Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 84 - 3. mai 2000 Nú verður hart at liva hjá Sáru Seytjan ára gamla Sára Tummasardóttir í Vági er illa sjúk av liðagikt og má fáa regluliga viðgerð á Suð- uroyar Sjúkra- húsi. Men nú er vandi fyri, at hendan viðgerðin verður niðurløgd og so veit hon ikki síni livandi ráð ÁKI BERTHOLDSEN – Uttan hetta her kann eg ikki liva....í hvussu so er, er tað hetta sum ger, at eg klári meg so frægt, sum eg geri. – Men nú er tað líkt til, at eg skal sparast burtur. Seytjan ára gamla Sára Tummasardóttir í Vági spennir seg aftur út frá í tí heita hylinum í sjúkrahús- inum á Tvøroyri, og gongur eftir botninum so skjótt hon orkar yvir ímóti hinari síð- uni. Minst einaferð um vikuna liggur Sára í hesin hylinum og arbeiðir aftur og fram, alt hon orkar. Dagligur fylgissveinur Men tað er ikki til stuttleika. Sára var seks ára gomul, tá ið fekk dómin frá lækn- unum, sum kom at broyta alt hennara lív. Hon hevði liðagikt og mátti frá fyrsta degi ásanna, at nú mátti hon laga seg til eitt lív við stórum avmark- ingum. Tí nógv av tí, sum er sjálvsagt hjá teimum flestu, er ómøguligt hjá einum við liðagikt. Sum hjá teimum flestu við liðagikt eru dagarnir hjá Sáru ógvuliga ymiskir. Einstakar dagar merkir hon ikki nógv til sjúkuna. Men so eru aftir aðrir dag- ar, har hon ikki sleppur úr songini fyri pínu. Men vanliga er tann nógva pínan ein trúfastur, dagligur fylgissveinur og tað ger, at tilvera hennara er rættiliga nógv skerd. Smáting, sum fólk van- liga ikki hugsa so nógv um, sum t.d. at kóka sær drekka, er ikki altíð sum at siga tað hjá Sáru, tí viðhvørt eru hendurnar so ringar, at hon fær ikki at lyft ketlinum upp frá. Ger at hon kann liva Og her er tað, at hylurin á sjúkrahúsinum aftur kemur inn í myndina. Fyri at avmarka pínuna og sostatt gera tilveruna munandi lættari, gongur Sára regluliga til venjingar á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Minst einaferð um vik- una- og tvær ferðir tá ið tað ber til- er Sára á sjúkrahús- inum har hon strekkir og mýkir sær vøddar og liðir undir serkønari hjálp frá fysioterapeutunum har. Rakar 250-300 fólk Og tað er serliga tann flógvi hylurin, sum ger undirverk- ir. – Sjálv sigur Sára, at tað er viðgerðin í hylinum, sum ger, at hon kann liva, ella, í hvussu so er klára seg so væl, sum hon hóast alt ger. Men nú er vandi fyri, at viðgerðin, sum Sára fær, verður niðurløgd. Eins og flest allir aðrir stovnar, skal Suðuroyar Sjúkrahús eisini spara. Og ikki minst er fysioterapiin hart rakt, tí landsstýrismað- urin í almanna og heilsu- málum hevur gjørt av, at tann ambulanta fysiotera- peutiska viðgerðin skal nið- urleggjast fyr at spara. Tveir fysioterapeutar eru sagdir úr starvi og teir fara í seinasta lagi 31. mai. Sostatt fer tað ikki longur at bera til hjá Sáru at koma á Sjúkahúsið einaferð, ella tvær verðir um vikuna at fáa viðgerð. Einasti møguleiki, sum Sára hevur, er, at tingið játt- ar meiri pening til Suður- oyar Sjúkrahús. Eftir einum uppskotið, sum kemur til viðgerðar í tinginum fyrsta dagin, er ætlanin at játta Suðuroyar Sjúkrahúsi meiri pening. Men tað er framvegis ikki nóg mikið til, at virksemið kann halda fram í ár á sama støði, sum tað var á í fjør. Tí er tað framvegis ó- greitt, hvussu verður við fysioterapeutisku viðgerð- ini á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Og