi og eina smákaku. 1. mai her í Havnini, er eitt flovisligt kakuball fyri innboðin! Ein festdagur Fyri gott 20 árum síðani hoyrdi eg til tann glaða skara, sum við dreðlum og fløggum gekk omaneftir Áarvegnum og út á Skansan at hald reytt 1. mai. Um kvøldið fyltu vit Lærara- skúlahøllina. Og hetta sigi eg ikki bara av nostalgisk- um ávum. Men fleiri ár í slag savnaðu vit eini 4-500 fólk úti í Læraraskúlahøll- ini, og tey sum ikki fingu pláss á gólvinum, tey hingu uppi í gardinunum. Vit bóru fram sjónleik, røður, yrk- ingar og sangir. 1. mai var ein fest dagur, har vit við- gjørdu politisku støðuna, bæði tað heimligu og eisini støðuna úti í heimi. Í dag kríggi, bar eisini til at tosa í telefon heilt yvirum tað breiða Atlantshavið. Hóast gøtuljósini her í okkara gamla høvuðsstaði fram- vegis brendu gass, so vóru býir sum London og Paris og Wien, heil høv av elek- trisiteti og á gøtunum høvdu hestavognarnir fingið ein álvarsligan konkurrent sum æt automobil. Men eisini á øðrum meiri viðkvæmum økjum kann man tosa um framburð. Í 1904 tóku frans- menn eitt stórt demokratiskt stig, tá kirkjan var loyst frá statinum. Og um sama mundi var gamla adressan hjá hansara hátign Satan broytt, og hetta hendi tá Sigmund Freud við síni dreymatýðing vísti á, at helviti, tað var nakað sum hvør einstakur ber innaní sær. Men ráddi optimisman millum tær hægri stættirnar, so var støðan hjá arbeiðara- stættini, ella hjá øllum teim- um, ið vóru fortreytin fyri at tey ríku kundu eta, drekka, ferðast, pynta seg, keypa málningar, ganga á konditaríir, gera íløgur, sleppa í eitt karbað, sova í stórum bleytum songum, ein heilt onnur. Politikkur var í stóran mun dagdvølja hjá eini korruptari yvirstætt. Sosialistisku flokkarnir sum á pappírinum søgdu seg vera ímóti militarismuni, og at arbeiðararnir í øllum londum skuldu fylkjast móti sínum høvuðsfígginda, bakkaðu, tá Týskland og Frakland byrjaðu at dubba seg til kríggj. Tá tað kom til skarpskeringar, høvdu teir onki ímóti at tyskir og franskir arbeiðarar drupu hvønn annan á hermótinum. Og hetta hevur síðani verið eitt dilemma hjá altjóða ar- beiðararørsluni. Men í 1914 kom so skotið í Sarajevo, sum breiddi omanav, og av- dúkaði imperialistisku áhugamálini hjá yvirstætt- ini. Fría marknaðarkapping- in ið hevði verið hevja upp til eina heilaga politiska doktrin, vísti seg ikki at vera annað enn svintan hjá einum slaktara! Bæði teir hámettu synirnir hjá borg- araskapinum, sum t.d. rit- høvundin Thomas Mann, men eisini italsku futurist- arnir, prísaðu krígnum ið skuldi reinsa og yngja tað gamla Evropa. Fall niður á botn Tað, sum teir allarhelst ikki høvdu vænta, var í kjalar- vørrinum av krígnum komu kollveltingarnar. Aldar- gamla virðingin fyri allar øvrigheit, fall niður á botn. Arbeiðararnir komu svartir og hatskir upp úr kolanám- unum, hermennirnir vendu bajonettunum móti sínum generalum, og út úr verk- smiðjunum kom proletari- atið undir sínum blóðreyðu fløggum. Ein glúpskur mat- arlystur rann úr teirra tonn- um. Hesi fyrr so lítilátnu og ósjónligu menniskju, kravdu nú at bíta í okkara stóru herligu jørð. Ynsktu at sleppa í hvítar reinar skjúrtur sunnudagar og at teirra børn fingu mjólk og smør uppá breyð um morg- unin. Lat meg í hesum sam- bandi eisini nevna, at kammerat Lenin í einari av sínum meiri kátu løtum skrivaði, at aftaná heims- kollveltingina, skuldu kummirnar á pisshúsunum í teimum stóru býunum ger- ast úr gulli. Og tað var ikki tí at hann bar serligan alsk til pisshús. Men hann vildi at fólk skuldu lata sítt land yvir hetta gandaða metallið, ið hevði verið upphav til so nógvan vesaladóm. Settu krøv Eisini í Føroyum vóru fiski- menn og arbeiðar farnir at seta fram krøv. Í 1911 kom Fiskimannafelagið, Fylking í 1915, og í 1916 Havnar A r b e i ð s m a n n a f e l a g . Sjálvstýrisflokkurin ið hevði sum høvuðsskrá, at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum, rúmaði eisini fakfelagsfólkum og sosialistum, men