mikudagur 3. mai 2000síða 2
‹ fyrra síða allar 34 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 85 - 4. mai 2000
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jonhard Hammer
Dagbjørt S. Hansen
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dánjal Højgaard
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
Eyðun Klakstein
Høgni Mohr
Ítróttur: Jákup Mørk
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Álvur Haraldsen
Útgevari, uppseting:
Sp/f Sosialurin
Bústaður:
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail: post@sosialurin.fo
Lýsingar: lysing@sosialurin.fo
Internet: www.sosialurin.fo
Prent: Sosialurin
Sosialurin
Oddagrein
Mugu broyta kós
Eftir samráðingarnar týsdagin tykist greitt,
at landsstýrið má sleppa ætlanini at skipa
Føroyar sukm fullveldi í ár ella næsta ár.
Tá stjórnin - og eitt samt fólkating - heldur
fast um, at skiftistíðin bara verður 4-5 ár,
er eingin annar møguleiki enn at ýta av á
nýggjum.
Landsstýrið fer ikki at leggja eitt samráð-
ingarúrslit, sum var so soltið, út til eina
fólkaatkvøðu. Tað kom týðuliga til sjóndar,
tá løgmaður, Anfinn Kallsberg, og Helena
Dam á Neystabø, fingu henda spurningin.
Løgmaður nevndi møguleikan at útsesta
dagin fyri, nær fullveldi so skal koma í
gildi.
Henda áskoðanin hjá umboðunum fyri
Fólkaflokin og Sjálvstýrisflokkin kann ikki
tulkast øðrvísi enn, at tey eru ikki so viss
í síni fullveldissøk »her og nú«. Tað hevur
annars verið aðalmálið hjá samgonguni -
at boða frá fullveldinum. Um tað so eisini
merkir, at tann realistiski vongurin í hesum
flokkum fær tala leiðslunar til rætiis, er
ein annar spurningur.
Í tí sambandi er vert at minnast á, at
Sjálvstýrisflokkuri hevur landsfund um vik-
uskiftið og á áskoðanina hjá Hilmari Kass
fyri stuttum. Fyrrverandi leiðari Sjálvstýr-
isfloksins segði við Sosialin, at tilgongdin
gekk alt ov skjótt. Hann helti meiri til kósina
hjá Javnaðarflokkinum, sum ein stórur
partur av sjálvsstýrisveljarunum letur til
at taka undir við. Somu skrift hevur løg-
maður helst eisini sæð og hoyrt, tí fólka-
floksfólk eru alt annað enn fegin við víð-
gongdu fullveldisætlanina hjá landsstýri-
num.
Tá hetta er sagt, skal kortini leggjast aft-
urat, at talan er enn bara um fyrsta veru-
liga samráðingarfundin, og at langt er enn
á mál. Hesuferð eydnaðist at fáa í lag
samskifti millum partarnar, og tað kann
enda við, at danska stjórnin fer at slaka
bæði viðvíkjandi búskaparligari tillaging-
artíð og ríkisborgararættinum.
Hinvegin skal einaferð afturat sláast fast,
at ein meiriluti - ella tann størsti minnilutin
- vil heldur hava víðgongt sjálvsstýri í
staðin fyri fullveldi. Spurningurin er tí, um
politisku flokkarnir ikki skulu venda sær
tann vegin og fáa eina breiða undirtøku
fyri einum slíkum møguleika. Hvørki Tjóð-
veldisflokkurin ella loysingarparturin í
Fólkaflokkinum hava nakað at missa, um
vit velja eina stig fyri stig skipan, sum bæði
Javnaðarflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og
Miðflokkurin helst kunnu taka undir við.
