mikudagur 3. mai 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 84 - 3. mai 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 84 - 3. mai 2000
EDVARD JOENSEN
Fyri 250.000 krónur kunnu
fimm føroyingar árliga fáa
viðgerð fyri sclerose á
donskum
sjúkrahúsum.
Tvey sclerosesjúkrahús eru
í Danmark.
Hetta er eitt tilboð, sum
umboð fyri danska Scle-
rosefelagið hava givið før-
oyskum myndugleikum. Nú
er so upp til føroysku poli-
tikararnar, um tikið verður
av.
Jørgen Clausen, profess-
ari, sum er nevndarformað-
ur í danska Sclerosefelag-
num, segði á tíðindafundi í
Havn mánadagin, at um-
boðini fyri danska felagið,
sum hava verið í Føroyum
seinastu dagarnar, hava havt
fund við embætisfólk í før-
oyska heilsuverkinum. Hesi
vóru sera positiv, segði Jør-
gen Clausen, men søgdu seg
verða noydd at bíða eftir
eini avgerð, til landsstýris-
maðurin í almanna- og
heilsumálum var komin aft-
ur úr Danmark av samráð-
ingarferð um fullveldi.
Eisini høvdu donsku um-
boðini verið á Landssjúkra-
húsinum og hugt at teimum
møguleikum, sum har eru
fyri fólk við sclerose. Tey
róstu starvsfólkinum fyri ta
Bjóða føroyingum viðgerð
Umboð fyri danska Sclerosefelagið hava verið í Føroyum og kunnað
føroyingar um teir møguleikar, sum eru á donskum sclerosesjúkrahúsum
Føroyskir sclerosesjúklingar eiga at fáa somu møguleik-
ar fyri viðgerð á donskum sersjúkrahúsum, sum aðrir
sjúklingar fáa, sigur Jørgen Clausen, formaður í danska
Sclerosefelagnum, sum hevur verið í Føroyum og greitt
frá teimum møguleikum, sum eru
Mynd: Jens Kristian Vang
viðgerð, tey geva og søgdu,
at hon var fult á hædd við
tað, danir geva. Men fysisku
umstøðurnar eru ikki í ná-
mind av tí, sersjúkrahúsini
í Danmark kunnu bjóða
sclerosesjúklingum.
Tað kemst fyrst og fremst
av, at hesi sjúkrahúsini eru
burturav til sclerosesjúk-
lingar við ørgrynni av
møguleikum.
Víkingasjúka
Sclerose er sjúka, sum sett
verður í samband við ví-
kingarnar. Jørgen Clausen,
formaður í danska Sclerose-
felagnum, sigur, at sjúkan
er at finna á teimum støð-
um, har eftirkomarar ví-
kingana búgva. Í Skandi-
navia, Skotlandi og har á
leið, og í teimum stóru land-
búnaðarstatunum í USA,
har norðulendskir innflyt-
arar settust niður.
Tó er sjúkan rættiliga
nýggj í Føroyum. Her var
einki dømi um sjúkuna und-
an Seinna Heimsbardaga.
Men stutt eftir krígslok vóru
ikki færri enn 48 fólk skrá-
sett við sjúkuni.
Kanningar hava víst á, at
samband er millum hesi
dømi og tey støð, har skot-
skir hermenn vóru undir
krígnum. Hildið verður tí
sannlíkt, at sjúkan er komin
hendan vegin við hesum
hermonnunum. Í dag eru 50
tilburðir av sclerose skrá-
settir í Føroyum.
Og hesir 50 tilburðirnir
svara væl til tað, hagtølini
aðrastaðni eisini vísa. Títt-
leikin er ein av túsund
íbúgvum, siga hagtølini.
Ofta verður sjúkan stað-
fest hjá fólki í 20 til 40 ára
adri, men kann tó vísa í øll-
um aldri. Sjúkan ávirkar
nervaløgini og lammar so
teir partar av kroppinum,
sum eru stýrdir av teimum
nervum, sum sjúkan rakar.