Sára er langt í frá ein- dømi, tí av Sjúkrahúsinum er áður upplýst, at ímillum 250-300 fólk ganga til ambulanta viðgerð um árið, men nú er vandi fyri, at teir allir missa hendan møgu- leikan fyri at varðveita heilsuna ella at bøta uppá hana so frægt sum tilber, við teimum veikleikum sum eru. Tilveran tikin frá henni Og Sára, hon tekur hetta rætt og slætt, sum um til- veran nú verður tikin frá henni. – Dettur tann ambulanta viðgeðin burtur, veit eg ikki míni livandi ráð, sigur hon. Hon sigur, at skal hon liva eina toluliga tilveru, kann hon ikki vera viðgerðina fyriuttan. –Dettur tann ambulanta viðgerðin niðurfyri, skal eg leggjast inn, hvørja ferð, eg skal hava viðgerð. Men at leggja meg inn ein, tveir tímar, einaferð, ella tvær ferðir um vikuna tykist eitt sindur løgi, so tað ivist eg í. Hon sigur, at tað ber ikki til at fáa somu venjing í ein- um vanligum svimjihyli, tí har er vatnið alt ov kalt hjá fólki, sum hava liðagikt. Hon vísir eisini á, at aðrar venjingar koma ikki uppá síðuna av tí teimum venj- ingum, sum hon fær í hyl- inum. – Í hylinum fái eg veru- liga arbeitt, strekt meg út og brúkt vøddarnar. Og saman við varmanum, hevur tað eina ómetaliga góða ávirkan á sjúkuna. Hon sigur, at hetta er so at siga tað einasta slagið av kropsligum virksemi, sum hon fær gjørt, og tí harmar tað hana ómetaligt, um hetta skal detta niðurfyri. Samstundis hevur tað alt avgerðandi týdning fyri fólk við gikt, at tey brúka bæði vøddar og liðir fyri at kroppurin ikki skal stirnað. Hon sigur, at tað eru nógv fólk, sum ganga til uppvenj- ingar og tað mátti borið til at spart aðrastaðni, heldur enn at taka hendan møgu- leikan frá sjúkum 17 ára gamla Sára Tummasardóttir úr Vági missir nú kanska tað einastu viðgerðina, sum ger, at hon kann liva eitt toluligt lív. Onkra aðrastaðni mátti verið at spart enn at lagt eftir teimum, sum vóru sjúk, heldur hon Børn spæla sjónleik í Sjónleikarahúsinum Havn Børn í aldrin- um 7-13 ár fara at spæla tríggj- ar leikir í viku- skiftinum ÁKI BERTHOLDSEN Í Heyst fóru Havnar Sjónleikarfelag og Tórs- havnar Kvøld-Ungdóms- skúli í felag undir sjónleikarskúla fyri børn í Havn. Hetta var eitt tiltak, har ætlanin var var bjóða øll- um áhugaðum børnum frálæru í leiklist. lærari í pallsmíði. Turpin N. Djurhuus stendur fyri ljósinum. Tað, sum børnini fara at spæla, eru fyrst ein leikur, sum er gjørdur eftir søgum, sum V.U. Hammersheimb hevur skrivað. Í hesum leikinum sovnar lærarin í skúlanum og sagn- irnar í dreymaverð hansara koma til sjóndar, eitt nú Gívrinar Hol á Sandi, og gásadalsmaðurin í huldu- bátinum. Síðani er tað ein leikur eftir søgum, sum Jakob Jac- obsen hevur skrivað, m.a. søgan um Kjøl á Nesi og huldusystrarnar við Fjalla- vatn Og triði leikurin er „Pan, ella skapanin av tónleik-ein fantasi í skald- skapi, rørslu og tónleiki“, sum Ruth Mandel hevur skrivað og Pauli Hansen hevur týtt. Í hesum leiki hugsa børnini sær, hvussu Pan úr griksku gudalæruni evnaði tað allar fyrsta ljóðførið til. Allar hinar verurnar í skóginum fylgja honum og í leik- inum fer orkestur at spæla við einføldum ljóð- førum. Atgongumerkini kosta 30 krónur og tey eru at fáa í Kunningarstovuni og í Sjónleikarahúsinum. Síðani hava tríggjar bólk- ar av børnum í aldrinum 7- 13 ár møtt til leikvenjing eina ferð um vikuna. Lærari og leikstjóri hevur verið Hedvig Westerlund. Og