Sosialurinarkiv
Sosialurin 1993-01-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. januar 1993síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Nr. 7 — 13. JANUAR 1993 Tíðindablaðið CD M. A. Jacobsens - virdislønin og býráðið MAJ-virdislønin er hand að fyri 1992. Urslitid er at bert ein heidursløn varð givin, Le. fyri fagrar bók- mentir. Eingin virdisløn varð veitt fyri yrkis- ella fyri serstakar bókmenur. Hóast minni varð gjørt burturúr haldinum hesaferð, tykist áhugin millum byrådslimir at vera stórri nú enn áður. Og hetta er sjålvnadi gleðiligt. Tí sjálvt um teir helst ikki hava nógva tíð ul at dyrka tað bókliga økid — og alt stendur nú einaferð ikki í banka- ella telefonbókini — so ber áhugin tó boð um vakn- andi littereran ans, og tað er bara gott. Nu, ein heidursløn verdur givin fyri nakad, sum er virdislønarvert. Anun tað er væl úr hond- um greitt í formi ella i innihaldi, í buundnum ella í óbundnum máli. Reglugerðin fyri MAJ- nevndina er greið og vitu- liga væl verd at fylgja. Hesum seinna valdi nevndin at síggja burtur frá fyri 1991, og tað átti ikki at borið til. Hevuðsdeildirnar Høvudsdeildimar eru 1) Fagrar bókmentir (skønlitteratur, fantasi) 2) Yrkisbøkur (faglittera- tur, facts). Brúk varð tó fyri einari triðju virdisløn fyri tær bøkur, sum duttu niður ímillum hesar høvuds- deildimar. T.d. >Ferð mín til Jorsala« eftir K. O. Viderø og >Hugbirtingar< eftir Petur Háberg. (Eg hevði tær báðar í uppskoti í fleiri ár). Serliga væl nøgdur eri eg fyri, at tann triðja virð- islønin gjørðist veruleiki, og at hon verður veitt í serstøkum føri. Higartil hava bert S høvundar fingid hesa: Petur Håberg, Kristian O. Viderø, Sig- urd Joensen, Karsten Hoydal og Axel Tórgarð. Og alt gott um tað. Eisini er at fegnast um, at bókavinurin Emil Thomsen fekk eina ser- staka heidursløn í sam- bandi við 125 ára hald bý- ráðsins í 1991. (Gott fyri Emil, og til lukku við ti einaferð enn. Og gott fyri býin, at ikki eisini tær krónurnar fóur upp í royk frá ti balli- num.) Teir ungu og eldri Nógvir ungir yrkjarar eru, sum enn ikki eru slopnir upp í part. Eisini er onkur, sum púra er glidin aftur vid bordinum, td. Liggjas i Bø, sum å heilt annan hátt breyt upp úr nýggj- um. Fleiri eldri høvundar hava fingið heidurslønina, t.d. D. P. Danielsen (77 ár) fyri »Hvørt við sínar náðir< og Sigurd Berg- hamar (75 ár) fyri Bíbliu- orðabókina<. Sigurd hev - ur í hesum døgum givið frálíka bók út um William G. Sloan. Fleiri hundrað blaðsíður og høvundurin hevur bara 82 ár á baki. Sig so tað, at tad ikki sprettur og grør. Tó, eitt sindur hugstoytt kendist tað, at bert tann eina virdislønin varð veitt í ár. Sjálvur hevði eg hesa- ferð tvey fult virdislønar- verd uppskot. Annað var >Et Færg so Færg< djúp- søkin doktararitgerð um sera týdningrmikið tíðar- skeið í Føroya søgu av Jákupi Thorsteinsson. Hitt uppskotið var bókin eftir Hans Paula Johannesen: >Jól á Halanum<, savnað og greitt úr hondum hevur Óli Breckmann. Bókin Sigur frá trolarasøgu landsins, sum nú er um at fara í gloymskuna, skriv- V4-tolini í drátti nr. 971 - 9. januar 1992 Telini:76-4-75-92-53-29-17-64-19-46-3- 23 - 30 - 5 - 88 - 36. Innkomnir seðlar: 1.944. Vinningur: 17.885,- kr. Vinnarar: 2 — ein í Torshavn og ein í Øravik. að á góðum og livandi skipsmáli. Annað uppskouð fall, tí bókin var skrivað á donskum, og hitt, ti at høvundurin er farin undir grønu torvu. Hvat er serløroyskt? Til hetta kundi eg føra fram, at William Heinesen fekk MAJ-virdislønina í 1975 fyri allan skaldskap sín sum — hóast allur er skrivaður á donskum var mettur sum serfør- oyskur. Og ul tað seinasta er at siga, at