Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 10 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 1. maidagshald í Havn: 1. mai røða ár 2000 í Havn. Gott fundarfólk. 1. mai er altjóða solidari- tetsdagur hjá arbeiðararørsl- uni. Á hesum degi verða bæði grundleggjandi sjón- armið og grundleggjandi virði hjá arbeiðsfólki og lønmóttakarum verða fram- borin og staðfest. Seinastu átta vikurnar hava sáttmálasettir lærarar verið í verkfalli fyri at tryggja sær sjálvum og børnum okkara góðar ar- beiðsumstøður. Við stórum meiriluta vrakaðu lærarar semingsuppskotið, og var hetta ein sigur fyri fakliga demokratiið. Nú er so semja um nýggj- an sáttmála. Seinastu dag- arnar hava vit hoyrt løg- tings- og landsstýrismenn hótta við at fara í løgtingið við málinum, um semja ikki fekst í vikuskiftinum. Aft- ursvarið frá fakfelagsfólki og demokratum eigur at verða. – Haldið fingrarnar burtur - verkfallrætturin er ein grundleggjandi demokrat- iskur rættur, ið skal virðast í dag og framyvir. Hetta skilur løgmaður ikki. Hann hevur ákært lær- arar og Lærarafelagið fyri at undirgrava samfelagið. Løgmaður átti heldur at syrgt fyri at nýorðaða al- menni starvsfólkapolitikk- urin fer at virka. Eiga at syrgja fyri, at fólkaskúlalógin virkar Bera úttalilsir løgmans boð um at politikarar uttan himpr nú fara at avmarkað einasta veruliga vápnið í lønmóttakarin eigur, demo- kratiska rættin til til at fara í verkfall? Eru løgtingsmenn (ink. eg sjálvur), ið góðu sær sjálv- um í meðal 80.000 krónur í lønarhækking um árið, so ó- smædnir, at teir framyvir ætla at lóggeva um sáttmál- aviðurskifti, tá lønmótaka- rar vraka semingsuppskot? Landsstýrið hevur bæði ráð og skyldu til at syrgja fyri at fólkaskúlalógin fæst at virka. Vinstrivongurin saman um vunnin rættindi Nøkur siga at vit ikki longur hava brúk fyri fakfeløgum og at hesi hava alt ov nógv vald. Arbeiðsgevarar siga at arbeiðsdagurin og lønir- nar skulu gerast meiri flex- siblar, so tær passa betur til framleiðsluvinnuna. Lønmótakarar og fakfel- øg eiga at vísa slíkum sjón- armiðum aftur og tvørturí- móti stríðast fyri at arbeiðs- marknaðurin lagar seg til tørvin hjá arbeiðsfólki. Nettup tí eigur fakfelags- rørslan at standa saman og vísa sína styrki. Vinstri- vongurin og allar góðar kreftir eiga at arbeiða saman um vunnin rættindi og um tað ein er samdur um at fremja ella verja. Summi halda, at tey rætt- indi og tær vælferðarskip- anir vit hava er ein sjálv- fylga. Onki er meiri skeivt. Hetta eru rættindi í arbeiðs- fólk og arbeiðaraflokkar hava stríðst seg til í felag. Tí mugu hesi rættindi eisini verjast og mennast í felag. Arbeiðara- og fakfelags- rørslan hevur síðan byrjan gingið á odda í stríðnum fyri betri og rættvísum kor- um hjá fjøldini. Søgan um, hvussu henda rørsla ment- ist og um sosialistiska hug- sjónina, ið gjørdist andaliga barlastin og drívmegin í stríðnum fyri betri korum, er væl og virðiliga doku- menterað. Javnbjóðis rættur til øll Nú vit eru farin inn í nýggja øld má ásannast, at enn er langur og tungur róður eftir, áðrenn man av røttum kann siga, at vit øll hava javn- bjóðis rætt til arbeiði, út- búgving og javnbjóðis um- støður at luttaka í samfel- agslívinum og at liva og virka í heilsugóðum