Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 Fyriskipanardagur í Norðurlandahúsinum NORÐURLANDAHÚSIÐ - Børn og Ung Leygardagin 6. mai 2000 kl. 14.00 Norðurlandahúsið stuðlað av, Undirvísing- ar- og Mentamálastýrinum, skipar leygar- dagin 6. mai ein fyriskipanardag í Norður- landahúsinum, fyri einstaklingum, feløgum, skúlum v.m., ið á ein ella annan hátt starv- ast innan mentunarøkið, "Børn og Ung". Endamálið við fyriskipanardegnum er m.a. at, • savna fólk saman, ið arbeiða innan barna- og ungdómsøki • skráseta fólk og felagsskapir, við endamáli og kontaktpersóni • kunna um almennan lýsingamøguleika av tiltøkum • hoyra um ynskir og tørv fyriskiparar av barna- og ungdómstiltøkum hava til skip- anir Skrá Kl. 14.00 Joachim Clausen, formaður í Nor- disk Ungdomskomité greiðir frá nevndarar- beiðinum, og høvi verður at seta spurningar Kl. 14.20 Páll Danielsen kunnar um Styr- gruppen för nordisk barn- och ungdoms- kultur. Kl. 14.30 Umboð fyri Undirvísingar- og Mentamálastýrið kunnar um mentunarar- beiðið, stuðulsskipanir og -møguleikar. Kl. 14.45 Jákup av Skarði kunnar um ar- beiði hjá Føroya Ungdómsráð Kl. 15.00 Laufey H. Blaasvær kunnar um norðurlendsku kunningartænastuna og um internet hendingaskipanina www.kunning.fo Kaffisteðgur Kl. 15.15 Kjak um barna- og ungdómspolitikk í Føroyum Tiltakið er alment og ókeypis. Luttøka kann fráboðast um teldupost til: laufey@nlh.fo Skeið í starvsfólkarætti – galdandi á privata arbeiðsmarknaðinum Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) skipar tann 25. og 26. mai 2000 fyri skeiði í starvs- fólkarætti. Endamál Endamálið við skeiðnum er at geva leiðarum og starvsfólkum, sum fáast við hesi viður- skifti, yvirlit yvir galdandi lógir og reglur á økinum og gjøgnumganga ávís evnir. Á skránni er m.a.: • Arbeiðstíð, døgndrift og skiftisvaktir • Løn, viðbøtur, yvirtíð, starvsaldur • Frítíð og frítíðarløn • Barnsburðarfarloyvið, sjúka • Setan, uppsøgn og burturvísing Grundarlagið fyri skeiðnum er: • Lønarsáttmáli millum Føroya Arbeiðara- felag og Føroya Arbeiðsgevarafelag • Sáttmáli millum Føroya Arbeiðsgevarafel- ag og S&K/Føroya Arbeiðarafelag • Starvsmannalógin, frítíðarlógin, løgtings- lóg um fráveru vegna barnsburð v.m. Undirvísing Skeiðið verður í høvuðsheitum skipað sum undirvísing og kjak, tó verður bólkaarbeiðið eisini á skránni. Undirvísarar Kristoffur Laksá, næstformaður í FAG og Bjørgfríð Ludvig. Praktisk viðurskifti Skeiðið verður á Hotel Hafnia. Kostnaður er kr. 3.300,- fyri hvønn. Íroknað í prísinum er matur og skeiðtilfar. Tekning fer fram hjá Føroya Arbeiðsgevara- felag á tlf. 311864 ella á telduposti: fag@industry.fo í seinasta lagi 11. mai 2000 kl. 12.00. Velbastaðvegur • 110-Tórshavn Tel. 31 73 00 - 21 73 00 Sosialurin - 311820 Lagalig f’gging. DANNY TRANSPORT - tá okkurt skal koyrast ella goymast Tlf. 319192 Leikrita- kapping Innbjóðing Leikpallur Føroya lýsir við hesum til kapping um leikrit til nýggjan føroyskan sjónleik. Endamál Okkara tíð nú um stóra aldaskiftið er full av avbjóðingum og nýggjum møguleikum. Saknur er á føroyskum leikum, ið lýsa hesa fjølbroyttu og skiftandi tíðina, ella sum úr søgu og fortíð taka upp evni, ið hava týdning fyri okkum enn í dag. Endamálið við kapp- ingini er at menna sjónleikin í Føroyum og fáa fram nýskrivað leikrit, hugtakandi, hug- vekjandi og hóskandi til nútímans framførsl- ur á føroyskum palli. Treytir Evnið er frítt, somuleiðis skipanin av evnin- um, men dentur verður lagdur á søgugongd, persónslýsingar og myndandi hugflog í leik- inum. Longdin á leikinum eigur at vera á leið sum í vanligum sjónleikaframførslum. Leik- ritið skal ikki hava verið framført ella al- mannakunngjørt áður. Virðisløn Ein virðisløn á 100.000,- kr. verður latin. Dómsnevndin hevur rætt til ikki at lata virðis- lønina, heldur hon tey innkomnu leikritini ikki vera virðislønarverd. Dómsnevnd Til at viðgera tey innsendu leikritini er dóms- nevnd sett. Í nevndini eru Vár Jacobsen, dramaturgur, Olaf Johannessen, sjónleikari, og Helga Hjørvar, sjónleikari. Innlating Leikritini skulu latast inn dulnevnd við frá- merki. Saman við leikritinum skal latast inn afturlatin brævbjálvi við sama frámerki uttan og við navnaseðli í, sum sigur, hvør ella hvørji, ið hava gjørt leikritið. Leikritini skulu vera latin inn í seinasta lagi 15. august 2000 og sendast Leikpalli Føroya. Leikpallur Føroya, Undir Pisuvarða 2, postsmoga 212, 110 Tórshavn Velbastaðvegur • 110-Tórshavn Tel. 31 73 00 - 21 73 00 Sosialurin - 311820 b’liga til s¿lu sosialinum Lýsið í 2000 Nr. 16 sí›a 15 sí›a 15 s. 16-17 s. 16-17 sí›a 18 sí›a 18 Fløguumæli baksí›an baksí›an sí›a 19 sí›a 19 Roskilde Festival 2000 Hitlistar og svara so! Nýttu páskafrítíðina at granska Bíbliuna Potturin er komin upp á kók