Viðmerking:
Haldi tað var láturligt at
síggja og hoyra landsins
hægstu fólk so fegin og væl-
nøgd aftaná samráðingarnar
týskvøldið 2. mai. Tí skal
man taka samanum hetta
annað samráðingarumfarið,
ber illa til at síggja at lands-
stýrið hevði nakað annað
positivt úrslit av samráðing-
unum at frøðast um, enn
bara hetta, at landsstýrið í
heila tikið slapp at tosa við
donsku stjórnina um sítt
uppskot til nýggja sáttmála
landanna millum. Tí virkar
nøgdin og frøðin hjá løg-
manni, og serliga vara-,
sum frøðin hjá børnum um
at verða sloppin við í føð-
ingardag. Nyrup tyktist eis-
ini hesaferð so blíðmæltur
og vælupplagdur sum sann-
ur veitsluvertur, men í ver-
uleikanum fingu okkara
fólk somu boðini hesu ferð
sum tey fingu fyrstu ferð.
Tann størsti munurin er, at
tá tók Nyrup tey við jarn-
handskanum — hesa ferð
var tað við floyalshandskum
og mjúkari rødd.
Tað er ein stórur fyrimun-
ur í tí, tí tá eydnaðist lands-
stýrinum at venda allan á-
hugan frá tí ússaliga úrsliti-
num til eina øsing um ófant-
aligu framferðina hjá Ny-
rup. Hesaferð ber tað ikki
til: Nú stendur tað veruliga
úrslitið, tey eru komnir aftur
við, nakið og opið
Tá spurningur er, hvat
landsstýrið veruliga fekk
heim við sær úr samráðing-
unum, er svarið ógviliga
stutt og einfalt: onki sum
kann bjarga fullveldisætlan-
ini!
Teir seinastu dagarnar
upp undir samráðingarnar
gjørdi landsstýrið tað til eitt
altavgerandi og ultimativt
krav: at danska stjórnin játt-
aði vilja sín til at gera ein
sáttmála um frælsan felags-
skap landanna millum á
tann hátt, sum landsstýrið
skjýtur upp í sínum upp-
skoti til sáttmála millum ”de
høje kontraherede parter”,
Fullveldið
Føroyar
og
Kongsríki Danmarkar.
Hetta lyftið fingu tey ikki.
Danska stjórnin endurtók
hinvegin tað, sum hon
frammanundan hevur sagt
nógvar ferðir uppísaman, at
vilja føroyingar hava loys-
ing, skulu teir sjálvandi fáa
tað, og sjálvandi verður í tí
sambandi neyðugt at gera
okkurt slag av avtalu um
samstarv landanna millum.
Men stjórnin endurtók eis-
ini, at vilja føroyingar hava
fullveldi, skulu teir longu
eftir 4 árum gjalda tann fulla
kostnaðin fyri tað, sam-
stundis sum øll statsborgar-
arættindi hjá føroyingum í
ríkisfelagsskapinum detta
burtur við tað sama!
Aftur fyri hetta er tað lítil
uggi at fáa at vita, at danska
stjórnin er til reiðar at virka
fyri at føroyingar fáa somu
rættindir til útbúgving í
norðanlondum, sum íslend-
ingar hava! Hetta snýr seg
jú bara um sjálva atgongd-
ina til universitetini. Tað
merkir snøgt sagt, at allir
fyrimunirnir hjá føroyskum
skúlaungdómi — og tað eru
nógv onnur enn bara tey les-
andi við hægru læristovn-
arnar, og tað snýr seg um
nógv meir enn bara lestrar-
stuðulin - detta burtur.
Tað størsta — og nógv álv-
arsamasta — vónbrotið er
tó, at búskaparliga skiftis-
tíðin verður bara 4 ár, ikki
bara til sjálvan blokkin, men
til allar tær 1,3 mia, sum
donsku ríkisútreiðslurnar til
Føroyar eru. Og komandi
fíggjarlógin verður tann
síðsta við óskerdari dansk-
ari ríkisveiting. Um hálvt-
annað ár byrjar minkingin í
4 jøvnum kutum, so at frá
1. jan. 2006 verður føroyski
búskapurin árliga 1,3 mia.
kr. minni enn í dag.
Sjálvt um danska stjórnin
hevði slakað í hesum — og
tað er onki sum bendir á tað
— og skiftistíðin bleiv tað
dupulta ella trýdupulta,
hevði føroyski búskapurin
ikki tolað slíka drening, og
føroyska vælferðarsamfel-
agið hevði rætt og slætt
kollsiglt.