um- hvørvi. Somuleiðis er langt eftir mál til at allir lønmótakarar hava eina nøktandi solidar- iska sosiala trygd, sum roknast kann við, um ein gerst arbeiðsleysur, sjúkur ella raktur av vanlukku. Eitt skenskt dømi um, hvussu lítið tímalønt verða vird, er tá løgtingið feldi uppskot um at avtaka kar- ensdagarnar hjá tímalønt- um, soleiðis at hesi kunnu fáa sjúkradagpening frá fyrsta sjúkradegi - sama rætt sum fastløntir lønmótakarar hava. Er tað bíligari hjá tíma- løntum at vera sjúkur enn hjá øðrum. Nógv tímalønt hava í dag sjálvdan eina heila arbeiðsviku. Rættvíst býti snýr seg eis- ini um javnbjóðis vælferð- artilboð til øll. Vøggustovur og barna- garðar eru slík tilboð. Tilboð um dagstovna- pláss ger tað møguligt hjá smábarnafamiljum at sam- ansjóða arbeiði við umsorg- an fyri børnunum. Tí má nógv størri fer setast á bygg- ingina av dagstovnum. Í verandi samgonguskjal- ið er ført fram at møguleiki skal verða fyri at útgjalda fíggjarligan stuðul til tey foreldur, ið ikki nýta dag- stovnar. Hetta eiga vit at vísa frá okkum. Tað er prinsippielt skeivt at útgjalda pengar tí summi ikki nýta eina almenna tæn- astu. Sjálvt um Strand- ferðslan fær fígging yvir fíggjarlógina og lesandi fáa útbúgvingarstuðul er hetta ikki einstíðandi við at onn- ur, ið ikki nýta Strandferðsl- una ella ganga í skúla fáa pening útgoldnan. Sama má verða galdandi fyri dag- stovnapláss. Fremja ójvanva á ellisárum Í longri tíð hevur hevur verið ført fram at okkara gomlu eru við at gerast ein trupulleiki. Tað verða so nógv av teimum at samfel- agið fer á heysin um øll framhaldandi, tá tey fylla 67, skulu hava fólkapensi- ón. Kjakið snýr ikki longur um, hvussu ættarligini kunnu skipa síni viðurskifti, so at man kann hava gleði av hvørjum øðrum og geva hvørjum øðrum innihalds- liga góðsku. Nú snýr kjakið seg um hvussu vit kunnu sleppa undan at liggja til byrðu hjá øðrum. Í hesum liggur ein kaldur og kyniskur hugsunarháttur. Hartil er hetta eyðmíkjandi at hoyra hjá teimum gomlu, ið hava lagt rygg til hetta samfelagið. Tey hava uppi- borið sømuligari viðferð. Landsstýrið hevur spælt út við, at stovnsetast skal tvungin eftirlønarskipan, ið skal avloysa tað solidarisku fólkapensiónina, tí ráð verða ikki longur at fíggja pensiónina yvir skattin. Vit hava hoyrt at øll skulu gjalda 10% av inntøkuni í tvungnum pensiónsgaldi við ávísum skattafrádrátti. Reelt er hetta eykaskattur. So í prinsippinum er byrðan tann sama. Munurin er at verandi fólkapensión er sol- idarisk, við tað at øll hava rætt til pensión og at tey, ið hava tjent og eiga minst fáa mest. Uppskotið hjá landsstýr- inum fremur fíggjarligan ó- javna á ellisárum. Tey, ið tjena mest fáa størst pensi- ónir og størstan skattafrá- drátt. Hetta fer so eisini at minka um skattagrundar- lagið hjá landskassanum, men tað hevur ikki verið tosa um higartil. Landsstýrisins ætlan merkir at tey, ið ikki hava nóg góða fíggjarligar um- støður til eitt sømuligt líví dag, skulu hava minni, tí tey eisini skulu fíggja sín egna aldurdóm. Tíverri vindir henda ind- ividualisering og generati- ónsegoisma meir og meir upp á seg í samfelagnum í dag. Einasta pensión, ið er fyri øll er fólkapensiónin, og verður hildið, at hon er ov lág, so er at hækka hana, og fíggja