Soleiðis er eingin eintýðug
lýsing sum so. Hvør ein-
stakur sjúklingur hevur í
grundini sítt heilt privata
dømi av sclerose.
Tey eyðkennini, sum tó
oftast eru at síggja, eru nið-
ursettur førleiki, javnvágs-
trupulleikar, følilsið vers-
nar, sjónin viknar, trupul-
leikar við vatninum, seksu-
elli hugurin minkar, og
mental frávik.
Hjálp finst
Tað ber til at hjálpa scle-
rosesjúklingum, hóast teir
ikki verða grøddir. Og nógv
verður eisini gjørt fyri at
sjúklingarnir skulu fáa tað
so gott sum gjørligt.
Sjúkan rakar, sum sagt,
ymiskt frá persóni til per-
són, og tí ber ikki til at
leggja eina generella við-
gerðarskrá. Tað má gerast
eftir tørvinum hjá tí ein-
staka.
Og her hava tey bæði
donsku sclerosesjúkrahús-
ini framúr góðar møguleik-
ar, sum føroyskir sjúklingar
eisini eiga at fáa nyttu av,
sigur Jørgen Clausen, for-
maður í Danska Sclerose-
felagnum.
Hóast bíðilisti er at sleppa
inn á hesi sjúkrahúsini, hava
tey kortini valt at bjóða før-
oyingum fimm pláss árliga.
Føroyinar hava fyrr fingið
viðgerð á hesum sjúkrahús-
um, men tann møguleikin
fór við kreppuni, sum var.
Hinvegin er dømi, har
maður hevur sett hús og
heim í veð fyri lán, so hann
slapp á danskt sjúkrahús til
viðgerð. Og tað halda tey í
danska felagnum ikki, at
føroyingar eiga at bjóða
hesum fólkunum. Tí komu
tey hendanvegin við hesum
tilboðnum, har tey bjóða
fimm føroyingum árliga í
viðgerð fyri eina kvart milli-
ón.
Ikki tí at teimum tørva
sjúklingar at fylla sengur-
nar. Bíðilisti er sum sagt.
Hann er í góðum hýri, Petur
Skeel, veðurmaður. Nú mai
máni er komin, kemur lýkk-
an eisini, sigur hann og
væntar, at veturin er av á
hesum sinni.
Vit fara at fá lýggjari veð-
ur, um ikki so stabilt hvønn
dag. Eitt sindur av regni
verður eisini, men kuldin
skuldi verið burtur nú, held-
ur Petur Skeel Jacobsen,
veðurmaður hjá Sosiali-
num, sum eins og vit onnur
heilsar sólini hjartaliga væl-
komnari.
Og veðrið verður gott
restina av vikuni, sigur Pet-
ur Skeel. Serliga um viku-
skiftið. Upp móti einum 15
hitastigum væntar hann, tað
fer at verða leygardagin.
Lágætt ella kanska eitt lítið
lot av ymsum ættum. Eitt
hátrýst er um okkara leiðir
og verður væntandi beint
Væl hýrdur
veðurmaður
Men tí tey meta, at sami
rættur til viðgerð skal vera
galdandi fyri allar sjúkling-
ar.
yvir okkum leygardagin,
sum fer at verða tann besti
dagurin, sigur Petur.
Apríl mánaður hevur ver-
ið kaldur og turrur. Í ár var
meðalhitin í apríl 3,3 hita-
stig, meðan tað vanliga er
4,9 stig. Og turt hevur eisini
verið. Vanliga regnar tað 96
mm í apríl, meðan tað í ár
bara komu 59,5 mm niður.