eisini ein annar vælskrivandi maður Hanus Andreassen fekk virdislønina i 1980 fyri »Kveikt og kannað< eftir Rikard Long, sum doyði í 1977. Hanus hevði bert savnað ulfarid og skrivað fororðið. Og eg haldi at tað var í lagi við tí. Til lukku Soleiðis gekk í ár. Og eftir er bert at ynskja teim, sum heiðrað eru til lukku til vinstru og høgru, og vóna at heiðurin og lønin komu teimum væl við. Skuldi MAJ-virdisløn- amevndin við hvert farið skeiv, so kann ein uggi kanska vera í tí, at hvorki av heimsskaldunum Hen- rik Ibsen ella Leo Tolstoj fingu Nobelvirdislønina, hóast teir báðir í fult mát høvdu uppiborið hana. MAJ-virdislønin verður veitt og goædon av býráð- num, og skuldi nevndin eftir býráðsins tykki ikki verið nóg seriøs í meting- um sínum, so kunna bert Býráðið, Rithøvunda- felagið og Fróðskaparsetr- ið takka sær sjálvum fyri, ikki at hava valt nóg góða manning í nevndina. — So einfalt er tað. Arnstein Niclasen | Jens Pauli Heinesen, ril- høvundur KULTUR ng mener. „>= * om ng Pan he benresn ud He fe de em en ed Bak Unna Dr Jens Pauli Heinesen, rithøvundi verður neundur "tann fóroyski Hemingway" í på sambandi við at skaldsøgan "Rekamadurin" just er utkomin i Svøriki Í Hufvustadsbladet i Svø- riki, hevur Gustaf Vidén ummælt skaldsøguna "Rekamadurin”, eftir Jens Paula Heinesen. Hann skrivar m.a. " Frå- søgu- og hugsunarhåtturin í skaldsøguni minnir ikki sørt um "Gamli maðurin og hav- ið" eftir Hemingway. Føroyska umhvørvid undir seinna heimsbardaga er væl lyst, tå føroyingar royndu at sleppa sær undan krígsgerðum við at halda seg til Bretland, við sam- stundis at nýta egna merkið, ístaðin fyri danska flaggið. Av krígsávum kom mangt rekapettið til Føroya um Norðsjógvin, har ó- skrivaðar reglur vóru fyri, at tann sum fann reka, eisini átti fongin. Ein av ágrýtnastu reka- monnunum var Sámal Mat- hias, ein fátækur fiskari við stórari familju. - Attanda barnið er á veg. Sámal Mathias verður arg- aður í bygdini, tí hann er trúgvur mótvegis danska konginum, og vil als ikki hoyra talan um loysing. Hann gongur sínar egnu leiðir, fyltur av dreyminum um tann stóra fongin. Tvær ferður eydnast tað honum: fyrstu ferð, tá hann fær hendur á bulmiklari brennivínstunnu, sum rekur í land í heystódnini. Aðru ferðina tá ein stórur hvalur strandar í oynni. Sámal Mathias heldur vakt yvir fonginum - í hes- um føri er fråsøgan sum ein avbrongling av Joakim í Disneyheiminum. Hann heldur fast um ab- surda dreymin um stóra rikidømid í hesum fongi. Bygdamenninir drekka fjalda brennivínið, og hval- urin rotnar á Bátavík. Hetta er serstakliga tragi- komisk sega, hóast bar- dagin hjá Sámali Mathiasi móti náttúruni og egnu kenslum verða framúr væl frásagdar, har Heinesenska flogvitið lyftir upp einsem- ið og av havisjúku blindaða menniskjað móti einum skatti av kargum náttúru- vakurleika. - For fanin sum her er vakurt, letur í einum bý- búgva, sum steðgar á eina løtu, á ferð út til brenni víns- tunnuna at smakka sær á. Havið og vindur speglast aftur í verðurbardu andlist- drøgunum hjá Sámal Math- iasi, = samstundis sum dreymur hansara um ríki- dómi nærkast markinum fyri sinnissjúku. Í so máta gerst týðingin hjá Birgitta Hylin eisini í- myndin um forbellaðu materialismuna, gjørt sum - naturalistiskt = oyðsl, við grundarlag í blíðkandi skemti. Hvussu stórun mót- burði Sámal Mathias enn er fyri, so livir hann í vónini. Jens Pauli Heinesen hev- ur verið innstillaður til Norðurlandaráðsins bók- mentavirdisløn. Eftir at hava lisið hesa skaldsøgu hansara, eri eg sannførdur um at hann hevur uppiborið at fáa innivist hjá norðurlendsku lesarafjøldini”, sigur Gust- af Vidén. Dagny