Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 AUTO - Dag sum nátt - - skjótt og gott - Skalt tú bil hýra - so er tað 311234 BENZIN DIESEL KIOSK - ALT DØGNIÐ - AUTO 311234 AUTO Streymoy SKAR‹HAMAR´S BUSSKOYRING v/ He›in Skar›hamar, Sleipnisgøta 13. B, FO–100 Tórshavn TAXA MINI BUSS TIL 10 FER‹ANDI 288888 FR • VISA • EUROCARD • MASTERCARD • JCBCARD Opið er: Mán.– Hós. kl. 19. 00 – 23. 30 Fríggjadag kl. 17.00 – 03.30 Leygardag kl. 19.00 – 03.30 Sunnudag kl. 17.00 – 23.30 Long drinks Café Við gongugøtuna Nor›oyggjar Sosialurin - 311820 EIVØR PÁLSDÓTTIR KVARTETT spælir Hóskvøldið og sunnukvøldið Double up við páskabryggj verður kl. 21-22 Leygarkvøldið spælir Bacon KLUBBADANSUR Kaggin MOON- SHOT MOON- SHOT Kaggin Kaggin Kaggin www.kaggin.fo spæla til dans fríggja- og leygarkvøldið Sosialurin - 311820 Klaksvíkar Klubbi Klubbin hevur: POOLBORÐ BILLARDBORÐ ENSKAN FÓTBÓLT Á SKY Dansur við plátuvendara verður leygarkvøldið 6. mai Sosialurin - 311820 UNGTEMPLARAFELAGIÐ HEYGGUR UNGTEMPLARAFELAGIÐ HEYGGUR VESTMANNA ÍTRÓTTARHØLL VESTMANNA ÍTRÓTTARHØLL Tey sum luttaka eru: Magni Christiansen, Rachel Bærentsen, Hans Jákup og vinfólk Náttbússurin koyrir Fríggjakvøldið kl. 22.00 Tórshavn-Kollafjørður- Kvívík-Vestmanna og aftur tá ið konsertin er liðug. Leygarkvøldið kl. 23.00 Tórshavn-Kollafjørður- Kvívík-Vestmanna Kl. 04.00 Vestmanna-Kvívík- Kollafjørður-Tórshavn Stór Gospelkonsert verður fríggjakvøldið 5. mai kl. 22.30 TWILIGHT spælir til dansin Stórur dansur verður leygarkvøldið 6. mai kl. 23.00-03.30 Restaurant la Carreta er opin til kl. 22.00 við einum góðum tilboði til tín sum vil njóta ein góðan bita áðrenn konsertina ella dansin. Piparbúffur..................kr. 100,- Oksasteik v/bernaisesós og salat.............................kr. 80,- Vinarliga bíleggið borð á tel. 424610 Kostnaður kr. 100,- Kostnaður kr. 100,- Sosialurin - 311820 Mat- seðilin Hósdagin 4. mai: Høsnarungar Fríggjadagin 5. mai: Kotelettir Leygardagin 6. mai: Oksasteik Mánadagin 8. mai: Kjøtbollar í karrysós Týsdagin 9. mai: Stoktur fiskur Mikudagin 10. mai: Hakkibúffur Kostnaður 30,- kr. *** Seinnaparts- TILBOÐ frá kl. 14.00: Juniorburgari 14,95 Maxiburgari ella Búffsandwich 19,95 Matstovan í Hoyvík NÁTT- BUSSURIN hjá Øssuri Christiansen Fríggjakvøldið: Úr Vestmanna kl. 21 Úr Tórshavn kl. 22 um Kvívík og Kollafjørð. Suður eftir konsertina Leygarkvøldið: • Úr Vestmanna kl. 22 • Úr Tórshavn kl. 23 • Úr Vestmanna kl. 24 • Úr Tórshavn kl. 01 • Úr Vestmanna kl. 04 • Úr Tórshavn kl. 05 um Kvívík og Kollafjørð Tlf. 424254 Bussarnir: Tlf. 287752 • 286254 Í juni mánaði skipaði Út- norðurráðið fyri ráðstevnu í Havn undir heitinum: “Kvinnupolitiskur verkstað- ur”. Ráðstevnan endaði við einum almennum fundi, har m. a. umboð fyri bólkar, sum høvdu arbeitt við ávís- um evnum, løgdu úrslitini úr arbeiðsbólkunum fram. Ein av arbeiðsbólkunum hevði arbeitt við spurningi- num um kvinnur í politikki. Marita Petersen, fyrrverandi løgmaður hevði sitið í hes- um bólki og legði vegna hann niðustøðunar í bólki- num fram. Ein niðurstøða var, at í útnoðrið átti at verða miðja eftir at broyta vallógirnar til lóggevandi tingini soleiðis, at uppstill- ingin gerst kynskvoterað. Bólkurin helt tó hesa niður- støðu vera rættiliga kontro- versiella. Beint frammanundan høvdu umboð fyri land- dagin í Kiel vitja løgtingið. Í tinginum spurdi ein av limunum, hvussu tað bar til, at kvinnurnar eru so illa um- boðar á tingi, og fingu vit frá teimum at vita, at í Schleswig-Holsteinska landdegnum eru 75 limur og av teimum eru 29 kvinnur, tað eru 39%. Í løgtinginum eru 4 kvinnur ella 12,5%. Eg fór síðan at