Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 1993síða 2

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

FRÆLSI — JAVNAÐUR — BRØDRALAG Hvar er orðaskiftið! TAÐ er okkara demokratiski rættur at kunna siga og skriva okkara meining Hóast øll vita hetta, so er langt millum orð og gerð. Taka vit føroyska sam- felagið, so må tíanverri sigast, at Vil hava einki orðaskifti. Bert okkurt smá- glepsið, onkur niðurgerðing og útspill- ing og sum oftast undir dulnevni. Hetta er tað heila. TAÐ átti at verið skyldan hjá flestu av okkum at luttíkið í tí samfelagsliga orðaskiftinum. Hetta er ella eigur at vera ein týðandi partur av sjálvari sam- felagsmenningini tað veri seg á vinnu- livsøkinum, innan metan osfr. Ikki minst fólkavaldir politikarar, fólk, sum hava havt møguleika at nema sær kostnaðarmiklar útbúgvingar og fólk, sum sita í lykalstørvum av bæði einum og ødrum slag áttu at kent tað sum sína sjålvsøgdu skyldu at verið við í um- redda orðaskifti. Í blaðnum í dag hevur stjórin á Menn- ingarstovuni áhugaverða grein, sum átu at verið grundarlag einum einum víðari orðaskifti. Men helst fara orð hansara eins og so mong onnur at verða gloymd eins skjótt og tey eru skrivað. EIN kundi so hóskandi spurt, hvør or- søkin er til hesa løgnu og ódemokrat- isku tøgn, sum valdar f hesum landi! Ein samfelagsfrødingar gav herfyri i - Jan Miller Fyritaksstjóri Krisjan Dat Ljósmyndari: Kalmar Lindenskov Blaðfói. Randi Jacobsen - Dagny Joensen - Tórfinn Smith - Hilmar Jan Hansen - PA Sosialurin PA Sosialurin Prent: P/t Pressan 1981 Jústínus Eidesgaard útvarpinum blødunum skyldina. Sjålv- andi hava blødini og eisini loftmidlarnir sína skyld. Taka vit Ld. Dimmalætt- ingina, so má sigast, at tey mongu dul- nevndu lesarabrøvini, sum fleiri hava skuldsett fyrrverandi blaðstjóran at hava skrivað, hava havt ringa ávirkan á samfelagstjakið. Tey hava í mongum førum verið fordummandi, og uttan navn hava tey ikki havt nakra sum helst positiva ávirkan á samfelagskjakið. Tað er eisini ein sannroynd, at navngivnir persónar treyðugt svara dulnevnndum lesarabrøvum aftur. Her eigur eisini Sosialurin at taka í egnan barm. Spurningurin er hvussu leingi blaðið eigur ai halda fram við at hýsa dulnevndum lesarabrøvum. TAKA vit so táverandi Dagblaðið við Óla Breckmann sum blaðstjóra, so minnast vit, hvussu hatska og ómenn- iskjansliga skriving og hetz hansara móti ávísum bólkum og einstaklingum i samfelagnum legði sina køvandi hond á alt sakligt orðaskifti. Tað var so galið, at fólk, fyri ikki at verða sett í bás við bæði Stalin og Hitler, rætt og slætt lótu vera við at tríva í pennin og brúka sín demokratiska rætt at siga sína egnu hugsan. Nú er tann vandin so horvin. Ella er hann! Taka vit Oyggjatíðindi, so hevur hetta blað lagt eina líknandi linju sum táverandi dagblaðsstjórin við at leggja eftir útsjónd og ødrum persón- ligum eginleikum hjá fólki, sum ditta sær at hava áskoðanir, sum ganga ímóti teimum hjá hesum blað. Eisini hetta hevur fingið fólk at halda seg aftur at luttaka í ti almenna ordaskiftinum: rætt og slætt av ótta fyri, at tey sjålvi og familja skulu verða hongd út. VIÐ hesum í huga ber tað til at siga, at blødini eiga sína stóru skyld í, at einki veruligt orðaskifu fæst í hesum landi. Haraftrat kemur so politiska tilnyti hjá bløðunum. Hetta hevur í ávísan mun eisini verið vid ul at forða fyri einum nóg seriøsum og breiðum ordaskifti. Tað var tí eisini nettup ætlan okkara við at koma út fimm ferðir um vikuna og leggja størn dent á objektivan tid- indaflutning - at skapa ein betri karm um eitt meira seriøst og objektivt orda- skifti. Hetta meta vit hevur eydnast - t6 bert lutvíst, og tað er tí vón okkara, at m.a. okkara blað, sum kemur so oftani út, kann verða brúkt av lesarunum til umrødda orðaskifti. MEN ein stórur partur av skyldini fyri tað tørvandi sakliga og mennandi orða- skifti liggur helst hjá okkara politik- arum. Alt ov nógvir av teimum fólka- valdu luttaka als ikki í orðaskiftinum. Hava rætt og slætt onga meining um mong av teimum stórmálum, sum teir eru valdir á ting ul nettup at hava eina meining um. Harfyri er ikki sagt, at teir, sum