Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. januar 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A Síða 14 Nr. 6 — 12. JANUAR 1993 Nils Trulsvik, stjóri í seismikfyritókuni Nopec: Altjóða olju- feløg stóran áhuga fyri Feroyum Bíða nú bert eftir úrslitum frá seismiskum kanningum. Norska fyritókan Nopec bjóðar seg fram at gera hesar kanningar ókeypis. Tær kosta teimum einar 30 mill. kr. Møguleiki er at byrja longu í vár og hava eitt úrslit við árslok. Fyritókan hevði í farnu viku fund við lands- stýrið saman vid umboðum frá føroyska fel- agnum Kolan, sum hevur søkt um loyvi at byrja seismiskar kanningar. Nils Trulsvik, stjóri sigur, at teir arbeiða við seis- miskum kanningum um alla verðina. Teir savna upplýsingar og hava so serfrødingar, sum týða hesar upplýsingar við ti fyri eygað at vita, hvar ein skal bora eftir olju. Fyritøkan eitur Nopec og hevur skrivstovur í Noregi, Onglandi, USA og í Australia. Har arbeiða umleið 90 fólk. Nils Nilsen Trulsvik er geofysikari og umsiting- arligur stjóri i fyritðkuni. Fyri tveimum árum síð- ani vóru fleiri norskar fyritøkur, ið arbeiða sum tænastufyritøkur hjá olju- vinnuni, lagdar saman, soleiðis at fyritøkan "Pe- troleum Exploration Con- sultants" í dag hevur meira enn 500 fólk í ar- beiði. Í fjør hevði hon ein umsetning upp á 1 mill- tard. krónur. Nopec arbeiðir í dag fyri flestu av teimum stóru oljufeløgunum. Fyritøkan hevur lisens til at savna inn seismikk i Norðsjónum fyri bæði Danmark, Noreg og Ongland. Í dag arbeiðir fyritøkan eisini í Nambia, Vietnam, Australia og Indonesia. Upp á fyrispurning um nøkur donsk fyritøka finst, sum kann gera hetta ar- beiðið sigur Thulsvik, at tað neyvan finst nøkur fyritðka har, sum kann javnmetast við Nopec. Danir hava tó skip, sum savna inn seismiskar upp- lýsingar. Kappingarførir Hann heldur annars ikki, at føroyingar fara skeivir, um vit fåa eina norska fyritøku at taka sær av seismisku kanningunum vid Føroyar. -Tad er eingin grund til at fara út í verdina eftir hjálp, tá henda finst í Noregi. Tað er sum at fara yvir um ánna eftir vatnið. Vit hava sera gott orð á okkum sigur Nils Trulsvik Nopec hevur saman við Kolan sekt um loyvi at fara undir seismiskar kanningar. Føroyska fyritøkan Kol- an hevur sent landsstyri- num umsókn og er farin í samarbeiði við Nopec. Nú um dagarnar var so fundur við landsstýrið, har landsstýrið varð kunnað um norsku fyritøkuna og ætlanir hennara. Nils Trulsvik sigur vid- ari, at teirra fyritøka er avgjørt kappingarfør vid øll onnur utlendsk feløg, sum arbeida å økinum. Nopec ger kanningarnar Ókeypis. Arbeidshåtturin er tann, at fyritøkan savnar inn upplysingar fyri egna rokning og selur teir vidan til oljuidnadin. Men fyntreytun er tann, at oljuidnadurin er hugadur at keypa. -Hava vit ongar kundar, so er greitt, at vit heldur ikki eru hugaðir at fara í gongd leggur Nils Truls- vik aftrat. Ahugi í olju- ídnaðinum Hann sigur víðari, at teir í dag kunnu siga, at tað í tí altjóða oljuumhvørvinum er áhugi fyri Føroyum. Og tað ger, at teirra fyritøka er sinnað at taka eina risiko og seta pengar upp á spæl í Føroyum. Sleppa teir í gongd verður fyrst farið at kanna allar teir upplýsingar, sum longu nú finnast um und- irgrundina. Nopec-fyritøkan hevur longu