kanna hvussu umboðanin hjá kvinnum er í tingunum kring okkum. Í Altinginum eru 21 kvinnur ella 33%, í grønlendska Landstinginum eru 6 kvinnur ella 19%, í álendska Løgtinginum eru 7 kvinnur ella 28% , í Fólk- atinginum eru 59 kvinnur ella 31%, í svenska Ríkis- degnum eru 43 % kvinnur, í norska Stórtinginum eru 60 kvinnur ella 36% og finska Ríksidagnum eru 73 kvinnur ella 37%. Somuleiðis eru kvinnur- nar betur umboðaðar í stjórnunum í hinum Norð- anlondunum enn í Føroyur. Í Svøríki 50%, í Ísland 25%, í Danmark.góð 33% (7 av 20), í Noreg 42% (8 av 19), í Finlandi 44%(8 av 18). Sjálvstýrandi økini Føroyar, Grønland og Áland hava øll bert eina kvinnu í lands- stýrinum. Hetta saman við øðrum fekk meg at hugsa um, hvussu lítið vald ella ávirk- an kvinnur í Føroyum hava í polikki ella har avgerðirnar verða tiknar. Hetta hóast at føroyskar kvinnur eru minst líka vælútbúnar sum menn- inir, og er kvinnuparturin á arbeiðsmarknaðinum góð 44%. Men tó, tá hugsað verður um ta mótstøðu, sum kemur til sjóndar bæði á tingi og í fjølmiðlunum, tá mál er frammi, sum snúgva seg um at styrkja støðuna hjá kvinnuni í samfelag- num, er hetta ikki so løgi Sum dømi kunnu nevnast orðaskiftið í sambandi við javnstøðulógina, málið um nevndarval og javnstøðu og seinast orðaskiftið um til- ráðingarnar frá útnorðurráð- num. Prestastríðið, skatta- lógin og samgonguskjalið bera eisini øll boð um, at konufólkini skulu fastlæsast í verandi støðu ella kanska enn betur, at støða teirra verður, sum hon var fyri 50 til 100 árum síðani. Tað, sum serliga undrar meg, er, at hesin hugburður sleppur at liva víðari í eini tíð sum okkara. Vit standa á gáttini til informatións- samfelagið ella hava kanska longu fingið annan fótin innum. Eisini verður tosað um at skapa vinnur, sum kunnu verða alternativ til fiskivinnuna, og verður tá serliga hugsað vinnur, sum krevja dýra og vælútbúna arbeiðsmegi, har vødda- megin ikki hevur so nógv at týða. Føroyska arbeiðsmegin er avmarkað, so um politiski málsetningurin um fáa kon- ufólkini heimaftur skal vinna frama, so mugu okk- ara ráðandi viðurkenna, at um hin málsetningurin eis- ini skal vinna frama, mugu vit innflyta fremmanda ar- beiðsmegi, og taka teir av- leiðingar, sum tað hevur fyri samfelagið. Sjálv haldi eg, at uppskot- ið hjá bólkinum “kvinnur í politikki” er eitt frálíkt hug- skot, tí tað ber boð um, at hesar kvinnur hava viður- kent, at okkurt radikalt eigur at verða gjørt, og tað sum gerast skal mugu kvinnur- nar sjálvar taka stig til, tí tey (les teir), sum sita har avgerðirnar verða tiknar, fara ikki uttan víðara at lata onnur(les aðrar) sleppa upp í part. Eg haldi tó, at vit eiga at umhugsað at fara enn eitt stig víðari í hesari stremban okkara. Í hesum døgum verður ar- beitt við grundlóg fyri Før- oyar. Nevnd er sett at gera uppskot til grundlóg eftir arbeiðssetningi, sum við heimild í lógini um grund- lógarnevnd, er ásettur av landsstýrismanninum í lóg- ar- og fullveldismálum. Í arbeiðssetinginum eru ymsu tættirnir í eini grund- lóg nevndir, og er m.a. javn- rættur nevndur í præambli- num soleiðis: ”Nevndin eigur at viðgera og taka støðu til, um ein inngangur skal vera, ið stað- festir endamálsorðingar fyri føroysku samfelagsskipan- ina og leiklut Føroya í al- tjóða høpi. Metast má um, hvørt orðingar skulu gerast um, at fólk og myndugleik- ar skulu stremba eftir til dømis: Frælsi, fólkaræði, javn- rætti, friði, samvinnu, rætt- artrygd, felags skyldum og ábyrgd”. Onki verður nevnt um tal- an er um javnrætt millum kynini ella javnrætt í víðari merking, men haldi eg, tað hevði verði áhugavert at fingið spurningin um javn- rætt