Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. mai 2000síða 3

‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 4 tíðindablaðið sosialurin Nr. 85 - 4. mai 2000 JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Mikudagur, kl 13:49: Klokkan eitt kom løgmaður við fylgi av landsstýrisfólkum og embætisfólkum í danska forsætismálaráðið, har onnur runda av ríkis- rættarligu samráðingunum í dag fara fram. Áðrenn fundin beyð danski forsætisráðharrin føroy- ingunum til frokost, eins og við fyrstu rundu. Báðir partar sita enn við frokostborðið, men væntandi byrja veruligu samráðingarnar inni í eikitræðssalinum um eina lítla løtu. Samráðingarnar skulu vara til klokkan níggju í kvøld, danska tíð, og verður tíðindafundur hildin klokkan eitt korter til tíggju í speglsalinum. Nú byrja samráðingarnar Mikudagur, Kl 15:58: Fyri løtu síðani frættist úr eikitræssaðlinum, at tíðar- ætlanin fyri samráðingar- nar fer at halda Væntandi verður annar samráðingarfundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina í eiki- træðssalinum í danska for- sætismálaráðnum liðugur Samráðingarnar ganga væl klokkan níggju í kvøld, eins og ætlað. Fyri løtu síðani frættist úr samráðingarhølunum, at samráðingarandin er góður og samráðingarnar ganga væl. Tí stendur ætlanin við um at halda tíðindafund eitt sindur yvir klokkan níggju. Mikudagur, kl. 17:41: Løgmaður gjørdi áðrenn sam- ráðingarfundin í dag greitt, at hann á hesum fundinum vil hava donsku stjórnina at svara sær, um hon er sinnað at samráðast um sokallaðan frælsan felagsskap millum Føroyar og Danmark. en danska stjórin ætlar sær ikki at geva nakað greitt svar, fyrr enn hon væl og virðiliga hevur viðgjørt hesa ætlan í smálutum. Hetta gjørdi Jan Petersen, fram- søgumaður í Føroyamálum hjá danska Javnaðarflokki- num, fyri lítlari løtu síðani greitt, tá vit hittu hann úti á ganginum í forsætismálaráðnum. Jan Petersen er sjálvur limur í 21 manna nevndini, ið er sett at fylgja og ráðgeva stjórnini undir samráð- ingunum við føroyingar. Tí hevur hann undan sam- ráðingunum verið á fundi við donsku stjórina fríggj- adagin, tá stjórnin ráðførdi seg við nevndina undan samráðingarfundinum. Á hesum fundi varð spurningurin um frælsan felags- skap viðgjørdur, og vil stjórnin ikki taka nakra greiða støðu til spurningin, fyrr enn hann er viðgjørdur væl og virðiliga. Kortini væntar Jan Petersen ikki, at hetta fer at darva samráðingum. Smálutirnir skulu viðgerast Mikudagur, kl. 19:30: Annar samráðingarfund- urin millum landsstýrið og donsku stjórnina um ríkis- rættarligu støðu Føroya er av Samráðingarfundurin millum landsstýrið og donsku stjórnina er júst av, og um eina løtu verður tíð- Samráðingarnar eru lidnar indafundur hildin í spegl- salinum í danska forsætis- ráðnum. Sum skilst, hevur sam- ráðingarandin verið góð- ur, og partarnir hava fing- ið avkláðað ein part av tí, teir høvdu sett sær fyri undan samráðingunum. Mikudagur, kl. 21:34: Samráðingarfundurin á Christ- iansborg er liðugur. Partarnir eru samdir um sjey punkt, m. a. um ríkisrættindini Men partarnir eru framvegis ósamdir um skiftistíðina. Forsætisráðharrin stendur fast við eina stutta skiftistíð. Hesaferð sigur hann, at talan verður um eina skiftistíð upp á fýra ár soleiðis, at