hækkingina við at syrgja fyri at allar inntøkur verða skattaðar, serliga tær høgu. Alternativið verður at klassamunurin millum pen- sionistar gerst enn størri. Privatiseringspsykopatar Arbeiðsfólk og arbeiðara- flokkar eiga at varðveita og styrkja fólkapensiónina og solidariskar eftirlønarskip- anir, soleiðis at tey, ið ikki hava havt møguleika til stórar uppsparingar kunnu fáa eina sømuliga eftirløn. Tey flestu av okkum eru av tí áskoðan at fíggingin av okkara vælferðarskipa- num skal verða solidarisk, soleiðis at tey, ið tjena mest eisini skulu lata mest til fel- agsskapin. Um hetta er so í dag kann spurnartekin set- ast við. Umfatandi spekulatión er komin í okkara høvuðs- vinnu. Menn gera sær dælt av at spekulera í fólksins ogn, við keyp og sølu av Eitt skenskt dømi um, hvussu lítið tímalønt verða vird, er tá løgtingið feldi uppskot um at avtaka karensdagarnar hjá tímaløntum, soleiðis at hesi kunnu fáa sjúkradagpen- ing frá fyrsta sjúkradegi - sama rætt sum fastløntir løn- mótakarar hava, segði Kristian Magnussen, løgtingsmað- ur í 1. mai røðu í Havn mánadagin Javnbjóðis rættur til øll Eru løgtingsmenn (ink. eg sjálvur), ið góðu sær sjálvum í meðal 80.000 krónur í løn- arhækking um árið, so ósmædnir, at teir framyvir ætla at lóggeva um sáttmálavið- urskifti, tá lønmótakarar vraka semingsuppskot, spurdi Kristian Magnussen, løgtings- maður í 1. mai røðu síni mánadagin. Hann helt, at landsstýrið hevur bæði ráð og skyldu til at syrgja fyri at fólkaskúlalógin fæst at virka físki- og veiðiloyvum og ó- nýttum fiskidøgum. Tað er enntá so flott at hesar inn- tøkur higartil ikki hava ver- ið skattaðar. Tað gongur væl í før- oysku vinnuni, men ikki kann sigast, at tey, sum skapa hesi virði fáa sín rím- uliga part av virðisøkingini. Tvørturímóti gerast tey ríku ríkari, eisini við hjálp frá samgonguni, ið herfyri lækkaði partafelagsskattin úr 27% og niður í 20%. Sambært seinastu bíbliuni hjá samgonguni, Karagata- álitinum, skal partafegs- skatturin enn longur niður og allir privatiseringspsyk- opatar skulu sleppast leysir. Sama mynstri sum vit síggja aðrastaðni er við at taka seg upp hjá okkum, at høvuðsvinnan og skipini verða savnað á færri og færri hendur og at útlendsk- ur kapitalur eisini hevur fingið valdið á parti av høv- uðsvinnuni. Tað at fiskimenn taka seg saman og eiga og reka síni egnu skip er við at hvørva, og ferð virðisøkingin í vinn- uni tí framyvir í lummarnar hjá føroyskum og útlendsk- um einstaklingum. Hetta hendir við vælsignilsi frá landsstýrinum, ið hevur svorið sín trúskap til libe- ralisering av búskapinum. Í Føroyum kunnu vit neyvan avtaka marknaðar- búskapin ella allan fíggjar- ligan ójavna, hvørki innan tað privata ella tað almenna, men vit eiga sum minsta mark at syrgja fyri at tey ríku gjalda skatt Eitt samfelag, ið byggir á solidariskar loysnir kann bara varðveitast um øll føla at tey fáa sín rímuliga part av vælferðini. Solidaritetur- in verður undirgrivin tá fólk síggja at summi kunnu leggja órímuliga nógv undir seg. Hvat hevur nýggja øldin at bjóða arbeiðsfólki og løn- móttakarum? Ágangurin á fakfeløg og vunnin rættindi, bæði rætt- indi á arbeiðsmarknaðinum og politisk rættindi, hevur altið verið stórur og verður ikki minni framyvir. Í fleiri