nú fer at bera til hjá almenninginum at síggja fruktirnar av hesum arbeiði. Nú fara hesir ungu sjón- leikaranæmingar at spæla tríggjar leikir í Sjónleikar- húsinum í Havn. Framførsl- urnar verða leygardagin, 6. mai, sunnudagin, 7, mai og týsdagin 9. mai. Allar dagarnar verður spælt klokkan 17. Pallmyndina hevur Anna Maria Dahl gjørt, umframt at hon eisini hevur verið Í vikuskiftinum fara børn at spæla tríggjar sjónleikir í sjónleikarahúsinum í Havn JAN MÜLLER Hósdagin og fríggjadagin fer rætturin í Oslo at viðgera stevning frá Norsk Hydro móti fyrrv. Sagafólki í sam- bandi við arbeiði teirra í 1. útbjóðing í føroyskum øki. Felagið hevur stevnt trim- um fyrrv. Sagafólkum, sum í dag hava samstarvssátt- mála við føroyska olju- felagið Føroya Kolvetni. Norsk Hydro metir ikki, at tey hava loyvi til at brúka vitan síni frá tíðini hjá Saga í útbjóðingini við Føroyar. Og hetta hevur reist spurn- ingin, um føroyska oljufel- agið í heila tikið fær verið við í komandi útbjóðing. Terje Hagevang, eitt av teimum trimum Sagafólk- unum og herfyri valdur í nevndina í Føroya Kolvetni sigur við Sosialin, at av- gerðin hjá Norsk Hydro kemur sera illa við hjá før- oyska oljufelagnum, sum hevur gjørt samstarvsavtalu við Sagex, ið tey trý fyrrv. Sagafólkini hava stovnað. Hesi skulu veita føroyska oljufelagnum ta professio- nellu ráðgevingina, sum neyðug er fyri at kunna lata eina umsókn inn. -Her er talan um misskilj- ingar, og eg vóni inniliga, at Norsk Hydro fer at taka hetta til eftirtektar sigur Terje Hagevang, sum ikki dylur fyri, at fastheldur Norsk Hydro stevning sína og fær viðhald, so hevur norska felagið í veruleika- num givið Føroya Kolvetni stórar trupulleikar, og hetta kemur sera illa við, nú fel- agið skal royna seg í eini fyrstu útbjóðing. Terje Hagevang vísir á, at Føroya Kolvetni herfyri gjørdi eina rættiliga eina- standandi avtalu við seis- mikkfelagið Veritas DGC. Teir keyptu alt seismiska tilfarið, sum felagið hevur skotið á føroyskum øki, og tað ikki so lítið. Veritas man vera eitt tað seismikkfel- agið, sum hevur brúkt mest orku uppá føroyska økið og tann partin av Hvítu sonuni, sum bleiv føroyskur við marknaavtaluni við bretar. Umframt at keypa/leasa til- farið hava teir eisini leigað teldurnar til at tulka seis- mikkin við, og hetta eru millum mest framkomnu teldur av sínum slag í olju- verðini. Terje Hagevang sigur víð- ari, at Føroya Kolvetni við hesum tilfarinum og tí tulk- ingarbeiði, sum teir tríggir frá Sagex hava gjørt nú í eina tíð, vil vera sera væl fyri í komandi útbjóðing. - Hetta tilfarið frá Veritas hevur so ómetaliga stóran týdning fyri komandi leit- ing. Tað er av slíkum slag, at vit kunnu síggja heilt nýggj og spennandi øki á føroyska landgrunninum, sum kunnu vera áhugaverd í sambandi við boring sigur norðmaðurin, sum eisini heldur, at Norsk Hydro eig- ur at sláa kalt vatn í blóðið. -Mær vitandi eru Norsk Hydro og Føroya Kolvetni nøkur av teimum feløgun- um, sum mangla samstarvs- partnarar, og tí vil eg vegna Føroya Kolvetni fegin rætta eina hond út til Norsk Hydro og skóta upp, at Før- oya Kolvetni og Norsk Hydro saman við Anadarco og kanska enn einum felag fáa í lag eitt skilagott sam- starv á Føroyaøkinum. Drúgvar royndir Terje Hagevang, sum hevur sera drúgvar royndir í oljuvinnuni sigur annars, at tað er misskilt, um nakar heldur, at hann situr