mikudagur 3. mai 2000síða 3
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 84 - 3. mai 2000
4
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 84 - 3. mai 2000
Eru nú farnir undir at
gera áskoðaraskýli
Norðoya Sparikassi
hevði stórt avlop
Annað árið á rað hevði Norðoya Sparikassi metstórt av-
lop. Á aðalfundinum fríggjakvøldið fóru stjórin og for-
maðurin fyri umsjónarráðið frá
EYÐUN KLAKSTEIN
Norðoya Sparikassa kom
inn nýggju øldina við einum
sera góðum úrslitið.
Í 1999 var avlopið hjá
sparikassanum í Norð-
oyggjum metstórt – annað
árið á rað. 18,1 milliónir
lógu eftir av vanliga rakstri-
num. Í 1998 var avlopið
16,5 milliónir krónur.
Netto rentuinntøkurnar
vuksu úr 37,1 milliónum í
1998 til 39,2 milliónir í
1999. Hetta var tí, at út-
lánini í fjør øktust, sam-
stundis sum árið var merkt
av rentuhækking.
Útlánini vuksu við 100
milliónum í fjør, meðan inn-
lánini vuksu við 9 millión-
um. Hetta ger, at gjaldføri
hjá Norðoya Sparikassa er
fallandi, men tað er fram-
vegis gott.
Útskiftingar
Gjaldførið er nú 78,5% av
stuttfreistaðu
skyldum
Sparikassans. Lógin krevur
15%.
Eginpeningurin vaks við
16,5 milliónum og er nú
167 milliónir krónur.
Á aðalfundinum, sum var
fríggjakvøldið, fór stjórin
Norðoya Sparikassa, Jóan-
nes Poulsen, frá. Nýggjur
stjóri er 33 ára gamli Eyð-
finn Reyðberg, sum júst
hevur verið í Danmark og
tikið HD. Hann starvaðist
frammanundan í sparikass-
anum í 12 ár.
Eisini formaðurin fyri
umsjónarráðið,
Jógvan
Elias Joensen, fór úr sínum
sessi. Hann valdi at taka seg
aftur fyri aldur, og nýggjur
maður í hansara sessi verður
Óli Marner Christiansen,
sum er 40 ára gamal.
Miss Linda og Hjarnar undirhalda
Leygarkvøldið
verður
dansur í ítróttarhøllini í
Runavík.
Føroyski rockbólkurin,
Hjarnar, fer at spæla og
eisini verður diskotek.
Umframt tónleikaliga
undirhaldið verður eisini
eitt meira eksotisk ískoyti.
Fyrireikararnir
hava
fingið Miss Lindu at vitja
hendan vegin, og kvinnan,
sum kemur úr Kanada, fer
at dansa erotiskan dans á
pallinum.
Tað fer ivaleyst at gera
tað heitt í høllini, men tað
plaga ikki at verða trupul-
leikar við at fáa kølt av í
føroyska veðurlagnum
Tað er NSÍ, sum stendur
fyri dansinum, og úr Run-
avík lova tey gott undir-
hald.
Nú er arbeiðið at gera á-
skoðaraskýlið við vøllin í
Klaksvík umsíðir farið í
gongd.
Tosað hevur verið um at
gera nýtt skýlið, síðani tað
gamla fór í eini ódn seint í
80’unum. Fleiri ferðir hava
ítøkiligar ætlanir verið á
borðinum, men ikki fyrr enn
nú er álvari gjørt av hesum
ætlanum.
Leingi var ósemja um,
hvørju megin vøllin skýlið
skuldi verið, men nú er
nakað síðani, at avgerðin
varð tikin um, at nýggja
skýlið skal vera á sama
staði, sum tað gamla stóð.
Verkæltanin, sum umfatar
650 áskoðarapláss, almenn
toilett og serliga pláss til
rørslutarna, kostar 3,5 milli-
ónir.
Klaksvíkar
kommuna
hevur gjørt sáttmála við Pól
Kristoffur Joensen, sum
skal gera skýlið. Arbeiðið
er farið í gongd, og ætlanin
er, at skýlið skal standa lið-
ugt um miðjan august.
Møguligt at byggja út
Tað eru Klaksvíkar komm-
una, Føroya Landsstýrið,
KÍ, NFÍ og Áskoðarafelagið
hjá KÍ, sum standa fyri fígg-
ingini av skýlinum.