fingid hendur å teimum upplýsingunum, sum eru almennir. Annars hevur fyritøkan drúgvar royndir á økinum norðan og vestan fyri Hetland og hava ti góðan kunnleika til jarðfræðina har. Hetta kann vera ein hjálp, tá teir Skulu til at kanna føroyska ekið. Tað næsta verður so at vita, hvussu teir best fáa arbeitt í basaltløgunum Her heldur hann, at roynd- ir teirra at skjóta seismikk í Barentshavinum, har botnurin er sera harður, kann koma teimum til góða vid Føroyar. Trulsvik vil ikki úttala seg um møguleikarnar at finna olju við Føroyar. Hann bert vísir á, at olja er við Hetland. Spurningurin er tá, um tað eru somu sediment í føroysku und- irgrundini sum við Het- land. Hann vónar, at teir skjótt fáa svar uppá um- sóknina frá landsstýrinum, og at hetta verður positivt. Markið upp á pláss Ein av teimum óloystu spurningunum í sambandi við olju og undirgrund er ósemjan um markið mill- um Føroyar og Ongland. Sjálvur heldur hann tað hevur skund at fáa av- greitt hesa ósemju. Um møguligar aðrar trupulleikar sigur stjórin í Nopec, at veðrið kann vera ein forðan fyri at kunna arbeiða alt árið, og tí má ein helst gera sær greitt, at ein kann bert arbeiða við veruligum seismiskum kanningar frá mars til september. -Nær kunnu tit fara i gongd á -Vit hava bátar, sum eru klárir og kunnu byrja longu í mars ella apríl. Tíðindablaðið (HL Men tað er sera umráðandi at fyrireika seg væl, soleiðis at ein ikki ger kanningar heilt í Óvisssunt Talan verður helst um at gera ymsar forkanningar í ár og so fara undir tær veruligu seismisku kann- ingarnar í 1994 Úrslitið av kanningun- um kann tá verða klárt móti endanum at 1994. Men møguleiki er eisini at framskunda hesar kann- ingar, um so er, at tað finst serkunnleiki i Føroyum ella hjá DGU, sum kann siga teimum, hvussu arbeiðið best kann gerast. Trulsvik vísir á, at finnast týðandi upplýsing- ar hjá DGU og øðrum, sum kunnu siga meira um undirgrundina, so ber til at framskunda teirra kann- ingar, soleiðis at eitt enda- ligt úrslit longu kann vera greitt í ár. Sleppur Nopec í gongd fer arbeiðið helst at kosta einar 20-30 mill. kr. Kanningarúrslit stóran týdning - Vit fara so beinanvegin at seta okkum í samband við oljufeløg og vita, um tey vilja keypa møgulig komandi kanningarúrslit. Trulsvik sigur víðari, at kanningarúrslitini = teir koma til kunnu fáa stóran týdning fyri allar partar, bæði oljuídnaðin og so Nils Nilsen Trulsvik, 200 fysikari OR umsilingarligur stjóri í Nope« sjálvandi eisini fyri før- oyskar myndugleikar um, hvussu víðari farast skal fram. Upp á fyrispurning hvussu teir koma at fyrihalda seg til ta "gráu leidina, sum Føroyar og Bretland enn eru ósamd um, sigur Trulsvik, at teir hava ikki loyvi at gera seismiskar kanningar í einum øki, sum ósemja er um. -Kann tað ikki hugsast, at Feroyar og Bretland gera eina avialu, sum gevur tykkum ella ðrum felag loyvi til eisini at gera seismiskar kanningar Í tí økinum, sum ésemja er um? -Tað er ikki óhugsandi. Vit hava eitt dómi um júst eina líknandi stóðu millum Australia og Indonesia. Tann 16. januar byrja vit seismiskar kanningar í einum tílíkum øki, sum Ósemja annars er um, men har bæði londini einki hava ímóti kanningum sigur Nils Nilsen Trulsvik í samrødu við Tíðindablaðið Sosialin. jan —— ———— GG ——