stuðulin lækkar 20% um árið í fýra ár. Framvegis ósemja um skiftistíðina DAGFINN OLSEN OG EYÐUN KLAKSTEIN Formenninir í stóru and- støðuflokkunum halda, at samráðingarúrslitið hjá landsstýrinum higartil er vánaligt, og fer endaliga úrslitið bara at líkjast støð- uni í dag, fer tað at hava álvarsligar avleiðingar við sær fyri føroyska samfelag- ið. – Samráðingarnar eru ein vanlukka fyri tey, sum hava sett sínar vónir til, at lands- stýrið fór at fáa okkurt burt- ur úr, sigur Edmund Joen- sen, formaður í Sambands- flokkinum. – Tað er fullkomiliga greitt, at verður úrslitið av samráðingunum nakað, sum líkist støðuni í løtuni, so verður tað eitt stórt bakk- kast fyri føroyska samfelag- ið. Vit koma at uppliva fólkaflyting, stóra aftur- gongd í búskapinum og munandi lækking í livistøð- inum, sigur hann. Jóannes Eidesgaard, for- maður Javnaðarfloksins, metir, at talan var um ein løgnan tíðindafund eftir samráðingarumfarið týs- dagin. - Føroyingar tóktust glað- ir, men tað er løgið, tí hygg- ur ein eftir tí, ið kom burt- urúr, so er tað sera soltið, sigur Jóannes Eidesgaard. - Tá landsstýrið førir fram, at partarnir bert eru ósamdir um búskaparliga partin, so er tað ikki rætt, tí tað er frá danskari síðu ein røð av fyrivarnum allan vegin ígjøgnum, sigur Jóan- nes Eidesgaard, ið eisini heldur, at tá løgmaður og Helena Dam á Neystabø eru farin at práta um at útseta hetta við at seta fullveldið í gildi, so kann tað vera tekin um, at tey eru farin at ivast í síni søk. Fær álvarsligar fylgjur Edmund Joensen heldur, at loysingin fer at kosta nógv. – Samráðingarúrslitið higartil er langt frá tí, sum landsstýrið segði, at tað fór at fáa burtur úr. Landsstýrið segði, at føroyska samfelag- ið kundi halda fram uttan nakrar broytingar eftir eina loysing, men nú hava vit enn einaferð fingið staðfest, at fullveldið fer at hava álvarsligar fylgjur við sær. – Landsstýrið má koma heim og viðganga, at poli- tikkurin hjá teimum er ófor- svarligur, og so má lands- stýrið fara frá, so onnur kunnu koma til. Jóannes Eidesgaard legg- ur dent á, at Javnaðarflokk- urin er ímóti upplegginum hjá landsstýrinum, tí við hesum missir Føroya fólk nakrar møguleikar og nøkur rættindi. Hann heldur, at einki bendir á, at danska stjórnin er til at vika við- víkjandi skiftistíðini, har stjórnin eisini fekk fullan stuðul í Fólkatinginum. Eisini er formaður Javn- aðarfloksins ivaleysur í, at hetta merkir, at føroyski búskapurin má umleggjast og broytast, og at taparin verður vanligi lønmóttak- arin. Fáa stættarmun Jóannes Eidesgaard metir ikki fyribilsúrslitini av sam- ráðingunum millum Føroy- ar og Danmark boða frá góðum. - Við hesum missa før- oyingar øll rættindi. Tey, ið koma úr familjum við smá- um korum, hava havt møguleika at fáa sær út- búgving ókeypis í donskum skúlum, umframt at fáa stuðul av ymsum slag. Alt hetta hvørvur, umframt onnur rættindi og fyrimunir, ið eru av ómetaligum týdn- ingi fyri eina lítla tjóð, sigur Jóannes Eidesgaard. - Nú skulu vit sammetast við onnur Norðurlond, tá talan er um samstarv við Danmark. Ísland hevur í dag eina seravtalu um fría atgongd til danskar skúlar, men pening skal ein hóast alt hava við heimanífrá, sig- ur formaður Javnaðarfloks- ins. Han heldur, at hetta kann koma at