Skýlið verður gjørt so-
leiðis, at møguligt verður at
byggja út, um onkur av
teimum, sum fíggja skýlið,
hava áhugað í at fáa sær høli
í skýlinum.
Verkæltanin var fyrr í ár
munandi størri, men neyð-
ugt hevur verið at skorið av
verkætlanini, so hon sam-
svarar betur við fíggjarligu
orkuna hjá kommununi.
Skýlið kemur at standa
tætt við vøllin, og tað er
stutt frá vøllinum og upp á
fyrstu
áskoðaraplássini.
Hetta verður gjørt fyri at
varðveita tættleikan millum
vøllin og áskoðararnar.
ek
Allir taka ómaksgjøld
Tað nyttar einki at skifta
peningastovn fyri at sleppa
undan ómaksgjøldum í
sambandi við flytingar.
Føroya Banki og Føroya
Sparikassi hava fyri tíð
síðani boðað frá, at teir fara
at taka hesi gjøld.
Og eisini Norðoya Spari-
kassi, sum hevði aðalfund
um vikuskiftið, fer í fram-
tíðini at taka ómaksgjøld frá
viðskiftafólki, tá tey skulu
gera bankaflytingar.
Ætlanin hjá peninga-
stovnunum er at sleppa und-
an einum parti av hesum ar-
beiði, tí væntandi er, at fleiri
viðskiftafólk fara at brúka
heimabankan
og
gera
flytingar av síni egnu teldu,
tá bankarnir fara at taka
gjøldini.
Vit hava eisini skilt á
langum, at nógv fólk hava
skrásett seg sum brúkara av
heimabankanum, eftir at tað
kom fram, at gjøld verða
løgd á bankaflytingar fram-
yvir.
ek
Nýggjur stjóri er 33 ára
gamli Eyðfinn Reyðberg,
sum júst hevur verið í
Danmark og tikið HD
Í kvøld, mikuvøldið klokk-
an 19.00, verður Norðoya-
stevnufundur í Býráðshøll-
ini í Klaksvík. Øll ítróttar-
feløg, frítíðarfeløg og ein-
staklingar, sum eru áhugað
at gera Norðoyastevnuna
2000 so fjølbroytta sum
møguligt eru vælkomin.
Norðoya
Frítíðar
og
Leiðandi spurningar
»Rullandi redaktiónin «á Sosialinum spyr, sum hon vil hava svar
Av tí at villa var komin í tekstin til
tekningina hjá Óla P í blaðnum í
gjár, prenta vit tekningina umaftur
Norðoyastevnufundur í kvøld
Ítróttarráð hevur fastlagt, at
stevnan verður í døgunum
frá 1. Juni til 6. Juni, tað vil
siga, at stevnan verður tveir
dagar longri enn vanligt.
Á norðoyastevnuni 1999
stóð NFÍ fyri øllum tiltøku-
num á stevnuni, og sum
heild eydnaðist stevnan stak
væl, og nú stevnan verður
tveir dagar longri, er ætlan-
in, at gera Norðoyastevnuna
2000 enn betur og fjøl-
broyttari enn 1999, og til tað
krevst, at nógv feløg og ein-
staklingar møta upp til
fundin í kvøld kl. 19.00,
sigur NFÍ.
JÁKUP MØRK
Ofta hevur verið tikið til, at
føroysku genturnar eru
millum vakrastu sprundini
í heiminum. Onkur hevur
kanska hildið, at hetta at
kallað bert hevur verið eitt
slag av tjóðskaparkenslu,
men nú tykist vera staðfest,
at tað veruliga er nakað um
tosið.
Fyri stuttum fóru 11 før-
oyskar gentur av landinum
við kós móti stóra súrepli-
num, New York. Endamálið
við túrinum var luttøka á
eini risastórari modelfram-
sýning, har stóru altjóða
modelstovurnar eisini eru
umboðaðar.
Gekk framúr
Tilsamans vóru eini 2.000
ungfólk við á framsýning-
ini, og vórðu hesi so aftur
býtt í smærri bólkar, alt eftir
stødd og aldri.
Hóast stóra luttakaratalið,
so smæddust føroysku gent-
urnar ikki burtur á nakran
hátt. Gissur Patursson, sum
hevur við gentunum á ferð-
ini sigur frá, at føroysku
genturnar høvdu ikki færri
enn 35 steyp og heiðurs-
merki við sær, nú tær komu
heim aftur, og at hetta var
nógv tað mesta, sammett
við støddina av landinum.