førum tykist sum um at tað almenna sum ar- beiðsgevari hevur størri trupulleikar at halda avtalur og sáttmálar, enn privatir arbeiðsgevarar. Fakfeløg mugu bæði hótta við verk- falli og eisini gera álvara av fyri at fáa sáttmálar hildnar. Tað má tykjast marghátt- ligt hjá lønmóttakarum at tær skattakrónur, ið hann letur til okkara felags væl- ferðarskipanir, skúlaskipan, almannaverk og heilsuverk verða hildnar aftur til aðrar ætlanir, ið eru frammi í tíð- ini Landsstýrið hevur ikki so frægt av virðing fyri skatta- krónunum, at tað virðir gjørdar avtalur og hevur virðing fyri starvsfólki. Eitt nýtt orð, alheimsgerð ella globalisering er rættu- liga fari at gera um seg í Føroyum. Orðið globaliser- ing er so líti ítøkjuligt og fólk leggja tí tað tey vilja í orðið. Í oyrunum á fakfelags- fólki ljóðar orðið møguliga positivt, tí fakfelagsrørslan hevur stoltar traditiónir um solidaritet tvørtur um landa- mørk. Hetta samarbeiði er eisini bolverk ímóti primi- tivari nationalismu. At allur heimurin eigur at verða samskipaður, soleiðis at munurin millum rík og fátøk gerst minni, og at øll skulu hava atgongd til tær framleiðslur, ið verða fram- leiddar, hevur eisini verið aðalmál hjá arbeiðararørsl- uni. Summi siga at við nýggju tøknifrøðini er allur heim- urin vorin ein global bygd, sum gevur okkum óavmark- aðar menningarmøguleikar og at heimurin saktans kann stýrast av Lítla Dímun. Henda romantiska trúgv- in uppá, at tøknifrøði og globalisering nærum eru drivin av reinari idealismu, er sera vandamikil fyri okk- um. Hevur globaliseringin og liberaliseringin av heimsbú- skapinum ført til minni fát- akradømi? Nei - tvørturí- móti gerst munurin á ríkum og fátakum størri hvønn dag. Fjóri hvør borgari í heim- inum fær ikki nokk av mati, meðan vit ongantíð hava framleitt so nógvan mat sum í dag. Trupuleikin er ikki at matur manglar, men at fólk ikki hava ráð at keypa mat. Ótálmaðu marknaðark- reftirnar fáa valdið Samgongan tosar um globa- lisering sum okkara stóra møguleika til fíggjarligt og búskaparligt sjálvbjargni. Tann vandamikla global- iseringin, ið serliga hevur tikið dik á seg, er tann fíggj- arliga og búskaparliga. Vit síggja í dag, at stórar mult- inationalar fyritøkur stýra størri og størri parti av heimsbúskapinum, og vit síggja eisini at hesar fáa størri og størri poltiskt vald, við vælsignilsi frá fólka- valdum politikarum. Í dag eru tað ikki lond, ið eiga tað størsta ríkidømið, men privatar fyritøkur og tá vit vita at pengar eru vald, so er ikki trupult at ímynda sær, at valdið verður flutt frá fólkavaldum stjórnum til ótálmaðu marknaðarkreftir- nar. Eisini síggja vit í dag eina fíggjarliga spekulatión, ið er so umfatandi, at hon kann koyra lond á húsagang. Tá Landsstýrið herfyri lækkaði partafelagsskattin bleiv upplýst, at Landsstýr- ið hevði hildi fund við vinn- una fyri at vita hvat, ið vinn- an helt verða hóskandi at gjalda í skatti. Verkafólk, sum hava skapt grundarlagið fyri virð- isøkingini hjá teimum ríku og teimum, ið eiga parta- brøvini, eru vitni til at hesi nú eisini sleppa undan at gjalda skatt, meðan tey sjálvi ikki fáa sín rættvísa part av virðisøkingini. Skulu vit framhaldandi hava eina samfelagsskipan har lønmóttakarin hevur síni