merkja, at bert børnini hjá vælbjargaðum foreldrum hava møguleika at fara undir útbúgving, tí foreldrini eisini mugu spýta í. - Vandi er fyri einum sam- felag við stættarmuni, metir formaður Javnaðarfloksins. Andstøðan: Fullveldið fer at kosta nógv Stóru andstøðuflokkarnir halda, at fólkið verður stóri taparin, um Før- oyar taka fullveldi við nøkrum, sum líkist aktuellu samráðingarstøðuni Landsstýrið krevur upp- lýsingar um radarstøðina Landsstýrið krevur nú at fáa allar upplýsingar um radarstøðina á Sornfelli EYÐUN KLAKSTEIN Landsstýrið krevur nú at fáa allar upplýsingar um radar- støðina, sum danir hava í Føroyum. Á samráðingarfundinum í Keypmannahavn týsdagin bað landsstýrið donsku Umhugsa limaskap í NATO Landsstýrið sigur í einum uppleggi til fundin, at einar sjálvstøðugar Føroyar fara at vísa ábyrgd á trygdar- politiska umráðinum. Føroyar fara at samstarva við grannarnar um trygdar- og verjupolitikk, og Føroyar ætla at lata sítt ískoyti til at varðveita stabilitetin í norð- uratlantshavi. Landsstýrið umhugsar at søkja um limaskap í felags- skapinum Partnership for Peace, sum er ein nýggjur trygdar- og verjupolitiskur felagsskapur hjá NATO. Í løtuni er tað Danmark, sum avgerð trygdar- og verjupolitikkin hjá Føroy- um. Landsstýrið heldur, at ein avleiðing av hesum er, at Føroyar hava ikki fingið nøktandi innlit í tað, sum er farið fram í og kring Før- oyar, tá talan er um hernað- armál. Tí krevur landsstýrið nú, at danska stjórnin leggur øll kortini um radarstøðina í Føroyum á borðið. Landsstýrið vil hava at vita frá donsku stjórnini, hvussu eigaraviður- skiftini av radarstøðini á Sornfelli stjórnina svara sær spurn- ingum um radarstøðina á Sornfelli. Landsstýrið vil hava at vita, hvør tað er sum fíggjar radarstøðina, hvussu eigara- viðurskiftini eru og um danska stjórnin hevur gjørt sær tankar um, hvussu støð- in skal rekast, tá Føroyar fáa fullveldið. Harafturat spyr landsstýr- ið, um tað kann fáa øll skjøl, sum snúgva seg um radar- støðina. Landsstýrið vil hava greiði á hesum viðurskiftum fyri at fáa eina realistiska mynd av støðuni, verður sagt. Hesar upplýsingar vil landsstýrið hava fyri at rætta avgerðina kann takast um framtíðina hjá støðini. Ung list í Smiðjuni Stingið í sekkin - Um Høgni Hoydal er farin at práta um at yvirtaka stig fyri stig, so er hann ikki mentur at halda gomlu kós Tjóðveldisfloksins, men hevur lagt seg uppat tí, ið Sjálvstýrisflokkurin og aðrir flokkar hava staðið fyri. Um hetta er støðan, so vænti eg at tey koma heim og leggja kongin, sigur Jóannes Eidesgaard DAGFINN OLSEN Høgni Hoydal vísir í blað- num í dag á, at ein møgu- leiki, ið landsstýrið metir verða gongda leið, er at seta nýggja ríkissáttmálan í gildi í stigum. Heta merkir, at fullveldismálið er ikki av- greitt, fyrr enn um 15 ár. Formaðurin fyri annan av stóru andstøðuflokkunum, Javnaðarflokkinum, sigur, at um so er, so eiga sam- ráðingarfólkini at stinga í sekkin og koma heim. - Um Høgni Hoydal er farin at tosa um at taka yvir í stigum, so haldi eg at Tjóð- veldisflokkurin skal stinga í sekkin og siga, at teir koma ikki á mál í sínum ætlanum. Tað var ongantíð stig fyri stig politikkur, ið eyðkendi Tjóðveldisflokk- in, men heldur hinar flokk- arnar, meðan Tjóðveldis- flokkurin stóð