týsdagur 6. mai 2003síða 2
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 85 - 6. mai 2003
Nr. 85 - 6. mai 2003
3
- Men skulu vit taka
nøkur stig, mugu
partarnir tosa saman,
soleiðis at loysnir
kunnu finnast, sigur
Rodmundur Nielsen,
býráðsformaður í
Runavíkar kommunu
ATLØGA
Vilmund Jacobsen
Tað er neyvan nakar sum
heldur, at tað altíð fer at
vera so lætt hjá nýggju
Nørrønu at stevna inn á
Havnarvág og leggja til
bryggju í tronganum beint
sunnanfyri Bursatanga í
Havn. Her er ógvuliga lítið
spælirum, um alt ikki gong-
ur eftir vild.
Tað var tí heldur ikki av
tilvild, tá ið Smyril Line
heitti á Tórshavnar komm-
unu um at finna eina aðra
loysn enn hana, sum gjørd-
ist veruleiki.
Sleppur Norrøna ikki til
bryggju í Havn, hevur skip-
ið onga alternativa havn, og
tað kann gerast óheppið, tá
ið illa vil til.
Einki formelt
Tá ið North Atlantic Fish
Fair stevnan varð hildin í
síðstu viku, lá Norrøna við
bryggju í Saltangará sum
hotel-skip. Hon sá út til at
liggja bæði trygt og væl, og
meðan stevnan var, vóru
røddir frammi um, hví
Runavíkar havn ikki verður
nýtt sum alternativ havn hjá
skipinum.
Rodmundur Nielsen, bý-
ráðsformaður, sigur, at bý-
ráðið hevur ikki tosað við
Smyril Line um teir møgu-
leikar, sum eru á havna-
lagnum í Saltangará.
- Málið hevur heldur ikki
verið til formella viðgerð í
býráðnum, men vit hava
tosað saman mann og mann
ímillum. Áhugi er avgjørt
at taka nøkur stig, um
málið verður aktuelt, men
her verður í fyrsta lagi
neyðugt hjá pørtunum at
seta seg niður at tosa sam-
an.
Rodmundur
sigur,
at
einki skrivligt fyriliggur
millum Runavíkar komm-
unu og Smyril Line og
heldur ikki í Runavíkar
býráði um málið.
- Tískil hava vit ikki sett
nakað formelt ynski fram
um, at vit vilja bjóða okk-
ara havn fram til Norrønu,
men vit eru avgjørt áhug-
aðir í at tosa um hetta, sigur
hann.
Ein góð havn
Býráðsformaðurin vísir á,
at nú summarið stundar til,
kann ikki roknast við teim-
um stóru trupulleikunum í
Havn.
- Men tá ið summarið er
farið, stendur ein vetur fyri
framman.
Rodmundur heldur ikki,
at Norrøna fylti so ógvuliga
nógv, sum roknast kundi
við, tá ið hon lá við bryggju
í Saltangará.
- Skálafjørðurin er víður,
og her veðurgott á flestu
ættum. Dýpið við havna-
lagið er eingin trupulleiki.
Hann sigur, at tað ein-
asta, sum skal gerast, um
Nørrøna skal kunna brúka
havnalagið í Saltangará, er
rapin, sum farmaskipini
brúka í dag.
- Hesin nøktar tann tørv,
sum brúk er fyri, men skal
rampin eisini brúkast av
Nørrønu, er neyðugt, at
hann verður breiðkaður.
Rodmundur Nielsen sig-
ur at enda, at skal Runa-
víkar kommuna fara undir
eitt slíkt arbeiði, er neyð-
ugt, at hetta er við í einari
ítøkiligari
ætlan
sum
grundarlagi.
- Vit hava flutt aktivitetin
á havnalagnum til tess at
gera økið arbeiðsligari, og
vit arbeiða alla tíðina við
framtíðarætlanum á havna-
lagnum, sigur býráðsfor-
maðurin.
