Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 Hetta er seinasti møguleiki at finna avloysaraskip fyri Smyril Strandferðslan kannar nú eitt skip, sum kanska verður leigað til at loysa Smyril av. Tekniski stjór- in sigur, at hetta er seinasti møgu- leikin, sum er eftir ÁKI BERTHOLDSEN Í hesi vikuni eru umboð fyri Strandferðsluna aftur farin uttanlands at hyggja eftir eini ferju, sum møguliga kann útvegast til at sigla fyri ímillum Havnina og Suð- uroynna fyri Smyril, ímeð- an hann er á beding. Smyril skal á beding mánamorgunin 15. mai. Tað er longu um 10 dagar. Smyril er uppslitin, so dokklistin hevurferð er rættiliga langur og væntandi fer tað at taka einar seks vikur at gera alt, sum gerast skal. Men Strandferðslan vónar, at hann kann setast í sigling aftur á jóansøku. Higartil hevur Strand- ferðslan ikki havt ráð til at leiga eitt brúkiligt skip at avloysa Smyril. So hóast hon hevur havt onkur væl hóskandi skip upp á hond- ina, hevur hon verið noydd at sagt leigumálið frá sær, tí játtanin frá Løgtinginum hevur verið ov lítil til, at hon siglingina. Og tann verður nústani loystur nú við eyka- játtanini, sum nú er á borð- inum. Seinasti møguleikin Og nú hevur Strandferðsl- an aftur eitt skip í kikar- anum, sum tað kanska ber til at leiga at sigla ímillum havnina og Suðuroynna tær seks vikurnar í summar, í- meðan Smyril er á beding. Talan er um ferjuna „Claymore“ hjá stóra, enska skipafelagnum P&O. Hetta er eitt kombinerað farma- skip/ ferðamannaskip, sum tekur 300 ferðafólk og 50 persónbilar, ella 12 treyl- arar. Tað er 77,2 metrar langt, 16,3 metrar breitt og siglur 14 míl. Tað hevur 3.400 hestar. Hetta er eitt skip, sum er væl minni enn Smyril, men kortini størri enn Dúgvan, tí hon tekur bara 38 per- sónbilar. Men so tekur Dúgvan aft- urímóti 352 ferðafólk og tað eru eitt sindur fleiri enn „Claymore“ Magnus Magnussen, tekniskur stjóri á Strand- ferðsluni, sigur, at nú verður kannað, um skipið kann brúkast, og um tað ber til at fáa avtalu við felagið sum eigur skipið. Men tað hevði hann varhugan av, skuldi borið til. Hann hevur eisini varhug- an av, at prísurin er rími- ligur. Somuleiðis skal kann- ast, um Skipasýnið góð- kennir skipið. Tekniski stjórin á Strand- ferðsluni sigur, at hetta er avgjørt seinasti møguleikin at fáa eitt skip at loysa Smyril av í summar. Sum sagt eru bara 10 dag- ar eftir, til Smyril skal á beding og at tekur sína tíð at rigga eitt leiguskip til, fáa tað góðkent og at fáa tað til Føroyar og teir vita ikki um nakað annað skip, sum kann brúkast. hevur hættað sær undir eitt leigumál. Eitt nú stóð Strandferðsluni fyrr í ár í boði at leiga finsku ferjuna Alandiu, ið var skræddara- seymað til endamálið, men eisini tað leigumálið fór í vaskið tí at ongin peningur varð tøkur. Nú eru tað kortini næstan tveir mánaðir síðani, at Landsstýrið legði uppskot fyri tingið um at játtað Strandfeðsluni meiri játtan. Og mánadagin bleiv greitt, at ein samd fíggjar- nevnd tekur undir við, at lata Strandferðsluna fáa tær 7,5 milliónirnar afturat, sum hon hevur biðið um. Trupulleikin er annars væl kendur, tí nú er eitt hálvt ár síðani, at Strand- ferðslan gjørdi vart við, at 7,5 milliónir komu at resta í fyri at kunna varðveita tænastuna á einum hampi- ligum støði í ár. Tá ið tað gjørdust greitt, at Løgtingið ikki varð sinn- að at játta peningin á fíggj- arlógini, bað Strandferðslan um loyvi til at hækka ferða- seðlaprísin, men tað noktaði Løgtingið eisini fyri. Tí kom Strandferðslan í peninganeyð, sum m.a. hev- ur ført við sær, at tað ikki hevur borið til at útvega eitt hóskandi skip til Suðuroyar- Nú er tað mangt sum bendir á, at hetta verður ferjan, sum fer at sigla fyri Smyril, ímeðan hann er á beding í