grundleggjandi. Rættindi at skipa seg í fakfeløg og rætt- in at fara í verkfall, mugu vit stríðast ímóti búskapar- ligu globaliseringini. Multinatinalu fyritøkur- nar hava ígjøgnum WTO m. a ætlanir um at skerja verk- falsrættin hjá øllum lønmót- takarum, óansæð hvar hesir búgva. Politiskt mugu vit seta mørk, og stýra marknaðar- kreftunum, fyri at tryggja fólki sosialt rættvísi og fyri lønmóttakaran burðardygga menning. Havandi í huga søguna hjá arbeiðararørsluni, eigur tað ikki at undra nakran at kapitalurin og fríðu markn- aðarkreftirnar ikki hava somu áhugamál sum løn- móttakarin. Síðsta heyst og aftur nú í vár hava vit hoyrt um og sæð í sjónvarpinum at sjálvt amerikanarir eru byrjaðu at vakna og venda sær ímóti WTO, Heimsbankanum og IMF. Hesir stovnar eru am- boð hjá globalu marknað- arkreftunum. At amerikanarar eru farn- ir á barrukadurnar at stuðla sínum brøðrum og systrum í 3. Heiminum. Hví er tað nú áhugavert. Hvat við øll- um teimum, ið dagliga berj- ast ímóti hesum multinati- onalu fyritøkum, uttan at heimurin varnast. Tað, sum er áhugavert er, at amerikansk fakfelagsfólk hava rakt hesar fyritøkur har tað pínir mest, í sjálvum USA. Innan fyri minni enn eitt _ ár eru hesar fyritøkur riknar í defensivin, so á- gangurin er fyribils vikn- aður. Tað at fólk í 3. heiminum í milliónatali mótmæla á- ganginum, kann tíverri ikki skakað fjølmiðlarnar í vest- urheiminum í sama mun, sum tá amerikanarar tveita ketsjup á IMF-stjórar. Ígjøgnum fleiri ártíggir hava Heimsbankin og IMF havt ábyrgdina av at milli- ónir av fólki hava fingið oyðilagt sítt lívsgrundarlag og sjálvt lívið, orsaka av kravi teirra um frían markn- aðarbúskap. Hesin veruleiki er blivin kamufleraður aftanfyri orð sum, bygnaðarbroytingar, privatisering, liberalisering og rationalisering. Ella við einum øðrum orðið global- isering. Er hetta ikki somu orð sum vit í dag hoyra í Før- oyum, sum skulu verða okkara stóra búskaparliga bjarging. Bygnaðarbroyt- ingar, privatisering, liberal- isering og rationalisering. Sigur samgongan ikki at al- heimgerðin ella globalis-er- ingin er okkara stóri møgu- leika til fíggjarligt og bú- skaparligt sjálvbjargni. Sum eitt lítið land koma vit altið at hava sama trup- ulleikan sum tey smáu altíð hava ímóti teimum stóru. Stóri politiski spurningurin í Føroyum nú og framyvir er og verður hvussu vit best verja okkum og okkara samfelagsskipan ímóti hes- um ágangi. Hvat gera vit tann dagin tá vinnulívið og spekulantar aftur fara at halda veitslu sum í 80 ´unum. Eina veitslu, sum vanligi føroy- inginum fekk rokningina fyri, hóast hann ikki varð boðin við í veitsluna. Skulu teir aftur sleppa at senda rokningina sama stað? Ein stórt tak verður hjá okkum føroyingum, hvussu vit fyribyrgja, at vit ikki koma so fyri, at vit standa við hattinum í hondini hjá Heimsbankanum og IMF. Tá verða vunnin rættindi og vælferðarsamfelagið av- monterað av álvara. Eg vil enda við at ynskja arbeiðsfólki og lønmóttak- arum góðan byr framyvir og ein framhaldandi góðan 1. mai. Kristian Magnussen Hinir røðararnir á 1. maidagshaldinum í Havn mánadagin vóru Andreas Debes, fyrrverand nevndarlimur í Havnar Arbeiðsmannafelag og Jóannes Nielsen, skald. Vit venda aftur til 1. maihaldið í Havn í blaðnum í morgin