Veðrið verður gott restina av vikuni, sigur Petur Skeel, veðurmaður á Sosialinum. Serliga
um vikuskiftið. Upp móti einum 15 hitastigum væntar hann, tað fer at verða leygardagin
Til Matna
❉Laksapaté
við salati og heima-
bakaðum breyði
❉Heilstoktur
lambsryggur
við grønmeti, Bordlaise
sós og Pom a la Creme
❉ Sjokolátuyvirtrekt
ístrifla
við berjamorli og róma
Eisini fæst bílig gisting
Altíð
vælkominá
RICHARD RAGNVALD
á Hotel Föroyum
Leygarkvøldið 13/5
Kostnaður fyri tiltakið kr. 295,-
Bílegging á
tel. 31 75 00
RICHARD RAGNVALD
undirheldur undir
borðhaldinum og
INJOYERS spæla til dans
RICHARD RAGNVALD
Tel. 317500
Sosialurin - 311820
Forsølan av
atgongumerkjum
er byrjað
JAN MÜLLER
Ein av komandi døgunum
verður avtala undirskrivað
millum Norsk Hydro og
The Faroes Partnership-
bólkin, sum ger, at felagið
kann standa frítt at samar-
beiða við onnur oljufeløg
við Føroyar. Tað verður
Saga Petroleum Føroyar,
sum fer at standa sum op-
eratørur í bólki saman við
Anadarco. Yvirtøkan av
Saga er nú heilt liðug, og
verður tað Norsk Hydro,
sum kemur at eiga Saga
Føroyar og reka sítt virk-
semi á føroyskum øki
gjøgnum hetta dótturfel-
agið.
Eina løtu sá út til, at
Norsk Hydro als ikki fór at
vera við í leitingini við Før-
oyar. Tí eftir at felagið upp-
keypti Saga, sum var partur
av einum øðrum bólki, so
mátti Norsk Hydro velja,
hvønn av bólkunum tað
skuldi vera við í. Og hetta
var eingin løtt uppgáva.
Eftir drúgvar samráðingar
við sín bólk eydnaðist tað
so at fáa eina avtalu, sum
verður
undirskrivað
í
næstum. Og sambært hesi
sleppur Hydro úr bólkinum
og
kann
halda
fram
gjøgnum Saga Petroleum í
hinum bólkinum, tó at ein
treyt er, at felagið kann ikki
brúka vitanina frá uppruna-
bólkinum í tí nýggja. Tað
hevur annars ikki gingið
júst so sum Norsk Hydro
hevði vónað við nýggja
bólkinum. Stóra franska
felagið TotalFina og Elf,
sum var partur av bólkinum
kundi ikki góðtaka uppleggi
frá Saga og Anadarco um,
hvørji øki man skuldi søkja
eftir og hvussu arbeiðspro-
grammið skuldi síggja út.
So felagið gjørdi korta pro-
sess og tók seg úr bólkinum.
Avtalurnar við bólkin eru av
slíkum slag, at franska fel-
agið als kann ikki vera við í
útbjóðingini. Hetta við-
gongur Arvid Halvorsen,
stjóri í Hydro er sera ó-
heppið, men gjørt er gjørt.
Her vendist ikki aftur. -Vit
høvdu ikki ynskt at tað end-
aði soleiðis, men hetta var
so ein einvís avgerð frá
franska felagnum, og tað
halda vit er stórt spell.
Ein orsøk til at Hydro fór
úr hinum bólkinum var, at
felagið á tann hátt fekk
leiklutin sum operatørur, og
tað hevur nógv at siga fyri
felagið sigur Arvid Halvor-
sen, nú teir hava eina rætti-
liga góða vitan um føroysku
undirgrundina. Men hann
viðgongur, at hetta var einki
lætt val. Tí Amerada bólk-
urin er ein góður bólkur.
Arvid Halvorsen sigur, at
dyrnar standa opnar fyri
øðrum feløgum at koma
uppí bólkin at avloysa To-
talFina og Elf, men undir
øllum umstøðum fara tey
bæði feløgini at søkja.
Herfyri upplýsti Arvid
Halvorsen, at Norsk Hydro
hevur stevnt felagnum Sa-
gex og fyrrverandi Saga-
fólkum inn fyri rættin í Oslo
fyri at forða teimum at
verða við í eini útbjóðing í
Føroyum, har hesir verða í
kapping við Norsk Hydro.
-Orsøkin er tann, at hesi
fólk á ólógligan hátt brúka
JAN MÜLLER
Í sambandi við stóra Tór-
ekktiltakið, sum varð hil.dið
í Havn seinasta vikuskiftið
vitjaði eisini stjórin í grøn-
lendska oljuelagnum, Hans
Duus Jørgensen.