Gissur letur annars sera
væl at ferðini. Einki klandur
ella rok hevur verið hesar
báðar vikurnar, og sjálvur
hevði hann hug at saman-
bera bólkin við væl sam-
anspælt hondbóltslið, har alt
svingar, sum tað skal.
Vinningarnir, sum gent-
urnar fingu, vóru innan øll
sløg av framsýningum, eins
og teir vóru spjaddi yvir
fleiri av ymsu bólkunum.
Tað tóktist nærum, sum var
tað líkamikið, hvat føroysku
diddurnar
tókust
við.
Myndatøku, sjónvarpsupp-
tøkur, Catwalk ella sangur,
føroysku genturnar vóru
frammalaga í øllum, og sum
sagt, so sýndu dómararnir
teimum stóran ans, tá stigini
skuldu latast fyri avrik
teirra.
Eitt er, at dómararnir á
framsýningini sýndu føroy-
sku gentunum stóran ans,
men stóru modelstovurnar
raknaðu so sanniliga eisini
við.
Gravgang-
ur eftir
føroysku
gentunum
Stóru altjóða modelstovurnar nærum
detta um hvørja aðra í jagstranini
eftir føroysku gentunum, sum júst eru
afturkomnar úr New York
Innbjóðingar í
hópatali
Eftir framsýningina høvdu
modellstovurnar nevnliga
høvi til at seta seg í sam-
band við ymsu modellini,
har tey so fingu høvi til at
hyggja nærri at teimum,
eins og onkur eisini varð
biðin um at koma til sam-
røðu.
Óluvá Johannessen, sum
er ein av føroysku modell-
unum, sigur við Sosialin, at
tær frammanundan fingu at
vita, at um eini 8 samrøðu
komu upp á tal, varð hetta
at meta sum sera gott. Tá
tað so verður lagt afturat, at
fleiri í føroyska bólkinum
fingu fimtan, tjúgu og tre-
divu innbjóðingar, er einki
at siga til, at føroyska lut-
tøkan hevur verið tað, tey
rópa ein rimmar succes.
Sum skilst, so vóru hinir
luttakararnir á sýningi eisini
ovfarnir av, hvussu óðir so-
nevndu »head-hunters« vór-
u eftir diddunum úr Atlants-
havinum.
Fyri nøkrum mánaðum
síðani høvdu vit her í blað-
num samrøðu við Óluvá.
Hon greiddi tá frá, at hon
sum so ikki væntaði sær na-
kað av ferðini, men at hon
bert tók hetta sum eina stóra
uppliving.
Nú er í øllum førum stað-
fest, at ferðin verið ein risa-
Óluvá Johannessen er ein av føroysku gentunum, sum júst er afturkomin úr New York. Síðani luttøkuna á stóru fram-
sýningini í New York, hava samrøðurnar við ymsu modelstovurnar verið nógvar í tali
stór uppliving, bæði fyri Ó-
luvá og hinar genturnar.
Modellstovu sum Eileen
Ford og Elite Models ljóða
kanska forkunnugt og veru-
leikafjart í okkara oyrum,
men hesar vóru sjálvandi
eisini millum hyggjararnar,
sum á sýningini royndu at
fáa fatur á nýggjum and-
litum til komandi uppgávur.
Ikki er tó líkt til, at Óluvá
hevur mist sambandi við
jarðarflatuna, nú hon er
komin aftur í heimliga um-
hvørvið. Tá vit hittu hana á
málið, var tað júst hin sama
jarðbundna gentan, sum vit
tosaðu við fyri hálvum ári
síðani, og hetta man helst
eisini vera ein góður egin-
leiki, skuldi tað borið so-
leiðis á, at hon í framtíðini
skal út um landoddarnar at
royna seg.
Tað er gjøgnum Icelandic
Models, at luttøkan hjá før-
oysku gentunum er fingin í
lag, og stjórin hjá hesum,
Kollbrún Aðalsteinsdóttir,
sigur við Sosialin, at tele-
fonin so at siga hevur gingið
heit síðani framsýningina.
Allar tær stóru modelstov-
urnar vilja hava fatur á
føroysku gentunum, og hó-
ast einki enn er endaliga av-
gjørt, so ljóðar tað als ikki
óhugsandi, at onkrar av hes-
um eisini fáa møguleikan at
royna seg úti í stóru verð.