Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 5 Lítið svín ger stóra nyttu Olja, sum lekur frá motorinumí kjølin á bátum og sum sostatt eisini fer á sjógv, tá ið teir pumpa, er ein stórur trupulleiki. Men á fiskivinnu- stevnuni í Runavík í farnu viku, høvdu tvøramenn eitt nýtt amboð, sum loysir hendan trupulleikan bæði skjótt og lætt UMHVØRVISVERND Áki Bertholdsen Sum ein miðalstór speygu- pylsa. Størri er nýggja amboðið ikki, sum tað nú ber til at keypa í Føroyum til at basa oljudálking við. Og tað er heldur ikki stórt dýrari enn ein miðal- stór speygupylsa. Tað er OSR við Paula Einarsson á Tvøroyri, sum á fyrsta sinni vísir føroy- ingum hetta nýggja am- boðið. Hann hevði tað við á bási sínum á fiskivinnustevnuni í Runavík í farnu viku og hetta var ein av teimum søluvørunum, sum vakti ans á stevnuni. Talan er um eitt lítið kjølsvín, sum verður lagt í kjølin á bátinum. Hetta kjøl- svínið er gjørt úr serligum tilfari, sum sýgur alla olju í seg, sum lekur í kjølin. Sostatt er tað bara reint vatn og onki annað enn reint vatn, sum verður pumpað á sjógv. Stórur trupulleiki Olja, sum smáir og stórir bátar pumpa á sjógv, er nevniliga ein stórur trupul- leiki. Ferð eftir ferð síggja vit, lesa vit og hoyra vit um, at olja er á sjónum í bátahyl- um og havnum. – Tað er so skjótt, at olja kann fara á sjógv. Ein pakningur á einum motori kann vera ótættur ein slanga kann vera ótætt, sum er ring at sleppa at, ella eitt sindur rennur úr, tá ið eitt filtur verður skift. Og so slepst heldur ikki undan, at allir motorar sveitta eitt sindur av olju. So tað ger í veruleikanum ikki mun, hvussu ansin ein er, tað kemur altíð eitt sindur av olju frá motorinum á einum báti, niður í kjølin, sigur Pauli Einarsson, – Tá ið bátarnir so verða pumpaðir, fer oljan sostatt við pumpuvatninum á sjógv. – Dálking er ikki einasti trupulleiki, ið stendst av hesum. Mangir útróðrar- menn vita, hvussu tað er at ligga við lensipumpuni til. Er so eitt sindur av olju í kjølinum, verður hon eisini pumpað á sjógv. Rennur so snellan ígjøgnum oljuna, verður oljan hangandi á dorgini, so at hon fer a lukta og so tekur fiskurin ikki. – Sostatt hevur tað eisini stóran týdning fyri fiski- skapin, at olja ikki fer á sjógv og tað syrgir kjøl- svínið fyri. Eitt ár – Tað sýgur 2,2 litrar av olju í seg. Maskinkønir siga, at hetta er umleið tann nøgdin, sum ein vælhildin motorur sveittar um árið. Er talan um eldri motor- ar, sveitta teir nógv verri. – Sostatt kann kjølsvínið liggja í kjølinum í eitt heilt ár, uttan at verða skift. Men er talan um lekar, styttir tað sjálvsagt um tíðina. – Men tá ið tað er fult, verður tað bara vundið í eina spann og lagt aftur í kjølin. Og tá ið tað einaferð, verður koyrt burtur, verður tað latið brennistøðini. Men tað er ikki nøkur fíggjarlig byrða, tí tað kostar bara einar 150 krón- ur at keypa hesi kjølsvínini. Hetta kjølsvínið er best egnað til minni bátar, men tað fáast eisini størri kjøl- svín til størri bátar og til skip og sum klára at súgva nógv meiri í seg, OSR á Tvøroyri hevur eisini fingið nakrar serligar klútar, sum súgva