Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-05-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 6. mai 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 85 - 6. mai 2003 Nr. 85 - 6. mai 2003 7 Tað er ov stórur part- ur av teimum, sum taka læraraútbúgv- ing, sum fara í starv uttan fyri skúlan. Tað má broytast, sigur nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag FORMANSVAL Edvard Joensen Nývaldi formaðurin í Før- oya Lærarafelag, Johannes Eli Iversen, ætlar sær at arbeiða fyri, at tey, sum taka læraraútbúgving, eis- ini fara at brúka hana innan skúlagátt. Tað er ikki nóg gott, at partur av útbúnu lærarunum fer í starv aðra- staðni enn í skúlanum, heldur hann. Tað kann tykjast, sum at tað ikki er nóg áhugavert hjá teimum, sum fáa sær læraraútbugving, at koma í starv í skúlanum, sigur Johannes Eli Iversen, sum um vikuskiftið varð valdur til formann í Føroya Lær- arafelag. Hann heldur ikki, at tann gongdin kann halda fram, og sigur, at hetta verður eitt av stórmálunum, sum Føroya Lærarafelag í framtíðini eigur at arbeiða við. Og tá hann sigur eitt av málunum, er tað tí, at tað eftir hansara tykki eru fleiri stórmál at loysa hjá nevnd- ini í Føroya Lærarafelag. Eitt annað mál, arbeiðast má við, er at halda saman upp á bólkarnar í felagnum, sigur nýggi læraraformað- urin. Hann vísir á, at tað eru fleiri ymsir bólkar í felagn- um, og øll áhugamálini hjá limum felagsins passa ikki altíð saman. Eitt nú hevur felagið sáttmálasettar lær- arar, tænastumenn og stjór- ar, sum hvør sær hava ymisk áhugamál, og kortini eru ein felags flokkur, sum er limur í Føroya Lærara- felag. Nýggi formaðurin sær tað sum eina stóra uppgávu at halda hesum bólkum saman í felagnum og vinna teimum sum bestar felags sømdir. Eitt nú kann tað koma fyri, sigur hann, at viður- skiftini hjá sáttmálasettum læraraum ikki altíð eru tey somu. Tað heldur hann ikki vera nøktandi, sigur Johannes Eli Iversen. Strævnar lærugreinar Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag heldur ikki, at allar lærugreinar í fólka- skúlanum fáa tær sømdir, teimum eigur at verða givn- ar. Eitt nú vísir hann á, at lærugreinin alis- og evna- frøði ikki hevur tað nakað serligt í føroyska skúlanum. – Talan er um eina strævna lærugrein, sigur Johannes Eli Iversen. Næmingatalið í flokkunum er høgt, og tað sama er meðalaldurin á teimum lærarum, sum undirvísa í lærugreinini, vísir hann á. Næmingatalið liggur um einar 22-24, og lærararnir, sum undirvísa í hesi læru- greinini, eru eldri fólk. Sum dømi nevnir hann, at við Tórshavnar Kommunu- skúla er yngsti lærarin, sum undirvísir í alis- og evna- frøði, 54 ár. – Lærugreinin er krevj- andi, og tað er einki yvir at dylja, at tað eru ikki øll, sum makta hetta, sigur Johannes Eli Iversen. Tað kann so aftur vera viðvirk- andi til, at yngri lærarar beinleiðis sleppa sær undan at taka slíkar lærugreinar. Høvdu flokkarnir kunnað verið upp á eitt nú einar 15 næmingar, var tað líkasum lættari at yvirskoða. Tí talan er ikki um eina læru- grein, har lærarin stendur framman fyri talvuni við kriti. Nei, her skal alt ganga fyri seg við royndum. Og tað er ikki bara sum at siga tað við so nógvum næm- ingum, vísir nýggi lærara- formaðurin