Varaløgmaður setir nú sítt
álit á, at táið hann á 3. sam-
ráðingarumfarinum t. 15.
juni fer at krevja stjórnina
eftir eini grundgeving fyri,
hví hon bara vil ganga við
til 4 ár, so kemur Nyrup í
neyð og veit ikkim hvat
hann skal svara.
Men kanska nýtist vara-
løgmaður ikki at fara so
langt fyri at leita eftir svar-
inum. Tí hvør hevur elt og
bakað hetta karga breyðið,
sum Nyrup nú tekur úr ovn-
inum og borðreiðir fyri
samráðingarfólkum okk-
ara? Tað hevur ongin annar
enn landsstýrisfólkini sjálv-
ir og samgongutinglimirnir
annars, so sum tey hava
skrólað um hvussu ófatiliga
sterkur føroyski búskapurin
er. Tey hava spart og lagt til
síðis til fullveldið, og nýtt
eitthvørt høvi at reypað av
teim veldugu árligu avlop-
unum á føroysku fíggjarlóg-
ini. Tey hava gjørt búskap-
arligar framrokningar, har
tey veldugu avlopini bara
halda fram og búskapar-
vøksturin verður tann fimm-
dupulti av tí sum framkom-
in lond vanliga rokna við.
Tey hava sagt ferð eftir ferð,
at vit longu nú klára okkum
uttan ríkisveitingina, tí
blokkurin fer allur inn á
bók. Og hvussu hava tey
ikki júkað um, at stuðulin
úr Danmark bara er til for-
treð og er størsti skaðagrip-
ur í føroyska búskapinum!
Nei, løgmaður og vara-
hava onki at fegnast um.
Tvørturímóti. Halda teir seg
hava verið í Keypmanna-
havn og vunnið ein sigur,
so mugu vit siga: guð náði
okkum um teir vinna fleiri
av hasum slagnum.
Hans Pauli Strøm,
javnaðartingmaður
Hesa ferð við floyals-
handskum og mjúkari rødd
- men úrslitið var hitt sama
Sjálvstýri, loysing
Stutt fyri jól stóð eitt svar
ella ein viðmerking til end-
urgáva í Oyggjatíðindum
fyrst í desember av fyrstu
av 6 smávegis styttum smá-
vegis broyttum greinum,
sum fyrr hava staðið í Dag-
blaðnum frá februar/mars
1995 og framhaldandi, 28
íalt, í Oyggjatíðindum til
fyri treimum árum síðani.
Trúgvi F. Guttesen sigur,
at eg eri ørkymlaður um rík-
isfelagsskapsmálið
sum
hann væl skilir, leggur hann
aftrat, og at eg vil hava sam-
bandskar, dansk sinnaðar
føroyingar at fylta niður aft-
aná eitt fullveldi. Hetta sein-
asta ivist eg í er vent til mín
persónliga. Eg helt, at ongin
grund var til at ivast í, at eg
eri á loysingarsíðu. Eg haldi
meg ikki hava sagt nakra-
staðni í greinunum, at sam-
bandskir føroyingar skulu
flyta niður aftaná fullveldi,
heldur ikki lagt upp til tað.
Her skal eg leggja aftrat, at
sjálvandi hava føroyingar,
sum hava føroyskan bústað-
arrætt, somu rættindi.
Trúgvi F. Guttesen nevnir
so eitt uppskot um samríki
við Danmark í sama við-
fangi, sum tosið um ørkym-
lanina um ríkisrættarligu
viðurskiftini, so hann kemur
næstan at siga, at eg skuldi
kunnað tikið undir við tí.
Tað geri eg ikki. Í uppskot-
inum, Sambandsflokkurin
arbeiðir við nú, um Samríki,
er onki nýtt hent frá støðuni
frammanundan eins og í rík-
isfelagsskapsuppskotinum
hjá J. Eidesgaard fyri
Javnaðarflokkin
undir
navninum
Sjálvstýri.
