Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 5

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 8 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 JAN MÜLLER - Eg trúgvi ikki, at nakar verður kløkkur, tá eg sigi, at eg eri ímóti loysing, sum er tað sama sum fullveldi sigur fyrrverandi løgmaður fyri sambandsflokkin Pauli Ellefsen, nú vit biðja hann um eina viðmerking til sam- ráðingarnar í Keypmanna- havn og gongdina í hesum máli. - Eg kann annars bert siga, at tað kemur greitt til sjóndar, at Nyrup hevur bæði danska fólkatingið og í størri og størri mun danska fólkið aftanfyri seg. Føroy- ingar skulu tí gera upp við seg sjálvar, um vit vilja taka fulla stigið og gjalda fyri tað. Tá tað snýr seg um skiftistíðina, so er mín met- ing tann, at 5 ár er ein sera long skiftistíð. Fyri mær at síggja er blokkurin als ikki nakar stuðul. Hann er ein avtala og skylda, sum Dan- mark hevur til at gjalda ein ávísan part av felagsút- reiðslunum. Pauli Ellefsen vísir m.a. á, hvat Anders Fogh Ras- mussen og aðrir Vinstri- menn hava sagt, at føroy- ingar mugu gjarna yvirtaka, men tá mugu føroyingar eisini gjalda. Út frá filoso- fiini um at blokkurin ikki er ein gáva men ein skylda og ein rættur, so meini eg, at tað átti als ikki at verið talan um nakra skiftistíð. Tá er tað ístaðin spurningurin um, at vit yvirtaka frá tí og tí degi og gjalda samtíðis fyri tað. - Tað eru mong, sum siga, at blokkurin avlagar føroyska búskapin og forðar fyri eini náttúr- ligari menning? - Eg eri ósamdur. Grund- gevingin er tann, at vit skulu fáa ta hálendsku sjúkuna. Og hon er eyðkend við, at lønirnar blíva ov høgar. Og lønirnar í Føroyum eru net- tupp nógv lægri enn í Dan- mark. Tí meini eg, at tað er einki sum vísir, at blokkurin hevur avlagað búskapin. Blokkurin hevur gjørt, at vit eru fleiri føroyingar í Før- oyum, enn vit høvdu verið, um vit ikki høvdu blokkin. Fyrrverandi sambands- løgmaðurin vísir á, at tað snýr seg so sanniliga ikki bara um blokkin. - Nakað annað er ríkisborgararætt- urin og rættindini í Dan- mark, og tey telja í míni verð enn meira enn blokk- urin. - Nú vísir tað seg sum ein partur av rákinum er at fáa okkum størri sjálv- stýri. Hevur tú ikki sjálvur nakran tjóðskaparliga stoltleika, sum sigur tær, at her mugu broytingar til? - Eg havi sjálvur havt ta æru at siga í løgmansstóli- num í fýra ár. Frá okkara monnum hoyra vit nú, at teir verða trýstir av øðrum og at teir ikki vilja finna seg í tí osfr. Tey fýra árini í Tinganesi upplivdi eg ong- antíð at verða trýstur av dønum. Trýstið, sum lá á okkum, kom frá ES. Og tað hevði verið uppaftur størri, vóru vit ikki í ríkisfelags- skapi. Eg veit ikki, hvat tað er man vil sleppa at be- temma sjálvur. Man tosar um ST og annað. Eg havi verið har í ein mánað, og kann als ikki síggja, at vit føroyingar hava nakran stóran leiklut at spæla sum sjálvstøðug tjóð í ST. Eg síggi einki virði í. Eg fari ikki út um morgunin og stari meg blindan í natio- nalismu og tí føroyska flagginum. Flaggið er eitt symbol uppá Føroyar. Skuldu føroyingar gjørt sær fyri skommum, so gongur Pauli Ellefsen, fyrrverandi løgmaður: Fólkaflyting við lít um vit fáa eina stutta skiftistíð tað út yvir flaggið. Flaggið ger okkum ikki fyri skomm- um. Pauli Ellefsen heldur ann- ars, at møguleikin fyri eini skilagóðari loysn í øllum hesum málinum er tann, at javnaðarflokkurin og sam- bandsflokkurin finna eina semju og síðani fara út og finna sær ein meiriluta fyri tí. Td. at fáa fólkaflokkin ella sjálvstýrisflokkin við í einum ella øðrum kom- promii. - Men verður tað loysing, so ivast hann ikki