á. Arbeiðstíðin Eitt annað stórmál, nýggja leiðslan í Føroya Lærara- felag hevur liggjandi fyri framman, er arbeiðstíðin hjá lærarunum. Tað, sum sæst aftur av arbeiðinum hjá einum lærara, er vanliga undirvís- ingartíðin, sigur Johannes Eli Iversen. Men har verður sjálvandi arbeitt nakað væl meira enn tað, vísir hann á. Í løtuni liggur eitt uppkot um arbeiðstíðir hjá lærar- unum úti hjá limunum í Føroya Lærarafelag til urat- kvøðu, sigur nývaldi for- maðurin. Talan er um upp- skot frá Mentmálaráðnum, og mangt bendir á, sigur hann, at Mentamálaráðið fer at seta tað í gildi 1. august, óansæð hvat limir Føroya Lærarafelags halda um tað. Uppskotið líkist tí, sum galdandi er í Danmark, sig- ur hann. Har verður alt, sum lærarar gera í samband við skúlan, gjørt um til arbeiðstíð. Tað verið seg foreldrafundir, fyrireiking- ar av ymsum slagi, og hvat tað nú kann vera. Arbeiðs- tíðin er sett til 1.800 tímar árliga. Nýggi formaðurin Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag eitur Johannes Eli Iversen. Hann er 55 ára gamal kvívíkingur, sum er búsitandi í Hoyvík. Johannes Eli Iversen tók lærarprógv á Føroya Lær- araskúla í 1972 og fór bein- anveg í starv við Tórshavn- ar Kommunuskúla, har hann hevur verið síðan. Hann er í dag annar av tveimum varaskúlastjórum við Tórshavnar Kommunu- skúla. Samstundis sum hann hevur undirvíst Kommunu- skúlanæmingum, var hann eisini í sjey ár ráðgevi í alis- og evnafrøði hjá Landsmiðstøðini fyri undirvísingaramboð. Nú hann er vorðin for- maður í Føroya Lærara- felag, fer hann at biða um farloyvi frá starvi sínum við Tórshavnar Kommunu- skúla. Johannes Eli Iversen varð valdur formaður í Føroya Lærarafelag eftir Elsu Bir- gittu Petersen, sum leggur frá sær. Hon fer í nýtt starv sum fyrstilærari í Hvalba. Nýggi formaðurin tekur við starvinum tann 10 mei. Føroya Lærarafelag hev- ur aðalfund á hvørjum ári, men nevndarval er bara annaðhvørt ár. Lærararnir mugu fáast aftur í skúlan Nýggi formaðurin í Føroya Lærarafelag eitur Johannes Eli Iversen. Hann er 55 ára gamal og útbúgvin lærari í 1972. Hevur síðan starvast við Tórshavnar Kommunuskúla Mynd : Jens Kristian Vang Elsa Birgitta Petersen letur formanssessin í Føroya Lærarafelag víðari til Johannes Eli Iversen. Elsa Birgitta Petersen fer eftir summarfrítíðina í starv sum fyrstilærari við Hvalbiar skúla Mynd: Jens Kristian Vang Á sangkapping í Cornwall í Suður- onglandi endaði Tórshavnar Manskór á triða plássi av 12. – Hetta eru vit sera fegnir um og ernir av, sigur Stein Fossá, formaður kórinum KÓRKAPPING Eirikur Lindenskov Um vikuskiftið var stórur manskórfestivalur í Corn- wall í Suðuronglandi, har 47 kór úr øllum Evropa við 2.000 sangarum syngja á ymsum konsertum. Á festi- valinum er eisini sangkapp- ing, býtt sundur á kór við færri enn 40 sangarum og kór við fleiri 40 sangarum. Tórshavnar Manskór var í bólkinum við kórum við færri enn 40 sangarum, og kórið endaði á triða plássi við 87 stigum. Í hesi kapp- ingini vóru 12 kór. Tað var eitt kór úr Estlandi, sum vann kappingina við 95 stigum. – Teir vóru ungir, í miðal 22 ár, og teir sungu sera væl, sigur Stein Fossá, for- maður í kórinum. Annað plássið vann eitt kór úr Slovenia við 90 stig- um, meðan