Hann helt tað kundi vera
áhugavert at kunna seg við-
urskifti í Føroyum, sum
hava tilknýti til komandi
oljuleiting, og her kanska
serstakliga
spurningin,
hvussu føroyska vinnulívið
brynjar seg út til nýggju av-
bjóðingarnar.
Hans Duus Jørgensen
vísir á týdning, at eitt nú
bæði grønlendingar og før-
oyingar megna at skipa
útviklingin, so mest arbeiði
og inntøkur liggja eftir í
ávikavíst Grønlandi og Før-
oyum. -Hetta er ikki nakað,
sum skal ganga fyri seg í
Stavanger ella í Keyp-
mannahavn. Vit vilja hava,
at grønlendingar útbúgva
seg til jarðfrøðingar og onn-
ur størv innan oljuvinnuna,
og at útviklingurin og
menningin í hesi vinnu fer
fram í Grønlandi. Vit mugu
sjálvir sáa fyri at kunna
heysta seinni sigur hann og
vísir til tað sannroynd, at
grønlendingar hava sítt
almenna oljufelag og sipar
eisini her til júst sama út-
viklingin, sum var í Noregi
í 70-unum, tá spírin varð
lagdur til Statoil.
Hans Duus Jørgensen
heldur tó ikki, at tað ber til
at samanbera við støðuna í
Føroyum, har almenna olju-
felagið ikki bleiv til nakað í
fyrstu atløgu. -At tit hava
tvey privat oljufeløg ger
støðuna nógv øðrvísi enn
hjá okkum í Grønlandi, men
sjálvur haldi eg, at føroy-
ingar eiga at fylgja gongdini
sera neyvt og kanna um ikki
rætt er at fáa eitt alment
oljufelag inn í myndina
einaferð seinni, um tað t.d.
vísir seg, at her er nógv olja.
-Gjøgnum skattaskipanir
fáa tit bert pengarnar. Eitt
alment oljufelag kann eisini
tryggja virksemi, men kann
hetta verða gjørt av pri-
vatum, so er tað eisini ein
møguleiki. Hinvegin kann
man koma at iðra seg um
ikki at hava eitt alment
oljufelag, um man fær ein
útvikling, sum líkist tí í
Noregi.
Grønlendingar eru sera
spentir um útviklingin á
oljuøkinum. Tað er sannlíkt,
at har verður funnið gass,
heldur enn olja.
-Tað er ein trupulleiki at
halda bjartskygnið millum
grønlendingar aftur sigur
Hans Duus Jørgensen, sum
tó eisini vísir til hagtølini,s
um siga, at olja verður bert
funnin í eini út av hvørjum
10 boringum. Og tað er so
eisini nakað, sum man má
hava í huganum, tá man skal
meta um eina framtíðar
oljuvinnu.
Nýggja Statoil boriskipið
Navion skal byrja at bora í
Grønlandi í juli. Hetta er eitt
spildurnýtt boriskip, sum í
løtuni roynir seg í norskum
øki.
Hans Duus Jørgensen er
komin til Føroya fyri at vita,
hvussu vit bera okkum at,
nú tað stundar til eina
oljuvinnu.
Hóast grønlendingar fara
at bora longu í summar, so
eru teir kortini aftanfyri
okkum vísir hann á. Tí
fyrsta útbjóðingin við Grøn-
land verður ikki fyrr enn
næsta ár. -Hetta kann
skiljast eitt sindur øvugt fyri
tykkum, men støðan er
tann, at henda fyrsta bor-
ingin verður gjørd, áðrenn
oljufeløgini frítt sleppa at
bjóða. Hans Duus Jørgen-
sen er væl greiður yvir, at
hetta er nakað av einum
hasardspæli, tí gevur henda
fyrsta boringin eitt negativt
úrslit, so kann tað fáa
negativa ávirkan fyri alla
komandi útbjóðingina, so-
leiðis at tað verður av-
markað, hvussu nógv feløg
tá í heila tikið vilja brúka
pengar í hesum fjarskotna
økinum.