altíð leika í , eru garantar fyri ein- um mennandi orðaskifti. Mong eru dømini um júst tað øvugta, har einstakir politikarar við sínum áhaldandi orða- Teislon: 11820 66. ÁRGANGUR Bústaður. Argjavegi 28 | Postadr . Postsmoga 78 Argjum 110Térshavn Tøletax 14720 floymi hava kvalt eitthvørt víðari kjak. STJÓRIN á fiskirannsóknarstovuni nam við umrødda spurning í einum viðtali við Sosialin nå um dagarnar. Har gav hann lutvist fjølmiðlunum skyldina fyri, at vit einki veruligt orðaskifti hava í hesum landi, men vísti kanska serstak- liga á leiklutin hjá ungmonnum. Teir, sum halda seg hava skil á fiskiskapi, tosa bara um fisk, meðan tey, sum halda seg hava skil á skúla, bara tosa um skúla. Heldur skuldi tað verið beint øvugt segði hann og við tí sipaði hann helst til, at okkum tørvar eitt meira breitt og objektivt orðaskifti, har tað ikki bara eru teir somu, sum í einum ávísum máli, ið siga sína hugsan og til endans taka tær avgerðirnar. VIT eiga nú at líta frameftir. Fjøl- miðlarnir eiga allir sum ei at vera við til at menna orðaskiftið tvs. bæði at leggja upp til kjak um týðandi mál og at geva fólki innivist fyri sínum hugsanum. Sum almennir fjølmiðlar hava útvarpið og sjónvarpið eina sera stóra ábyrgd í so máta. Hvussu teir hava megnað at røkja hesa uppgávu kunnu vit venda aftur til eina aðru ferð. Men okkara politikarar og tey mongu við hollum útbúgvingum áttu at kent tað sum sína skyldu mótvegis samfelagnum gllum at verið virkin í orðaskiftinum. Og her býður Tíðindablaðið Sosialurin sær so at geva rúmd fyri tilfari, greinum ol., sum kann verið við til at røkka umrødda setningi. Brunatryggingin um sjålvsåbyrgd: FB Kann broytast aftur Eitt endamálið við sjålvsåbyrgdini fyri stormskaðar var at fáa fólk at ansa betur eftir, sigur Anna Larsen, neund- arformaður. Í fjór vóru útreiðslurnar fyri stormtrygging meira enn tríggjar ferðir so stórt sum inngjaldið Tá hús eru farin av stormi, hevur tryggingingin higartil goldið fult endurgjald. Síðan á nýggjárinum hava fólk sjálv goldið fyrstu trý túsund krónurnar av hverjum skaða Avgerðin hjá nevndini fyri Føroya Brunatrygging um at seta sjálvsábyrgd fyri stormskaða, soleiðis at fólk sjálv skulu gjalda tær fyrstu 3000 krónurnar av hvørjum skaða, hevur ikki fingið líka góða móttøku allastaðni. Men tað hevur sína orsøk. Utgjaldingarnar hjá Bruna- tryggingini í fjør fyri skaðar vóru so høgar, at tær vóru meira enn triggjar ferðir samlaðu inngjøldini. Inn- gjøldini vóru 7,5 mió. krón- ur, og Brunatryggingin rindaði útaftur smáar 25 mió. krónur fyri stormskað- ar, sigur Suni Joensen, stjóri á Føroya Brunatrygging. Anna Larsen, nevndar- formadur, sigur, at okkurt mátti gerast. Tryggingina vildu tey ikki hækka meira enn 0,2 0/00, nú so nógva aðrar fastar útreiðslur hjá húsarhaldum eru farnar upp. Nevndin valdi heldur at seta sjálvsábyrgd, ið vanligt er í øðrum londum. Sjálvsá- byrgd er eisini fyri aðrar tryggingar hjá Brunatrygg- ingini. -Gongur hetta ikki, so ber sjálvandi ul í staðin at hækka tryggingargjaldid, sigur Anna Larsen. Hon sigur, at eitt av enda- málunum við broytingini er at fáa fólk at ansa betur eftir. Onkur hevur nevnt, at ein vandin við sjålvsåbyrgdini er, at fólk ikki fara at boða frå skaðunum, tí tey vita, at tey ikki fáa alt goldið, og at so forfarast húsini meira og meira. Um so verður, ber hetta ikki til, heldur Anna Larsen. Suni Joensen, stjóri í Foroya Brunatryggingin er samdur við hana í tí. Og skuldi tað hent, at javnvág aftur verður millum inntøk- ur og útreiðslur av storm- tryggingum, kann skipanin altíð broytast aftur, sigur Suni Joensen. Tey minna bæði á, at gjaldið fyri stormtrygging hevur verið væl hægri fyrr. Í 1950 var tað 5 o/00. Í 1987 - áðrenn ódnimar blivu so vanligar - varð avgjørt at lækka gjaldið heilt niður í 0,3 o/00. Nú fór tað upp aftur á 0,5 0/00. Í hesum seinastu ódnun- um hava skaðarnir ikki ver- ið so stórir, tí fólk eru betur fyrireikað. Tað skuldi havt við sær, at minni verður at gjalda út hjá Brunatrygg- ingini. randi | Vinyl- og gummi HANDSKAR til alt arbeiði (/ Inn- fluttir bein- leiðis úr Japan ADC Heilselan Láarvegi 14. Tórshaun Tlf. 15828 . Fax. 15893