inni við eini serstakari vitan um Føroyaøkið. -Eg havi arbeitt við øllum Atlantsmótinum (Atlantic Margin) ein stóran part av lívi mínum og henda vitan fevnir um alt økið, sum jú røkkur úr Írlandi til Norðurnoreg. So talan er ikki um eina serstaka vitan um Føroyaøkið isolerað frá restini. Talan er um eina heildarmeting av einum stórum samanhangandi øki. Við seismikkin frá Veritas ber nú til at fara nógv meira nágreiniliga til verka, og eg haldi heldur ikki eg sigi ov nógv, um eg sigi, at hesin seismikkurin og tulking okkara av honum, kundi komið Norsk Hydro og øðrum feløgum í bólkum sera væl við. Við hesum vil Terje Hagevang eisini siga, at eitt samstarv millum Hydro og Føroya Kolvetni kundi skapt eina vinnarastøðu fyri báðar partar. Men við at fasthalda eina stevning sum ta umrøddu, so kann tað henda, at tað ikki bara verð- ur Føroya Kolvetni, sum verður tapari í hesum spæli, men eisini Norsk Hydro. - Eg dugi ikki at síggja, hví eitt so stórt og virt norskt oljufelag skal seta kílar í í ta fyrstu føroysku útbjóð- ingina og har serstakliga skapa einum føroyskum oljufelag trupulleikar. Terje Hagevang ivast ikki í, at tað eisini hevði kunnað Terje Hagevang, nevndarlimur í Føroya Kolvetni: Rættir hond út til Norsk Hydro -Fastheldur Norsk Hydro sína stevning móti okkum í Sagex og fær viðhald, so kann hetta koma at skaða ikki bara Føroya Kolvetni, men eisini Norsk Hydro sigur Terje Hagevang, sum heitir á Norsk Hydro um heldur at taka upp eitt samstarv við Føroya Kolvetni í fyrstu út- bjóðing. Teir tríggir norsku Sagexmenninir saman við leiðsluni í Føroya Kolvetni eftir at samstarvsavtala varð undirskrivað herfyri. Terje Hagevang næstur frá høgru. gagnað Norsk Hydro, sum jú hevur mist eitt stórt franskt oljufelag í sínum bólki, um tað fekst eitt skilagott samstarv við Føroya Kolvetni umframt okkurt stórt útlendskt olju- felag. -Tann vitan, sum vit hava fingið við at keypt seismiska tilfarið og leigað arbeiðsteldurnar hjá Veritas, er so mikið áhugaverd fyri nettupp 1. útbjóðing, at eg enn einaferð vil undirstrika, at Norsk Hydro og tess sam- starvsfelagar áttu at um- hugsað eitt samstarv við Føroya Kolvetni. Í einum svari til rættin í Oslo sigur sakførarin hjá teimum trimum Sagex- fólkunum, at einki grund- arlag er fyri umrøddu stevn- ing. Hann sigur annars, at hann hevur varhugan av, at Norsk Hydro bert hevur eitt endamál við hesi stevning og tað er at geva Føroya Kolvetni trupulleikar í sam- bandi við útbjóðingina. - Felagið hevur vitað um samstarvið millum teir tríggjar oljuserfrøðingarnar og føroyska oljufelagið síðani desember 99 og hev- ur einki gjørt við málið fyrr enn nú beint undan aftur- lating av útbjóðing - tvs. so stutt áðrenn afturlatingina, at Føroya Kolvetni neyvan fær søkt um lisens uttan hjálp frá Sagex. Var Norsk Hydro farið í rættin longu í desember, so hevði Sagex havt møguleika at tikið seg aftur og harvið kundi Før- oya Kolvetni fingið sær aðrar ráðgevar sigur sak- førarin hjá teimum trimum Sagexfólkunum. Við at keypa alt tað seis- miska tilfarið, bæði 2 og 3D, sum Veritas DGC hevur skotið á føroyskum øki gjøgnum árini, hevur Føroya Kolvetni tikið eitt risalop í komandi útbjóð- ing. Veritas ella fyrr kent undir heitinum Digicon hevur skotið nógvan seis- mikk ikki minst í tí Hvíta økinum, sum lutvíst gjørd- ist føroyskt eftir markna- avtaluna við bretar.