í, at tað verður hópútflyting úr Før- oyum. - Vit hava jú royndir- nar frá fyrst í 90- unum. Tá fóru 7.200 føroyingar av landinum, aftaná at vit høvdu fingið 3 mia. eyka inn í skipanina. - Men heldur tú ikki, at føroyingar eru so tjóð- skaparliga stoltir, at teir fegnir vilja lata nakað av vælferðini fyri at kunna gerast sjálvstøðugir? - Nei. Vit hava fleiri dømi um, at hetta er ikki so. Tí var tað støðan, so skuldu teir longu nú havt sett løn- irnar niður. Vit sóu eisini, hvat fiskimenninir gjørdu nøkur ár herfyri. Teir søgdu, at fingu teir ikki ein eyka skattalætta, so tóku teir konu og børn til Noregs. Eg trúgvi ikki uppá, at føroy- ingar fara at góðtaka uppá sikt at hava tað nógv verri enn fólkið í grannalond- unum. Og tað, sum kann loysa upp fyri hesum, skulu vit hava loysing, er tann, at umleið 15.000 til 20.000 føroyingar flyta. Tá kann restin hava tað rímuliga gott. Annars heldur fyrrv. sam- bandsløgmaðurin, at orða- skiftið er vorðið meira seri- øst nú. - Í dag finnur tú nevniliga ikki ein búskap- arfrøðing, sum ikki sigur, at vit missa nógv, um vit loysa. Landsstýrið sigur, at teir vilja ikki gera nakað, sum ger, at føroyingar verða ótryggari. Men hvussu tú skal taka helvtina av bú- skapinum úr einum landi, og garantera fyri, at før- oyingar eru líka flinkir, tað er nakað, sum fer forbí mín forstand. Tað, sum Pauli Ellefsen annars er mest fegin um eftir hetta samráðingar- umfarið, er, at tað er komið so týðuliga fram, hvørji rættindi vit missa, um vit sleppa ríkisfelagsskapinum. - Hevur landsstýrið ein trupulleika, um danska stjórnin ikki vil víkja frá Pauli Ellefsen, fyrrv. løgmaður metir ikki blokkin sum nakra gávu men sum ein rætt - Møguleikin fyri eini skilagóðari loysn í øllum hesum málinum er tann, at javnaðarflokkurin og sambandsflokk- urin finna eina semju og síðani fara út og finna sær ein meiriluta fyri tí. Td. at fáa fólkaflokkin ella sjálvstýris- flokkin við í einum ella øðrum kompromii. Men verður tað loysing verður hópútflyting úr Føroyum. Vit hava jú royndirnar frá fyrst í 90-unum. Tá fóru 7.200 føroyingar av landinum, aftaná at vit høvdu fingið 3 mia. eyka inn í skipanina sigur Pauli Ellefsen, fyrrv. løgmaður skiftistíðini uppá 4 ár? - Tað skal bara út og siga Føroya fólki, at innan hesa tíð er helvtin av búskap- inum vekk, og áttu teir út frá tí at sett fólk til at rokna nærri út, hvat tað merkir. Sosialurin - 311820 JAN MÜLLER Sosialurin hevur biðið tríggjar fyrrverandi løg- menn um at gera viðmerk- ingar til seinastu samráðing- arnar í Keypmannahavn millum landsstýrið og donsku stjórnina. Atli Dam, fyrrverandi løgmaður javnaðarfloksins er rættiliga bersøgin og av- gjørdur: -Tað var eitt sindur hugaligari at fylgja tíð- indafundinum á Christians- borg týskvøldið enn seinast, tá føroyingarnir sum óarga- ligir skúladreingir noktaðu at koma inn aftur í tíman, soleiðis at Poul Nyrup mátti sita einsamallur, harvið tað eydnaðist at skapa fatan av, at hann var harðrendur uttan at hyggjararnir skiltu, at tað var á føroysku hálvuni, at onkur bar seg ósiviliserað at og ikki frúgvin Marianna Jelved á donsku hálvuni. Annars heldur Atli Dam, at boðskapurin var júst hin sami, men tað, at menn tókt- ust betur fyri og meira frí- gjørdir, gjørdi, at endur- tøkan tóktist munin meira avklárandi, enn tá boðini vóru framborin fyrstu ferð 17. mars. -Tað tóktist sum var tað farið at ríva fyri eygum løg- mans og Helenu, tí tey tókt- ust sanna, at tað ber ikki til at hurla slíkar stórbroyting- ar ígjøgnum í eini handa- vend. Harvið hevur neyð- tøkuætlan Høgna Hoydals eisini fingið skotið fyri bógvin