summar. Strandferðslan sigur, at hetta er seinasti møguleikin at útvega eitt líkinda skip til suðuroyarsiglingina. Hendan ferjan er ensk og hon tekur 50 bilar og 300 ferðafólk. Umboð fyri Strandferðsluna eru nú uttanlands og hyggj eftir henni Pengarnir kundu blivið brúktir betri – Hetta kann blíva ein óloysi- ligur trupulleiki, sigur Eli Dav- idsen, sum harmast um, at Løgtingið hevur økt munandi um pappírsarbeiðið ÁKI BERTHOLDSEN Eli Davidsen, leiðari á Ar- beiðseftirlitinum, er sera fegin um, at tað loksins sær út til, at vit fáa eina lóg um arbeiðsumhvørv- ið. Løgtingið hevur sam- tykt lógina við 2. viðgerð, men tað skal hava eina viðgerð afturat, áðrenn hon er endaliga samtykt. Eli Davidsen heldur, at tað nú var uppá tíðina, at eisini vit nú fáa eina ar- beiðsumhvørvislóg. – Vit eru einasta land um okkara leiðir, sum ikki hev- ur eina slíka lóg og vit hava sóknast eftir henni í meiri enn 10 ár. Leiðarin á Arbeiðseftirlit- inum sigur, at arbeiðsum- hvørvislógin hevur greiðari ásetingar enn tann gamla arbeiðaraverndarlógin. Og, sum navnið sigur, tekur hendan nýggja lógin eisini arbeiðsumhvørvið, tvs, trivnaðin við og umfatar ikki bara maskinverju, sum tann gamla gjørdi. Kann kosta dýrt. Men hóast hann fegnast um nýggju lógina, harmast hann kortini um, at Løgting- ið samstundis hevur gjørt eina samtykt, sum kemur at føra útreiðslur við sær, sum eftir hansara tykki eru ó- neyðugar. Og í ringasta føri kann hendan løgtingssam- tyktin gerast ein heilt ó- loysiligur trupulleiki. Løgtingið samtykti nevniliga at strika tann part- in í uppskotinum hjá Lands- stýrinum sum sigur, at tær donsku kunngerðirnar kunnu verða settar í gildi í Føroyum. – Fyrr varð tað so, at tað varð lýst í eini lítlari kunn- gerð í Kunngerðarblaðnum, at tann og tann danska kunngerðin var nú eisini galdandi í Føroyum. Men nú hevur Løgtingið kravt, at allar kunngerðirnar, sum verða settar í gildi í Før- oyum, verða lýstar í Kunn- geðrarblaðnum í síni heild. Og tað heldur hann, fer at føra trupulleikar við sær. – Nógvar av kunngerð- unum eru rættiliga umfat- andi. Eitt nú er kunngerðin um „markvirði fyri evni og tilfar“ næstan 900 síður- og hon er ikki eindømi. –Sostatt kemur arbeiðs- eftirlitið at eiga fleiri Kunn- gerðarbløð einsamalt - og tað verða Kunngerðar- bløð, sum í vavi verða sum tjukkar bøkur. Og tað heldur Eli Davidsen er óneyðugt peningabrúk, tí teir føroyingar, sum hava áhuga í hesum kunngerðum, kunnu telj- ast á einari hond. Men hann leggur aft- urat, at skal løgtingssam- tyktin eisini skiljast so- leiðis, at kunngerðirnar skulu týðast til føroyskt, er hetta ein ovurhondss stór uppgáva. – Í hvussu so er verður hetta ein óloysilig upp- gáva hjá Arbeiðseftirlit- inum, tí so skulu vit seta eina rúgvu av fólki aft- urat, bara til tað, sigur Eli Davidsen. Tí heldur hann und- antak eigur at verða gjørt fyri tær stóru kunngerð- irnar, so at tær ikki skulu lýsast í Kunngerðarblað- num síni heild. Eli Davidsen fegnast um nýggju lógina, men heldur, at hon blívur óneyðuga dýr og í ringasta føri kann hon blíva ein óloysiligur trupulleiki EDVARD JOENSEN Hotellini kring landið siga frá góðum vónum fyri summarið, sum stendur fyri durum. Nú vit eru farin inn í mai, fara summargestirnir so smátt at gera vart við seg. Á Hotel Eiði er ikki latið upp aftur enn, hóast vanligt hevur verið at byrja fyrsta mai. Hans Petur Poulsen, stjóri, sigur, at okkurt skeið, sum varir vikuna út, er á hotellinum í løtuni, og hann hevur valt at gera tað liðugt, áðrenn hann letur uppaftur. Hans Petur sigur, at hann hevu hampiligar vónir til summarið. Sum enn sær út, verður tað helst ein rólig byrjan, sum hann tekur til, men seinni á sumrinum sær betri út. Veitslur og eisini Hampilig útlit hjá hotellunum