Hvørki brýtur við ríkisfel-
agsskapin, sum hann higar-
til er kendur. Hetta er eisini
trupult, tí gera tey tað, skal
sambandsflokkurin næstan
til at niðurleggja seg sjálv-
an. Javnaðarflokkurin skal
til at taka frástøðu frá fyrru
søgu síni, tí undir krígnum,
serliga í 1946.
Eisini sigur Trúgvi F.
Guttesen, skilt við hetta, at
eg skal hava skrivað í grein-
unum, at summir føroyingar
síggja niður á aðrar orsakað
av politiskari støðutakan á
hvør sínari síðu í loysingar-
málinum. Tað ljóðar sum
um tað er sagt í tí smáa í
dagligdegnum, sum eg ikki
minnist meg hava sagt og
kann láturliggera trupulleik-
an. Eg nevni hetta í sam-
band við starvseting í tí al-
menna og alment líknandi
størvum, hjar so nógv er
goldið úr Danmark, so støð-
an til tað landið illa er uttan-
umkomandi at hava týdn-
ing. Tað er ikki so nógv at
síggja niður á sum at vit ikki
eru javnbjóðissettir har.
Skúlin er í flestu førum í
Keypmannahavn ella Áar-
ósa og øðrum býum niðri.
Samskiftið har endar fyrr
ella seinni hjá dønum, tá
lagað skal verða fyri starvi.
Hetta er viðmerking til
mesta ella alt av tí, ið stóð í
stutta stubbanum í Dimma-
lætting stutt inn í desember
síðsta ár, endurtikið á síðu
2 í Sosialinum fáar dagar
seinni.
Mannbjørn J. Jacobsen
Lesið eisini Sosialin
á Internetinum
www.sosialurin.fo
JOHN JOHANNESSEN
ÚR KEYPMANNAHAVN
Danska stjórnin og lands-
stýrið eru vorðin samd á
sjey ymsum økjum eftir
annan samráðingarfundin
um ríkisrættarligu støðu
Føroya. Men partarnir eru
ikki vorðnir samdir um
skiftistíðina.
Hetta var úrslitið eftir átta
tíma langa samráðingar-
fundin í danska forsætisráð-
num týsdagin 2. mei.
Landsstýrið staðfestir, at
partarnir eru vorðnir samdir
um:
– At danska stjórnin er til
reiðar at gera eina avtalu
um, at Føroyar fáa fult
sjálvræði í einum felags-
skapi við Danmark, um før-
oyska fólkið ymskir hetta.
– At samráðingarupp-
leggið, landsstýrið legið fyri
donsku stjórnina á fyrsta
fundinum 17. mars, verður
grundarlag undir framhald-
andi samráðingunum.
– At danska stjórnin er til
reiðar at samstarva um
gjaldoyraviðurskifti
í
nýggja felagsskapinum.
– At danska stjórnin er til
reiðar at samstarva um at
umsita ymsik málsøki í fel-
agsskapinum.
– At danska stjórnin er til
reiðar at gera eina skipan,
ið letur føroyingar búsitandi
í Danmark varðveita somu
rættindi, sum teir í løtuni
hava. Harafturat eru part-
arnir eisini vorðnir samdir
um at samráðast um serligar
avtalur um rættindi hjá til
dømis føroyskum sjómonn-
um í danska handilsflota-
num.
Partarnir gjørdust eisini
samdir um, at danska stjórn-
in skal virka fyri, at føroy-
ingar skulu fáa somu rætt-
indi til útbúgvingar í Norð-
urlondum, sum íslendingar.
Tað vil siga, at virkast skal
fyri, at føroyingar kunnu út-
búgva seg ókeypis í øllum
Norðurlondum.
Seinasta punktið, partar-
nir gjørdust samdir um, var,
at endamálið við framhald-
andi samráðingunum skal
vera at skapa konkreta inn-
ihaldið av einum nýggjum
fólkarættarligum
felags-
skapi millum londini bæði.
Halda fast um
skiftistíðina
Hóast danski forsætisráð-
harrin nikkaði játtandi, tá
løgmaður á tíðindafundu-
num í speglsalinum eftir
samráðingarfundin reksaði
upp hesi sjey punktini, var
andin ikki júst tann sami, tá
komið varð inn á búskapar-
ligu skiftistíðina.