á síðulinjuni og rópti um loysing her og nú, sigur formaður Javnað- arfloksins. Leggja kongin - Um Høgni Hoydal nú tosar um stig fyri stig, so má eg staðfesta, at nýggi formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum er ikki mentur at at halda fast við gomlu stevnu floksins, men heldur er farin yvir í stevnuskránna hjá Sjálvstýrisflokkinum og øðrum flokkum. Um hetta er støðan, so rokni eg við, at teir koma heim og leggja kongin, sigur Jóannes Eidesgaard. Ikki sambandflokkur Uppá spurningin, hvørt Javnaðarflokkurin ikki er bangin fyri, at fólk eru farin at hava ilt við at síggja mun á Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum, sigur Jóannes Eidesgaard, at sjálvsagt duga tey í flokk- inum at síggja henda vanda. Men hann leggur dent á, at flokkarnir eru als ikki líkir, tó teir hava kunnað sam- starvað í andstøðuni.. - Vit hava altíð verið ein Jóannes Eidesgaard metir, at um nýggi formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er farin at tosa um yvirtøku stig fyri stig, so er hann gingin burtur frá gomlu stevnu floksins, og eigur at koma heimaftru og leggja kongin Amariel í 20 ár á Gallarí St. Gertrud Eigarin av Gallarí St. Gertrud hitti Amariel Norðoy, tá hesin gekk á Kunstakademiet. Hetta varð byrjanin til samstarv, ið nú hevur staðið við í 20 ár Í 20 ár hevur føroyski lista- maðurin Amariel Norðoy samstarvað við Gallarí S.t Gertrud í Keypmannahavn. Líka nógvar framsýningar hevur hann havt har hesi árini, har tað er vorðin siður, progresivur flokkur í før- oyskum politikki. Vit ganga inn fyri broytingum og at vit gerast sjálvbjargin politiskt og fíggjarliga. Men tað nyttar ikki at leypa nøk- ur lið um í hesi gongdini. Fullveldisætlanin fer eftir úrslitinum og so má arbeið- ið gerast aftaná. Vit siga, at vit mugu gera arbeiðið fyrst, fyri síðan at síggja, hvat tað kann føra til og hvat vit megna. Vit kunnu ikki leypa á bláman, men hetta má gerast við skili, sigur formaður Javnaðar- floksins, Jóannes Eides- gaard. at hava eina framsýning við Norðoy hvørt ár í maj. Hetta 20 ár langa samstarv verður hildið við framsýning frá 6. til 26. maj, har altjóða kendi Karsten Vogel fer at leika saman við sínum tónleik- arum, umframt, at Annika Hoydal eisini luttekur. - do - Mynd: Jens Kristian Vang Í hesum døgum sýnir ungur listamaður fram í Smiðjuni í Lítluvík í Havn. Tað er 24 ára gamli Harry Knudsen úr Runavík, ið sýnir fram 16 oljumálning- ar. Myndevnini eru landsløg og okkurt bygdarlag. Hetta er fyrstu ferð, Harry sýnir fram, tí hann hevur ikki málað so longi. Hann er tó glaður fyri sítt frí- tíðarítriv.Við framsýningini ger hann eina roynd at vita, hvat fólk halda um máln- ingarnar, og um vert er at halda fram við penslinum. Eftir summarfrítiðina skal Harry til Danmarkar í skúla, men hann vónar at fáa stundir at halda fram við listini og at menna hesa framyvir. Opið er í Smiðjuni frá 1. maj til 4. maj frá klokkan 16 til 20. Harry Knudsen sýnir fram í Smiðjuni í hesum døgum Mynd: Jens K. Vang Le y g a rd ag i n e r o p i ð t il k l . 1 7.00 TILBOÐ FRÁ JUNGMANN HESA VIKUNA Le y g a rd ag i n e r o p i ð t il k l . 1 7.00 Sosialurin - 311820 Vit lata kr. 500,- fyri tín gamla klædning við keypi av einum nýggjum Saltangará • Heiðavegur • Tel. 448110