sigur Atli Dam, sum heldur, at Høgni Hoydal tó enn sveimar nakað langt uppi í sínum fantasiheimi, JAN MÜLLER -Eg eri so ómetaliga fegin um handa tíðindafundin. Hann gav eina fatan av, at samráðingarnar hava gingið sera væl og hava verið í einum góðum og positivum anda. Eg upplivdi handa tíðindafundin sum vóru vit nú komnir hálva leið á mál. Alt tilfarið varð gjøgnum- gingið, og vit fingu tilsøgn frá stjórnini um mong av málunum. Har vit ikki fingu nakra beinleiðis tilsøgn, søgdu danir seg hugaðar fyri at arbeiða víðari við málunum. Tað einasta, sum nú stendur eftir, er sjálv skiftistíðin, sum eftir út- rokningini hjá Nyrup ikki verður fýra menn fimm ár vísir Jógvan Sundstein, fyrr- verandi løgmaður á í eini viðmerking til samráð- ingarnar og tíðindafundin í Keypmannahavn týsdagin. -Tá danir vilja hava eina skiftistíð uppá 4-5 ár og vit eina uppá 15 ár, so verður endin helst, at vit fáa eina skiftistíð uppá eini 8 til 10 ár. Man merkti so týðuliga, at hetta var bara ein byrjan til kompromi. Jógvan Sundstein heldur, at eitt slíkt kompromi vil vera so ivaleyst fyri Før- oyar. -Fyri mín part kunnu vit væl taka eina skiftistíð uppá fýra ár ella minni. Jógvan Sundstein er rætti- liga avgjørdur um skiftistíðina og heldur, at verður hon 4 ár ella um so varð 1 ár, so fer hon ikki at fáa nakrar serligar avleið- ingar. -Men tá búskaparfrøð- ingar oo. vilja vera við, at ein stutt skiftistíð fær ál- varsligar avleiðingar, hvussu kanst tú so koma til nærum tað júst øvugta? -Tí búskapurin veksur so ómetaliga skjótt, tá man fær sjálvstýri. Tað er ein nátúr- lóg, at tá man fær ábyrgd og sjálvstýri, so mennist búskapurin sera skjótt. Jógvan Sundstein heldur tað vera skeivt at brúka vandan fyri lækkandi prís- um og vánaligum fiskiskapi sum grundgeving fyri ikki at taka fult sjálvstýri. - Gongur alt ímóti okkum, so fær tað sjálvandi nakrar av- leiðingar, og tað fær tað eis- ini, um vit halda fram við at fáa blokkstuðul. -Men er tað ikki sera naivt og bláoygt at siga, at ein stutt skiftistíð ikki fær stórvegis avleiðingar og haraftrat út frá tíðinda- fundinum í Keypmanna- havn at staðfesta, at nú manglar lítið í til vit fáa eina góða avtalu við dan- ir? -Tað haldi eg ikki. Ger tú eina skiftistíð uppá 4-5 ár, og tú fær sjálvstýri, so- leiðis sum tað varð umrøtt á tíðindafundinum, so vilja vit fáa ein búskaparligan vøkstur við tí ábyrgd man fær, og sum langt uppvigar tað blokkurin minkar við yvir eitt áramál. Men eg dugi væl at síggja, at okkara fólk eru noydd til at fáa eina langa skiftistíð, tí tað vit á donskum rópa „avhengig- heitsmentaliteturin“ er so fastgrógvið í fólkinum, at tey vilja ikki góðtaka eina stutta skiftistíð. Uppá fyrispurning um sum eg hitti og tosi við, teir eru so avgjørt ikki ivandi í hesum máli. Fyrrverandi fólkafloks- løgmaðurin heldur annars, at formaður javnaðar- floksins „datt pladask útí“, tá hann gjørdi viðmerkingar til tíðindafundin. -Hann átti heldur tikið tjansin og sagt, at nú lands- stýrið hevur samráðst seg rættiliga langt, so vildi hann vera við í arbeiðinum. Í- staðin verður hann nógv ómøguligari, enn hann hev- ur verið higartil. Jógvan Sundstein heldur tað annars vera einki minni enn tvætl, tá menn nú bera ótta fyri okkara rættindum í Danmark, eftir at vit hava fingið fult sjálvstýri. -Tað er heilt givið, at um vit ikki fáa fult sjálvstýri í Føroyum, so fáa vit eina kreppu aftur. Fáa vit sjálv- stýri hava vit nógv betri møguleika at mótvirka eini kreppu. Føroyingar skulu heldur ikki hava nøkur olmussurættindi sum at kunna flyta til Danmarkar specielt undir eini kreppu. Føroyingar hava