Men her vendist ikki
aftur. Nú verður so borað,
og eftir tað fer so at koma
ein útbjóðing. Tað eru
Statoil, Dong, Phillips og
Nunaoil, sum hava fingið
loyvi til hesa fyrstu bor-
ingina til havs í Grønlandi.
So fáa vit at síggja hvussu
gongur.
Grønlendingar hava eina
heilt aðra skipan á undir-
grundarøkinum enn føroy-
ingar. Teir hava viljað havt
eina skipan, har Danmark
og Grønland eiga helvt um
helvt av møguligum inn-
tøkum í undirgrundini og
standa tí eisini fyri hvør síni
helvt at menningini av øki-
num.
Hans Duus Jørgensen
hevur arbeitt í oljuvinnuni í
meira enn 15 ár. Hann er
útbúgvin cand.polit. og
hevur arbeitt hjá danska
orkumálaráðnum, síðani hjá
Dong og nú hjá Nunaoil.
Dong eigur helvtina av
Nunaoil, og Heimastýrið
eigur hina helvtina.
Eins og í Føroyum halda
grønlendingar, bæði polit-
ikarar og fólkið annars, at
tað hevði verið gott um
búskapurin fekk fleiri bein
at standa á, og her kann olja
koma at hava týdning.
Stjórin í Nunaoil vónar,
at tað ber til at samvinna á
oljuøkinum, nú Grønland
og Føroyar gera seg út til
oljuleiting.
virkis- og handilsloynidóm-
ar, sum ein fyrrverandi ar-
beiðsgevari eigur. Her er
bæði talan um viðurskifti
hesi fólkini hava skrivað
undir uppá, tá tey vórðu sett
hjá Saga, og ítøkiliga grein-
ar í norskari lóg. Vit vilja
hava ein dóm, sum áleggur
Sagexfólkunum at gevast
við tí arbeiði tey eru í ferð
við í sambandi við fyrstu
útbjóðing á føroyska land-
grunninum.
Málið kemur fyri við
rættin í Oslo hósdagin og
fríggjadagin. Um hetta fer
at fáa avleiðingar fyri sam-
starvið millum Sagex og
Føroya Kolvetni dugir Ar-
vid Halvorsen ikki at siga.
Hann vísir bert á, at hetta
hevur einki at gera við Før-
oya Kolvetni, men snýr seg
um tey trý fyrrv. Saga-
fólkini. Tað hevur ikki
eydnast okkum at fáa eina
viðmerking frá Norsk Hyd-
ro til útrættu hondina hjá
Terje Hagevang.
Hóast feløg rýma úr før-
oyska økinum so heldur
Arvid Halvorsen, at út frá tí
lutvíst lítla økinum talan er
um, so eru tað framvegis
nógv oljufeløg, sum eru
áhugað. -Eg haldi ikki før-
oyskir myndugleikar hava
orsøk til at bera ótta fyri, at
henda útbjóðingin ikki skal
blíva góð og áhugaverd.
Norsk Hydro er ikki long-
ur at finna í Hanusar-gøtu
saman við The Faroes
Partnership. Nú finna vit
tað á Bryggjubakka, har
tað skal vera operatørur
gjøgnum dótturfelag sítt
Saga Føroyar. Á myndini
fv. Brynjulv Kløve, stjóri
fyri nýggj øki, Arvid Hal-
vorsen, stjóri fyri altjóða
leiting, Pauli Einarsson og
Geir Atli Rishovd, sum
standa á odda fyri Saga
Føroyar
Mynd jan
Grønlendingar vilja
læra av føroyingum
-vilja vita, hvussu føroyska vinnulívið brynjar seg út til komandi oljuútvikl-
ingin og annars hvussu vit skipa fyri oljuútbjóðing.
Norsk Hydro leggur
til brots av nýggjum
-fer úr samstarvinum við Amerada Hess, Dong og Atlants Kolvetni og verður
operatørur í Sagabólki