Tórshavnar Manskór á triða plássi fekk 87 stig. – Hetta er fyrsti bretski manskórfestivalurin, sigur Stein Fossá, sum sigur, at tað hevur veirð sera spenn- andi. – Vit vita ikki, hvussu vit liggja fyri, tí vit hava einki at samanbera okkum við. Tí var tað serliga spennandi, tá stig vórðu givin, tí vit ánaðu ikki, hvar vit endaðu. Men tá úrslitið var greitt, vóru vit sera fegnir, sigur Stein Fossá. Tórshavnar Manskór sang tríggjar sangir: »Stemning«, »Vit eru føroyingar« hjá Kára Bæk og Regin Dahl og teir end- aðu við Kingosálminum, »Jeg vil min Herre love«. Veðrið er einki serlig í Cornwall í dag. – Her er vindur og regn. Helmingurin av okkum býr í kampingvognum meðan hin helmingurin býr í tjald- um. Í nátt fór eitt tjald á flog, men her stendur væl til og vit hava tað allir gott, sigur Stein Fossá, tá Sosial- urin hitti hann fyri løtu síð- ani. Tórshavnar Manskór kemur aftur til Føroya mikudagin. Maskinmeistarafelagið hevur ikki stórvegis við- merkingar, nú Karsten Hansen ikki vil góðkenna sáttmálan, sum SEV hevur gjørt við maskinmeistara- felagið. Jógvan Nybo, formaður í maskinmeistarafelagn- um, sigur, at felagið hevur onga fráboðan fingið um, at sáttmálin ikki verður góðtikin. Hann sigur, at felagið hevur gjørt ein sáttmála, og honum hava maskin- meistararnir hjá SEV fing- ið løn eftir í tveir mánaðir. –Vit ganga eisini út frá, at avtalan, vit hava gjørt, verður hildin, sigur hann í stuttari viðmerking. Spurdur um tað er hugsandi, at maskinmeist- arafelagið fer at samráðast um sáttnála einaferð aftur- at, sigur Jógvan Nybo, at tað fær hann onki sagt um og tað tekur felagið ikki støðu til, fyrrenn fráboðan kemur um, at sáttmálin ikki verður góðkendur. Afturgongd er í innflutninginum av bilum bæði í mars og apríl mánaði í ár í mun til í fjør, vísa hagtøl frá Bileftirlitinum BILASØLA Eirikur Lindenskov Tað sær út sum, at persón- bilasølan í Føroyum er í afturgongd. Sambært hag- tølum frá Bileftirlitinum sæst, at eisini í apríl er inn- flutningurin minkaður í mun til sama mánað í fjør. Í apríl mánaði í ár vóru seldir 117 persónbilar móti 155 í fjør. Hetta er ein mun- ur upp á 38 bilar ella um- leið 25%. Í mars í ár vóru seldir 115 bilar móti 132 sama mánað í fjør. Tað er ein munur upp á 17 bilar ella umleið 13%. Samlaði innflutningurin av persónbilum fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til fyrstu fýra mánaðirnar í fjør er lækkaður við 13,52%. Persónbilar fylla sum vera man mest í hagtølun- um hjá Bileftirlitinum, men tey vísa eisini eitt nú, at talið av vørubilum í sama tíðarskeiðið er minkað 7,14%, meðan samlaða afturgongdin í bilainnflutn- inginum er -12,03%. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár eru skrásett 46 prutl. Arbeiðarafeløgini fara at svara Karsten Hansen aftur, nú hann ikki vil góðkenna sáttmálan hjá maskinmeistar- unum hjá SEV tí tað er bara fyri at gera okkum fortreð, sigur Ingeborg Vinther SÁTTMÁLA- SAMRÁÐINGAR Áki Bertholdsen – Hetta er ein níðingsgerð ímóti arbeiðarafeløgunum. IngeborgVinther, for- kvinna í Føroya Arbeiðara- felag, hevur tikið tað tað rættiliga illa upp, at Kars- ten Hansen nú noktar at góðkenna sáttmálan, sum herfyri varð gjørdur ímill- um SEV og