Edvard Joensen Skretting Føroyar hevur lat- ið eina stóra goymsluhøll til alifóður byggja í Hvalvík. Týsdagin varð høllin alment tikin í nýtslu, hóast arbeitt hevur verið í høllini síðan á nýggjárinum. Skretting Føroyar, ið er dótturfelag hjá Skretting í Noreg, sum hollendska stór- fyritøkan Nutreco aftur eig- ur, hevur bygt eina høll upp á 2.000 fermetrar. Talan er um eina goymsluhøll til ali- fóður. Í hesum bygningi- Nýggja goymsluhøllin hjá Skretting í Hvalvík varð tikin í nýtslu týsdagin liggjandi gestir, sigur hann. Annars sigur Hans Petur Poulsen, at skeiðvirksemið er vorðið ein góð inntøku- kelda hjá hotellinum. Á Hotel Norð á Viðareiði er nýggjur vertur júst byrj- aður. Tað er Elisabeth Ny- bo, sum hevur leigað ho- tellið, Hon er kokkur og fer sjálv at taka sær av teirri síðuni. Annars eru vanliga eini fimm fólk til arbeiðis har á hotellinum um summ- arið, sigur hon. Um viku- skiftini, tá brúdleyp og tílíkt er, stendur heldur ikki á at fáa fólk. Elisabeth Nybo sigur, at hon skal ikki klaga. Fleiri bíleggingar eru komnar. Og hon fegnast um, at tað er líkt til, at fólk hava funnið hotellið á Internetinum. Umframt vanligu ferða- fólkini eru eisini skeið og veitslur umbiðin í summar. Leygarkvøldið verður mótasýning á Hotel Norð, har klædnahandlar í Klaks- vík fara at vísa fram. Á Hotel Øravík siga tey, at tað sær út til at fara at byrja spakuliga. Onkur bólkur hevur bílagt til summarið, men ikki serliga nógv enn. Tó meta tey, at tað er á leið tað sama, sum í fjør. Kanska betri, verður lagt aftrat. Annars halda tey ikki, at fólk eru so tíðliga úti, tá talan er um bíleggingar har suðuri. Á Hotel Vágum er hin- vegin gongd í. Har verður sagt, at undirtøkan tykist betri enn bæði í fjør og fyrraárið. Tað eru fólk, sum hava num er eisini ein 80 fer- metra stór skrivstova. Stóra goymsluhøllin rúm- ar 2.500 tonsum av fóðri. Fóðrið verður innflutt úr Noreg. Fóðri verður flutt við farmaskipi, sum leigað er til endamálið. Í løtuni er tað Nordic hjá Nordic Line í Havn, sum flytir fyri Skretting. Skretting Føroyar selur eini 12.000-15.000 tons av fóðri árliga. Hetta svarar til gott 20% av samlaða brúki- num í Føroyum, sigur Jórun Johannesen hjá Skretting Føroyar. Skretting Føroyar selur meira enn helvtina av tí smoltfóðri, føroyingar brúka. Byrjað varð upp á høllina seinasta summar. Men ill- veðrið seinasta heyst gjørdi eitt sindur av skaða, sum seinkaði arbeiðinum nakað. Nú høllin alment verður tikin í nýtslu, eru fólk frá Skretting í Noreg í Føroy- um og vitja. Á Hotel Øravík meta tey, eins og aðrastaðni, at útlitini eru ikki verri enn undanfarin ár Fóðurhøll í Hvalvík Erlend Waatevik, Oddvar Strand og Niels Andreas Mortensen frá Skretting framman fyri nýggju høll- ini Mynd:Jens Kristian Vang verið í Føroyum eina tíð, sum vitja hotellið, áðrenn tey fara avstað aftur, sigur Kári Hentze á Hotel Vág- um. Hann sigur, at líkt er til, at tað eru tiltøkini hjá Ferða- vinnuni í Vágum, sum ferðafólkini fara til. Gongu- túrar, siglitúrar og tílíkt. Á hotellunum kring landið hava tey hampiligar vónir til komandi summarið. Fleiri fyrispurningar eru komnir í ár, enn teir vóru um somu tíð undanfarin ár, siga tey Pipar Búffur Svínamørbradmedaillion Kagga Búffur Fríggja- og leygarkvøldið 05. & 06. mai kl. 18.00 – 22.00 Meðan vit bíða: Salatborð v/ skeljadjórablandi Omaná: Ís & frukt ella kaffi & cognac/likør Høvuðsverði: Kagga Búffur v/ bakaðum epli ella pommes frites, frískum grønmeti og whiskysós ella rómasós Pipar Búffur v/ bakaðum epli ella pommes frites, frískum grønmeti og piparsós Svínamørbradmedaillion v/ sjampignon a la creme og risole Restaurant Kaggin Borð kann bíleggjast á tel. 214170 ella 314170 3 rættir einans 170,- Sosialurin - 311820