millum kynini og eina møguliga grundlógaráset- ing um kynskvotering í løg- tinginum við í viðgerðina av grundlógini. Eg eri fullvæl greið yvi , at fyrsta reaktiónin er uppá ein slíkan tanka er, at hetta ikki hoyrir heima í eini grundlóg, men tí eri eg ikki samd í. Ein grundlóg í traditionell- ari merking ásetur rættindi og skyldur borgaranna í samfelganum, men sanni- liga eisini karmarnar fyri valdinum ella ávirkanini í samfelagnum. Okkara upprunaliga grund- lóg er danska grundlógin frá 1849. Tá hon kom í gildi 5. juni 1849 varð valdið flutt frá tí einavelduga konginum til fólkið, men hvat var fólk- ið. Konufólk vóru ikki fólk í hesari merking, tí tey fingu ikki valrætt. Valrættaraldur varð settur til 35 ár, og verð- ur lági miðallivialdur tá á døgum havdur í huga, so var tað stórur partur av monn- unum, sum heldur ikki fekk valrætt. Ognarleys, revsaði og skuldarar høvdu ikki valrætt. Samanumtikið kann sigast, at talið av teim- um við valrætti ikki var stórt. Hetta broyttist spakuliga. Konufólkini fingu valrætt í 1915 og um sama mundi kom valrættaraldurin niður á 21 ár. Við at hyggja eftir gongd- ini serliga frá 1849 til 1915, so hendu hesar broytingar ikki av sær sjálvum. Tí uttan mun til um tú ert einavalds- kongur ella ein útvaldur skari av “rigets bedste mænd”, so letur man ikki av fríum vilja vald frá sær, heldur ikki til kvinnur og ognarleys. At fáa kvinnum valrætt, kostaði sum kunn- ugt serliga bretsku sufra- gettunum blóð, sveitta og tár. Mótstøðan móti javnstøð- ulóg og mótstøðan móti kvinnuligum prestum eru bæði dømi um tað sama, nevniliga ein roynd hjá teimum, sum sita við valdi- num at varðveita tað. Sama ger seg galdandi, tá ført verður fram, at tað er javn- støða millum kynini, at kvinnurnar ikki eru áhug- aðar í politikki ella sum tað sum verður ført fram, tá øll hini argumentini eru brúkt: “Tað er vanvirðisligt fyri kvinnuna”. Tað eru tí kvinnurnar sjálvar, sum mugu gera eitt miðvíst arbeiði til tess at fáa tað vald í politiska um- hvørvinum, sum tilkemur teimum. Ikki fyrrenn hetta er veruleiki fáa tey virðini, sum vanliga verða nevnd tey kvinnuligu ella bleytu virðini tann prioritet, tey hava uppiborið. Eg vil gera vart við, at tá eg tosi um javnrætt, tosi eg um rætt og ikki um, at menn og konur, gentur og dreingir skulu vera líka, tí tað eru tey ikki. Eg tosi um javn- bjóðis viðurskifti millum kynini, sum virðir teir mun- ir, sum frá skaparans hond eru millum mann og kvinnu bæði likamliga og sálarliga. Tað er ikki hugsan mín at kvinnur skulu vera sum Annie í Annie get your gun, sum sang: “Everything you can do I can do better”, men at vit í felag gera tað, sum gerast skal. Tað, sum skal broytast, er hugburðurin um, at traditionelt manna- fólkaarbeiði er meira vert enn traditionelt kvinnuar- beiði. Hesum náa vit ikki uttan bæði kynini eru meira javnbjóðis umboðaði, har ávirkanin og valdið er, og at tað verða sett eins stór ella smá krøv til tær kvinnur sum koma framat, sum til menninar. Í stuttum, at tað verður tikið eins nátúrligt, at ein flakakvinna av Eiði ella húsmóðir úr Sørvági verður tingkvinna sum tað er, tá ein fiskimaður úr Vági ella lærari av Sandi verður valdur á ting. Niðurstøðan er í stutttum tann, at miðjast má eftir at fáa javnstøðuspurningurin á dagsskrá hjá grundarlógar- nevndini herundir spurnin- gin um kynskvotering í løg- tinginum. Uttan mun til hvat lagnu grundlógararbeiðið fær, so fer orðaskiftið at føra við sær, at spuringurin verð- ur gjølla viðgjørdur. Hetta fer at flyta nøkur mørk ella bróta niður nakrar garðar á hesum øki, kanska so mik- ið, at tað ikki verður mett kontroversielt