arbeitt í nógvum øðrum Norður- londum enn í Danmark, og har hava teir eisini nógv eins góð rættindi sum teir hava í Danmark. Og at ganga og billa sær inn, at man skal hava nøkur heilt serlig rættindi í Dan- mark framum norðmenn, sviar og íslendingar er rætt og slætt nakað tvætl. Jógvan Sundstein heldur ikki, at vit sum er hava nøk- ur framíhjárættindi í Dan- mark, sum aðrir norðbúgvar ikki eisini hava. -Eitt nú tá talan er um útbúgving, so er tað h ikki rætt, at vit hava rættindi fram um aðrar. Eg havi gingið á skúla í Dan- mark saman við norð- monnum og havi ikki havt nøkur framíhjárættindi framum teir. Jógvan Sundstein heldur, at tað avgerandi nú er, at vit fáa eina loysn, sum er góð fyri føroyingar, og so verður fólkaatkvøðan bara ein formalitetur. -Men vit eru noydd til at hava eina fólkaatkvøðu, tí tað er samtykt í tinginum. Hann heldur tað er av- gerandi, at vit fáa ein loysn skjótt, tí sum støðan er í løtuni, eru nógv mál og spurningar, sum ikki verða nóg væl loystir, tí so nógv orka verður brúkt til hetta eina stóra málið. Hetta er tann negativa síðan av mál- inum. Vit eru sum er ikki nóg ansin í at røkja onnur øki. Vit eiga at fáa trupul- leikar viðvíkjandi sjúkra- húsverkinum og hvørt av sínum loyst sum skjótast. Jógvan Sundstein heldur annars ikki nógv um tær mongu veljararakanning- arnar, sum verða gjørdar. Tær eru sum vindurin blæs- ir. Tær eru øgiliga ymiskar til ymiskar tíðir, og tí kunnu tær ikki brúkast til nakað. Hann endar við hesum orðum: -Ein framhaldandi blokk- stuðul vil skaka og oyði- leggja hetta samfelagið uppaftur meira, og tí mugu vit fáa eina avtalu við danir, sum fær henda stuðulin burtur og sum fær okkum fult sjálvstýri. men tað lægri, at skjótt røkka vit upp til føtur hans- ara og kunnu hjálpa honum at fáa samband aftur við fasta grund, har betri er at standa. Atli Dam vísir tó á, at vit tá kanska fáa ruddað upp í tí hurlivasa, sum stendst av, at øll fyrisiting er tikin úr vanligum fyrisitingararbeiði og sett at nýta pro- pagandafæ ótálmað í einum ódemokratiskum politisk- um talvi. Fyrrverandi javnaðarløg- maðurin leggur tó aftrat, at tað sum kann harma hann er, at nú er vandi fyri, at talan bert fer at gerast um krónur og oyru. -Tað hugsjónarliga støð- ið, sum samvinnan millum tvær javnar tjóðir eigur at byggja á, kámast tá burtur, eisini tann verunleikin, at samvinnan á mangan hátt kundi veitt tjóðini størri frælsi, verunligt lívsfrælsi, heldur enn tað berserkara- frælsi, sum enn tykist ein- asta boð Tjóðveldisfloksins. Alt í alt fegnast Atli Dam tó um, at í hvussu er annar parturin skilur, at nógv er, sum kannast skal út í æsir, og at hann vil tryggja sær, at eisini hvør føroyingur fær høvi til at fáa sær fullan kunnleika um málið. fólkaflokkurin ikki hevur ein trupulleika at dragast við, nú løgmaður higartil hevur valt at koyra eina víð- gongda linju, meðan mong fólkafloksfólk út frá velj- arakanningunum ikki vilja fara so langt sigur Jógvan Sundstein, at tað eru møgu- liga nøkur fólkafloksfólk, sum eru ivandi, men flestu teirra eru samd við løg- manni. Jógvan Sundstein vísir annars aftur, at tað í fólka- flokkinum eru mong vinnu- lívsfólk, sum ikki nú vilja taka fulla stigið móti full- veldi. -Teir vinnulívsmenn, Atli Dam, fyrrverandi løgmaður: Neyðtøkuætlan skot fyri bógvin Atli Dam, fyrrv. løgmaður harmast um vandan fyri, at tað samráðingarnar bara verða ein spurning um krónur og oyru Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður: Fáa eina skiftistíð uppá 8-10 ár Jógvan Sundstein, fyrrv. løgmaður heldur ein framhaldandi blokkur vil oyðileggja samfelagið