olju í seg, sum er stoytt á gólv á bila- smiðjum, verkstøðum og aðrastaðni, har olja er. Hes- ir klútarnir fáast eisini á stórum rullum. Teir ætla at keypa Kollafjord Pelagic og teir miðja eftir at ar- beiða 1100 tons um dagin VINNULÍV Áki Bertholdsen Kollafjørður: Tað er ikki yvir at dylja, at Kollafjord Pelagic hevur verið ein sorgarsøga. Stórar vónir vórðu settar til hetta ovur- stóra virkið, tá ið tað varð bygt herfyri. Men tað kom ongangtíð ígongd, tí mask- inurnar fingust ongantíð at virka. Men nú er líkt til, at bjargingin er nær. Ætlanin er nevniliga, at íslendingar skulu keypa virkið og fáa tað ígongd. Johan Dahl, stjóri á Kolla- fjord Pelagic, váttar, at samráðingar hava verið við íslendingar um at keypa virkið og at teir hava lagt boð inn. Av tí, at onki er avgjørt, vil hann ikki nevna, hvussu høgt boðið frá íslendingum, men hann sigur kortini, at tað sær ógvuliga áhugavert út. Nú skal so nevndarfund- ur vera í Kloosterboer, sum eigur Kollafjord Pelagic, og har skal so støða takast til íslendska tilboðið. 1100 tons um dagin Kollafjord Pelagic varð bygt at virka uppisjóvar- fisk. Men allar vónir, sum vóðru settar til virkið brustu skjótt, tí tær fram- komnu maskinurnar fing- ust ongantíð at virka og so- statt kom virkið heldur ongantíð ígongd. Tað endaði við, at Johan Dahl varð settur sum stjóri og hann skuldi so royna at endurreisa tað. – Í royndunum at finna íleggjarar, sum vóru sinn- aðir at vera við í eini endur- reisn, komu vit í samband við íslendska felagið Sjóla- skip og teir vóru so áhugað- ir, at tað endaði við, at teir løgdu boð inn upp á virkið, sum støða nú skal takast til. Sjólaskip hevur verið í uppisjóvarvinnu í fleiri ár. Teir hava fýra stórar trolarar í Mauritania í Afrika og teir hava eisini eitt nótaskip. Somuleiðis hava teir eisini havt virki á landi í Íslandi, men tað hava teir selt. Johan Dahl sigur, at Sjólaskip selja eini 90.000 tons av uppisjóvarfiski um árið frá teirra egnu skipum. Sjálvur metir Johan Dahl, at hetta verður loysnin uppá hesa sorgarsøguna, sum Kollafjord Pelagic hevur verið. Endar tað við, at íslend- ingar keypa virkið, verða helst føroyingar við uppi í, tí tað eru eisini føroyingar, sum eru áhugaðir at seta pening í virkið. Kollafjord Pelagic kost- aði 170 milliónir at gera, men tað skulu minst einar 30 milliónir brúkast afturat, áðrenn maskinurnar fáast at virka. Johan Dahl sigur, at keypa íslendingar virkið, miðja teir eftir at arbeiða 1100 tons um dagin og hanna væntar at arbeiðið verður til eini 25-40 fólk. Fiskasløgini, sum tosað verður um, eru makrelur, sild, svartkjaftur lodna og vónandi nakað av gulllaksi og rossamakreli. Rói Einarsson í felagfnum OSR á Tvøroyri, vísir okkum kjølsvínið, ið skal leggjast í kjølin á bátinum. Tað líkist eini pylsu og sýgur alla olju í seg, so at tað bara er reint vatn, ið verður pumpað á sjógv- og meiri skal ikki til fyri at gera eitt átak fyri um- hvørvinum, sum veruliga munar Íslendingar ætla at keypa risavirki í Føroyum Kollafjord Pelagic í Kollafirði kom ongantíð ígongd, men nú ætla íslendingar at keypa virkið C M Y K 5 4