hóast tað, var flokkurin ikki nakar vinstrahallur flokkur. Víst var arbeiðarastættin farin at seta fram krøv, men polit- iskt livdi hon framvegis sína útjaðaratilveru. Men við javnaðarflokkinum hendi nakað nýtt. Og at siga at flokkurin fyrst og fremst var ein donsk sosialdemokrat- isk uppfinning, tað er bæði – Eitt flóvisligt kaffiball… at káva út yvir sosiala veru- leikan miðskeiðis í 20‘unum, og líkaleiðis at spotta evnini hjá fátækum føroyingum at fóta sær pol- itiskt. Flokkurin varð stovn- aður í Havn, men tað var suðri á Tvøroyri hann veru- liga festi røtur. Tað eydnað- ist flokkinum at gerast spjótsoddurin hjá Fylking og Fiskepigernes Fagfore- ning og saman tóku tey stig til eina hina mest spennandi vinnulívsuppgávuna mill- um kríggini. Bæði hvat ogn- arviðurskiftunum viðvíkti, við tað at talan var um eitt kooprativ, men eisini tá tal- an var um nýggjan teknikk, var Ísvirkið ein sera áhuga- verd nýskapan. At royndin kortini miseydnaðist, er ein søga fyri seg. Tað var so nógv sum fór í hundarnar árini kring Wall Street skrædlið í 1929. Men at ar- beiðarastættin á Tvøroyri átti hugsjónarligt yvirskot at fara undir sína egnu og ambitiøsu ætlan, tað í sjálv- um sær, var eitt bragd. Sum ein munkur uttan kleystur Heldur enn at gremja og eymka seg, fór flokkurin saman við fakfeløgunum í offensivin. Tá gamla hand- ilsvirkið hjá Mortensens monnunum fór á húsagang í 1936 og veruligt hall og hungur hótti, tóku fakfeløg- ini og javnaðarflokkurin seg saman av nýggjum, og úr- slitið gjørdist at AT »Ar- beiðarana Trolaravirkið« sá dagsins ljós, og var í smá 20 ár ein av teimum stóru fyritøkunum í Føroyum. Men at vera vinnulívssosi- alistur í einum kapitalistisk- um heimi, tað er sum at vera – At vera vinnulívssosialistur í einum kapitalistiskum heimi, tað er sum at vera munkur uttan eitt kleystur. Sum fráleið bar tað slett ikki til, og so við og við kom rot í Javnaðarflokkin. Og tað er ein av orsøkunum til at 1. mai ikki er stórt annað enn eitt kakuball, segði Jóannes Nielsen í 1. mai røðu síni í Havn mánadagin kann man so spyrja um vit ikki yvirmettu okkum sjálvi. Men til staðar var ein eldhugi av hugtakandi slagi. Og so drukku vit eitt sindur sterkari løg enn Hafnia kaffi um náttina. Í góð 40 ár hevur 1. mai verið hildin her í høvuðs- staðnum, og sigi eg at tað vanliga møta eini 100 fólk upp, er tað ikki langt av leið. Tvørafólk hava annars verið tey mest ivrigi at hildi 1. mai, men nakað áðrenn kreppuna í 92 kunngjørdi táverandi formaðurin í Fylking, at arbeiðarastættin á Tvøroyri hevði tað somik- ið gott, at tað var óneyðugt at halda dagin longur. Fugl- firðingar hava síðani mið- skeiðis í 70‘unum hildið 1. mai, og inni í Runavík royna tey eisini at hátíðar- halda dagin. Næststørsti býur í landinum helt 1. mai seinast, ja eg minnist ikki nær tað var, og allarhelst eru allir talararnir deyðir. Sigi eg at 1. mai vanliga savnar eini 2-300 fólk uppá lands- basis, so er tað tíverri á góð- ari leið. Dagdvølja hjá eini korruptari yvirstætt Tann øldin sum vit stutt síð- ani søgdu farvæl við, man hava verið ein hin merkis- verdasta í søguni. Og bæði uppá gott og ónt. Tað eru tey sum spyrja: Var heim- urin ikki meiri sakleysur ár- ini fram móti fyrra heims- bardaga? Í hvussu so er ráddi optimisman millum vísindafólk og vinnulívs- fólk. Veldug perspektivir opnaðust, bæði fyri sam- ferðslu og fyri ídnað, tá Burmeister & Wain í 1904 byrjaðu at framleiða diesel- motorin. Stutt áðrenn Hvat er føðilandskærleiki fyri nakað? Hvat er tað, sum bindur okkum til eitt land? Tey flestu av okkum hava roynt at verið góð, ella fyri at siga akkurát sum er, hava roynt at fingið eitt lítið í einum góðum lenistóli. Men tað hendir nakað við tí stólinum aftaná. Talan er ikki longur um bara ein vanligan stól. Stólurin hevur so at siga luttikið í eins lukku, hevur fingið eitt mótvirði, er knappliga menniskjansliggjørdur, ja stólurin er næstan blivin heilagur, segði Jóanne Nielsen m. a.