Vit eru avgjørt áhugaðir
í Norrønu
- Skulu vit fara undir at
breiðka rampan, sum
farmaskipini brúka og sum
nøktar tann tørv, ið er, er
neyðugt, at hetta er við í
einari ítøkiligari ætlan sum
grundarlagi, sigur
Rodmundur Nielsen,
býráðsformaður.
Hann heldur ikki, at
Nørrøna fylti so ógvuliga
nógv við bryggjuna í
Saltangará í síðstu viku.
Kári P. Højgaard, for-
maður í havnanevnd-
ini hjá Runavíkar
kommunu, heldur tað
vera rættiliga náttúr-
ligt, at alternativa
havnin hjá Norrønu
verður í Saltangará.
- Í fyrsta lagi er Skála-
fjørðurin tryggasta
havnin, sum er, og her
er gott pláss. Íløgan,
sum skal gerast, er
lutfalsliga lítil, sigur
hann
ATLØGA
Vilmund Jacobsen
Kári P. Højgaard, sum er
formaður í havnanevndini
hjá Runavíkar kommunu,
sigur, at býráðið avgjørt er
sinnað at viðgera málið
positivt, um eitt ynski kem-
ur um at brúka Runavíkar
havn sum alternativa havn
til Norrønu
Hann heldur ikki, at
neyðugt er við teimum
stóru íløgunum, um verandi
rampi verður breiðkaður,
soleiðis at Norrøna eisini
kann brúka hann.
- Men um áhugi er at gera
eina íløgu á havnalagnum
til "forventet fangst", ivast
hann í.
Tryggasta havnin
Kári heldur tað annars vera
rættiliga
náttúrligt,
at
alternativa
havnin
hjá
Norrønu verður í Saltang-
ará.
- Í fyrsta lagi er Skála-
fjørðurin tryggasta havnin,
sum er, og her er gott pláss.
Eingir trupulleikar eru at
bakka skipið móti rampan-
um, og gongst ógvuliga
illa, er langur vegur yvir á
vesturarmin á Skála-fjørð-
inum. Haraftrat kemur, at
íløgan, sum neyðug er at
gera, er lutfalsliga lítil.
Hann vísir á, at allar ætt-
irnar, sum eru tær ringastu í
Havn, eru tær bestu við
havnalagið í Saltangará.
- Høgættin kann vera eitt
sindur harðbalin viðhvørt,
men hon liggur beint úteftir
fjørðinum, og tí er hon
heldur eingin trupulleiki
hjá Norrønu.
Kári vísir á, at við fleiri
árum ímillum, kann út-
nyrðingurin gera eitt sindur
um seg, men tað er undan-
takið og tí heldur eingin
trupulleiki.
- Tað er nógvur aktivi-
tetur á havnalagnum í Sal-
tangará, men tá ið olju-
havnin liggur still, eru
rættiliga stór fríøki.
Hann vísir á, at tá ið
North Atlantic Fish Fair
varð hildin í síðstu viku,
gekst av tí allarbesta at
skipa
bilaferðsluna
og
parkeringsviðurskiftini,
hóast eitt ótal av bilum
vitjaði í økinum.
Dekningur
Kári sigur, at skal Runa-
víkar kommuna fara undir
at fyrireika eina atløgu til
Nørrønu, er neyðugt, at ein
ávísur dekningur verður.
- Eg skilji væl, at skiparin
á
Norrønu
stúrir
fyri
atløguviðurskiftunum
í
Havn á vetrardegi, tí um-
framt lítla spælirúmið, sum
er inni við Bursatanga, er
nógv skipaferðsla á Havn-
arvág.
Hann heldur, at tað er
meira óheppið, at Norrøna
ikki hevur eina alternativa
havn enn, at vit ikki hava
ein alternativan flogvøll.
Kári P. Højgaard endur-
tekur, at havnanevndin í
Runavíkar býráði fer at
viðgera eina møguliga um-
sókn um alternativa havn
positivt, um ein slík kemur.
- Men skulu vit taka
nøkur ítøkilig stig, mugu
vit vita, hvørjum vit kunnu
rokna við, sigur hann.
Vit kunnu ikki gera
eina íløgu til
»forventet fangst«
C
M
Y
K
3
2