Landsstýrið og danska
stjórnin eru nevniliga enn
rúkandi ósamd um innihald-
ið av skiftistíðini. Kravið frá
landsstýrinum er ein bú-
skaparlig skiftistíð á 15 ár,
har blokkstuðulin fellur
javnt øll árini. Tilboðið frá
donsku stjórnini er ein skift-
istíð á 5 ár, har blokkstuð-
ulin fellur javnt við 20 pros-
entum av 1,3 milliard um
árið til einki er eftir. Ætlanin
hjá donsku stjórnini er, at
skiftistíðin skal byrja í 2002
og enda í 2006.
Hetta tilboðið vil lands-
stýrið ikki hoyra um. Bæði
løgmaður og Høgni Hoydal,
landsstýrismaður í sjálv-
stýrismálum, eru samdir
um, at hetta er ein skiftistíð,
føroyska fólkið ikki fer at
góðtaka á einari fólkaat-
kvøðu.
Men bæði løgmaður og
Høgni Hoydal rokna við, at
tað fer at bera til at samráða
seg til eina betri skiftistíð,
enn hana, danska stjórnin
skjýtur upp. Hetta ætla teir
sær at klára á næsta sam-
ráðingarfundinum,
sum
Bert skift-
istíðin eftir
verður í Keypmannahavn
15. juni.
Fleiri trumfir
Landsstýrið hevur fleiri
trumfir at leggja á samráð-
ingarborðið í forsætismála-
ráðnum 15. juni, ið kunnu
gera, at danska stjórnin fer
at góðtaka eina aðra skifti-
skipan enn hana á 5 ár.
Ein av trufunum er, at
møguligar føroyskar olju-
inntøkur skulu vigast upp
ímóti blokkstuðulinum í
eini skiftistíð á 15 ár.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismálum,
sigur seg hava eina kenslu
av, at danska stjórnin ikki
er blind fyri hesum møgu-
leika.
Ein annar møguleiki, sum
landsstýrið tó ikki í fyrsta
umfari ætlar sær at seta
fram sum krav móti donsku
stjórnini, er at øll uttan-
landsskuldin í ríkinum verð-
ur løgd saman og síðani býtt
millum partarnar eftir fólk-
atali. Fyri føroyingar merkir
hetta, at meginparturin av
føroysku uttanlandsskuldini
á meira enn 6 milliardir
verður avskirvaður. Dan-
mark hevur nevniliga ikki
nakra serliga uttanlands-
skuld, og tá okkara 6 milli-
ónir verða býttar eftir fólk-
atali millum Føroyar og
Danmark, er lítið eftir hjá
føroyingum at gjalda.
Høgni Hoydal vísir tó í
hesum sambandi á, at hann
ikki heldur tað vera rætt av
føroyingum at renna undan
skuldini. Men hann leggur
afturat, at hetta í veruleika-
num er ein møguleiki, ið
danski fíggjarmálaráðharr-
in, Mogens Lykketoft, vísti
á undir samráðingunum týs-
dagin.
Mogens Lykketoft vísti
nevniliga á, at tá føroyingar
sambært sáttmálauppskoti-
num ynskja at taka yvir
rískisognir
í
Føroyum,
mugu teir eisini vera sinn-
aðir at taka yvir rískisskuld.
Ein
triðji
møguleiki,
landsstýrið sær fyri skiftis-
tíð, er at seta nýggja ríkis-
sáttmálan í gildi í stigum,
soleiðis, at fullveldismálið
ikki er endaliga avgreitt fyrr
enn um eini 15 ár.
Hvussu Føroyar kunnu
fáa eina trygga skiftisskip-
an, fer landsstýrið at ráðføra
seg við uttanlandsnevdina
um.
Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri og Anfinn Kallsberg, løgmaður á tíðndafundi á Christiansborg týskvøldið
Mynd: FØROYSKA TÍÐINDASTOVAN
Landsstýrið og danska stjórnin eru
vorðin samd á fleiri økjum eftir annað
umfar av samráðingunum um ríkis-
rættarligu støðu Føroya. Tó eru part-
arnir enn ósamdir um skiftistíðina
JOHN JOHANNESSEN
ÚR KEYPMANNAHAVN
Høgni Hoydal, landsstýris-
maður í sjálvstýrismálum,
er fegin um, at samráðing-
arnar um ríkisrættarligu
støðuna nú eru vorðnar real-
itetssamráðingar og ikki
revolvarapolitikkur, eins og
samráðingarnar 17. mars.
Landsstýrismaðurin sig-
ur, at nú er tokið umsíðir
farið í gongd. Danska
stjórnin var opin fyri at við-
gera málini, landsstýrið
hevði kraft at fáa á dags-
skránna, og útmeldingarnar
vóru í øllum førum posi-
tivar, uttan tá talan var um
skiftistíðina. Tí metir Høgni
Hoydal bert eitt høvuðsmál
enn vera eftir at fáa greiðu
á, áðrenn sigast kann, at eitt
endaligt samráðingarúrslit
so smátt er við at koma und-
ir land.
Væntaði verri úrlist
Høgni Hoydal sigur, at hann
í veruleikanum ikki hevði
væntað, at samráðingar-
fundurin týsdagin fór at
gangast so mikið væl. Hann
væntaði áðrenn samráðing-
arfundin, at danska stjórnin
enn einaferð fór at vísa før-
oyska samráðingarútspæli-
num aftur og koma við ein-
um alternativum uppskoti,
eins og hon gjørdi á fyrsta
samráðingarfundinum 17.
mars.
– Eg má siga, at eg eri
glaður fyri, at danska stjórn-
in ikki var so avvísandi hes-
aferð, sigur Høgni Hoydal.
Hann greiðir frá, at stjórnin
reisti nógvar trupulleikar í
sambandi við ymsik viður-
skifti undir hesum samráð-
ingunum. Men tá føroying-
arnir komu við sínum
grundgevingum, var eingin
trupulleiki.
Høgni Hoydal sigur, at tá
kjakast varð um rættindini
hjá føroyingum í Danmark
í einum nýggjum ríkisrætt-
arligum sáttmála, løgdu
danir hart út. Men tá føroy-
ingar komu við sínum
grundgevingum og vístu á,
at talan er um rættindi hjá
dønum í Føroyum, eins væl
og hjá føroyingum í Dan-
mark, blotnaði harða linjan
hjá stjórnini.
Skiftistíðin
er taktikkur
Høgni Hoydal sigur seg
rokna við, at danski forsæt-
isráðharrin heldur fast um
hørðu linjuna viðvíkjandi
skiftistíðini av tveimum ør-
søkum. Onnur er, at hann
veit, at stutt skiftistíð ger
undirtøkuna
fyri
ætlan
landsstýrisins veikari í Før-
oyum, og hin er, at Poul
Nyrup Rasmussen roynir at
styrkja
seg
innanríkis-
politiskt í Danmark.
Landsstýrismaðurin
í
sjálvstýrismálum ger vart
Tokið er farið
Høgni Hoydal fegnast um, at fullveldistokið veruliga fór í
gongd undir samráðingunum týsdagin. Men hann ásann-
ar, at vognurin við skiftistíðini koyrir á einum síðuspori
við, at danska stjórnin hevði
ógvuliga torført við at
grundgeva ímóti, at geva
danir ikki føroyingum eina
rímuliga skiftistíð, verða
teir noyddir at rinda føroy-
ingum milliardaupphæddir
í minst 20 ár afturat.
Eisini sigur Høgni Hoydal,
at danska stjórnin gav nógv
positivari útmeldingar um
skiftistíðina á samráðingar-
fundinum enn á tíðinda-
fundinum.
Høgni Hoydal heldur, at danska stjórnin var eitt sindur kontantari viðvíkjandi skiftis-
tíðini á tíðindafundinum enn hon var undir samráðingunum
Mynd: FØROYSKA TÍÐINDASTOVAN