Maskin- meistarafelagið. Ingeborg Vinther sigur, at arbeiðarafeløgini hava ikki enn havt stundir at kanna málið. Men tað, sum Karsten Hansen hevur ført fram, skal ikki sleppa at fara afturvið boðinum óátalað og tí fara arbeiðarafeløgini at viðgera støðuna og so fara tey at svara landsstýr- ismanninum aftur. Tey fara at geva honum greitt svar uppá fráboðan- ina um, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan við maskinmeistararnar ha SEV. Men tey fara eisini at geva honum greitt svar uppá tað, hann førir fram um, at skattalættin, sum er settur í verk, eigur at føra til lagaligari lønarkrøv. Bara fyri at gera fortreð Sáttmálin gevur maskin- meistarunum hjá SEV góð 10% í lønarhækking tey bæði næstu árini og tað heldur Karsten Hansen er ov mikið. Hann heldur, at skatta- lættin eigur at føra til lægri lønarkrøv og tí skal lønar- hækkingin verða minni enn so, heldur landsstýrismað- urin í fíggjarmálum. –Hetta er bara fyri at gera arbeiðarafeløgunum for- treð, nú okkara samráðing- ar við arbeiðsgevararnar eru, sigur Ingeborg Vinther. Hon spyr, hvussu tað ber til at Karsten Hansen ikki kemur við fráboðani um, at hann ikki vil góðkenna sáttmálan við maskinmeist- ararnar hjá SEV, fyrrenn nú arbeiðarafeløgini hava lagt síni krøv fram, hóast sátt- málin hjá SEV hevur verið í gildið í tveir mánaðir. – Hetta verður ikki góð- tikið tí tað er bara gjørt at órógva okkara samráðing- ar, sigur hon. Og hon ger samstundis púra greitt, at hetta fer ikki á nakran hátt at ávirka lønarkrøvini hjá arbeiðara- feløgunum tað allarminsta, at landsstýrismaðurin nú ætlar at kolldøma sáttmálan hjá maskinmeistarafelagn- um. – Krøvini eru sett fram og tey eru tey somu, sigur Ingeborg Vinther. Hon heldur, at tað er nógv fyri, at Karsten Han- sen nú kemur sum ketta upp úr høvdatrogi og órogvar samráðingarnar sum eru. – Skattalættin gevur ikki nær í námind av tí, sum landsstýrismaðurin førir fram. Samstundis eru tað tær hægru lønirnar, sum fáa tann størsta skattalættan, og tað fara vit at vísa á í okkara aftursvari til Kars- ten Hansen, sigur Ingeborg Vinther. Samstundis hava tinglim- ir hesi bæði seinastu árini fingið eina lønarhækking upp á næstan 2700 krónur um mánaðin, umframt at viðbótin er hækkað. Harafturat fáa teir 2.000 um mánaðin skattafrítt til ymsar útreiðslur, umframt endurgjald fyri at ferðast av bygd til Havnar og tað er heilt upp í 90.000 skattafrítt um árið, alt eftir, hvar í landinum, tinglimurin býr. – Hvussu kann landsstýr- ismaðurin í fíggjarmálum áleggja arbeiðsfólki at halda aftur í lønarkrøvun- um, samstundis sum han- sara egnu løgtingslimir fáa so stóra lønarhækking og allar aðrar sømdir, sum her er talan um, spyr Inge- borgVinther. Manskórið á 3. plássi í kapping í Cornwall Tórshavnar Manskór endaði á triða plássi í sangkappingini á manskórfestivalinum í Cornwell um vikuskifti 13,5% færri persónbilar Sambært hagtølunum hjá Bileftirlitinum, so verða ikki eins nógvir nýggir persónbilar at síggja í gøtunum, sum higartil Vit halda okkum til sáttmálan Karsten Hansen sleppur ikki so lætt Tað, sum Karsten Hansen hevur sagt er bara fyri at gera arbeiðarafeløgunum fortreð, men vit fara at svara honum aftur, sigur Ingeborg Vinther C M Y K 7 6