at taka táttin upp í vallógini.. Í minsta lagi vóni eg, at eitt slíkt orðaskiftið kann gera fleiri kvinnur varugar við henda spuring og at bæði kyn kunnu fáa eina fatan av, at málið ikki snýr seg um at vera ímóti kallkyni ella Vár- harra, men hinvegin opnar møguleikar fyri einum sam- felag, har øll kunnu trívast og mennast eftir evnum og førleika. Súsanna Danielsen Kvinnur og vald Viðmerkingar: Fyri hálvumtriðja mánaði tóku nøkur fólk saman við Føroya Lívstrygging stig til eina sangkapping, sum skal seta sjóneykuna á brekað í Føroyum og teirra avvarðandi. Sangkappingin hevði til endamáls at útvega sang- og tónleikatilfar, sum skal brúkast til fløguútgávu seinni í summar. Tá freistin var úti fyri góðum mánaði síðani, vísti undirtøkan seg at hava verið nógv størri, enn nakar hevði roknað við. Næstan 80 sangir, løg og yrkingar komu inn til kappingina, so dóms- Vinnarar í sang- kapping verða heiðraðir í dag Sangkappingin »Vælskapt brek« er nú kom- in so langt, at vinnararnir eru funnir. Í dag kl. 17 verður samkoma í Norðurlandahúsi- num, har bestu sangirnir verða heiðraðir nevndin hevur havt úr gjørt við at funnið fram til vinnararnar. Seinnapartin í dag, kl. 17.00, verður samkoma í Norðurlandahúsinum, har tríggir teir bestu av inn- komnu sangunum fáa virðislønir og skreytblað. Fyri at skapa ein hugna- ligan karm rundan um samkomuna, fara Johann- es Andreasen og Sámal Petersen at spæla klaver og violin, og eisini verða sangarar úr Tórshavnar Manskóri at hoyra. Samkoman er almenn, og aftan á handanina verður ein drekkamunnur at fáa. Nú Anfinn, løgmaður og Høgni, varðaløgmaður eru so altráðir eftir at stovnseta fullveldi Før- oyar, uttan greitt at siga, hvørjar avleiðingar hetta inniber fyri føroysku fam- iljuna, er tað gleðiligt, at aðrir skribentar gera vart við seg. Millum aðrar hava Kári Petersen, bú- skaparfrøðingur og Petur H. Dahl sjómansskúlalær- ari, tikið til orðana, og víst á realitetirnar, nú vit eru innanfyri ríkiskarmarnar, og tá vit - sum vónandi ikki hendir - verða uttan- fyri. Allir føroyingar vita — ella áttu at vita — at vit hava eina einstáttaða høv- uðsvinnu, fiski- og ali- vinnuna, sum vit ikki eru harrar yvir, hvørki hvat nøgd ella prísum við- víkur. Henda vinna stóð fyri 98% av útflutnings- virðinum í 1999. Út frá hesum mugu vit ásanna, at vit hava ein ó- stabilan og viðkvæman búskap at byggja okkara tilveru á. Ongin ivi skal tí vera um, at loysa vit frá hinum partinum av ríkinum, so gerast karmarnir trengri. Livikorini versna, og íløgur torir eingin at gera, - hvørki alment ella priv- at. Vit fáa arbeiðsloysi, og eitt munandi hægri skattatrýst, sum aftur vil føra til eina fólkafráflyt- ing, sum ikki kann sam- anberast við tað, sum hendi fyrst í 90-unum. Sambandsflokkurin hevur víst til eitt nýskip- anaruppskot, har Føroyar gerast meira búskaparliga sjálvbjargnar og fáa størri politiskan avgerðarrætt. Tá hetta kann gerast innan fyri verandi ríkis- rættarligu støðu, er onki sum rættvísger, at lands- stýrið við sínum fullveld- isætlanum, tekur grundar- lagið undan dagligu til- veru føroyinga, og harvið undirmetir týdningin av tí samveru sum er millum londini bæði. Filosofisku- og partvís bestiltu útgreiningarnar hjá landsstýrinum um, at alt verður sum tað altíð hevur verið tá loysingin er framd, er heilasjúkt møsn. Útgangsstøðið hjá landsstýrinum er loysing her og nú. Tá onki annað verður góðtikið, kenna vit fylgjurnar, og tí hevði ver- ið rættast, at Føroya fólk longu nú fekk høvið til at taka støðu fyri ella ímóti fullveldisætlan landsstýr- isins. Flemming Mikkelsen løgtingsmaður Onki verður sum tað hevur verið